mánadagur 23. august 2010síða 34
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 23. august 2010 · Nr. 123
34
Sosialurin
Í ár eru júst 30 ár liðin, síðan eg
fór í fyrsta flokk, og tí havi eg
sjálvandi eisini verið í obligatorisku
floksveitsluni og leitað aftur í
barnaskúlin saman við gomlu
floksfelagunum. Tað var stuttligt
at síggja øll aftur og ikki minst tosa
um farnar tíðir. Tað vóru ikki eiti á
minni, ið runnu fram fyri okkum
sum klokkan gekk, og myrkrið fall
yvir býin. Eitt var tímin í frílesing.
Tað skal ikki vera nøkur loyna,
at mín yndislærugrein var frílesing.
Bøkurnar um De fem, SOS, De
mystiske tre og Hitchcock vórðu
skræddar av hillini - ella í okkara
føri úr skápinum. Tí í mínum skúla
vórðu bøkurnar læstar inni í einum
skápi. Um lærararnir óttaðust, at
ein vitanarhungraður næmingur
smoygdi bókina niður í taskuna,
meðan eingin sá, ella skúlin ikki
hevði pening til eitt bókasavn,
skal her verða ósagt. Men tað,
sum er stuttligt - ella syrgiligt,
er, at tað bert vóru 3-4 bøkur
á føroyskum, sum vit tímdu
at
lesa:
Frændaleysur
og Krypilin minnist eg
sum bøkur, sum vit
klandraðust um og
lósu upp í saman, tí
ongar aðrar vóru.
Vit lærdu skjótt,
at danskt var
kul, og føroyskt
stinkaði.
Í kanning, sum júst er almanna-
kunngjørd,
verður
víst
á,
at
næmingar lesa elligomul høvuðs-
verk. Feðgar eru enn á ferð, og Heðin
Brú fyllir mest á bókahillunum í
skúlunum. Miðlarnir hava tikið
evnið til sín, og kjakast verður
dúgliga um, hvørt tað er rætt at
lata børnini lesa gomlu bøkurnar
ella ikki. Onnur halda, at tilfarið hjá
Heðini Brú og samtíðarmonnum
hansara er einasta tilfarið, vit hava
á føroyskum, og sjálvandi hevur
alt hetta sum vera man vakt mikla
øsing millum foreldur. Men hví
skulu tey ungu lesa nakað annað,
og hvat ger tað við børnini og teirra
fatan av føroyskum sum lærugrein
og máli, at tey lesa gamalt tilfar?.
Tannáringar flestir seta spurn-
artekin við tilveruna, mørk skulu
roynast og toyggjast. Sam-
bandið við vinir og
hitt
kynið
broyt-
ist, eins og likamið eisini broytir
skap. Rumbul, órógv og hurlivasi
eru kanska orð, sum lýsa tann-
áringatíðina hjá teimum flestu.
Tí eru tað eisini hesi evnini, tann-
áringurin er áhugaður í og vil lesa
um. Hvussu fólk skóru torv ella fóru
á flot er fullkomiliga óviðkomandi,
tá tú ert 13 ár. Men verða hesi
óviðkomandi evnini borðreidd fyri
teimum í føroyskum, meðan tey í
donskum sleppa at lesa viðkomandi
tilfar, skal ikki tað stóra hugflogið til
at ímynda sær, at børnini sjálvandi
fáa somu fatan av føroyskum,
sum vit høvdu tá vit vóru ung. Og
danskt verður sjálvsagt tað málið,
ið vinnur frama.
Men hetta merkir ikki tað
sama sum, at vit als ikki skulu lesa
hesar bøkurnar. Tað merkir bert,
at vit skulu lesa tær í brotum ella
bíða við teimum, til
børnini
eru eldri. Tað er nú
einaferð soleiðis,
at
kanningar
vísa, at føroysk børn lesa ov lítið.
Harumframt vita vit frá somu
kanningum, at tey gevast at lesa
áðrenn børn í grannalondunum. Tað
er vanligt, at børn ikki lesa so nógv,
tá tey verða tannáringar, hetta tí,
at hormonir reika í kroppinum, og
onnur ting eru, ið skulu granskast.
