mánadagur 23. august 2010síða 28
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 23. august · Nr. 123
28
Sosialurin
Ítróttarblaðið
lið
dystir
vunni
javnt
tapt
skotin mál -ímóti
+/- mál
stig
nsí
18 12 3
3
42 20 +22 39
HB
18 10 4
4
32 21 +11 34
íF
19 9
4
6
34 30 +4 31
EB/streymur 18 8
6
4
35 21 +14 30
víkingur
18 8
6
4
36 25 +11 30
B36
18 6
6
6
30 27 +3 24
B68
18 5
4
9
25 31 -6 19
B71
18 4
4
10 16 44 -28 16
FC suðuroy
18 3
5
10 21 37 -16 14
aB
19 1
8
10 24 39 -15 11
støðan
vodafonedeildin:
Føroyska Vodafonedeildin
Dystarfakta frá Vodafonedeildini
koma í mikudagsblaðnum
Tróndur Arge
KÍ hevði í Klaksvík vitjan av Skála.
Seinast liðini møttust har, megnaðu
Skála kvinnur at fáa ein 1-1 javnleik
heim við. Longu aftaná 8 minuttir
fekk Skála ein gyltan møguleika
at leggja seg á odda, tá dómarin
bríkslaði fyri brotssparki. Tíverri
fyri Skála kvinnur, so bjargaði
Randi Wardum í KÍ málinum brots-
parkinum.
Ránnvá gongur á odda
Tá seinni hálvleikur var 20 minuttir
gamal, fekk KÍ hol á. Sum so mangan,
so var tað Rannvá B. Andreasen, ið
gekk á odda hjá KÍ kvinnum og legði
tær á odda 1-0. Skála misti tamarhald
á støðuni og bara tríggjar minuttir
seinni økti Malena Josephsen til 2-0.
Tað gingu aftur bara tríggir minuttir,
so var mál. Hesa ferð var tað Maria
K. Thomsen, ið skorði til endaliga
úrslitið 3-0 til KÌ.
Reytt kort vendi dystinum
AB hevði á Argjum vitjan av Víkingi,
sum seinast tær vóru á Argjum
vunnu 2-0. Hesa ferð var tó ongin ivi,
AB vann heili 6-1, men tað var ikki
fyrr enn Víkingur fekk ein leikara
útvístan, at argjakvinnur fingu
tamarhald á dystinum. Víkingur
kom best frá byrjan, tá Margunn
Jacobsen legði Víking á odda. AB
svaraði aftur, tá fyrri hálvleikur
var áleið hálvrunnin. Tað var Olga
Kristina Hansen, ið javnaði. Síðani
kom ein avgerandi løta í dystinum.
Sum aftasti leikari, feldi Ragnfríð
K. Jacobsen AB liðskiparin, Monu
Breckmann, og fekk beinleiðis reytt
kort. AB skoraði tríggjar ferðir
áðrenn
dómarin
bríkslaði
fyri
hálvleiki og dysturin var avgjørdur.
Fyrst var tað Rakul Jógvansdóttir,
ið legði AB á odda, meðan Mona
Breckmann økti til bæði 3-1 og 4-1.
Í seinna hálvleiki skoraði Olga
Kristina Hansen tvey mál aftrat og
fekk sostatt eitt hattrick.
EB/Streymur leyst
av niðurflyting
Í botn dystinum í Miðvági vann
EB/Streymur 3-0 og hevur harvið
lagt sjógv millum seg og MB.
Sigrun K. Kristiansen skoraði tvey,
meðan Anna Abelsen skoraði eitt.
EB/Streymur hevur nú 10 stig á
næstniðasta plássinum, men hevur
nú heili átta stig niður til MB, sum
liggur niðast.
trondur@sosialurin.fo
KÍ og AB renna
fyri seg sjálvi
1. deild kvinnur Hóast bæði Skála og Víkingur komu
væl frá byrjan í dystinum ímóti ávíkavist KÍ og AB, so
er alt við tað gamla og KÍ og AB renna frá hinum. EB/
Streymur vann botn uppgerðina ímóti MB og hevur helst
tryggja sær pláss í bestu deildini til komandi ár