Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-08-23, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. august 2010síða 11

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mánadagur 23. august · Nr. 123 Sosialurin Leo Poulsen Nú byrja menn so smátt at rigga til til nátarnar. Tað hevur verið heldur mis javnt, hvussu nógvir bát­ ar hava drivið nátaveiði sein­ as tu árini, og harvið eisini, hvus su nógv er komið upp á land. Spurningurin er eisini, hvus su nátin hevur verið fyri sein as tu árini. Í fjør var hann held ur seinur á veg, men í ár tókt ist hann at verða lagstur til tíðina. ­ Vit vóru á Viðareiði 20. mai, og tá sá gott út. Tað var egg undir hvørjari fjøður, so út frá tí skuldi árið gjørst gott til náta. Hinvegin vóru vit á Stóru Dímun herfyri, og tá tóktist ungarnir mær held ur smáir, tó at tað var ilt at meta við slíkari fjarstøðu, sig ur Jens­Kjeld Jensen. Hann sigur, at tað ber als ikki til at tosa um Nólsoynna long ur, tá tað kemur til náta. ­ Tann tíðin er farin, tá tú kundi stima eysturum og taka tær einar 200 nátar. Generelt ber til at siga, at long ur suður tú kemur, verri stend ur til við náta, og nú er mest sum knívsskorið í Nóls­ oy, sigur Jens­Kjeld Jen sen. Stóra orsøkin er, at tað verð ur skotið so ómetaliga nógv eystan fyri Nólsoynna, og tað órógvar fuglin. ­ Umframt áhaldandi dun­ ini frá byrsuskotum, rasa hesir skjóttgangandi bát ar­ nir eisini rundan um oynna, og tað er eisini ógvuliga órógv andi fyri fuglin, sigur Jens­Kjeld Jensen. Eingin lundi Fuglafrøðingurin heldur, at ferðafólk kunnu ikki fáa nógv burtur úr einum slík­ um túri, har speedað verður fram við, drittað inn í gjáir og holur, fyri síðani at verða aft­ ur í Havn lítlan tíma seinni. ­ Slíkt órógvar alt fuglalív, ikki bert nátan, sigur Jens­ Kjeld Jensen. Men stendur illa til við nát anum, so er nógv verri statt við lundanum. ­ Tað hevur eingin fulgur verið at sæð nakrastaðni í ár. Eg veit um ferðafólk, sum fóru út í Mykines um miðjan juli at avmynda lunda, men tey komu aftur sum av torv­ heið um. Tey sóu einans lun­ da í allari oynni, og hann ver enn tá ov langt burturi at av mynda, sigur Jens­Kjeld Jen sen. Hann heldur, at tað man vera serdømi, at fara út í Myki nes miðjan juli, og tað er so oyði við lunda. ­ Men skilið er tað sama alla stað ni. Bæði í Stóru Dím­ un og Lítlu Dímun er sama skil ið, og á Viðareiði og í Skú v oy hava teir heldur ikki bjóða til. 40 lundar er tað mes ta, eg havi hoyrt um, at menn hava fingið ein dag, og tað sigur alt, sigur Jens­Kjeld Jen s en. Í Nólsoy hevur ikki verið fleyg að trý tey seinastu ár­ ini. Urðin fór ógvuliga illa í ódnarveðrinum í januar mán að fyri trimum árum síða ni, tá fleiri sessir skolaðu burt ur í briminum. Síðani hev ur ikki verið fleygað í gomlu Urðini. Eisini í Tindhólmi hava teir bundið um heilan fing ur og friðað hólman fyri lunda­ fleygi. Kanska nátatíðin verður ikki so galin í ár aftur fyri. ­ Tað sá í hvussu er gott út í mai, sigur Jens­Kjeld Jen­ sen. Leo Poulsen Undarligt, sum tilvildin ofta ger seg galdandi. Vit vórðu innkvarterað eina staðni mitt á gongu­ gøtuni á Akureyri. Lut­ tóku á 6. NEATA­festi vali­ num, sum í ár varð hildin í høvuðsstaðnum uttan fyri høvuðsstaðin í Íslandi, Aku r eyri. Beint við síðuna av inngongdini liggur ein kebabbúð, men hóast leið­ in ikki gekk inn har at fylla búkin, so fingu vit ríkil igt høvi at heilsa upp á. Tað lagaði seg nevniliga so leiðis, at morgunmaturin varð borðreiddur inni í keba b­ búð ini. Vit vóru longu á Akureyri sunnu kvøld, og festivalurin skuldi ikki byrja fyrr enn týs dag, so hjá flestu okkara