mánadagur 23. august 2010síða 12
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 23. august 2010 · Nr. 123
12
Sosialurin
Kjak
Mikudagin tann 10. august
2010 hevði Eilif Samuelsen
eina áhugaverda grein í
Dimmalætting,
har
hann
viðgjørdi
bók
mína
um
fólkaatkvøðuna 1946.
Tað er at fegnast um, at
Eilif hevur lisið bókina, tí
hann er mestsum partur
av tí máli, her er talan um.
Tá fólkaatkvøðan fór fram,
var hann tó ikki ein av
teimum, sum slapp at velja, tí
valaldurin var 21 ár, og hann
var bert 12.
Men so mikið tilkomin
kundi hann fylgja við í tí,
sum tá fór fram, og kann
uttan iva minnast mangt,
og tað er at vóna, at hann og
mong onnur, sum minnast
hesa tíð og tað sum tá fór
fram, fara at siga okkum,
sum yngri eru, nakað av tí,
sum tey tá upplivdu. Tað er
ein orsøk til, at eg havi gjørt
hetta keldusavn, tí eg vóni, at
nøkur av hesum ættarliði við
at lesa hana koma at hugsa
um tað, sum tey upplivdu
hetta summarið og hesar
heystardagar í 1946.
Tíverri er ikki nógv av
hesum forvitnisliga komið
við í greinina hjá Eilifi.
Hann skrivar mest um eitt
ritzautelegram,
sum
er
sent úr Føroyum tann 15.
september 1946, dagin eftir
fólkaatkvøðuna.
Ein av mongum
keldum
Hetta er ein av teimum
hundraðtals
keldunum,
sum eg havi á teimum gott
800 síðunum í bók míni.
Tilfarið havi eg lagt fram
fyri at tað skal bera til hjá
einum og hvørjum at síggja
og meta um tað keldutilfar,
sum eg havi funnið fram til
um fólkaatkvøðuna. Hetta
er sjálvandi ikki fullfíggjað,
sum eg geri vart við í inn
ganginum, men tað sum eg
havi sæð, og sum á nakran
hátt er viðkomandi, havi eg
tikið við, bæði tað sum er
fyri og í enn størri mun tað,
sum ikki er heilt í tráð við tað
sum mær sjálvum dámar. Nú
er hetta tilfar lagt fram, og
vónandi fara onnur at finna
meir. Her er nógv at tríva í,
bæði
endurminningarnar
hjá Eilifi og hjá nógvum
øðrum góðum fólkum. Síðan
er at tulka hetta tilfar, og
tað er ikki hissini arbeiði.
Veruleikanna hav er óenda
liga stórt, men tað er tigandi,
til onkur fer at seta tí við
komandi spurningar. Tá fær
tað mál!
Hetta
telegrammið
er
ein av teimum heilt stuttu
keldunum, bara nakrar fáar
reglur. Nú er tað endurgivið
á donskum av Eilifi, men
skuldi tað fingið innivist
í útvarpinum í dag, skuldi
tað verið týtt til føroyskt,
og so hevði tað helst ljóðað
soleiðis:
Boð Andrasar
“Í sambandi við útsøgnina,
sum forsætisráðharrin hevur
um fólkaatkvøðuna, hevur
formaðurin í tí føroyska Sam
starvsflokkinum Andras Samu
elsen hesa stuttu viðmerking:
Stjórnaruppskotið
er
ikki samtykt og er sostatt
burturdottið.
Samstundis
hevur tað á fólkaatkvøðuni
víst seg so stór andstøða
ímóti at kvetta samstarvið
við Danmark, at hesin spurn
ingur eisini má metast at
vera burturdottin.”
Týdningurin av
støðu Andrasar
Hetta eru skilaorð, og ikki
bert skyldmenn hjá Andrasi,
men allir føroyingar kunnu
fegnast um, at hann tók hesa
støðu. Tað er ikki longur síðan
enn í gjár, at eg tosaði við ein
ógvuliga
týdningarmiklan
politiskan
eygleiðara
í
Danmørk, og hann segði, at
tað var yvirhøvur einki at
ivast í, at Føroyar skjótari
enn nakar vardi fóru at
gerast
ein
sjálvstøðugur
statur í heimssamfelagnum.
