mánadagur 23. august 2010síða 22
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 23. august · Nr. 123
22
Sosialurin
Hilmar Jan Hansen
Kappingarárið er farið at halla, og
bara níggju landskappingarumfør
eru nú eftir, áðrenn onkur fegnast
um gull og annar harmast um
niður flyting. Tey ymsu liðini hava
sett sær ymisk mál fyri árið, og tá
fleiri hava sett sær sama mál, ber
illa til hjá øllum at røkka tað, tey
ætlaðu sær.
Umfarið mikukvøldið fevnir um
fýra dystir, sum hjá átta av liðunum
eru byrjanin upp á seinasta trið
ingin av kappingini. Tó hava ÍF og
AB frí tá, tí tey longu spældu sín
dyst mitt í juli mánaði, men eftir
hesar fýra dystirnar fylgjast øll
liðini aftur í dystartali, og tá er
støðan meira eftirfarandi aftur.
Støðugt oddalið
Níggju stig eru millum nummar eitt
og nummar fimm, so í toppinum
kann framvegis henda nógv, tí
ikki færri enn 27 stig eru eftir at
spæla um. Í løtuni er NSÍ fimm stig
framm an fyri HB, sum aftur er trý
stig framman fyri ÍF, ið hevur EB/
Streym og Víking eitt stig aftan fyri
seg.
NSÍ hevur verið væl koyrandi
í fleiri mánaðir, og runavíkingar
kun nu fegnast um, at teir ikki hava
tapt í 14 dystum, sum hava givið 12
sigrar og tveir javnleikir. Við so góð
ari gongd, er einki at siga til, at NSÍ
er fremst. Liðið hevur skotið nógv
flest mál og eigur samstundis tætt
astu verjuna, so oddastøðan sam
svar ar við avrikini.
Spurningurin í løtuni er, um NSÍ
megnar at halda fast, so rest in av
oddastríðnum skal snúgva seg um
at manna hini bæði heiðurs merk
jasettini, ella um endaspurturin
fer at kosta, so kappingin heilt har
fram mi aftur verður spennandi.
Fleiri avbjóðarar
HB sá annars leingi út sum sterki
favoritt urin, ið skuldi fara avstað
við øllum, og tað ber eisini til enn.
Men avrikini hava ikki verið nóg
støðug, umframt at spælið heldur
ikki altíð hevur verið av tí besta, og
í løtuni má HB leita sær hjálp frá
øðr um, skal oddasessurin vinnast
aftur.
ÍF má framvegis sigast at vera
liðið, ið hevur gjørt tey flestu
bilsin, og eftir mál turk í
tríggjar
dystir,
bragd aði
aftur á Argjum í gjár, so
møguliga fara fugl firð
ing ar aftur at ota seg
upp eftir.
EB/Streymur vann
steyp a finaluna,
men
hevur týðiliga viljan
og evnini at fara eftir
meira. Nokk so nógv
av hong ur av dystinum
miku kvøldið, tá NSÍ
vitjar við Margáir, men
saman setta liðið líkist
aftur í ár einum liði, ið
kann fara langt.
Tað sama ger fyri so vítt
eisini Víkingur, ið hevði ein
niður túr nakrar dystir, men
nú sær út til at vera væl á veg
aftur á slóðina. Heldur kollektivið
hjá gøtumonnum og leirvíkingum
fram við at gera framstig, kann
nógv fáast burturúr.
Hart botnstríð
Gera vit so eitt lop niður í botnin,
hava AB og FC Suðuroy plássini
und ir niðurflytingarstrikuni, men
eru tó ikki so langt frá at fáa B71
aftur. Tað kundi bent á eitt drápiligt
niðurflytingarstríð seinastu um
førini, har serliga innanhýsis dyst
ir nir millum hesi liðini fáa týdning.
B71 sá eitt skifti út til at fara frá
hinum báðum, men við trimum
stór t apum á rað við samlaða
mál mun inum
119,
sær sand oy ar
lið ið sært
út. Tekur
B71 sær ikki ann
að skinn um bak, kann
liðið so skjótt vera yvirhálað og
farið undir strikuna.
Hinvegin fekk FC Suðuroy ein
ordans fong í gjár, tá tað eydnaðist
at basa B36, og komandi dystirnir
mugu so vísa, um hetta var ein av
sjáld somu sigrunum, ella um hetta
er myndin av einari vend, ið kann
kveikja
eina
ljósglæmu
í
enda num á tunlinum.
AB eigur aftasta plássið, men
tyk ist hvørki betur ella verri
fyri enn hini bæði. Men trýstið á
argjamonnum er størri enn á hin
um báðum, tí AB skal vinna seg
fram um tveir kappingarneytar,
skal liðið yvirliva.
Í ongamannalandi
Eitt av stóru skuffilsunum í kapp
ingini er B36, sum hevur verið í
nánd av teimum úrslitum, spælara
tilfarið annars skuldi verið til. Seks
sigrar í 18 dystum er alt ov lítið,
og tí er og verður hetta eitt
kappingarár í miðjuni, ið
felagið ikki kann brúka
til tað stóra.
B68 liggur fimm
stig aftan fyri B36,
men bara trý stig
framm an fyri B71.
Kortini er eing
in orsøk til at
rokna B68 fyri
annað enn eitt
mið julið, tí bæði
á
pappírinum
og vøllinum eru
tofta menn nógv
betri enn tey trý
nið as tu. Men í ár
verð ur so eingin
endur tøka av í fjør,
tá liðið bara var eitt
stig frá europeiskum
fót bólti.
Sum sagt, er framvegis
nógv eftir at spæla um, so
hó ast nøkur ting neyvan fara
at flyta seg so nógv, kunnu onnur
ting gera tað. Tí verður seinasti
trið ing urin av hesi landskappingini
óivað minst líka spennandi og
áhuga verdur sum teir báðir undan
farnu.
Livst, so spyrst!
einslistir@kallnet.fo
Bólturin
rund ur í
Báðum endum
Fimm lið berjast um trý sett av heiðursmerkjum og trý lið berjast fyri lívinum, meðan tvey síggja út til at enda
í ongamannalandi. Soleiðis er myndin, nú tveir triðingar av landskappingini í fótbólti eru farnir aftur um bak