mánadagur 23. august 2010síða 14
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 23. august 2010 · Nr. 123
14
Sosialurin
Kjak
Hví Ovastevna verður hildin,
er tað eingin, sum ivast í; tí
nólsoyingurin
og
kappin
Ovi Joensen hevur skrivað
seg inn í hjørtur okkara við
tí stóra bragdi, hann gjørdi í
1986, tá ið hann róði úr Nólsoy
til Keypmannahavnar, einsa
mallur í báti sínum Dianu
Wictoriu. Vit hoyrdu Livar
Nysted, ið júst hevur róð
um Atlantshavið saman við
3 øðrum, siga í útvarpinum:
“Eg havi so mangan hugsað
um Ova, heilt einsamallur,
kaldur og vátur hálvanannan
mánað á sjónum.” – Tað
er hetta, sum ger Ova og
ferð hansara til nakað heilt
serligt at hann var heilt
einsamallur. Ja, einsamallur
á ferðini; men rundan um
hann stóðu hansara kæru
og onnur, ið stuðlaðu og
trúðu honum. Tey, og serliga
mamman Olevina, mundu
eiga ein stóran leiklut í
hesum roysni. Eg minnist
enn røddina á Ova: “Heilsa
mær mammu”, hesi orð vóru
altíð endin á samrøðunum, tá
ið fjølmiðlar o.o. tosaðu við
hann á ferðum hansara.
Sum barn á Velbastað
minnist eg serliga 4 nøvn
úr Nólsoy, sum ofta vórðu
havd á lofti í heimi okkara;
tey vóru: Niels á Botni, kendi
fuglaútstapparin,
ið
var
navnframur langt út í heim
fyri sín náttúrufrøðiførleika.
Richard í Kongsstovu, í dag
elsti maður í Nólsoy, ið varð
fermdur saman við pápa
mínum í 1927, tá ið tann
tiltikna kavaódnin brast á
undir sjálvari fermingini í
Havnar kirkju, og allar Før
oyar at kalla kavaðu undir
í leypi av eini gudstænastu.
Hóast teir báðir ikki slitu
gáttirnar hvør hjá øðrum,
so var trúskapurin stórur,
ið helt alt lívið. Og so vóru
tað
sjálvandi
Nólsoyar
Páll og mamman, Súsanna
Djónadóttir, sum var ættað
av Velbastað, og tí gjørdi
tað, at vit hildu okkum eiga
nokkso fitt petti av Nóls
oyar Pálli. Sambært bókini
“Lívssøga og irkingar”, ið
Jákup doktari skrivaði um
Nólsoyar Páll í 1908, so
var Súsanna ein ógvuliga
vitug, fróðlig og íðin kona.
Hon gjørdist tíðliga einkja
við 7 børnum, og mundi tí
hava størstu ábyrgdina av
barnauppalingini, og sigur
sama kelda, at hon vandi
dreingirnar upp til at vera
sjálvbjargnar. Súsanna sigst
eisini at hava lært nóls
oyingar at kasta nót, hon
var sjálv við, tá ið nót varð
kastað, og tað sigst, at hon
var formaður, tá ið tey kast
aðu nót í Nólsoy. Jú, óivað
hevur hennara íkast verið
ein góð barlast hjá tjóðar
hetju okkara, Nólsoyar Pálli.
Í
mínum
uppvøkstri
hoyrdi eg somuleiðis um fleiri
dansiferðir hvør hjá øðrum;
nólsoyingar og velbastaðfólk.
Hesar
dansiferðir
bóru
altíð boð um góðan dans
og góðan vertskap, og sjálv
fekk eg akkurát um endan
av onkrari slíkari veitslu í
Ungmannafelagnum Sólar
magn á Velbastað. Nólsoy
ingar høvdu sítt sermerkta
dansilag, og hvør kundi
umganga at bíta merki í
kvæðaupptøkurnar hiðani úr
bygdini, ið Útvarpið plagdi at
senda í dansitíðini.
ST hevur lýst 2010 at verða
lívfrøðiligt margfeldisár, tí
lívfrøðiligt margfeldni er
undir hørðum trýsti í øllum
heiminum, og í alheiminum
eru minst 16.000 djóra og
plantusløg hótt, og talið er
vaksandi.
Høvuðsorsøkin
til hesa hóttan er av menn
iskjaávum. Lívfrøðiligt marg
feldni er ein treyt fyri, at
náttúran kann liva áhaldandi,
og náttúran er sum kunnugt
ein fyritreytin fyri, at vit
kunnu liva og trívast. Slíkt,
sum vit taka sum eina sjálv
fylgju, er hótt; so sum rætt
urin til mat, reint vatn, fugla
song, plantuvøkstur v.m.
Men, tað er annað enn
lívfrøðin, ið er hótt av
menniskjaávum tað eru
eisini mentanir, tungumál,
fólkasløg, smátjóðir og onnur
sereyðkennir. Í síðstu viku
helt Thomas Hylland Eriksen,
professari
í
antropologi
á Universitetinum í Oslo,
áhugaverdan
fyrilestur
í
Havn um lívfrøðiligt og
mentanarligt fjølbroytni. Í
fyrilestrinum umrøddi hann
gongdina av máloyðingini
í heiminum; at hvørt eitt
einasta ár doyggja fleiri
tungumál, og at heimurin
við hesum gerst alsamt
fátækari.
