Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-08-23, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. august 2010síða 32

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 23. august 2010 · Nr. 123 32 Sosialurin Nøvn Tit sleppa ikki at drepa ein grindahval afturat. Verða vit handtiknir, fær tað álvarsligar avleiðingar fyri føroyingar. Tá fara vit av álvara at boykotta føroyskar og seinni danskar vørur, sigur Paul Watson skipari á umhvørvisskipinum Sea Shephard við Sosialin týs­ dagin 20. august í 1985. Leygardagin kom kanad­ iska umhvørvisskipið She Shephard til Føroya og hevur ligið fyri akker á Nólsoyarfirði. Í samrøðu við Sosialin greiðir Paul Watson frá, at endamálið við hesi heldur sjaldsomu vitjanini í Føroyum er stutt og greitt at steðga grindadrápi. Sjálvur eigur Paul Watson skipið, sum er ein gamal trolari. Skipið hevur verið í nógvum høvum kring um í heiminum fyri at steðga hvala­ og kópaveiðu. Uppá fyrispurning um hví teir eru farnir í hernað ímóti grindadrápi, sigur Paul Watson, at teir sein­ astu trý árini hava fingið nógvar klagur frá fólki, sum harmast um og eru ímóti grindadrápinum í Føroyum. Kelda: Tíðindablaðið Sosialurin 20. august 1985 Fyri 25 árum síðan: Watson hótti eisini føroyingar í 1985 Fyri akkurát 25 árum síðan var eisini eitt umhvørvisskip í Føroyum fyri at steðga grindadrápi. Talan var um Sea Shephard við Paul Watson sum skipara Nú fara vit undir vetrar­ skránna hjá Fimleikafelag­ num Ljósinum, og skráin bjóðar heilt víst okkurt til øll, ið hava hug til at røra seg í vetur. Við tað at fimleikur er ikki bara fimleikur longur, royna vit aftur í vetur ymsar stuttligar mátar at fáa pulsin upp. Í hesum sambandi royna vit fegin nýggjar leiðir, og í ár hava vit valt at gera pláss fyri nýggjum bæði til vaksin og børn – eitt nú verður Zumba á skránni, bæði til børn og vaksin, við einum venjara, ið hevur hollar royndir innan zumba, salsa­ og latíndans. Eisini verður Power Fit til teirra, ið hava ligið á latu síðuni heldur leingi í summar og treingja til at sleppa at sveitta og taka fatur í bleytu vøddarnar og fáa teir strammaðar upp aftur. Sum sæst, so hava vit fleiri tilboð til vaksnar kvinnur í ár, ið ikki hava verið áður, fyri at avsanna hugsanina um, at fimleikur bert er fyri børn. Umframt nýggju tilboðni eru sjálvandi eisini vælum­ tóktu rytmisku­ og amboðs­ liðini hjá børnum frá 4 ár og uppeftir, Foreldur og børn, motión og fitball á skránni í vetur. Í mun til undanfarin ár, eru nakrar broytingar hendar – harav tann størsta helst er, at fimleikahøllin FIMI í Gundadali verður karmur um ein stóran part av virkseminum hjá Fimleikafelagnum Ljósi­ num. Karmarnir í høllini eru framúr góðir, bæði til amboðs­, rútmiskan­, estetisk­ an og motiónsfimleik, og hes­ um ger felagið sær dælt av, við at leggja stóran part av virkseminum í vetur í FIMI. Tey lið, ið ikki eru í FIMI, fara at halda til í nýggju hallunum í skúlanum við Løgmannabreyt, ið eisini hava bestu karmar at geva liðunum og íðkarunum. Nevnd, leiðarar og hjálparar eru til dystin fús og gleða okkum at koma í gongd við at røra okkum. Fimleikaárið hjá Fimleika­ felagnum Ljósinum byrjar leygardagin 28. august í FIMI, har tilmelding verður frá klokkan 10­12. Við fimleikakvøðu Fimleikafelagið Ljósið Fimleikafelagið Ljósið: Upp úr sofuni! – nú byrja vit aftur Jan Müller, blaðstjóri á Sosialinum, í samrøðu við Paul Watson í 1985.