mánadagur 23. august 2010síða 25
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mánadagur 23. august · Nr. 123
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Tróndur Arge
Tað hevur ikki gingið nakað serligt
hjá fuglfirðingum seinastu tíðina.
Tað er bara blivið til fýra stig í
teimum seinastu fimm dyst inum,
umframt at teir taptu steypa
finaluna ímóti EB/Streymi. Tí
skuldi ÍF reisa seg í gjár á Argjum,
meðan AB hevur sína søk fyri í
niður flytingarstríðnum.
– Hetta skuldu vit havt gjørt
eina viku fyrr, men burtur sæð frá
tí, so eri eg væl nøgdur. Vit fáa eisini
fýra mál, og tað var týdningarmikið,
tí vit hava ikki skorað í teimum
seinastu trimum dystinum, sigur
ein fegin Ábraham Løkin eftir
dystin.
Argjamenn væl
við í fyrra hálvleiki
Argjamenn vóru væl við í fyrra
hálvleiki. Teir byrjaðu eisi ni dyst
in betri og Evrard Blé tókt ist
hava funnið stórformin fram. Við
tekn iskum detaljum og frek um
dribbl ingum sum fáur í Før oyum
kann gera honum eftir, var hann
upphavsmaður til teir møgu leik
arnar, sum argjamenn høvdu í fyrra
hálvleiki.
– Eg eri nøgdur við fyrra hálvleik
sum heild. Eg haldi at vit byrja væl
og vit fáa ÍF at gera tað, sum vit
vilja. Síðani gera vit tveir feilir og
tað revsar ÍF beinanvegin. Vit eru
alíkavæl við allatíð og fáa eisini
minkað um munin beint fyri
hálvleik, sigur Sámal Erik Hentze.
Skaðar skaða AB
Longu aftaná 17. minuttir má AB
gera sína fyrstu útskifting, tá Dion
Spildt takkar fyri seg vegna skaða.
Tá ein hálvur tími er farin, fær
Evrard Blé eisini ein skaða, sum ger,
at hann í hálvleikinum má lata seg
útskifta.
– Tað kom serliga illa við, at
Evrard Blé fór út við skaða. Hann er
bindiliðið á liðnum og eftir at hann
fór út, eru vit ov tunnir og fáa ikki
spælið at hanga saman. Vit eru ikki
nóg góðir við bóltinum og tí kom
tað serliga illa við, at tað var Blé,
sum fór av vøllinum, tí har er hann
góður, sigur Sámal Erik Hentze.
ÍF leggur seg á odda
Tíggju
minuttir
fyri
hálvleik
leggur Bartal Eliasen ÍF á odda
10. Eftir horna fær hann fatur á
bóltinum og í leysari luft vendir
hann sær og smekkar bóltin í AB
málið. Løtu seinni er tómt í høgru
síðu hjá AB og tað verður revsað
av fugl firðingum. Jan Ellingsgaard
smekkar til og bólturin fer flatt í
handara síðu net.
– Vit spæla rímuliga væl, men
tað situr í monnunum, at tað hevur
gingið so illa í seinastu. Menn koma
ikki orduliga inn í dystin, fyrr enn
vit hava víst, at vit kunnu aftur. Nú
fingu vit víst, at vit kunnu spæla
eina góðan dyst, sigur venjarin hjá
ÍF, Ábraham Løkin.
Í seinasta minutti av fyrra hálv
leiki minkar Mortan úr Hørg um
munin 21 eftir innlegg úr vinstru.
Bólturin sleppur at trillar framvið
øllum inni í fimm metrinum og við
handaru stong stendur ein leysur
Mortan úr Hørg og skorar lætt.
Avgerandi løtan
Avgerandi løtan fyri ÍF sigurin kom
átta minuttir inn í seinna hálv leik.
Jan Ellingsgaard sendi innlegg
innfyri úr vinstru og innfyri kom
øll AB verjan uppá millumhond. Tað
endaði við, at Øssur Dalbúð stútar
bóltin í næstan tóma AB málið.
– Í seinna hálvleiki fáa teir eitt
mál tíðliga og eftir tað gloyma vit
at spæla fótbólt. Ja vit spæla faktist
slett ikki fótbólt allan seinna hálv
leik, sigur ein vónbrotin Sámal Erik
Hentze.
