Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-08-20, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. august 2010síða 46

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 20. august 2010 · Nr. 122 30 Sosialurin Dámar tær grind Løkke? Hvat heldur tú um ríkisfelagsskapin? Hvat heldur tú um, at føroyingar drepa grind? Dámar tær grind? Heldur tú, at danir vita nóg mikið um føroysk viðurskifti? Hesar spurningar og fleiri við, settu næmingarnir á Miðnámsskúlunum á Kambsdali í gjár. Svarini frá Lars Løkke Rasmussen fært tú her Rólant Waag Dam »Det er en rigtig rockstjerne modtagelse vi får her, hva’?« Soleiðis segði tann ein mað­ urin frá PET við hin, tá hann saman við Lars Løkke Rasmussen trein inn í auluna í Stundentaskúlanum og HF­skeiðnum á Kambsdali í gjár. Lógvabrestirnir rungaðu og næmingarnir ýldu sum úlvar, tá fína fylgi úr Dan­ mark, stuðla av løgmanni Kaj Leo Johannesen og konu hansara Jórun Johannsen, umframt onkrum føroyskum embætisfólki, trein inn um gáttina í stóra høli, har næmingarnir vanliga eta matpakka sín og sutla soda­ vatn. Høllin var á tremur. Ja, so fín var vitjanin, at á teimum fremstu stólunum lá ein hándskrivaður lepi við áskriftini “Reserverað”. Vit brúka føroyska tíð Lars Løkke Rasmussen takk­ aði sum tað fyrsta fyri frálíka sangin, nakrir næmingar spældu fyri honum. Síðani bað hann orsaka fyri, at tey vóru so mikið seinkaði. Lars Løkke Rasmussen og fylgi hansara komu næstan ein tíma ov seint til Kambsdal. »Vi kører efter færøsk tid«, umskyldaði hann seg við og tað fall í ógvuliga góða jørð millum næmingarnar. Eftir hetta segði Lars Løkke Rasmussen nøkur orð um týdningin av at stremba eftir sínum málum. ­ Øll hava okkurt slag av talenti, tað eri eg sannførdur um. Onkur, sum til dømis Pál Joensen, hava eitt rættiliga sermerkt og sjónligt talent, men felags er hjá okkum øllum, at vit mugu fáa tað besta burtur úr tí, var nakað av tí, Lars Løkke Rasmussen fýrdi av, áðrenn hann kom til tað, næmingarnir gleddu seg til, nevniliga at hann fór at svara spurningum frá teimum. Ríkisfelagsskapurin er ein góð skipan ­ Ja, tað meini eg avgjørt, at ríkisfelagsskapurin er ein góð skipan fyri bæði Føroyar og Danmark. Tann felags­ skapurin, vit hava, Danmark, Føroyar og Grønland, røkkur mong, mong ár aftur í tíðina, og tað knýtir okkum saman mentanarliga, og ger, at vit í ávísum førum kunnu tosa við eini kraftmiklari rødd, enn vit annars høvdu gjørt. So eri heitur fortalari fyri ríkisfelagsskapinum. ­ Men eg havi eisini tað Kaj Leo Johannesen, Jórun Johannesen, Sólrun Løkke Rasmussen og Lars Løkke Rasmussen á Stundentaskúlanum á Kambsdali Lars Løkke Rasmussen brúkti ein hálvan tíma upp á at svara spurningum frá næmingum Eg haldi, at bæði Føroyar og Danmark høvdu verið fátækari uttan hvørt annað - LaRs Løkke Rasmussen um RíkisfeLagsskapin Sólrun Løkke Rasmussen skrivar í gestabókina á Bakkafrost