Eisini
umrøddi
hann
alheimgerðina,
og
hvussu vit stremba eftir, at
alt skal gerast so einstáttað
og einsháttað, sum gjørligt.
Og samstundis, sum vit
alsamt gerast meira og meira
eins, so stremba vit eftir at
skilja okkum út. Tað liggur
til menniskja at hava sereyð
kenni, at standa fyri nøkrum,
ja, at hava ein samleika.
Samleiki stuðlar okkum í at
standa saman, og fjølbroytni
fremur skapanarhuga.
Man ikki henda sjálv
góðsku
ella
egoismunar
alda, ið hevur verið yvir
okkum síðstu árini, verða ein
avleiðing av alheimgerðini?
Samhaldsfesti og samanhald
hevur
fingið
skot
fyri
bógvin. Kenda ørindið úr
Fuglakvæðnum hjá Nólsoyar
Pálli livir enn sítt virkna lív:
Kjógvi við sítt klipta vel
hugsar við sjálvum sær:
"Vertin á, hvat annar fær!
eg skal nøra at mær."
Tíðin, ið vit liva í, líkist meira
og meira hugburðinum hjá
kjógvanum. Alt snýr seg um
meg og mítt. Hví munnu
børnini nú á døgum verða
farin frá at siga “mamma”
og “pápi” – til at siga – “Mín
mamma” og “Mín pápi”?
Samstundis eru vit í tí
sokallaðu
altjóðagerðini.
Alt verður eins, nútíðin vil
ikki vita av frábrygdum.
Er tað rætt? Er tað rætt at
mál doyggja? Fyrst doyggja
bygdamálini, og so doyggja
smámálini;
og
at
enda
verður
kanska
bert
eitt
mál í heiminum? Málið er
jú ein hornasteinur undir
samfelagnum, og taka vit ein
hornastein úr grundini, vita
vit, hvat ið hendir.
Tað er rós vert, at nólsoy
ingar hava varðveitt sítt
bygdarmál,
hóast
stutta
teinin til Havnar. Vórðu
ikki bæði nósloyingar og
vit øll nógv fátækari, um
nólsoyingar ikki livandi nýttu
sítt eyðkenda og sermerkta
nólsoyarmál?
Sagt er, at ein kann fylgja
við tíðini, uttan at fylgja
streyminum.
Nólsoyingar
standa
frammanfyri eini stórari av
bjóðing í at megna at verja
sín samleika, sítt mál, sína
náttúru, sítt djóralív og ikki
minst Drunnhvítan í oynni.
Tí fyrst løgdu teir saman við
stórkommununi. Sjálv haldi
eg, at hetta samstarv hevur
gingið væl, og mín vón er,
at teir framhaldandi fara at
krevja sín rætt og sláa nevan
í borðið, tá teir ikki verða
hoyrdir nóg væl á Vaglinum
í Havn. Og nú, nólsoyingar
hava fingið bilferju at sigla út
í oynna, fær samleikin eina
enn størri avbjóðing. Og mín
innasta vón er, at nósloyingar
framhaldandi fara at vera
teir nólsoyingar, teir altíð
hava verið og ikki fara at
bleikjast burtur í øllum
meldrinum.
Nólsoyarbygd
má ikki enda sum ein einki
sigandi sovibýlingur í Havn.
Men hetta kemur ikki av
sær sjálvum, hetta krevur
samanhald; og tað haldi eg er
eitt av tí týdningarmiklasta
nólsoyingar eiga, og sum
verður prógvað bæði við
ávikavist Ovastevnu, kaba
rettini, Romulus og mong
um øðrum góðum sereyð
kennum.
Nólsoyggin hevur ikki
verið fyri so stórum bakkasti,
sum aðrar oyggjar hava, tá
ið umræður fólkafráflyting
her hava fólk eisini flutt til
oynna, og tað er áhugavert og
vert at leggja sær í geyma.
Ovastevna er ikki sum
aðrar bygdastevnur, festi
valar ella Ólavsøka, nei Ova
stevna er nakað heilt fyri
seg. Hví, jú tað er tí, at tað eru
nólsoyingar sum eru vertir
og fyriskiparir – Ovastevna
er orginal, hon er ektað – hon
skapar eisini mentanarligt
margfeldni.
Tað er júst eitt ár síðani,
at eg sum forkvinna í tekn
isku nevnd var við til at
avhenda lidna kloakk og
asfaltarbeiðið í bygdini og
at seta pumpuskipanina í
gongd. Tí gleðist eg serliga
nógv um, at bátarnir frá
Regattasiglingini og svimj
ararnir um Nólsoyarfjørð nú
kunnu koma inn á eina reina
vík eftir loknan tein.
Ovi gjørdi eitt bragd,
rundan um hann stóðu fólkið,
ið stuðlaðu honum. Nólsoyar
Páll
smíðaði
Royndina
Fríðu, men ikki einsamallur,
sigldi millum lond, men
ikki einsamallur. Mamman,
Súsanna Djónadóttir kastaði
nót, men hon hevði einki
gjørt einsamøll. Vit hava
brúk fyri slóðarum, men ikki
bara teimum; vit hava brúk
fyri øllum – okkum øllum.
Mín vón er, at Nólsoy
framhaldandi varðveitir sín
sterka nólsoyar samleika,
ið
gevur
mentanarligt
margfeldni og er við til ríka
land okkara.
Marin Katrina Frýdal
býráðslimur
Nólsoy eitt mentanarligt margfeldni