Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-08-23, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. august 2010síða 26

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 23. august · Nr. 123 26 Sosialurin Ítróttarblaðið Hilmar Jan Hansen »Roykur, men eingin grind,« var niðurstøðan hjá einum av teim­ um mongu áskoðarunum, sum fríggjakvøldið sóu 0­0 dystin millum NSÍ og EB/Streym við Løkin. Mangan hevur talan verið um góð ar dystir millum hesi bæði liðini, ið hava verið í fremstu røð tey seinnu árini, men hóast spælið ikki var tað besta hesa ferð, so var nógv ferð á dystinum mestsum alla tíðina. Tíverri duttu báðir partar í grøv ina, ið ofta lokkar í ferðmiklum dyst um, so eisini var dysturin merkt ur av nógvum feilum. Hvørki liðið fekk serliga ofta og serliga leingi samanhang í spæl ið hjá sær, tí ferð eftir ferð brutu tey álopsuppbyggingina hjá hvørjumøðrum av, áðrenn tað ordi­ liga gjørdist vandamikið. Og hóast on kur av skjótálopunum byrjaðu at síggja lovandi út, endaðu tey sjál­ dan við síðsta sparkinum, ið kundi givið dystinum eitt ella fleiri mál. Undan dystinum lá størra trýstið á gestunum, tí fyri EB/ Streym hevði tað nógv – fyri ikki at siga alt – at siga, at liðið fekk bilbukt við NSÍ, sum í løtuni er langt framman fyri øll hini liðini. Helst skuldu teir bláu og svørtu fáa øll trý stigini, men tað eydnaðist so ikki. Fáir málkjansir EB/Streymur hevði kanska teir størstu og flestu av málkjansunum í dystinum, men hvørki av liðunum hevði ordiligar 100 prosents kjansir, og sæð yvir allar 90 minuttirnar var hóttanin frá gestunum ikki størri enn so, at NSÍ onkursvegna tóktist hava tamarhald á alla tíðina. Sorin Anghel spældi í miðverjuni hjá EB/Streymi, har hann helt Christ ian Høgna Jacobsen í stuttum tjóðri, so toppskjúttin ongan t íð veruliga slapp at hótta, men í allarsíðsta minutti í dystinum fekk Sorin ein snudd, so hann noydd ist at fara út eftir ein annars stóra n innsats. Frammi á vøllinum royndi Gud­ mund ur Nielsen serliga í fyrra hálv­ leiki at bjóða dúgliga av í høgru síðu, men uttan at nakað ítøkiligt kom burturúr. Eisini Leif Niclasen, ið var einsamallur heilt frammi, ar­ beiddi nógv og royndi støðugt at órógva verjuna hjá vertunum, um­ framt at hann kanska eisini hevði størs ta kjansin í dystinum, men mis brúkti. Hjá NSÍ fekk Klæmint A. Ol­ sen skaða longu eftir hálvan tíma, so eftir hetta spældi NSÍ við væl ansaða Christian Høgna einsa­ møll um har frammi, og tá høvdu vespurnar ikki sama brodd­ in. Annars arbeiddu verjan og miðvøllurin – kanska serliga Jústi­ nus R. Hansen – væl hjá vertunum. Síðsta útkall Longu mikukvøldið møtast liðini aftur, tá við Margáir, og tá er avgjørt síðs ta útkall hjá EB/Streymi, skal liðið blanda seg upp í oddastríðið. Við sigri kann EB/Streymur klippa mun in niður í seks stig, men við tapi ella javnleiki verða 12 ella nígg­ ju stig upp til runavíkingar. Tað skal tó vera løgið, um dyst­ urin mikukvøldið verður enn ein mál leys uppgerð, tí neyvan spæla hesi bæði liðini tveir slíkar dystir á rað. einslistir@kallnet.fo NSÍ 3 EB/STREYMUR 3 Roykur, men eingin grind Einki mál kom við Løkin, tá oddaliðið og steypavinnararnir fríggjakvøldið fingu eitt stig í part. Úrslitið er ikki serliga brúkiligt hjá EB/Streymi, ið framvegis er níggju stig aftan fyri NSÍ, sum mikukvøldið vitjar við Margáir Jústinus R. Hansen hjá NSÍ og Hans Pauli Samuelsen hjá EB/Streymi dystast um bóltin í dystinum í Runavík fríggjakvøldið, sum endaði við málleysum javnleiki Mynd: Álvur Haraldsen MÁLLEYST NSÍ-EB/Streymur 0-0: