Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-08-23, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. august 2010síða 24

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 23. august · Nr. 123 24 Sosialurin Ítróttarblaðið Just a minute… Vodafonedeildin Allarfyrsta minuttin bleiv ta mesta fýrverkið skotið av í dystinum ímillum HB og B68, eftir hetta var krútið heldur vátt. Ein heilur hálvleikur við HB ímóti einum undirmannaðum B68-liði fekk heldur ikki tað stóra undirhaldið fram í Gundadali Heri Simonsen »Just a minute« er vanlig ensk mál­ iska, tá ein vil hava fólk at steðga upp. Og tað kendist sum tað mesta steðgaði upp, tá tann fyrsti minutt­ urin var farin afturum av dystinum millum HB og B68 í Gundadali. Tórður Hreiðarsson gjørdist match­ vinnari í fyrsta minutti. Dómarin var svenski, Mattias Nymann, sum gav Ndende hjá B68 beinleiðis reytt kort fyri eina grova takkling ímóti Símuni Samuelsen, og mátti B68 tí spæla ein heilan hálvleik við 10 monnum, men hendan hálvleikin megnaðu toftamenn so at halda tætt. Sami Símun Samuelsen hevði annars eitt gott skot á yvirleggjarin, beint áðrenn Doddi skoraði. Í fyrsta minutti av seinna hálvleiki hevði Andrew av Fløtum ein stóran møguleika at økja um leiðsluna, men hann var ikki nóg avgjørdur. Tá eitt korter var eftir av dystinum fekk Fróði Benjaminsen bóltin í netið, men linjuverjin hevði flaggið á lofti, so málið varð av ongum. Dyst urin var eingin steik, men held­ ur ein minuttbúffur. Nøgdur við stigini Venjarin hjá HB, Kristján Guð­ munds son var nøgdur við tey trý stigini, og hann helt, at tey vóru vunnin ímóti einum góðum B68­liði. Spurdur um týdningin at fáa eina so góða byrjan uppá dystin, segði HB­venjarin: – Vit vóru ógvuliga beinleiðis ta fyrstu løtuna, fyri at skelka B68. Og vit hava fyrr skorað mál uppá horna tíðliga í dystinum, tá vit hava lagt hart út. Vit stýrdu dystinum aftaná málið, men tá ein løta var farin, so kom B68 nógv betri við í dystin. Kristján heldur, at teir fingu gagnnýtt fleirtalstøðuna í seinna hálvleiki, tá teir fingu onkrar málmøguleikar, har teir burdu økt um leiðsluna. – Men bólt urin vildi ikki inn. B68 hevði ein framúrskarandi málverja, sum helt teir inni í dystinum. Vit komu til møguleikarnar, men fingu bara ikki bóltin framvið málverjanum. Tað var tíbetur nóg mikið í dag at skora eitt mál. HB­venjarin ásannar, at teir eru í løtuni í einari støðu á stigatalvuni, har teir ikki kunnu avgera alt sjálvir, og tí var tað gott at hála tvey stig inn á NSÍ. – Tað týdningarmesta er tó, at vit halda fokus á okkara egna spæl, og okkara egnu dystir, undirstrikaði HB­venjarin. Afrikanskar takklingar Venjarin hjá B68, Bill McLeod Jacobsen viðgekk, at málið hjá HB kom illa við. – Vit ætlaðu okkum at møta HB langt uppi á vøllinum. Tað broytti so ikki okkara ætlan, at málið kom tíðliga, men tá verða vit noyddir at pressa meir. HB megnaði at halda leiðsluna allan vegin, og teir høvdu eisini nakrar aðrar stórar málmøguleikar, men vit komu inn aftur í dystin, tá ein løta var farin, men vit megna ikki at fáa mál, so 1­0 til HB má sigast at verða í lagið. Um reyða kortið hjá Ndende segði Bill, at afrikonsku spælarnir í vodafonedeildini hava sín egna stíl, tá tað kemur til at takkla. Tað hevur samband við fót bóltsmentanina í Afrika, at teir koma við báðum beinum, og Bill heldur, at tað sæst aftur kring alt landið, at afrikonsku spælarnir takla á sín hátt. Summar tíðir verður tað revsað av dómarunum, aðrar tíðir ikki. – Takklar tú ein annan mann við báðum beinunum fremst, so er eingin ivi um, at talan er um reytt kort, staðfesti Bill McLeod Jacobsen. heris@sosialurin.fo HB 1 B68 0 B68 miðvallarin, Ndende, gav HB fyrimunin, tá hann býttisliga ognaði sær reyða kortið. Mynd: Hilmar Jan Hansen