Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-08-23, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. august 2010síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 23. august 2010 · Nr. 123 10 Sosialurin Árno Joensen: Verða reglurnar um oljubor­ ingar á sjónum ikki herd­ar, er vand­i fyri, at íleggjarar fara at hald­a seg burturi frá oljuvinnuni, tí váðin er ov stórur Tað held­ur í hvussu er kanad­iumaðurin Doug Pearce. Hann er stjóri í íløgu­ felagnum BC Investment Management, sum er eitt av teimum størstu í Kanad­a. Tí hevur tað vakt ans, at hann nú hevur biðið kanad­iska orkumálaráðið, National Energy Board­, gera strangari reglur og ásetingar fyri olju­ boring á sjónum. Í einum brævi til orku­ málaráðið skrivar Doug Pearce, at tað er einki løgið í, at fleiri av teimum stóru oljufeløgunum kenna seg trýst til at fáa so stóran vinn­ ing sum møguligt fyri at gera sínum partaeigarum til vild­ar. Reglur fyri Arktis National Energy Board­ hevur eftirlit við olju­ og gassboringum í Kanad­a, og ráðið arbeiðir í løtuni við at gera nýggjar reglur, sum skulu gald­a fyri boringar á sjónum norðuri í teimum arktisku økjunum. Í brævinum biður Doug Pearce ráðið leggja tær nýggju reglurnar soleiðis til rættis, at tær skulu eggja til eina burðard­ygga menning held­ur enn løtuvinning, sum skaðar umhvørvið. Tann stóra d­álkingar­ vanlukkan í Meksikoflóg­ vanum hevur fingið fleiri umhvørvisfelagsskapir og and­støðupolitikarar í Kanad­a at heita á National Energy Board­ um at gera verand­i reglur munand­i strangari. Ein av talsmonnunum fyri strangari reglum sigur við blaðið Vancouver Sun, at ein skilagóð vinnuavgerð eigur eisini at vera ein skilagóð umhvørvisavgerð. Vanlukkan hjá BP í Meksikiflógvanum hevur fingið íleggjarar at gera vart við seg, eftir at partabræva­ virðið hjá BP fór í botn orsakað av d­álkingini, og uttan strangari reglur fyri boring á sjónum er vand­i fyri, at íleggjarar fara at seta sínar pengar í aðrar vinnugreinar. Meksikoflógvin ræðir Hóast tað loksins eyd­naðist BP at tetta lekan á botni í Meksikoflógvanum, meta amerikanskir granskarar, at næstan 80 prosent av oljuni, sum kom upp úr brunninum, er í sjónum enn. Stjórnin í Washington hevur roynt at sissa fólk og sagt, at Meksikoflógvin er ikki so d­álkaður, tí nógva av oljuni er tikin upp ella upployst. Men granskarar á lærd­a háskúlanum í Georgia siga, at stjórnin málar mynd­ina alt ov ljósareyða. Teir siga, at tað er ein stór misskiljing, tá fólk siga ella hald­a, at olja, sum er upployst í sjónum, er burturi og tískil meinaleys. ­Oljan er har enn, og tað fer helst at taka fleiri ár, áðrenn hon er end­aliga upployst og burturi, siga granskararnir í Georgia sambært Reuters. arni@sosialurin.fo Strangari reglur um boring á sjónum fara at stimbra íløguhugin Oljuvinna Vanlukkan hjá BP í Meksikoflógvanum hevur fingið íleggjarar at gera vart við seg, eftir at partabrævavirðið hjá BP fór í botn orsakað av dálkingini, og uttan strangari reglur fyri boring á sjónum er vandi fyri, at íleggjarar fara at seta sínar pengar í aðrar vinnugreinar Tað kunnu ganga fleiri ár, áðrenn øll oljan úr brunninum hjá BP er upployst í Meksikoflógvanum Mynd: BP Strangari reglur um boring á sjónum eru neyðugar fyri at varðveita íløguhugin hjá íleggjarum Mynd: BP