Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-01-31, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 31. januar 2002síða 11

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 21 - 31. januar 2002 21 Bridgedeild Kaggans vann FM fyri feløg, sum varð leikt í skúlanum í Sørvági. Stríðið stóð millum Eysturoyar Bridgefelag og Kaggan, men tá samanumkom vóru havnarmenn stinnari BRIDGE Bogi Simonsen og Arnbjørn Sivertsen FM fyri feløg varð leikt í stásiliga skúlanum í Sørvági leygardagin 19. januar 2001. Hetta er fyrstu ferð, at vágafólk skipa fyri hesari kapping, og má tað sigast, at teir komu frá hesum við "bravur". Kappingin varð leikt yvir 8 dystir á 9 spøl. Bridgedeild Kaggans og Eysturoyar Bridgefelag fóru longu í teimum fyrstu dystunum frá hinum feløgunum og sá tað út til at verða eitt stríð millum hesi feløg, um hvør fór avstað við FM-heitinum. Tá samanum kom, var tað tó Bridgedeild Kaggans, ið gjørdist klárt nr. 1. Úrslitini Eysturoyar Bridgefelag - Vága Bridgefelag 20-10 14-16 Bridgedeild Kaggans - Havnar Bridgefelag 17-13 19-11 Nýggja Bridgefelag - Eysturoyar Bridgefelag 10-20 8-22 Vága Bridgefelag - Bridgedeild Kaggans 4-25 0-25 Havnar Bridgefelag - Eysturoyar Bridgefelag 9-21 18-12 Nýggja Bridgefelag - Vága Bridgefelag 19-11 17-13 Bridgedeild Kaggans - Eysturoyar Bridgefelag 18-12 16-14 Havnar Bridgefelag - Vága Bridgefelag 23-7 14-16 Nýggja Bridgefelag - Bridgedeild Kaggans 16-14 6-24 Nýggja Bridgefelag - Havnar Bridgefelag 20-10 1-25 Endaliga støðan 1 Bridgedeild Kaggans 158 2 Eysturoyar Bridgefelag 125 3 Havnar Bridgefelag 123 4 Nýggja Bridgefelag 97 5 Vága Bridgefelag 77 Leikararnir, sum umboðaðu feløgini: Bridgedeild Kaggans: Marjun Restorff, Arnleyg Mikkelsen, Bogi Simonsen og Rói á Rógvu Joensen. Eysturoyar Bridgefelag: Símin Lassaberg, Árni Dam, Magni Jøkladal og Árant Berjastein. Havnar Bridgefelag: Jóannes Mouritsen, Heðin Mouritsen, Jens Pauli G. Nolsøe og Høgni Hansen. Nýggja Bridgefelag: Ingibjørg Hansen, Henriettet Svenstrup, Jógvan Juel Rasmussen og Jóna Grunnveit. Vága Bridgefelag: Jákup Egholm, Thomas Hans Gaardlykke, Verna Rasmussen, Josta M. Olsen, Ruborg Zachariassen og Gunnvør Hansen. FM kappingin fyri lið Komandi vikuskifti verða ikki færri enn fýra umfør av FM kappingini fyri lið. Spælt verður í skúlanum í Fuglafirði. Fríggjakvøldið 1. februar verður byrjað at spæla kl. 19.30, og hildið verður fram leygarmorgunin kl 10.00. Spælt verður eisini sunnudagin frá kl. 14.00. Støðan í FM liðkappingini er hendan: Støðan eftir 3. umfar 1. deild Stig 1 Allan Dal-Christiansen 74 2 Símin Lassaberg 60 3 Junior Buss Taxa 58 4 Carl Mikkelsen 33 5 Hanus Bærentsen 19 6 Jóna Grunnveit 9 2. deild 1 Øssur Winthereig 61 2 Hallur Ellingsgaard 57 3 Jórun Johannesen 56 4 Danny Transport 50 5 Álvur Klakk 41 6 Hans Egil Joensen 39 7 John Reid Skoralíð 29 8 Eyðun Jakobsen 27 Bridge á Internetinum Landsliðið, sum skal til EM í Italia í summar, fekk eitt sindur av spælivenjing inni á internetinum fríggjakvøldið 25. januar. Mótstøðuleikararnir vóru tað danska ung- lingalandsliðið og tað danska kvinnulandsliðið. Teir føroysku leikararnir støðu seg væl, og vit skulu her