Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-08-23, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. august 2010síða 8

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 23. august · Nr. 123 8 Sosialurin Uni Arge - Antipragmatisk, funda- mental istisk og veruleikafjar. So bersøgið orða Bárð- ur Larsen og Kári á Róg vi seg í danska fak blað num, Juristen, um dons ku støðu- tak an ina í stjórn ar skipan- ar málinum. Danska løg- málaráðið læt 2. juni í ár úr hondum eitt notat um før oys ka stjórn ar skipan ar- upp skotið, ið m.a. kom til ta niður støðu, at føroyingar eru í ferð við at taka loys ing, nú løgtingið smíðar nýggj- an karm um føroyska fólka- ræðið. Danski for sætis mála ráð- harr in, Lars Løkke Rasmus- sen, vísti fleiri ferðir til nota- tið á Føroya-ferð síni í farnu viku og nevndi upp í saman vandan fyri før oy ska ri loys- ing, hóast allir politiskir flokk ar hava verið samdir um, at stjórn ar skipan ar- upp skot ið einans staðfestir, at Føroya fólk hevur valdið í Føroyum og sjálvt ger av, hvørj um tað er í felagsskapi við. Innanhýsis semja Bárður Larsen og Kári á Rógvi undrast stórliga á, at danska løgmálaráðið fat- ar stjórnarskipanina sum nakað, ið brádliga er upp- funn ið at seta í staðin fyri donsku grundlógina. Teir skilja ikki, hvussu løg mála- ráðið kann vera hvokk ið so við nú, tá stjórn ar skipan ar- ar beiðið hevur verið á veg leingi og m.a. fyrilá sum liðugt útkast longu 18. des- em ber í 2006. Teir báðir vísa á, at ein av ætlanunum við føroysku stjórn ar skipanini hevur ver- ið at skapa innanhýsis sem- ju í Føroyum um, hvør støða Føroya mótvegis Dan mark er, og hvussu tann støð- an skal broytast, um hon skal broytast. Eisini hev ur ætlanin verið at stað festa, at føroyingar eru fólk, at Føroyar eru land, og at fólkið í Føroyum hevur sjálvs av- gerðar rætt. Hetta hevur onki við loys ing at gera, siga teir. Heldur er talan um at skipa karmin um føroyska fólka- ræðið og fáa skapt eina stjórnarskipanarliga ment- an í Føroyum, ið kann men na landið. Dentur hevur ver ið lagdur á ikki at nevna Dan- mark í uppskotinum, m.a. fyri at røkka semju í Før oy- um, og tí verða í staðin nevnd orð sum samveldi og sáttmáli um sambandið við Danmark. Bárður Larsen og Kári á Rógvi staðfesta: »På bag- grund af skildringen ovenfor har vi meget svært ved at forstå, hvordan danske minist er ier og offentlighed god tro ende har kunnet få det indtryk, at der bag for fatn- ings forslaget var en inten- tion om, at Færøerne skulle løs rive sig fra Danmark.« 200 eins lógir Føroysku løgfrøðingarnir hal da danska løgmálaráðið vera ópragmatiskt og funda- men tal istiskt, serliga tí tað fat ar orðið stjórnarskipan sum nakað, ið einans kann galda í einum sjálvstøðugum stati. Her er talan um, siga teir, eina nýdanska siðvenju, sum als ikki hevur støði í stjórn a r skipanarsøgu og hel d ur ikki altjóða veru leika- num. Í hollendska konga ríki- num hava Antillurnar og Aruba egnar grundlógir, með an felags grundlógin er uppiyvir. Frá 1874 til 1918 hevði Ísland sína eg- nu stjórnarskipan við síðu- na av donsku grund lóg - ini, og í heiminum í dag finnast lógir í øllum heims- pørtum, ið kunnu kall ast stjórnarskipanir í hálv stats- lig um politiskum eindum. Til samans er talan um 200 tí lík ar lógir. »Dette omfattende hi stor- iske og komparative materia- le til trods opretholder det danske Justitsministerium - i klar fornægtelse af stats- og retslivets virkelighed og mangfoldighed - en fore still- ing om, at et ønske fra færøsk side om en egen forfatning er udtryk for et ønske om egen statsdannelse,« skriva Bárð- ur Larsen og Kári á Rógvi. Teir báðir vísa eisini á tann veruleika, at Føroyar heilt síðan 1948 hava havt egna stýrisskipanarlóg, tó at henda lóg ikki hevur stílað so ógvu liga høgt innihaldsliga. Dansk ir løgfrøðingar hava í felags dómstólum Føroya og Danmarkar ímillum ikki havt trupulleikar at døma sa m svar andi serføroyskum lóg um og at viðurkenna innan hýsis stýrislagið í Før- oy um. Verður stjórnarskipanin sam tykt, kunnu ivaleyst onkr ar tvístøður íkoma mill- um føroyska og danska fatan av ymsum viðurskiftum, men hví danskir myndugleikar skulu vera so óttafullir um hetta, skilja Bárður Larsen og Kári á Rógvi ikki. Danskarar hava jú Hægstarætt, sum kann gera av, um føroyingar fara ov vítt, eins og dóm stól- urin í Strasbourg við hvørt dømir Danmark í manna- rætt indamálum. Valdið hjá Føroya fólki