Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-08-23, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. august 2010síða 23

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 23. august · Nr. 123 Sosialurin Ítróttarblaðið Uni Holm Johannesen - Eg legði beinanvegin til merk is, at tað var eitt stórt hol í verju garði- num. Tveir mót støðu menn stóðu við síðurnar av verjugarðinum, og eg visti beinanvegin, at eg skuldi skjóta í tóma rúmið. Tíbetur, kann eg siga, greiðir Jón Krosslá Poulsen frá. Tað tóktist lætt og einfalt. Hann smekkaði til, og Meinhardt Joen- sen, sum aftur vardi málið hjá B36, hevði ikki stórvegis møguleika at verja fyri. Málið hevði sera stóran týdning. Jón Krosslá Poulsen javnaði við bein leiðis fríspark, tá seinni hálv- leik ur var fimm minuttir gamal. Hann gav av álvara barn dóms- felag num luft undir veingirnar. Tá avtornaði vann FC Suðuroy við tveim um málum móti einum á B36, sum vitjaði í Vági. Tað er eitt. Men gylta málið hjá Jón Krosslá Poul sen hevði eisini við sær, at 22 ára gamli vágbingurin hevði skotið flest mál fyri FC Suðuroy – fyrr VB og VB/Sumba - nakrantíð. Tað upplýsir Suðuroyar portal- ur in. Altíð skotið mál Jón Krosslá Poulsen hevur fyrst og fremst staðfest sítt navn í føroyskum fótbólti, tí hann hevur mál tev sum fáur. Framherjin var 16 ára gamal, tá hann skeyt síni fyrstu mál fyri barn dómsfelagið. Hann stóð fyri tveim um av málunum, tá VB vann 4-2 á útivølli móti GÍ í seinsta um- fari n um í 2004. Seinnu árini hevur hann skotið eina rúgvu av málum í bestu og næst bestu deildini. Jón Krosslá Poul sen átti sera týðandi leiklut, at VB/Sumba – sum broytti navn til FC Suðuroy undan kappingarárinum í ár – vann sær uppflyting í bestu deild ina í fjør. Hann skeyt 25 mál í 22 dystum. Jón Krosslá Poulsen hevur nú skot ið 56 mál fyri FC Suðuroy, og tað er málmet. Tí var einki at siga til, at framherjin varð heiðraður, tá hann var skiftur út, tá lítil løta rest aði í. Egil Steintórsson átti metið undan honum. Hann skeyt 55 mál í 126 landskappingardystum, veit Suður oy ar portalurin at siga. Alt á gosi Jón Krosslá Poulsen og FC Suðuroy vun nu seg av aftasta plássinum í gjár. Mamouka Toronjadze skeyt sigur málið, tá 10 minuttir restaðu í av dystinum. Hann smekkaði til úr góðari støðu og tryggjaði somu leið- is sigurin. Jón Krosslá Poulsen er ovur- fegin, at tað eydnaðist liðnum at vin na. - Tað er torført at lýsa sigurin við orðum. Vit vóru undir trýsti seinas- tu løtuna og royndu at verja sum fræg ast. Tíbetur hóraðu vit undan. Vit hava runnið í mótbrekku seinas- tu mánaðirnar, men hesin sigurin held ur av álvara lív í vónini, at vit sle p pa undan niðurflyting, sigur Jón Krosslá Poulsen. B36 var á odda í hálvleikinum. Klæm int Matras legði gestirnar úr høvuðsstaðnum framum, tá fyrri hálvleikur var hálvrunnin. Hann stýrdi bóltinum í málið við høvdi- num, aftaná innlegg frá Hjalgrími Elttør. Jón Krosslá Poulsen staðfestir, at Jón Pauli Olsen, venjari, gav leikar- unum av grovfílinum í hvíldini. Tí var heimaliðið sum hamskift frá byrj an í seinna hálvleiki. - Vit eru til reiðar at stríðast fyri okkara møguleika nú, sigur topp- skjútt in í Vági. FC Suðuroy eru í løtuni bara tvey stig frá bjargingini við níggju dyst um eftir at spæla. Gylta málið Jón Krosslá Poulsen hevur skotið flest mál fyri FC Suðuroy nakrantíð. Tá hann javnaði við beinleiðis frísparki í gjár, vann hann seg upp á tindin yvir leikararnar, sum hava skotið mál fyri FC Suðuroy FC Suðuroy – B36 2-1 (0-1) 0-1: Klæmint Matras, 20. 1-1: Jón Krosslá Poulsen, 50. 2-1: Mamuka Toronjadze, 79. Dómari: Lars Muller FC Suðuroy: Stanislav Kuzma – Martin Tausen, Kasper Schultz, Heini Vatnsdal, Heini Bech – Henning Joensen (Arthur Tausen, 81.), Palli Augustinusen, Teitur Tausen, Tóki Brattalíð (Brandur Suðuroy, 69.) – Jón Krosslá Poulsen (Jónar Borg Dahl, 89.), Mamuka Toronjadze Gult kort: Martin Tausen og Heini Bech Venjari: Jón Pauli Olsen B36: Meinhardt Joensen – Jónas Tór Næs, Dmitrije Jankovic, Odmar Færø, Símun Joensen (Fróði Clementsen, 86.) – Klæmint Matras, Bárður Olsen, Heini í Skorini (Rúnar í Lon Jacobsen, 85.) – Christian Mouritsen, Stig-Roar Søbstad (Høgni Eysturoy, 56.), Hjalgrím Elttør Gult kort: Jónas Tór Næs Venjari: Sigfríður Clementsen Navn: Jón Krosslá Poulsen Føðingardagur: 17. februar, 1988 tjóðskapur: Føroyar Pláss: Framherji Spældi fyri fyrstu ferð á besta liðnum hjá VB fyri gott og væl seks árum síðan. Hann varð innskiftur í seinna hálvleiki, tá B68 vann 3-2 í Vági hin 12. september í 2004. Jón Krosslá Poulsen hevur spælt 131 landskappingardystir fyri barndómsfelagið, og hann hevur skotið 56 mál. kelda: www.faroesoccer.com