Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-08-20, síða 47
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. august 2010síða 47

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Fríggjadagur 20. august 2010 · Nr. 122 Sosialurin grundsjónarmið, at ríkisfelags­ skapurin hvílur á viljanum hjá føroyska fólkinum, um hvønn veg ríkisfelagsskap­ urin skal bera. Fyri meg at síggja, er ríkisfelagsskapurin sum eitt hjúnarlag. Tað skulu tvey fólk vilja tað, um hjún­ arlagið skal vera gott. Men um ein av pørtunum ynskir at sleppa sær úr hjúnar­ bandinum, so skal hin ikki halda honum aftur. So mugu vit finna eitt slag av frið­ arligum hjúnarskilnaði, men tað er altso ikki mín endamál, at lata okkum skilja, segði Lars Løkke Rasmussen mill­ um annað, tá hann var spurd­ ur, um hann metti ríkisfel­ agsskapin vera eina góða skipan. ­ Og eg haldi, at bæði Føroyar og Danmark høvdu verið fátækari uttan hvørt annað, legði hann aftrat. Tað, sum vit hava sagt, og okkara løgfrøðingar hava sagt, er, at har eru nøkur punkt, sum eru ógvuliga ivasom í stjórnarskipanar­ lógini, soleiðis sum hon sær út í løtuni. Men sum eg havi sagt áður, so havi eg fulla virðing fyri, um føroyingar ynskja eitt annað forhold til Danmark. Somuleiðis virði eg tað sjónarmiðið, um før­ oyingar als ikki vilja hava nakað forhold til Danmark. Men tað broytir kortini ikki upp á tað, at vit eru beint nú partur av einum ríkis­ felagsskapi og har eru nakrar spælireglur galdandi, sum mugu virðast. ­ So fyri at siga tað eitt sindur øðrvísi, so blandi eg meg ikki í, hvørt mál á vøllinum, føroyingar ynskja at koyra bóltin í. Eg krevji bara, at vit spæla eftir reglunum. Soleiðis ljóðaði svarið frá Lars Løkke Rasmussen, tá hann skuldi greiða frá sínum sjónarmiðjum viðvíkjandi rík­ isfelagsskapinum og nýggju stjórnarskipanarlógini. Næsti spurningurin var, um hann helt, at føroyingar skuldu gevast við at drepa grind, tí Sea Shepherd krevur tað. Hvussu skal eg svara hasum spurninginum? ­ Eg fái nakrar góðar spurn­ ingar her, segði Lars Løkke Rasmussen spakuliga niður til sítt fylgi, tá ein næmingur spurdi um grindadráp. Síðani hugdi hann upp og spurdi næmingarnar: ­ Hvussu er tað nú, at eg skal svara hasum spurning­ inum? Eg skal í øllum førum ansa eftir, segði hann spaku­ liga. Svarið kom tó stutt eftir. ­ Eg síggi dagliga, at eg fái nógvar altjóða fyrispurningar og áheitanir í samband við grindadráp. persónliga havi eg eitt ógvuliga avslappað forhold til grindadráp, tí eg veit, at grindadráp hevur sterk søgulig bond og eg veit, at tað drápið undir øll­ um vanligum umstøðum verður skipað soleiðis, at tað verður tikið hædd fyri djórunum, sum verða dripin. So persónliga havi eg ongar trupulleikar av tí, og eg vil undir øllum umstøðum virka fyri, at tað eru føroyingar og føroyskir politikkarar, sum skulu hava ábyrgdina av grindadrápinum. ­ Men vit mugu eisini rokna við, at ríkisfelagsskapurin stuðlar Føroyum í hesum málinum. Tí tað hevði verið lætt hjá Danmark at fara í stríð við grindadráp, tí vit fáa jú ikki so nógva grind í Danmark. Men tað hevði verið ov lætt. Hetta er ein trupulleiki í Føroyum, tað er ein reellur trupulleiki og eg virði føroysku sjónarmiðini í tí sambandinum, gjørdi Lars Løkke Rasmussen greitt. ­ Og ja, eg eti grind og enn tá innan fyri markið, sum heilsumyndugleikarnir hava ásett sum ráðiligt. Eg verið neyvan við barn í øllum førum, legði Lars Løkke Rasmussen skemtandi aftrat. Vita ikki nóg mikið Síðani varð forsætisráðharrin spurdur, um hann helt, at danskir politikkarar vita nóg mikið um føroysk viður­ skifti. Nei, tað haldi eg ikki. Eg haldi tað er ógvuliga ymiskt frá einum flokki til annan. Eitt nú hava vit gleðina av, at Edmund Joensen situr í okkara fólkatingsbólki og tað tænir okkum nógv. Tí tá tað eru mál, har tað skulu takast serlig føroysk atlit, so er hann ein fongur. Men tað er als ikki soleiðis í øllum flokkunum, tíverri, tí tað skapar eitt gott samband og gevur gott innlit. Ikki tí, sjálvandi kann eg peika á fleiri politikkarar, sum áttu at vita meira, ikki bara um Føroyar, men um so mong onnur viðurskifti eisini, segði Lars Løkke Rasmussen millum annað á fundinum við næmingarnar á Kambsdali í gjár. Lars Løkke Rasmussen vitjaði eisini á Bakkafrost á Glyrum í gjár, át døgurða á Muntra í Fuglafirði, vitjaði Havsbrún í somu bygd og endaði rundferð sína á Jarðfeingi í Havn. rolant@sosialurin.fo Myndir: Álvur Haraldsen Regin Jacobsen greiðir forsætisráðharranum frá virkseminum á Bakkafrost Páll Isholm, rektari á Handilsskúlanum á Kambsdali, í práti við forsetahjúnini So fyri at siga tað eitt sindur øðrvísi, so blandi eg meg ikki í, hvørt mál á vøllinum, føroyingar ynskja at koyra bóltin í. Eg krevji bara, at vit spæla eftir reglunum - Lars Løkke rasmussen um stjónarskipanaruppskotið Vit mugu rokna við, at ríkisfelagsskapurin stuðlar Føroyum í hesum málinum - Lars Løkke rasmussen um grindadráp