Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-08-23, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. august 2010síða 15

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 23. august 2010 · Nr. 123 Sosialurin Jamen, teir hava ongar pengar at arbeiða við, soleiðis umbar ein kvinna herfyri sosialpolitikk samgong­ unnar. Hetta gav mær høvið at greiða henni frá, hvussu fyrilitarleyst samgongan fer við tí skattapeningi, sum hvønn dag verður kravdur inn frá fólki, og sum teir hava forrætt at umsita. Nevndarbroytingin í húsalánsgrunninum Besta dømið er frá nevnd­ arbroytingini í húsaláns­ grunninum, har fíggjar­ málaráðharrin frá degi til dag, júst somu dagar sum al­ mannamálaráðharrin kunn­ gjørdi nýggjastu álopini á pensionistarnar, skifti nevndina út. Orsøkin var, at táverandi nevndarlimir vágaðu sær av halda nakað annað enn hann. Síðani setti hann egnar floksfelagar í nevndina­ og sjeyfaldaði mánaðarligu samsýning teirra. Er tað tekin um menn, ið mangla pening? Dømi úr uttanríkisráðnum Ella dømi úr uttanríkisráð­ num. Somu dagar sum báðar omanfyrinevndu hendingar fara fram, bíleggur landsstýris­ maðurin í uttanríkismálum sær sjálvum triðja almenna ferð til USA. Ferð, sum ein, við fyriliti fyri peningi, lættliga kundi keypt fyri kr. 30.000 fyri trý aftur og fram úr Føroyum til Washington. Men ferð hansara, goldin við skattapeningi, kostaði kr. 167.964 krónur­ tvs. gott og væl 52.000 krónur fyri hvønn. Tekin um menn, ið mangla pening? Metoyðsl við almennum peningi Her er talan um metoyðsl við almennum peningi, sum í øðrum londum hevði fingið álvarsligar avleiðingar her og nú. Ferð eftir ferð at fara út til tey somu við eykakrøvum treytar. Treytar m.a., at tú sum landsstýrisfólk kennir ábyrgd og fyrst og fremst raðfesta rætt tann pening, sum tær verður litin í hendi at umsita. Omanfyrinevndu dømi vísa tíverri, at tað ger verandi ABC samgonga ikki. Mangla lands­ stýrismenn pengar? Jenis av Rana v. Miðflokkin Fiskastovnarnir við Føroyar eru niðurfiskaðir. Veiðu­ trystið er alt ov høgt. Veiðan er alt ov lág. Fiskurin er ov smáttfallandi. Fiskivinnan gevur undirskot. Skipini, manningarnar, virkini, flakafólkini, ja alt Føroya land manglar inntøkurnar frá fiskivinnuni. »Men sig hvat ger tingið tú statt ei og bín, jú teir selja (vín)«. Løgtingið kann við einari avgerð, sum Móses gamli »leiða fólkið úr hungursneyð gjøgnum oyðimørkina til lovaði landið land, sum fleyt í mjólk og hunangi«. Sagt við øðrum orðum »Frá neyð og elendigheit til gull og grønar skógir«. Tá fiskimørkini vórðu flutt út á 200 fjórðingar í 1977, gjørdist tað neyðugt at broyta ta hugsanina, sum tá var góð. Frá at fiska meðan fiskur var, og áðrenn ein annar gjørdi tað, til eina nýggja hugsan, sum er at troyta og røkja okkara fiskastovnar soleiðis, at teir geva so nógv av sær sum møguligt hvørt ár. Vit hava vitanina, hvussu vit gera hetta. Tað er at minka veiðutrýstið, og harvið við tíðini, fiska nógv meir. Álíkavæl hava vit 33 ár seinni ikki saðlað um. Einaferð má ein løgtings­ meirluti fara at vakna. Tá man hevur forsovið seg í 33 ár, er tað pínadoy upp á hægstu tíð at taka seg saman. Fleiri eru vaknaðir, mill­ um