mánadagur 23. august 2010síða 21
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mánadagur 23. august · Nr. 123
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Uni Holm Johannesen
Finnur Hansson setur seg aftur av
á stólinum og hyggur sannførdur
fram fyri seg. Hann smílist.
- Sjálvsagt! Eg elski at spæla fyri
Føroyar, og eg elski tær avbjóð ing-
ar nar, sum eg fái á føroyska lands-
lið num, svarar hann, tá hann verð-
ur spurdur, um tað er stríðið vert at
gerast danskur ríkisborgari.
Tí tað er eitt langt og drúgt stríð.
Tað hevur Sorin Anghel víst á, og
Finn ur Hansson stuðlar hansara
út søgn.
Finnur Hansson bíðaði í gott og
væl fimm ár, áðrenn hann fekk sín
elddóp á føroyska hond bólts lands-
liðnum í 2008.
Strævið
Finnur Hansson kom til Føroya
í 1998. Hans Guðmundsson, pápi
hansara, var venjari hjá H71, og
hann vildi fegin hava sonin á liðið
í royndini at vinna hoyvíkingar á
føroy ska hondbóltstindin.
Og føroyski íslendingurin hevur
verið drúgvur. Hann hevur spælt
við H71, Neistanum, Kyndli og StÍF.
Seinas tu tvey árini hevur hann
eisini verið fastur fúsur, tá føroyska
lands liðið hevur verið í eldinum.
- Eg hevði neyvan spælt hond-
bólt, um eg ikki flutti til Føroya fyri
12 árum síðan. Og eg eri glaður fyri
avgerðina, sum eg tók. Tað er mín
ábyrgd at geva føroyingum nakað
aft ur sum landsliðsleikari, sigur
Finn ur Hansson.
Tað er fyrst og fremst orsøkin, at
Finn ur Hansson valdi at spyrja um
danska ríkisborgaraskap.
Hann
fór
fyrstu
ferð
á
løgreglustøðina at søkja í 2004.
Boðini til hansara vóru greið. Tað
var greiður fyrimunur at vera
íslend ing ur, tí hann hevði havt frá-
læru í donskum í íslendska fólka-
skúla num. Men tað fór framvegis
at taka honum nøkur ár.
Og meðan føroyska landsliðið
royn di seg í Evropa, sat Finnur
Hansson í norðuratlandshavinum
og bíðaði.
Ísland oyðilegði spælið
Finnur Hansson valdi at flyta til
Íslands í 2006. Hann vildi vita, hvus-
su hann fór at støðast í heiml andi-
num, men flutti til Føroya og StÍF
unda n kappingarárinum í 2007.
Tá hann fekk fótin fastan á
før oyska oyggjalandi, varð ein
bræv bjálvi
handaður
honum.
Finn ur Hansson fekk boðini, at
myndugleikin hevði leitað eftir
honum og kom fram til, at hann
búði í Íslandi. Tí var fyri spurn-
ingurin vístur aftur.
Tað vóru tá fýra ár síðan, hann
søkti um danskan ríkisborgaraskap.
Finnur
Hansson
flutti
til
Neistan undan kappingarárinum
í 2008. Høvuðsstaðarfelagið hevði
Jugoslav Djumic, David Edvardsen
og Blagoje Buha í hópinum, og
lóggavan sigur, at føroysk lið kunnu
ikki hava fleiri enn tríggjar útlend-
ing ar á vøllinum. Tí var neyðugt hjá
Finni Hansson at søkja um danskan
ríkisborgaraskap. Og við stór slig-
nari hjálp, sum hann tekur til, fekk
hann føroysk pass í august í 2008.
Tað er eitt stríð
Finnur Hansson kennir væl støð-
una, sum Sorin Anghel er í. Og hann
stuðlar honum fult og fast.
- Hann hevur onga orsøk at
gevast og kasta frá sær. Eg veit, at
hugurin er ofta til tað. Men tá tú
eina ferð kemur á mál, so er tað
fantastiskt, sigur Finnur Hansson.
uni@sosialurin.fo
Tað hevur verið ein drúgv verkætlan hjá Sorin Anghel at gerast danskur ríkisborgari. Finnur Hansson
stuðlar rumenanum, hóast tað er eitt stríð. Føroyski íslendingurin greiðir her frá sínari søgu
Føroyski íslending
urin stuðlar anghel