mánadagur 23. august 2010síða 33
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
33
Mánadagur 23. august 2010 · Nr. 123
Sosialurin
Deyðan vardi meg, men at frætta
deyðsboðini av Hanusi Bærentsen
- vanliga nevndur Hanus á Hellu,
góða vinmanni og skyldmanni
mínum
Ólavsøkuaftan
vardi
meg ikki; sera dáttliga komu hesi
ófrættatíðindi mær við. Seinast
eg støkk inn á gólvið hjá honum í
Kvívík, tosaðu vit sum vanligt um
mangt og hvat - eitt nú nær tað
aftur mundi fara at liggja fyri at
»taka ein kross« - spæla stýrivolt.
Vit báðir Hanus høvdu nógv
saman í smádreingja- og hálv-
vaksnaárum okkara í Kvívík.
Hóast sløk trý ár yngri var hann
so væl framkomin í øllum, at vit
kundu metast sum javnaldrar.
Fasta tilhald okkara var inni hjá
Marionnu hjá Mattasti og Jákupi
mammubeiggja
mínum.
Har
andaði alt av teirri gomlu bygda-
mentanini. Har var hugnaligt og
friðsælt at vera. Haðan nomu vit
nógv og lærdu okkum millum
annað at spæla stýrivolt - eitt
gamalt kortspæl ið var um at
detta burtur. Har lærdi hann meg
mannagongdina í talvi. Stórvegis
longur kom eg ikki. Hann kom
sum fráleið at vera ein av okkara
góðu telvarum.
At nevna alt vit høvdu saman
frá smádreingja- unglinga- vaksna-
og hálvgamlaárunum hevur bara
meining fyri meg. Hvør fór til sítt
yrki. Eg eitt skifti sum sjómaður,
seinni útvarpsmaður í 40 ár. Hanus
at útbúgva seg til lækna og víðari
til serlækna í ortopedi. Mong ár
arbeiddi hann sum yvirlækni í
Svøríki, har hann hitti Lenu, ið var
sjúkrarøktarfrøðingur. Tey bæði
giftust og fingu trý børn saman.
Miðlingurin, Hoyni, var føddur
við strekum breki, og Hanus visti,
sum lækni, at hann fór ikki at
liva leingi. Vit tosaðu mangan um
hetta - tveir einir. Hoyni andaðist
16 ára gamal. Tað tók honum dygt,
hóast hann - at síggja til - ikki lat
við seg koma. Kenslurnar hevði
hann fyri seg sjálvan. Tær sóust
ikki uttaná.
Hanus var javnan heima í summ-
arfrítíð síni og arbeiddi á lands-
sjúkrahúsinum. Mong eru tey, ið
hann hevur veitt hjálp fyri knø- og
mjadnatrupulleikar og hava hon-
um fyri at takka at tey hava fingið
nakað av førleikanum aftur.
Tey seinastu árini síðan hann
fór frá fyri aldur, hevur hann
verið nógv norðuri á Klaksvíkar
sjúkrahúsi og hjálpt til við at
skifta knø og mjadnir.
Hanus hevði tokka til heimbygd
sína; og tá hann kom heimaftur
með alla, eftir at hann og Lena
fóru hvør til sítt, setti hann búgv
har. Góður var hann í ávikum, og
mangan var leitað til hansara, tá
onkur av bygdarfólkunum kendi
sær okkurt at meini. Hann bar seg
ongantíð undan og kravdi einki.
Hann var væl við øll, og øll vóru
væl við hann. Ikki av mongum
orðum, men í verki. Hann verður
nógv saknaður.
Heilsan var farin at bila, og
nú skjótt 77 ára gamal, orkaði
hann ikki longur. Nú hann varð
borin út, var Kvívíkar kirkja
meira enn fullsett av vinfólkum,
starvsfeløgum og teimum mongu,
hann hevði hjálpt og vístu honum
takksemi og heiður.
Góða Tórhild! Tit fingu nógv
góð ár saman. Hugnaligt var at
støkka inn á gólvið hjá tykkum.
Góðu Eyðgerð og Tummas! Bert er
bróðirleyst bak. Tey góðu minnini
eiga vit.
Hvíl í friði. - Vinmaður og skyld-
maður tín.
Ívar
Hanus Bærentsen farin
TØKK
Vit takka øllum hjartaliga, ið sýndu okkum
samkenslu og hjálptu til, tá okkara kæra mamma,
vermamma, omma og langomma
Jenhild Juul
doyði og varð jarðað.
Takk fyri heilsanir, kransar, blómur og gávur til
Vesturstovu.
Ein serlig tøkk til Vesturstovu fyri góða røkt og
umsorgan.
Familjunnar vegna
Jørmund, Dávur og Pálin
Andlát
Ebba Weihe
Runavík, f. Danielsen,
ættað úr Søldarfirði
andaðist á Eysturoyar Ellis- og Røktarheimi
fríggjadagin 20. august, 94 ára gomul.
Jarðarferðin verður týsdagin
24. august kl 14:00 úr Glyvra Kirkju.
Tey ið vilja minnast Ebbu kunnu geva eina
gávu til Eysturoyar Ellis- og Røktarheim
konto í peningastovnunum.
Familjunar vegna
Anna og Johan Sigurd