aðrar Magni Laksáfoss. Teir royna at purra hinar út. Hvat hendur. Jú løgmaður kemur á sjónvarpsskíggjan og skírir sín seriøsa floksfelaga fyri at vera populist. Tað er ein, sum roynir at tekkjast veljarunum her og nú. Vorðið sum sjálvmál av løgmanni. Kaj Leo vakna! Far so runt á samgonguskútuni og purra út. Koyr so teir, sum møguliga ikki vakna í land, ella fær til kei og fær so sjálvur í land. Eg heiti á hvønn einstak­ an tinglim um taka hetta mál í tí álvara tað hevur uppiborðið. Setið tykkum væl inn í málið. Gerið so tað sum rættast er, ikki tað sum lættast er. Sig hvat ger tingið, tú statt ei og bín Atli Gregersen Góða Helena. Nær fer mentamálaráðið at steðga sjónvarpinum í at senda slíkt, sum var sent í gjárkvøldið 11. august. Hetta er jú niðan fyri alt lámark av sendingum, ein slík fúl sending og so tær Heilagu skriftirnar spott­ aðar á grovasta hátt. Send­ ingin kallaðist »Tær sjey deyðssyndirnar« tað er ein røð, so tað kemur meir av sama slag. Eg var á aðalfundi hjá Kristiliga Lurtara og Síggjarafelagnum í ár, og har vóru umboð fyri Kringvarpið boðin við. Tað kom eisini fram á tí fundinum, um ikki at senda ósømiligar sendingar, tey vóru fitt at snakka við og positiv, hóast ein føldi, at tað er ein viss gjógv í millum hvat summi halda vera sømiligt og ósømiligt og ein sjálvur. Men hetta í gjárkvøldið var so groft, at handan sendingin eigur at verða steðgað beinanveg. Okkara almenna Kringvarp eigur ikki at verða brúkt til slíkt. Vit liva í einum landi, hvar vit hava talufrælsi, men tað almenna sjónvarpið eigur ikki at verða brúkt til hvat sum helst, sum nú onkur, sum kanska arbeiðir har finnur uppá at senda. Tey hava ongan rætt til at hóreiggja sær, sum teimum lystir við okkara sjónvarpi, sum vit øll gjalda fyri og tí eiga. Og Kringvarpsstjórin, sum letur slíkt sleppa ígjøgn­ um eigur at skifta hugburð við tað sama og stoppa slíkum. Eg vóni, at hann er uppgávu sína vaksin, og steðgar sendingini. Helenu Dam á Neystabø mentamála­ ráðharra Richard Danielsen Nær fer Mentamálaráðið at steðga sjónvarpssend­ingini »Tær sjey d­eyðssynd­irnar«? Opið bræv til Efter netop at have læst 3 tidligere udenrigsministres bredside mod Israel, indser jeg, at Israel bør undskylde, at det ikke allerede lod sig kvæle ved fødslen i 1948 af indtrængende fjender. Ja, Israel bør sige undskyld, fordi det gennem årene har forsvaret sig. Godt nok var det ikke jøderne, der begyndte den væbnede konflikt, men de burde have indset, at dets arabiske naboer var i deres gode ret til at sende byger af raketter ind over landet, dræbe og lemlæste kvinder og børn, og forstå, at når palæstin­ enserne jubler og danser over ethvert heldigt raketnedslag, er det kun udtryk for glæden ved en frihedskamp, som verdenssamfundet stort set bakker op om. Derfor sig undskyld, du ev­ ige jøde, at du ikke lod dig lik­ videre for længst. Sig undskyld, at du ikke ydmygt accepterede den frådende beskyldning: ”besættelsesmagt”. Sig und­ skyld fordi du mente dig i din ret til at forsvare dine grænser og endda af sikkerhedsgrunde revidere disse. Forstå dog, at du dybest set ingen eksistens­ berettigelse har! Sig undskyld, Israel! Jørn Nielsen