Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-01-31, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 31. januar 2002síða 12

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 21 - 31. januar 2002 Nr. 21 - 31. januar 2002 23 C M Y K 23 22 Leygarkvøldið 9. februar fer rock- bólkurin Hjarnar at spæla til árliga grýludansin á Kambsdali. Ein uttanlandsferð fyri tvey stendur eisini upp á spæl hetta kvøldið TÓNLEIKUR Pop.fo 11. árið á rað fer Kom og Dansa at skipa fyri grýlu- dansi í ítróttarhøllini á Kambsdali. Afturvendandi bólkur til hetta tiltak er rockbólkurin Hjarnar, sum aftur fer at spæla til dansin í ár. Hjarnar byrjaði at spæla í sjeytiárunum, men teir gera framvegis um seg av og á. Bólkurin hevur mangan gjørt vart við seg, og við einum altíð væl uppløgdum Karl Martin Samuelsen a odda, klárar bólkurin at fáa lív í, tá hann spælir. Royndu tónleikararnir í bólkinum klára framvegis at spæla rocktónleik, so tað stendur eftir, og teir spæla bæði nýggjan og eldri tónleik. Stór kapping Umframt Hjarnar fer DJ Ottar í Funningsstovu eisini at undirhalda, og vakrasta grýlan vinnur eina uttan- landsferð fyri tvey. Numm- ar 2 og 3 í hesi kapping fáa fáa eisini vinning. Tað, sum serligt er við hesum tiltaki, er, at ikki bara heilt ung fólk koma til dansin. Royndirnar vísa, at av tí at vit Hjarnar spælir, og av tí at vinningarnir eru helt stórir, eru tað bæði ung og tey eitt sindur eldri, sum kom hetta stóra føstu- lávintstiltakið. Hjarnar spælir til grýludans Karl Martin Samuelsen er á odda fyri Hjarnum, sum spæla til stóra grýludansin á Kambsdali um 10 dagar Fríggjakvøldið skal Týr taka lut í kendu Melody Maker tónleikakappingini TÓNLEIKUR Pop.fo Fríggjakvøldið fer føroyski rockbólkurin Týr á pallin í Pumpehuset í Keypmanna- havn. Har verður finalan í tónleikakappingini Melody Maker. Týr skal kappast ímóti átta øðrum bólkum, og teir eru allir danskir. Týr fær 20 minuttir á pallinum, og teir ætla sær millum annað at spæla Ormin langa. Allir bólkarnir, sum eru við í finaluni, hava fingið 75 atgongumerki at selja, og Týr hevur selt øll síni atgongumerki. Útselt er til tiltakið. Hetta kvøldið skal besti bólkurin kjósast, men har- afturat skal besti sangari og besti sangur eisini finnast. Áskoðararnir sleppa eisini at siga, hvønn bólk teimum dámar best, og hesin bólk- urin fær eisini eina virðis- løn. Tey, sum skulu døma í kappingini, eru millum annað tónleikarar og um- boð fyri plátufeløg. Ein av teimum kendastu er Sasha Dupont, sum plagar at spæla klaver í Gita ein sang, sum verður send í SvF. Vinningarnir í kappingini eru frá fimm og upp í 10 túsund krónur. Onkur sleppa eisini at spæla á kendari rockkonsert á høv- uðsstaðarleiðini í summar. Týr royna seg í danskari finalu