beyðst ikki høvið at heilsa upp á innihavaran fyrr enn miku morgun. Og innihavarin – skuldi tað vísa seg – er rótføroysk: Rita Didriksen. ­ Ja, sjálvt um eg eri fødd og upp vaksin í Íslandi, so eru bæði foreldrini føroysk, og eg sjálv sostatt eisini, sigur Rita Didriksen. Hon hevur eisini búð alt sítt lív í Íslandi, men tað hoyr ist als ikki á henni. ­ Vit tosaðu føroyskt alla tíð ina heima, og so vitji eg eisini javnan heima í Før­ oyum, sigur Rita Didrik sen. Hon er gift á Akureyri og eigur børn, og hennara dagliga starv er skúlalærari. ­ Eg undirvísi mest í donsk um, men eg havi í longri tíð gingið við tanka­ num um at lata upp eina kebab búð á Akureyri, sigur Rita Didriksen. Gongur væl Tað hevur onkur hissini roynd verið gjørd at reka kebab búð, men tað hevur sum oftast verið skjótt eftir seg. ­ Eg haldi, at tað hevur ver ið ov illa skipa og alt ov til vild arligt við tilfari og góðsku, sigur Rita Didriksen. Sjálv hevur hon gjørt avtalu við tveir av stóru leverandørunum av lamba­ og svínakjøti og hevur fingið eitt gott samstarv í lag við teir. ­ Tað er av stórum týdn­ ing i, at hava góðar avtalur og gott samstarv við levarand­ ør arnar. Tú mást lata eina jav na og góða vøru, ella fær tú ikki kundarnar, sigur Rita Didrik sen. Hon tók so stigið, tá summar ferian hjá skúlunum byrj aði, og hon er rættiliga ov far in av, hvussu væl tikið er ímóti kebabbúðini. ­ Tað hevur gingið yvir all an forvæntning. Nú er gamaní summarfrí og feriu tíð, men vit hava havt nógv meira at gjørt, enn eg hevði roknað við, sigur Rita Didriksen. Og oman á alt hetta fekk hon so morgunmat til tíggj­ u tals fólk aftrat hesar fimm dagarnar NEATA­festi val ur­ in vardi. ­ Tað er jú rættiliga undar­ ligt at hugsa sær, at eitt so fram komið land sum Ísland ikki hevur eina kebabbúð á hvørjum horni, men so er ikki, sigur Rita Didriksen. Eingin kreppa Tá tú soleiðis gongur runt í Íslandi er ilt at fáa eyga á, hvar kreppan herjar. Tað koyra framvegis stórir Land­ rover og Landcruiser runt í gøt unum millum Mercedes og onnur dýr merkir. Heldur ikki millum man­ na merkist nøkur kreppa, og tá tú so kemur út í náttarlívið, er einki óført. Har manglar einki av nøkrum slag. Og Rita Didriksen er púra samd í, at kreppa merkist ikki í landinum. ­ Tað er so sera trupult at fáa fólk at arbeiða her hjá mær, og tað sigur mær so mikið sum, at tað neyvan kann kallast kreppa í Íslandi. Eg kann fáa onkur ung at hjálpa mær, men fólk yvir 24 ár eru ikki at uppdríva, sigur Rita Didriksen. Sjálvt um kebabbúðin gongur sera væl, ætlar hon sær ikki at gevast við at undirvísa í skúlanum kortini. ­ Eg havi fingið eina at standa fyri kebabbini, tá eg fari í skúla aftur, men eg komi sjálvandi at hava fingurin á pulsinum og verið her so nógv, sum starvið í skúlanum tilletur, sigur Rita Didriksen. Um tað so ber til at siga, at hon heldur traditiónina viðlíka, at tað eru innvandrarar, sum lata upp kebabbúðir – tað er so ein onnur søga. Kanska fer nátatíðin at hyldnast hjá monnum í ár Nátatíðin nærkast NÁTATÍÐ - Eg dugi ikki at siga, hvussu sær út við nátanum nú, men tá vit vóru á Viðareiði í eggjatíðini, tá ógvuliga gott út, sigur Jens-Kjeld Jensen, fuglafrøðingur, í Nólsoy góÐur mATur Mynd: Vilmund Jacobsen Føroyskt kebab til akureyringar FØrOYSKT KEBAB Eftir at hava hugsað seg um væl og leingi gørdi føroyska Rita Didriksen av, at lata upp eina kebabbúð í hjartanum av Akureyri. Nú tveir mánaðr seinni hevur undirtøkan verið munandi betri enn væntað Rita Didriksen hevur latið upp kebabbúð á Akureyri, men hon ætlar sær kortini ikki at gevast sum skúlalærari Mynd: Leo Poulsen