Danska løgmálaráðið tykist ser liga hava fingið ilt av, at tað í uppskotinum um før- oyska stjórnarskipan stend- ur, at alt vald er hjá Føroya fólki. Hetta er yvirhøvur ikki at meta sum víðgongt, halda før oysku løgfrøðingarnir, tí tað er sjálvsagt, at allir myndug leikar í Føroyum, land s myndug leikar sum ríkis myndug leikar, virka í landi num við samtykki frá Før oya fólki. Vert er eisini at minnast til, siga teir, at danska stjórn- in 7. november í 2005, tá hon frá boðaði uttanríkispolitisku heim il d arlógirnar hjá Føroyum og Grønlandi, viðurkendi sjálvs av gerð ar- rætt føroyinga samsvarandi altjóða rætti. Hví føroyingar ikki kunnu kunn gera hendan rætt í eini innan hýsis stjórn- ar skip an, tí hetta skal vera brot á donsku grund lógina, er óskiljandi, halda teir. Í hesum sambandi nevna teir, hvat hendi í Skotlandi í 1989. Tá góvu skotar sær egna stjórnarskipan, har teir m.a. søgdu, at teir høv du suverenan rætt til at velja sær egið stýri eftir egn um tørvi. Hetta var sjálv s av- gerðar rætt urin, sum varð stað fest ur. Parlamentið í Lon don samtykti so bara, at Skotland var partur av Bret landi, og at tað hevði yvir skipaða valdið í konga- ríki num. Bárður Larsen og Kári á Rógvi halda, at stats rætt- ar liga er kanska orsøk til at bera ótta fyri eini før oysk- ari stjórnarskipan, tí um føroyingar samtykkja eg- na stjórnarskipan, kann jú henda, at teir fara at upp fata hesa skipan sum sína egnu fram um donsku grund- lógina. Um hetta skuldi hent, er tað ikki løgið, halda teir. »Det er nemlig meget tvivl somt, hvilken legitim- i tet den danske grundlov nogen sinde har haft blandt det færøske folk, idet der har været meget lidt interesse blandt den fær- øske befolkning for de folke- af stemninger, der har været om grundloven. I mod- sætn ing til grundloven har rigsfællesskabet med Dan- mark altid været en ordning, som der har været væsentlig til slutn ing til.« Lógin má koma Teir báðir gera sostatt danska løgmálaráðnum greitt, at sera stórur munur er á, hvussu føroyingar fata donsku grundlógina og so felags skap in hjá Føroyum við Dan mark. Nógvir føroyingar fegnast um felagsskapin, men »dokumentet, som for dansk ere er symbol på folke- styre og danskhed, har ingen grund lægg ende betydning for færinger.« Føroyingar hava ikki, siga teir, nakað skjal, sum teir kun nu brúka sum amboð at byggja samfelagið á stjórn ar- skipanarlig virðir. »Realiser- ing af sådanne værdier er ikke mulig ad den danske grund lovsvej, da grundloven ikke forholder sig til enheden Fær øer ne, færinger ikke kan fo rholde sig til grundloven, og da grundlovsvejen ikke er en praktisk mulighed for ny- formuler ing.« »Derfor gør Danmark klogt i,« skriva Bárður Lar- sen og Kári á Rógvi, »at levne fær ing erne statsretligt rum til at vedtage sin egen for- fatn ing.« uniarge@gmail.com Løgmálaráðið avnoktar altjóða veruleikan Føroyskir løgfrøðingar: STJÓRNARSKIPAN Notatið hjá danska løgmálaráðnum um føroysku stjórnarskipanina er antipragmatiskt og fundamentalistiskt, skriva løgfrøðingarnir, Bárður Larsen og Kári á Rógvi, í aftursvari til løgmálaráðið í Juristen. Føroyingar kunnu væl samtykkja egna stjórnarskipan og kunngera sín sjálvsavgerðrarrætt uttan at taka loysing, tí tað hava so nógvar aðrar politiskar eindir í heiminum gjørt, siga teir FAKTA Við uppskotinum um føroyska stjórnarskipan, lagt fram á ting tann 6. mars 2010, varð fyri fyrstu ferð í Føroya søgu lagt fram eitt liðugt uppskot til stjórnarskipan fyri Føroyar. Danska løgmálaráðið hevur í einum uppriti frá 2. juni 2010 umfatandi atfinningar at stjórnarskipanar uppskotinum. Serliga verður funnist at, at uppskotið gongur ímóti donsku grudlógini, tí tað førir við sær, at ivi er um, hvørt Føroyar framhaldandi eru partur av danska statinum, um uppskotið verður samtykt. Í greinini í Juristen grundgeva Kári á Rógvi og Bárður Larsen fyri, at Løgmálaráðið hevur eina antipragmatiska og fundamentalistiska fatan av statsrætti. Teir vísa eisini á, at sjálvt grundarlagið undir heimastýrisskipanini er tann pragmastima og konstruktiva ósemja, sum Løgmálaráðið eftir øllum at døma hevur flutt seg frá. Greinin hjá Kára á Rógvi og Bárði Larsen kann lesast á: http://djoef.dk/Udgivelser/Juristen.aspx Føroyingar kunnu væl samtykkja egna stjórnarskipan og kunngera sín sjálvsavgerðrarrætt uttan at taka loysing, tí tað hava so nógvar aðrar politiskar eindir í heiminum gjørt, siga Barður Larsen og Kári á Rógvi