Danir tíma yvirhøvur ikki at
gera nakað fyri at fáa okkum
at halda saman við sær, og
føroyingar gerast alt meir
sjálvstýrishugaðir.
Meðan
jarntjaldið ríkti var Danmark
noytt til at hava fastatøkur
á Føroyum fyri at tryggja
sínum
samstarvslondum,
at vit ikki fóru burtur úr
natosamstarvinum, men nú
var eingin uttanríkispolitisk
orsøk longur til at tvíhalda
um Føroyar. Hesin eygleiðari
metti tí, at tað fór at vera
skjótt, at bæði føroyingar
og danir fóru at taka 1946
fólkaatkvøðuna til eftirtektar,
soleiðis at Føroyar gjørdust
sjálvstøðugar.
Tann dag, ið hetta hendir,
fara søgumenn at skriva eina
veruliga Føroya søgu, og tá
fara teir at nýtulka allar tær
gomlu keldurnar, eisini eina
keldu sum hesa. Tað úrslit,
teir tá koma til, kann væl
fara at vera, at tann leið, sum
Andras her stingur út, var
Føroya rætta framtíðarleið.
Tí hvat er tað hann her
sigur?
Samstarv um
bjørgvinarsáttmálan
Fyrst sigur hann, at upp
skotið sum danska stjórnin
setti fram tann 27. mars
1946, er ikki samtykt og tí er
burturdottið.
Í hesum liggur viðurkenn
ingin av, at tað sum danska
uppskotið bjóðaði, er vrakað.
Her er einki himpr, og tað er
sera týdningarmikið.
Grein 1 í danska stjórnar
uppskotinum segði, at Før
oyar vórðu, eins og higartil,
ein partur av Danmarkar
ríki við somu ríkisrættar
ligu støðu sum fyri 1940.
Flestu viðmerkjarar skiltu
hetta sum eitt tilboð um at
gerast ein partur av Dan
mark. Um so var skuldi Sam
bandsflokkurin niðurleggjast
ella skifta navn, tí tað før
oyska orðið samband merkir
samstarv millum javnlíkar.
Gjørdust
Føroyar
ein
partur av Danmark, so vóru
Føroyar og Danmørk ikki
javnlíkar, men Føroyar vóru
ein partur av tí danska sam
felagnum eins og høgri armur
er ein partur av likaminum.
Tá hevði einki samstarv verið
millum javnlíkar.
Tað, sum her var talan um,
var tí nakað heilt annað, og
tað var eitt framhald av tí
sambandi, sum hevði verið
Damarkar og Føroya millum
síðan
bjørgvinarsáttmálin
varð undirritaður tann 29.
august 1450. Tilboðið segði, at
hetta samband kundi halda
fram.
Her er óneyðugt at út
greina, hvør nágreinliga støða
okkara hevði verið, um so var
at stjórnaruppskotið varð
samtykt, tí sum Andras so
beinrakin segði, tað varð ikki
viðtikið og datt tí burtur.
Ein góður sáttmáli kundi
fingist við Andrasi
Andras hevði inniliga heitt
á Føroya fólk um at geva
sær tað ráð at samtykkja
stjórnaruppskotið. Tá tað
datt burtur, var hann maður
fyri at taka avleiðingarar
av hesum og viðurkenna,
at nú vóru Føroyar ikki
longur í ríkjasambandi við
Danmark eins og higartil,
og tað bar við sær, at vit
skuldu gera ein nýggjan
sáttmála við Danmørk um
samvinnu á hesum nýggja
grundarlagi.=20
Tíverri fekk hann ikki
høvi til at greiða nærri frá,
á hvønn hátt hann helt, at
henda nýggja samvinnan
við Danmørk skuldi fara
fram. Nakað løgið hendi teir
næstu dagarnar, og úrslitið
av tí gjørdist, at Andras, eins
og onkrir aðrir sum høvdu
sagt tað sama sum hann,
ikki hildu fast við hesa fyrstu
manniligu støðu sína, men
settu í verk ta skipan, sum
vit hava havt at drigist við
síðani.