síggja eitt av fleiri góðum spølum frá hesari venjingini: N/EV KQ1052 A4 KQ75 K4 J6 983 QJ10532 76 3 A9862 J952 Q76 A74 K98 J104 A1083 V N E S Bogi Rói á R. Simonsen Joensen - 1 pass 2 Pass 2 pass 4 Pass 4UT pass 5 Pass 6 pass pass Pass Eystan spældi hj7 út, og so vann Bogi kontraktina. Tey flestu NS pørini komu í 6sp, men tað var bara eitt EV, ið megnaði at finna tað setandi mótspælið. Magni Jøkladal og Árant Berjastein úr Fuglafirði, sum eru nýggir í landsliðshópinum, spældu rú A út og rútara aftur til trumf. Eingin meldaði 6ut, sum ikki kann setast. Danska landsliðs- hetjan vil fegin keypa felagið B93, har Øssur Hansen fyri stuttum spældi. Elkjær vil fegin hava hendur á ungum evna- ríkum leikarum í felagnum FÓTBÓLTUR Stefan í Skorini Danska felagið B93, sum liggur á Østerbro, er í svárum fíggjarligum trupulleikum. Felagið skal rinda donsku Toll og Skattstovuni eina rokning áljóðandi 800.000 krónur, men pengakassin er tómur, og tí er vandi fyri, at felagið fer á húsagang. Men fyrrverandi stór- spælarin Preben Elkjær hevur í hyggju at keypa tað sigursvanda felagið, sum seinastu árini hevur havt tungan róður. El- kjær skal gjalda einar tríggjar ella fýra milli- ónir fyri felagið. Um eingin bjargar fe- lagnum, verður tað tveitt úr næstbestu deildini og niður í Danmarksseri- una, har Lyngby eisini fer at spæla komandi kappingarár. Orsøkin til áhugan hjá Elkjær er, at hann fegin vil hava hendur á teim- um ungu og envaríku leikarunum, sum eru sáttmálabundnir í B93. Ein av orsøkunum til, at Øssur Hansen ikki helt fram í felagnum, er óivað tann svára fíggj- arliga kreppan, tað er komið í. Elkjær ætlar at keypa B93 Fyrrverandi stórspælarin Preben Elkjær hevur í hyggju at keypa fyrrverandi felagið hjá Øssuri Hansen fyri 3-4 milliónir krónur Kaggin er FM-vinnari í Bridge Stór útskifting hevur verið í FCK í vetrar- steðginum. Tilsamans átta spælarar hava gjørt sáttmála við onnur feløg, meðan bara tríggir eru lagdir afturat FÓTBÓLTUR Stefan í Skorini Todi Jónsson og hansara liðfelagar eru vorðnir nógv færri, nú vetrarsteðgurin fær ein enda um ein mánaða. Átta spælarar hava longu gjørt sáttmála við onnur feløg. Seks av hesum eru longu farnir avstað, meðan tveir ikki fara fyrr enn kapp- ingarárið er liðugt. Í sama tíðarskeiðið eru tríggir leikarar lagdir afturat hópinum. Hesir eru longu komnir til felagið. Tann seinasti í røðini at fara úr felagnum er Donatas Vencevicius, sum hevur gjørt tvey ára sáttmála við norska felagið Start. Hann spælir við litaviska landsliðnum og hevur spælt 51 dystir fyri FCK. Hann hevði tó torført við at vinna sær fast pláss á liðnum, og tí valdi felagið at selja. Verjuleikarin Diego Tur, sum í fleiri ár hevur verið fastur maður í verjuni hjá FCK, hevur lagt leiðina til eitt annað felag í Keyp- mannahavn. Hann hevur nevniliga gjørt sáttmála við AB. Harumframt hevur ungi verjuleikarin Kim Madsen gjørt sáttmála við týska felagið Wolfsburg. Madsen fer tó at spæla við FCK til summarsteðgin, tá sáttmálin kemur í gildi. Hesir tríggir leikararnir hava gjørt sáttmála við onnur feløg innanfyri ta seinastu vikuna. Hinir leikararnir, ið hava gjørt sáttmála við onnur feløg eru