Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-08-23, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. august 2010síða 20

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 23. august · Nr. 123 20 Sosialurin Ítróttarblaðið Ítróttartoymið á Sosialinum: Heri Simonsen heris@sosialurin.fo Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Hilmar Jan Hansen einslistir@email.fo Uni Holm Johannesen uni@sosialurin.fo Tróndur Arge trondur@sosialurin.fo Heri Simonsen Men hví hevur tann 42 ára gamli klaksvíkingurin, sum er búsitandi í Havn valt at søkja starvið, sum aðalskrivari í FSF? – Tá fráfarandi aðalskrivarin (Ísak Mikladal red.) fór frá í november í fjør, so tók eg við, og havi eg sitið fyribils í starvinum, síðani tá. Tá starvið bleiv lýst leyst í juni, so helt eg, at eg hevði einki ímóti at halda fram. Talan hevur verið um eitt sera spennandi starv, og tí ivaðist eg ikki í at søkja starvið. Fáar royndir sum spælari Spurdur um hvørjar royndir hann hevur innan fótbóltsheimin, og á øðrum mótum, sum geva honum førningin til at verða aðalskrivari fótbóltssambandsins, svarar Virgar ógvuliga sjálvspeiskur, at hann hevur ikki tær drúgvu royndirnar sum fótbóltsspælari. Hann spældi eitt sindur, sum smádrongur norðuri í Klaksvík. Virgar hevur bara spælt ein dyst í vaksnamannadeildini. John William Joensen heitti á hann, og aðrar klaksvíkingar í Havn um at koma til Suðuroyar at spæla ein dyst ímóti Royn í einum av teimum lægru deildunum. Virgar ørminnist, at teir 11 sum blivu samanpjøsaðir til uppgávuna taptu 11-0 í hesum einasta dystinum í vaksnamannadeildini hjá Virgari Hvidbro. Drúgvar umsitingarligar royndir Men har sum royndirnar halta á fótbóltsvøllinum, eru tær somikið drúgvari á tí umsitingarliga hermótinum. – Eg byrjaði í fótbóltssambandinum í 2001. Tá arbeiddi eg mest við UEFA- loyvisskipanini, eg var við til at byrja hana her í Føroyum. Eg arbeiddi eisini við kappingini tá. Eg havi satt at siga verið ”alla rundina” í FSF. Eg havi tikið lut í bókhaldinum og dómaramálunum eisini. Tey seinnu árini havi eg fingist við útbúgving og menning í fótbóltssambandinum. So eg kenni FSF rættiliga væl innani frá, staðfestir Virgar Hvidbro. Virgar metir seg eisini hava eitt gott samband við tey føroysku fótbóltsfeløgini. Virgar hevur útbúgving sum lærari, og tað metir hann eisini verða ein góðan førning. – Tað man er lærari, er man noyddur at verða pedagogiskur, og tað haldi eg eisini ein hevur brúk fyri í hesum starvinum. Virgar vísir eisini á, at tað er neyðugt at verða diplomatiskur, tá ein arbeiðir í tí føroyska fótbóltsheiminum. Virgar leggur herðslu á, at hann ætlar at hava eitt gott samstarv við tey føroysku fótbóltsfeløgini. Virgar ætlar sær ikki at sita á øllum, sum aðalskrivari, men ætlar hinvegin avgjørt at deila uppgávurnar út til onnur starvsfólk í FSF-umsitingini. – Ein góður leiðari fær onnur at arbeiða eisini. At halda uppá alt sjálvur, er so avgjørt ikki mín stílur, slær Virgar fast. Serbia og Blatter Fyrstu stóru uppgávurnar sum eru fyri framman eru heimadysturin hjá A-landsliðnum ímóti Serbia, fríggjakvøldið 3. september, og eftir tað vitjanin hjá Sepp Blatter, FIFA-forseta. Virgar vónar, at føroyingar møta og stuðla landsliðnum á Tòrsvølli tann 3. september, og hava tey í FSF gjørt sítt til at draga fólk til dystin við bíligum atgongumerkjum, har ein er við í dráttinum til eina spennandi ferð til Slovenia, har landsliðið spælir útidyst tann 8. oktober. Aðalskrivarin metir tað verða ein stóran heiður, at FIFA-forsetin vitjar oyggjar okkara, og almennu Føroyar og Tórshavnar Kommuna fara eisini at taka lut í vertsskapinum, tá Sepp Blatter kemur á vitjan. – FIFA og UEFA eru sera týdningarmiklir samstarvsfelagar hjá okkum, tá tað kemur til tann fíggjarliga partin, undirstrikar aðalskrivarin, og letur ongan iva verða um, at Sepp Blatter fer at hava eina væleydnaða vitjan í Føroyum. heris@sosialurin.fo Tranmere bank uttan skaddan Gunnar Tranmere Rovers tapti í vikuskiftinum 3-0 á heimavølli ímóti uppflytarinum Bournemouth. Venjari, Les Parry, var tó ikki ónøgdur við hugburðin hjá leikarunum og helt fyri, at liðið hevði spælt væl til tíðir. Gunnar Nielsen er framvegis skaddur, men vónar og væntar at kunna byrja at venja í vikuni. Hann hevur havt ein minni fibur skaða. - Eg føli einki nú, men læknarnir ráddu mær til at bíða eitt sindur enn, so skaðin ikki kemur aftur, sigur Gunnar Nielsen í telefonini úr Manchester. Gunnar er leigaður út frá Manchester City til Tranmere Rovers, ið spælir í Legue One, sum er triðbesta deildin í Onglandi. - Eg vóni og vænti, at eg kann byrja at venja í vikuni, sigur Gunnar Nielsen. Komandi uppgávan hjá Tranmere Rovers er í Carling Cup týsdagin. Søkti eitt spennandi starv Fyribils starvið bleiv eitt varandi starv. Virgar Hvidbro hevur arbeitt innan øll øki í umsitingini hjá FSF, og metir seg hava royndirnar sum skulu til, fyri at verða aðalskrivari í FSF