Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-08-23, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. august 2010síða 27

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Mánadagur 23. august · Nr. 123 Sosialurin Ítróttarblaðið Ólavur Øre Hansen Meðan botnurin byrjar at brenna undir sandoyingum, so er felagsliðið úr Gøtu og Leirvík í holt við at spæla seg inn aftur í stríðið um heiðursmerkini Tað gongur av skriðuni til hjá B71 í løtuni. Trý stórtap á rað hava við sær at sandoyingar nú aftur eru partur av botnstríðnum, og liðskiparin hjá B71, Símin Hansen, er greiður yvir at vend má koma í hjá sandoyingum. – Vit eru væl betri enn Víkingur í fyrra hálvleiki, og tað avrikið kunnu vit taka við okkum til næsta dyst. Men steðgin missa vit alt á gólvið, tá teir fáa trý mál við stuttum millumbili, segði ein sera vónsvikin Símin Hansen eftir dystin. Meðan tað gongur illa hjá B71, so er felagsliðið úr Gøtu og Leirvík við at rakna við, eftir eina heldur slaka fyrru hálvu av Vodafonedeildini. Síðan steðgin hevur Víkingur spælt fýra dystir, sum allir eru endaðir við sigri til felagsliðið. Hetta hevur við sær at teir nú av álvara eru við í stríðnum um heiðursmerkini. Gekk javnt á Víkingur fekk eina sera góða byrjan uppá dystin, tá Hanus Jacobsen í áttanda minutti legði Víking á odda við skoti úr spískum. Eitt mál sum B71 málverjin má taka á sín kappa. Eftir hesa dreyma byrjan, slakaði Víkingur um trýstið, og B71 kom betur við í dystin. Við einum vælspælandi Símini Hansen á odda spældu sandoyingar fult upp við vertirnar, men tað var trupult hjá báðum liðum at koma fram til líkinda kjansir. Tó so, Símin Hansen hevði ein góðan kjans at javna miðskeiðis í fyrra hálvleiki, tá hann slapp fram við Geza Turi, men ein verjuspælari fekk vart fyri skotroyndini. Effektivir Víkingar Um talan var um ein javnan fyrra hálvleik, so var stórur munur á liðunum eftir steðgin. Uppá 10 gyltar minuttir beint eftir steðgin skoraðu effektivu vertirnir tríggjar ferðir. Fyrst økti Nenad Stankovic til 2-0, tá hann eftir eitt sera gott mótálop, hegnisliga setti bóltin í netið. Tað var sum um 2-0 málið tók mótið frá sandoyingum, og so gjørdi tað ikki støðuna betri at Páll Klettskarð við tveimum málum við stuttum millumbili kundi økti til 3 og 4-0. Nú var dysturin avgjørdur, og effektivu vertirnir skuldu bert hava tíðina at ganga. Sandoyingar royndu at fáa pyntað uppá úrslitið, men hóast teir høvdu onkrar líkinda kjansir, so var neyvleikin ikki til staðar í avgerðandi løtu. Stutt fyri dystarlok varð Símin Hansen vístur av vøllinum, eftir at hava fingið sítt annað gula kort, áðrenn Finnur Justinusen staðfesti trivaliga sigurin, tá hann umsetti eitt brotspark til mál. Tú sleppur at: • Avgreiða kundar í amboðshandli okkara • Gera alt sum hoyrir til handilsyrki • Fáa upplæring innan lásatænastu Vit ynskja at tú: • Møtir væl upp til ásettu tíð • Ert fyrikomandi og álítandi • Ert nærløgd/lagdur • Dugir at arbeiða sjálvstøðugt • Ikki ert bangin fyri at arbeiða • Dámar at fáa avbjóðingar Tú fær løn samb. S&K. Um tú hevur: • HH, er lærutíðin 2 ár. • FHS, er lærutíðin 3 ár. • Student, HF ella HT, er lærutíðin 2½ ár. (í 2½ ára lærutíðini skalt tú taka ávísar merkantilar lærugreinar.) Um hettar hevur tín áhuga, send okkum so eina umsókn saman við prógvum og møguligum viðmælum. Umsóknarfreist: 1. september 2010 Starvið verður sett skjótast gjørligt. Hevur tú spurningar, er tú vælkomin at ringja til Høgna Lützen tlf. 301020 ella 213536. Vit leita eftir tí rætta, at koma í handilslæru hjá okkum Ein fyritøka í stórari framgongd Valdemar Lützen Byggibúð er ein amboðshandil sum eisini hevur Ruko-lásatænastu um alt landið. Vit selja m.a. amboð, fiskireiðskap, besløg, hava- reiðskap, el-artiklar, lím og fugu, hurðahondtøk, harafturat hava vit eitt stórt úrval av rustfríðum vørum og nógv annað. Vit liggja í hjartanum í Havn, á Skálatrøð, ”Har sólin og sjógvurin møtast”. Valdemar Lützen Byggibúð Skálatrøð 14 Postboks 20 110 Tórshavn T-postur: vlb@vlb.fo B71 í fríðum falli Vodafonedeildin Triðja dystin á rað máttu sandoyingar leggja rygg til eitt stórtap, tá teir taptu 5-0 ímóti einum effektivum Víkinga liði. Víkingur 4 B71 0 Páll Klettskarð: Umráðandi at skora mál Nýggi áleyparin hjá Víkingi, Páll Klettskarð, hevur víst seg sum ein góður fongur fyri felagsliðið, har hann hevur skorað fýra mál í fýra dystum. -Tað er altíð umráðandi hjá einum áleypara at skora mál, tað er jú tað áleyparar eru til, segði ein fegin Páll Klettskarð, sum skoraði tvey mál í 5-0 sigrinum á B71. – Talan var um ein stravan dyst, har vit leggja okkum á odda tíðliga í dystinum, men aftaná at vera komnir á odda gekk tað striltið hjá okkum at fáa skipað spælið. Í seinra hálvleiki skora vit trý mál og so var dysturin í roynd og veru avgjørdur, segði Páll. Myndir: Álvur Haraldsen