evnaríki miðvall- arin Christian Poulsen (Schalke 04), verjuleikarin Niclas Jensen (Manchester City), verjuleikarin Thomas Rytter (Wolfsburg), verju- leikarin Jacob Laursen (Lei- cester), áleyparin Thomas Thorninger (Udinese) og seinastu vikuna eru verju- leikarin Kim Madsen (Wolfsburg), verjuleikarin Diego Tur (AB) og miðvall- arin Donatas Vencevicius (Start) farnir. Tó skal viðmerkjast, at Christian Poulsen og Kim Madsen ikki fara úr felag- num fyrr enn í summar, og teir vera tí við á liðnum í vár. Støðan við fleiri av hesum leikarunum var hon, at sáttmálaskeið teirra varð runnið komandi summar. Tí kundi FCK ikki gera annað enn at selja teir. Tríggir nýggir leikarar verða at síggja í hvítu troyggjuni hjá FCK. Teir eru verjuleikararnir Bora Ziv- kovic, ið kemur úr Silkeborg, og Martin Albrechtsen, sum er keyptur í AB. Harumframt kemur norðmaðurin Erik Mykland, sum er fingin úr 1860 München. Ítróttarstjórin í FCK Niels Christian Holmstrøm sigur, at felagið má góðtaka, at teir góðu spælararnir ikki fáa nóg stórar ítróttarligar av- bjóðingar í Danmark, og at FCK ikki megnar at geva teimum eins góða løn, sum teir fáa í øðrum londum. Hetta er høvuðsorsøkin til, at felagið hevur mist so nógvar lyklaleikarar. Tó skal nevnast, at FCK undan hesum kappingarár- inum ognaði sær fleiri leik- arar, sum nú ordiliga fáa seg royndar. Enn fleiri spælarar fara úr FCK 21 Hull City tapti aftur týskvøldið, tá liðið mátti lúta fyri York á útivølli. Julian varð settur á vøllin miðskeiðis í seinna hálvleiki, men Hull mátti enn einaferð av vølli við ongum FÓTBÓLTUR Stefan í Skorini Julian Johnsson var við aftur í hópinum hjá Hull City týskvøldið, tá liðið tapti 2-1 móti York. Julian var ikki við, tá Hull leygar- dagin vann 3-0 móti Shrewsbury, tí hann lá sjúkur. Nú er hann so kom- in fyri seg, og venjarin valdi at taka hann við. Julian varð settur á vøllin eftir 68 minuttir, tá venjarin framdi tríggjar útskiftingar í senn. Tá var Hull aftanfyri við tveimum málum móti ong- um. Útskiftingarnar hjálptu tó beinanvegin, tí tríggjar minuttir seinni minkaði Hull um munin til 2-1 við brotssparki, sum áleyparin Rowe setti í netið. Hóast Hull legði stórt trýst á málið hjá York sein- astu tjúgu minuttirnar, eydnaðist tað ikki at fáa út- javnandi málið. Tó, Hull hevði fleiri góðar mál- møguleikar, sum kanska skuldu givið mál. York fekk tey avgerandi málini við stuttum millum- bili tíðliga í fyrra hálvleiki. Eftir 13 minuttir legði York seg framum og tríggjar minuttir seinni var støðan 2-0. Hóast Hull hevði fleiri málmøguleikar, eydnaðist tað ikki at fáa bóltin inn. Hull leikararnir fingu av at vita í hálvleikinum, tí teir løgdu hart út frá byrjan av eftir steðgin. Men tó spurd- ist einki burturúr leikligu yvirvágini. Tá góðir tjúgu minuttir vóru eftir at spæla ger venj- arin, Brian Little, bart og fremur tríggjar útskiftingar. Millum teir, ið vórðu settir á vøllin, var Julian Johns- son. Tó fekk Hull heldur ikki hesuferð nakað burtur- úr á útivølli. Julian var við í nógvum, tá hann kom á vøllin, men tað var ikki nóg mikið. Soltið á útivølli Hull hevur ikki havt góða úrtøku á útivølli. Hetta seinasta tapið var tað fimta í røðini, har Julian og lið- felagar hansara tapa á úti- vølli. Tá Hull vann tveir heimadystir á rað linkaði trýstið á leikararnar og venjaran, men um henda gongdin heldur fram, fer Hull ikki at vinna sær uppflyting í ár. Heili 3.500 áskoðarar frá Nr. 2 • hósdagur • 4. januar 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo Fótbóltsfelagið Fram hevur havt aðalfund, og nýggj nevnd er vald. Málið er at flyta upp í 3. deild. Nýggja nevndin metir, at bý- ráðið ger mismun á havnarfeløgunum, og at Fram er við skerd- an lut. Álvur Daniel- sen varð afturvaldur sum formaður, með- an Finnur Jensen og Ørvur Heimbø eru nevndarlimir AÐALFUNDUR Stefan í Skorini Leygardagin hevði fót- bóltsfelagið Fram aðal- fund. Nevndarval var á skránni, og Álvur Daniel- sen varð afturvaldur sum formaður. Hann hevur verið leikari í felagnum í mong ár, og hann hevur eisini verið formaður í fleiri ár. Finnur Jensen varð eisini afturvaldur í nevndina, og hann verður næstformaður og skrivari. Ørvur Heimbø er nývaldur nevndarlimur, og hann verður kassa- meistari. Magnus Hentze, sum hevur verið nevndarlimur í fleiri ár, bar seg undan afturvali hesuferð, men hann er tó tiltakslimur í nevndini. Uppflyting Nýggja nevndin hevur eitt høvuðsmál, og tað er at vinna sæti í 3. deild. Tað lítla havnarfelagið hevur í løtuni umboðan í 4. deild, har tað hevur verið í nøkur ár. Nevndin ásannar tó at fyri at røkka hesum máli er neyðugt at fáa fíggjarligu viðurskifti felagsins í rættlag. – Felagið ásannar, at hetta er sera trupult, tí Tórshavnar Býráð ger mis- mun ímillum tey smáu og tey stóru feløgini í Havn. Hetta niðurbindur Fram fíggjarliga og gevur felag- num truplar umstøður at fáa eitt virkið ungdóms- arbeiði, sigur felagið í tíð- indaskrivi. Her verður serliga hugs- að um vantandi venjingar- tíðir og um avtaluna mill- um býráðið og tey trý havnarfeløgini, sum eru HB, B36 og ítróttarfelagið Fram, um peningabýtið av lýsingum kring ovara vøll í Gundadali. Nevndin í Fram ger vart við, at HB og B36 hava brotið hesa avtalu við at at býta tey 10 prosentini, sum Fram sambært galdandi avtalu hevur rætt til, síná- millum. – Felagið hevur í mong ár kært sína neyð til Tórs- havnar Býráð, sum hevur myndugleikan yvir lýsing- unum, men hetta hevur ikki givið úrslit. Tí hevur felagið sent málið til ein løgfrøðing, verður sagt úr Fram. Fortreytin fyri at Fram kann røkka sínum dreymi, sum er at hava eitt lið í fremstu deildini, er at bý- ráðið syrgir fyri, at avtalan, sum gjørd er við feløgini, verður hildin. Fram ætlar sær í 3. deild Hull høvdu lagt leiðina til York, men teir fóru allir vónbrotnir heimaftur. Hull er tó framvegis við í stríðnum um uppflyting. Liðið liggur á fimta plássi við 47 stigum eftir 30 dystir. Oddaliðið er Plymouth, sum hevur 61 stig. Hull hevur á ongan hátt mist møguleikan av flyta upp, men tann skeiva gongdin má vendast skjótast gjørligt, tí liðið er dragnað nakað frá oddinum seinastu vikurnar, og hesin dysturin gav ikki vón um nakað betri fyri framman. Julian og liðfelagar hansara taptu enn einaferð á útivølli, tá botnliðið York vann 2-1 móti Hull týskvøldið Mynd: Álvur Haraldsen Julian aftur á beinkinum C M Y K 20