Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-08-23, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. august 2010síða 9

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 23. august · Nr. 123 Sosialurin Vilmund Jacobsen Síðsta týskvøld vóru nakrir bóg hvítuhvalir beint út fyri bygd ini í Leirvík. Tað vóru menn, ið vóru á floti hetta kvøld ið, sum sóu hesar hvalir nar. Tá menninir á bátinum komu beint út um havna lag­ ið, sóu teir einar fimm bóg­ hvítu hvalir, sum spældu sær í sjónum. ­ Tann eini hvalurin var innanfyri grótkastið í Leirvík, har smádreingir plaga at rógva í gummi bát­ um. Hetta kvøldið var gott veður, og kanska var tað hepp ið, at smádreingirnir hetta kvøldið ikki spældu sær á vánni. Úr Leirvík verður sagt, at hes in eini bóghvítuhvalurin tókt ist rættiliga næskur, og iva leyst var tað heppið, at eing in gummibátur var á floti hetta kvøld. Myndina, sum vit pren ta saman við hesum greina­ stubba num, tók annar av monnunum, sum var í báti­ num í Leirvíksfirði hetta kvøld ið. vilmund@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen Fyrrverandi landsstýris­ maðu r in í fiskivinnumálum, Bjørn Kalsø, hevur í lesara­ brøv um fýlst á, at sitandi lands stýris maður, Jacob Vester gaard, hevur tillutað 3.250 tons av makreli í føroy­ sk um sjógvi til ”aðrar”, sum hes in bólkurin verður róptur. Bjørn Kalsø heldur tað vera óneyðugt at taka meiri stál inn í flotan, sum hann tekur til, og hann vísir á, at tá slík fiskiloyvi fyrst eru givin, er trupult at taka tey aftur. Fyrrverandi lands stýris­ mað ur in heldur, at Jacob Vester gaard soleiðis gevur óneyðug fiskiloyvi eftir makreli. Bjørn Kalsø sigur, at fiski­ skap urin eftir makreli og søl an av veiðini hava gingið væl hjá uppisjóvarskipunum, hóast órímiligt trýst úr ES og Noregi við land ingar forð­ ingum og havnarstongsli. Hann sigur, at fiski­ skapur in er so mikið góð ur, at kvoturnar hjá uppi sjóvar­ skip unum skjótt verða upp­ fisk aðar, um fiski skap ur in held ur sær. ­ Gudarnir munnu vita, hvør orsøkin er til gávumildni hjá lands stýris­ manni num. Eft ir øllum sóla­ r merkj um at døma meg na føroysku upp i sjóvar skip­ ini at fiska sín ar kvot ur og reiðiliga tað, sigur fyrr­ verandi lands stýris maðurin. Samstarv Jacob Vestergaard sigur í samrøðu við Sosialin í morg­ un, at hann hevur tillutað 3.250 tons av tilsamans 85.000 tonsum til ”aðrar”, sum hann rópar hendan bólk in. Hann ásannar, at tað í fyrsta lagi verða skipini hjá Thor í Hósvík, Athena og Poseidon, sum sleppa at fiska hesi tonsini. ­ At hesi skip sleppa at fiska hesi tonsini, hongur sam an við, at feløg, sum eiga ísfiskaskip og ætla sær at royna eftir makreli, hava gjørt avtalu við Thor um sam starv. Jacob Vestergaard vísir á, at ísfiskaskip hava fingið til­ lutað 5.000 tons í eini felags­ kvotu, og fyri at fáa hendan makrelin til matna, er nær­ liggj andi, at tey noyðast í sam starv við aðrar. ­ Hugsandi er, at Athena og Poseidon kunnu taka fisk­ in, sum hesi skip fáa, inn við pump um, og í aðrar mátar hava feløgini eisini tosað um sam starv við reiðskapi, so tað ikki verður ov dýrt hjá ísfiskaskipum at gera hesa roynd ina. Jacob Vestergaard sigur seg ikki duga at síggja teir stóru trupulleikarnar við, at Athena og Poseidon, nú tey kortini eru í føroyskum sjóg­ vi, sleppa at fiska 3.250 tons av makreli av eini samlaðari kvotu upp á 85.000 tons. ­ Av samlaðu kvotuni, sum vit hava tillutað okkum í ár, eru tað bara 15.000 tons, sum nótaskipini ikki slep pa at fiska. Av samlaðu kvotu­ ni fara so eisini tey tons ini, sum vit lata í býti við aðrar tjóðir í sínámillum fiski veiði­ av talum, leggur hann aftrat. Spennandi royndir Landsstýrismaðurin heldur tað vera sera spennandi, um tað eisini fer at eydnast ís fiska skipum við teimum 5.000 tonsunum at fáa nakað burt ur úr makrelinum í ár. ­ Enn vita vit ikki, hvussu hetta fer at tørna út, men jú fleiri ymiskar royndir verða gjørd ar, tess meiri áhugavert er, hvussu hesar fara at eydn­ ast. Jacob Vestergaard leggur dent á, at allur fiskiflotin, sum er og fer á makrelveiði, eig ur í størst møguligan mun at fáa fiskin til høldar sum manna føði. vilmund@sosialurin.fo Stóru skipini hjá Thor eru í føroyskum sjógvi RISAR - At hesi skip sleppa at fiska makrel, hongur saman við, at feløg, sum eiga ísfiskaskip og ætla sær at royna eftir makreli, hava gjørt avtalu við Thor um samstarv, sigur Jacob Vestergaard Stóru skipini hjá Thor í Hósvík eru nú í føroyskum sjógvi, har tey kunnu fiska 3.250 tons av makreli Bóghvítuhvalur innanfyri grótkastið Tann eini bóghvítuhvalurin var innanfyri grótkastið í Leirvík, har smádreingir plaga at spæla sær í gummibátum