Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-08-23, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. august 2010síða 16

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 23. august 2010 · Nr. 123 16 Sosialurin Kjak Hóast nógv samskifti við skiftandi mentamálaráð­ harrar eins og Mentamála­ ráðið er støðan nett hin sama, sum tá Tjóðpallur Føroya varð settur á stovn við løg­ tingslóg fyri 7 árum síðani: at hesin almenni mentanar­ stovnurin hvørki kann bjóða starvsfólki ella áskoðarum karmar, ið søma seg einum starvsstaði og leikhúsi. Veruleikin er, at hølisliga virkar Tjóðpallurin bara við vælvild frá Tórshavnar kommunu og uppá tross av umstøðunum. Hetta kann ikki halda fram, skal yrkisleik­ listini í Føroyum yvirhøvur verða framtíð lagað. Føgur orð uttan innihald Síðani stovnsetanina eru nógv føgur orð søgd og nógv­ ir góðir tankar vendir um Tjóðpallin og yrkisleiklist, men enn húsast Tjóðpall­ urin á Gamla Meiarínum í Tórsgøtu. Hølini lat Tórshavn­ ar kommuna leikbólkinum Grímu at brúka í sínari tíð, men tey eru alt ov smá og als ikki gjørd til tað virksemið, sum eigur at vera á einum almennum Tjóðpalli. Umstøðurnar hjá starvs­ fólkunum eru ótolandi og lúka haraftrat langt frá almennu krøvini til arbeiðsumstøður. Skiftandi samgongur hava annars boðað frá ætlanum um tjóðleikhús, men enn er eingin spaki settur í, tíans­ heldur nakar nagli negldur. Verandi samgonga skrivar í samgonguskjalinum, at: “Farið verður undir fyrireik­ ingar til tjóðleikhús.” Í fíggjar­ lógaruppskotinum fyri 2010 vóru 1,5 mió kr. settar av til fyrireiking, men tá avtornaði og fíggjarlógin fyri 2010 var samtykt, var hendan játtanin strikað aftur. Uppskot til loysn er tøkt Eitt nokkso feskt álit við ein­ um ítøkiligum boði uppá, hvussu hølisviðurskiftini kunnu loysast nøktandi fyri tey næstu 20 árini, liggur annars í Mentamálaráðnum. Álitið er skrivað av arbeiðs­ bólki, sum Mentamálaráðið sjálvt setti, við umboðum frá Mentamálaráðnum, Tórshavn­ ar Kommunu, Tjóðpallinum og Leiklistaráðnum. Meira enn hálvt ár er liðið, síðan álitið varð handað landsstýriskvinnuni, men enn hava vit einki frætt um nakra støðutakan ella ábend­ ing um ítøkiliga hølisloysn. Leiklistaráðið metir støð­ una vera sera álvarsama og átrokandi at fáa loyst, og tí verður heitt á Mentamála­ ráðið um at fáa avklárað, um hetta uppskotið til høliskarmar fyri Tjóðpallin kann brúkast, ella um onnur nøktandi uppskot eru, ið kunnu setast í verk. Heitt verður eisini á Mentamála­ ráðið um at leggja neyva tíðarætlan fyri, nær hóskandi høli eru klár hjá Tjóðpallinum at taka í nýtslu. Er tað so, at landsstýrið og løgtingið ikki vilja skapa neyðugu fysisku karmarnar til Tjóðpallin nú, vilja vit í Leiklistaráðnum heita á tykkum um at siga tað alment, klárt og týðuliga, og samstundis greiða starvs­ fólkum Tjóðpallsins og Føroya fólki frá, hvat politiski myndugleikin so ætlar við Tjóðpalli Føroya. Annika Sølvará forkvinna, Vegna Leiklistaráðið Tað almenna má skapa Tjóðpalli Føroya fysiskar karmar nú Leiklistaráðið viðgjørdi á fundi 27. juli enn einaferð vánaligu hølisstøðuna hjá Tjóðpalli Føroya Fiskivinnan er høvuðsmotorurin í føroyska búskapinum. Tí er onki val, fiskivinnan skal vera í tipp­topp standi og skal kunna geva maksimalar hestakreftir. Fyrsta fortreytin fyri at fiskivinnan skal kunna dríva samfelagshjólini er, at hon er burðardygg. Vit mugu ikki lata gýtingarstovnar minka niðurum lívfrøðiligu tilráðingarnar – og vit mugu ikki taka fiskin ov tíðliga. Hetta er burðardygg fiskivinna lívfrøðiliga sæð. Búskaparliga skal veiðan helst minkast enn meira, tí fyri at vinnan aftur skal fáast at geva yvirskot, so er neyðugt, at munandi færri skip eru í vinnuni enn í dag. Vit mugu tíverri staðfesta, at umboðið hjá tí flokki, sum vit hava rikið atkvøður til, ikki hevur lagt fram nakað alternativ til daganiðurskurð til tess at náa hesum málum um lívfrøðiliga burðardygga og búskaparliga gevandi fiskivinnu. Vit kunnu hava ávísa virðing fyri, at tingbólkurin ikki sum aðrir flokkar klovnar í heilum. Ein viss dissiplin skal vera í. Men vit fóru uppá val við lyftinum um burðardygga fiskivinnu. Hana vilja vit hava. Stór ónøgd er í flokkinum, men vit mæla limum floksins til at møta fjøl­ mentir á teimum báðum høvum, sum nú fara at standa í boði, á aðalfundi í Streymoyarfelagnum 9. september og so tíðliga í oktober á landsfundi. Har fara vit at leggja fram uppskot um, at flokkurin í framtíðini skal arbeiða fyri øllum tiltøkum, sum føra fram móti burðardyggari fiskivinnu eftir lívfrøðiligari og búskaparligari ráðgeving. Er Sjálvstýrisflokkurin burðardyggur? Kári Petersen og Heðin D. Poulsen valevni Sjálvstýrisfloksins Leiðslan á Landssjúkrahúsinum hevur í dag boðað starvsfólkunum frá, at orsakað av, at Landssjúkrahúsið skal spara 10 mió., er m.a. avgjørt at hava B6 afturlatna restina av árinum. Hetta ber í sær, at starvsfólk og sjúklingar á hesi deild verða flutt á hinar báðar medisinsku deildirnar, B7 og B8. Hetta er júst støðan, sum vit kenna frá summarfríðtíðini, men munurin er, at nú er tíðarskeiðið nógv longri. Summarfrítíðin á Landsjúkrahúsinum hevur verið sera strævin fyri bæði sjúklingar og starvsfólk. Umstøðurnar hava til tíðir ikki verið til staðar at veita eina góða røkt, eins og sjúklingarnar hava verið noyddir til at ligið á yvirfyltum deildum. Í øllum hesum, til tíðir ruðuleikanum, hevur tó ein vón verið at hóma – hetta gongur yvir, tá summarfrítíðin er av! Men nei, okkara sjúkastu borgarar og okkara dugnaligu sjúkrarøktarfrøðingar skulu ikki vænta sær nakran bata í teirra umhvørvi. Vit vóna, at okkara politikkarar vakna. Starvsfólk og sjúklingar kunnu ikki bera hendan prísin. Vit loyva okkum eisini at ivast í, hvussu stór sparingin kann blíva við at lata aftur eina seingjadeild, tí sjúka spyr ikki eftir, um sparitiltøk eru sett í verk. Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar Landsjúkrahúsið steingir B6 restina av árinum!