Hetta var stort spell,
tí tað er einki at ivast í, at
hevði Andras verið valdur
at vera við í samráðingunum
við Knud Kristensen um
samstarv við Danmark á
tí nýggja grundarlagi, sum
fólkaatkvøðan gav, so kundu
vit fingið ein góðan sáttmála
við Danmark um samstarv.
Tað er hetta, vit kunnu
hava í huga tá vit lesa hesa
bók um fólkaatkvøðuna, sum
fór fram fyri 64 árum síðani.
Tað er sjálvandi long tíð, men
eingin nýggj fólkaatkvøða
hevur sett hana úr gildi.
Koma
stjórnmálamenn
í
morgin ella ein annan dag til
tað úrslit, at rætt er at fylgja
tí vegleiðing, sum hon gav, so
kunnu teir gera tað nær tað
skal vera.
15. september 1946
Zakarias Wang
Ófulfíggjað røða
Men tíverri er frágreiðing
løgmans
ófullfíggjað
á
einum øki, sum er av avger
andi týdningin fyri øll
samfeløg í Vesturheiminum
í okkara tíð. Talan er sjálv
sagt um javnstøðu millum
kyn. Ikki eitt einasta orð
varð sagt um týdningin
av
øktari
javnstøðu
í
føroyska
samfelagnum.
Hetta undrar ikki sørt,
og bendir á, at løgmaður
og hansara mongu ráð
gevar
og
røðuskrivarar
neyvan hava hugt at hag
tølunum, ið eru viðheft í
løgmansfrágreiðingini. Tí
hesi hagtøl geva okkum
fleiri ábendingar um, at
eitt økt arbeiði til frama
fyri javnstøðu hevur stóran
týdning fyri, hvussu sam
felagið kann skipast og
mennast.
Ófrættakend hagtøl
Í
viðheftu
hagtølunum
síggja vit, at fólkatalið í Før
oyum er í minking. Hetta er
álvarsamt, tí at uttan fólka
vøkstur er trupult at byggja
land. Og av hesi sannroynd
áttu ávaringarklokkur løg
mans at ringt, serliga tá
ið vit hugsa um, at burðar
títtleikin hjá føroyskum
konufólki er høgur, sam
mett við onnur lond í
Vesturheiminum.
Eisini
vísa
hagtølini,
at í aldursbólkinum 15 til
74 ár búgva heilar 2280
færri gentur og kvinnur í
Føroyum enn dreingir og
menn. Hetta óhugnaliga
talið átti løgmaður at tikið
sum eina ábending um, at
okkurt má og skal gerast, so
at samfelagið gerst meira
lokkandi fyri bæði kynini.
Stórar og fjølbroyttar
avbjóðingar
Hagtølini vísa okkum eisini,
at í krepputíðum verða
ófaklærdir menn harðari
raktir av arbeiðsloysi enn
kvinnur. Eisini slík tøl
eru partur av teirri risa
avbjóðing, sum eitt tíðar
hóskandi politiskt arbeiði
til frama fyri øktari javn
støðu eigur at taka í álvara.
Rætta valið
Sambært løgmanni hevur
føroyska samfelagið valið
millum at bróta upp úr
nýggjum ella at standa í
stað. Við eini politiskari
leiðslu, sum á ongan hátt
vísir ans fyri málum, ið
viðvíkja javnstøðu millum
kyn, er sera ivasamt, um vit
megna at gera rætta valið.
Løgmaður vissar í frá
greiðing sínari fleiri enn
eina ferð um, at hann rættir
hondina út til samstarv.
Vónandi røkkur hond løg
mans báðum kynunum.
Góðu landsmenn!
Løgmansfrá
greiðing uttan
javnstøðu
Kristianna Winther Poulsen
forkvinna í Javnstøðunevndini
So var aftur ein løgmansfrá
greiðing á skránni. Og sum
vanligt var talan um ein tekst á
tremur við ítøkiligum ætlanum
fyri samfelagið, kryddað við
meira háfloygdum orðingum
og myndum, sum skulu gera
boðskapin lættari at fáa niðurum