Broytt ÍF-lið
ÍF liðið til dystin í gjár, varð eitt
sindur broytt frá tí vit hava sæð í
ár. Hvørki Andy Olsen ella Dánjal á
Lakjuni vóru at finna vengrinum.
Teir hava spælt ávíkavist mest og
fjórð mest fyri ÍF í ár.Í staðin hevði
Ábraham Løkin valt Nenad Saric
og Jan Ellingsgaard á hvørsínum
vongi.
– Vit valdu spæla við Nenad
Saric og Jan Ellingsgaard á hvør
sínum vongi. Nenad er skjótur og
kann spæla á vonginum, meðan Jan
Ellingsgaard er ein fram rættaður
leikari, sum hevur spælt á bakk
inum í tvey ár. Hann er blaðungur
og fyrr ella seinni skal hann hava
kjansin longur frammi. Eg haldi
tað var rætt at royna nakað nýtt í
dag, tí vit hava ikki skorað í teimum
trimum seinastu dystinum, sigur
Ábraham Løkin.
Andy Olsen tykist ikki hava hug
at sita á bonkinum, tí hann gjørdi
um seg eftir hann kom inn. Eitt
mótálop endar við, at Andy Olsen
lyftir bóltin í einum bleytum boga
uppá Símun Rógva Hansen í AB
mál inum og skorar til endaliga úrs
litið 41 til ÍF.
– Onkrir av leikarunum hava
kanska hugsa, at tað er ógjørligt, at
fáa heiðursmerki, men stem ning
urin í dag vísti, at menn trúgva
aftur uppá tað. Vit fara so at gera
eina roynd, at røkka einum heiðurs
merki, sigur Ábraham Løkin at
enda.
ÍF vann saman um ein greiðan
sigur á argjamonnum, sum hava
langt á mál, um teir skulu spæla
sunnudags fótbólt komandi ár.
trondur@sosialurin.fo
AB
1
ÍF
4
Sámal Erik Hentze:
Vit duga ikki at spæla bólt
Vodafonedeildin Tað segði nýggi venjarin hjá AB, Sámal Erik Hentze, eftir dystin
á Argjum. Tá avtornaði, vunnu fuglfirðingar ein greiðan 4-1 sigur á argjamonnum,
sum ikki fingu spælið at koyra eftir at Evrard Blé fór av vøllinum við skaða
Ja vit
spæla faktist
slett ikki fót
bólt allan
seinna hálv
leik
SámAl Erik HEnTzE
Bartalsmál
Afturvendi Bartal Eliasen byrjaði
málveitsluna á Argjum.
Mynd: Hilmar Jan Hansen
AB var í dag uttan Alex Mellem
gaard, Jobin Drangastein og
Tummas Justinussen, sum allir eru
farnir til danmarkar á fótbólts
skúla. Argjamenn hava eisini verið
hart raktir av skaðum í ár, í dag
sita millum annað Heðin Stenberg,
Morten Overgaard og Rói
Danielsen uttanfyri, meðan Dion
Spildt og Evrard Blé blivu skaddir í
dag. Tað ger uppgávuna hjá Sámali
Erik torføra á Argjum.
– Tað er trupult, tí tú kanst spæla
ein dyst og síggja nøkur góð ting,
men til næsta dyst eru teir somu
menninir ikki tøkir. Aftur í dag
síggi eg nøkur góð ting, men nú
gerast onkrir av teimum skaddir.
Tað ger, at vit eru sera leitandi
í løtuni. Tað tekur tíð at spæla
nakað saman, men hon er við
at renna út. Vit hava einar átta
leikarar á skaðalistanum, so tað
frustrerandi, sigur Sámal Erik
Hentze.
Tó so, so er Sámal Erik vísur í, at
AB fer at klára at sigla millum
skerðini.
– Vit verða omanfyri niður flyt
ingar strikuni, men vit mugu finna
ein leist og stabilitet, so skal tað
nokk ganga, sigur Sámal Erik at
enda.
trondur@sosialurin.fo
Alex, Jobin og Tummas ikki við