Men í Føroyum gevast børnini at
lesa, tá tey eru millum 10 og 11 ár.
Hugsa so um, at hesi somu børn
vóru 7 ár, tá tey lærdu at lesa, og nú
sært tú, at ketan fer av. Tí, um tú
bert hevur lisið nógv í 3 ár, so ert tú
langt frá málinum at lesa somikið
væl, at tú ikki noyðist at arbeiða
fyri at skilja tað, sum tú lesur. Málið
við lesingini má jú vera at lesa og
skilja, tað tú lesur. Jú meiri venjing,
tú hevur, lættari fellur tað tær at
skilja tað, tú lesur. Ein tannáringur,
sum sostatt gavst at lesa, tá hann
var 10, er ikki ein garvaður lesari,
og hvussu kann mann so vænta, at
hesin persónurin skal lesa eina bók,
sum fyri tað fyrsta viðger eina tíð
og evni, sum ikki sigur honum
nakað sum helst, umframt at
bókin er skrivað á einum
máli, ið er honum
fremmant,
og
har hann má
sita við
móðurmálsorðabókini í føvningi-
num og sláa orð upp í øðrum
hvørjum setningi, tí hann ikki
skilur tekstin. Hetta er í roynd
og veru at sammeta við, um tú
sjálv/ur skuldi lisið eina týska bók.
Nøkur orð hevði tú skilt - gamaní,
men orðabókin má vera til staðar
fyri at fáa fulla úrtøku úr bókini.
Og hesa íløguna tíma tey fæstu at
gera, tá tey eru 13 ár. Og hví skulu
tey tað, tá tey ikki gera tað í enskum
ella donskum? Tað er ótrúliga
ræðandi at hugsa sær, at vit geva
børnunum eina fatan av, at tað er
føroyskt og ikki danskt og enskt,
sum er fremmandamálið í og við at
vit bæði innihaldsliga og málsliga
‘distansera’ tey frá bókunum.
Til stuttleikar eru her tvey brot
úr ávikavist eini gamlari og eini
nýggjari stuttsøgu. Báðar bøkurnar
eru upprunaføroyskar. Eg veit,
hvørja bók mær hevði dámt betur
at lisið.
Nú fall hann á við regni eisini
– illtungt var sum var at knosa seg
fram eftir hesi bleytu mómýrini.
Ein fittan døtt hevði eg at bera,
og – blindar eru ókunnar gøtur
– eg datt um gravir og gil, so
tað gól í kroppinum ...Brot úr
Prædikumaðurin Heðin Brú.
“Minst til, eg haldi ball í kvøld!”
Ásla er í strammum, ljósareyðum
joggingklæðum, og andlitið er dýggj
að undir í brúnkremi, maskaru
og lippglossi. Hárið, sum hon
hevur litað sær krunka
svart, liggur við extensions
langt niður um herðarnar.
Brot úr bókini Skriva í
sandin, Marjun Kjelnæs
Nógvir tannáringar lesa bert
ta einu bókina um árið. Nevniliga
høvuðsverkið. Tí er tað so ómeta-
liga týdingarmikið, at hetta høvuðs-
verkið er av slíkum slag, at tað
innihaldsliga talar til børnini, sam-
tíðis sum tað er skrivað á einum
nútíðarmáli. Um ikki verða avleið-
ingarnar fatalar fyri føroyskt sum
lærugrein.
Tá eg var barn, var orsøkin til
at vit lósu so fáar føroyskar bøkur
tann, at føroyska tilfarið ikki var
til staðar. Henda undanførslan
kann ikki longur brúkast, tí nógv
tilfar er komið seinastu árini.
Tilfar, sum bæði innihaldsliga og
málsliga fangar børnini. Men verða
hesar bøkurnar ikki lagdar fyri
børnini, vita tey ikki, at tær eru til.
Og sostatt verða teirra fordómar
mótvegis føroyskum varðveittir.
Tað er umráðandi, at streymurin
av bókum heldur fram, tí um 10 ár
eru tær bøkurnar, sum koma í dag,
aftur ov gamlar, og tí mugu vit flyta
okkum alla tíðina og møta teimum
ungu har, sum tey eru.
Tíðargrein
Gitte Klein
Er føroyskt eitt fremmandamál?