mikudagur 25. august 2010síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 25. august 2010 · Nr. 124
4
Sosialurin
Randi Jacobsen
Á Landssjukrahúsinum eru
starvsfólkini von við, at
deildir um summarið og um
høgtiðirnr skiftast um at lata
aftur. Men sjálvt um ongum
teirra dámar hetta, hava
tey kortini meira ella minni
góðkent tað.
Nú komu so boðini um,
at medisinska deildin B6
ikki letur upp aftur í ár, og
tað halda starvsfólkini vera
ovboðið.
Tvær stovur á B6 er tó
framvegis tøkar. Hesar stovur
eru til sjúklingar, sum ikki
skulu hava viðgerð, men bara
fáa linnandi røkt ta tíðina, tey
hava eftir, og tey avvarðandi
kunnu vera um tey. Ikki
altíð eru slíkir sjúklingar á
Landssjúkrahúsinum.
Aftur fyri er ógvuliga
rokaligt á B7.
– Alt summarið hava
millum tríggir og fimm sjúk
lingar ligið á gongini, og tað
er avgjørt ikki rætt etiskt
fyri hesi fólk, sum krevja
røkt, sjálvt um skermur er
uttan um songina, sigur Jóna
Sigmundardóttir, leiðari á B7.
Tað setur eisini starvs
fólkini í ringa støðu at skula
velja út millum sjúklingrnar,
hvør skal liggja á gongini.
Sjúklingurin er misnøgdur, og
tey avvarðandi eisini, og tað
skilir Jóna Sigmundardóttir
væl.
Nógv á gongini
Deildin hevur ikki longur
nakra einastovu, og tað hevur
við sær, at er ein sjúklingur
vánaligur, má viðkomandi
vera einsamallur inni á eini
trímansstovu. Hinir báðir sjúk
lingarnir mugu flytast út.
Í morgun lógu tríggir
sjúklingar á gongini handan
skermar. Tað hava verið
upp í sjey sjúklingar, sum
einki seingjarpláss var til, og
nøkur hava onkuntíð bíðað
á uppihaldsstovuni, til aðrir
sjúklingar vórðu fluttir ella
útskrivaðir.
Ein sjúklingur í morgun
hevði eitt andartól, sum
kravdi streym, og leidningurin
gekk inn á skrivstovuna hjá
deildarleiðaran, sum tí mátti
standa opin.
Nógvar samtalur
Tað er í so nógv at siga,
at
deildarleiðarin
hevur
skrivstovu. Hon situr inni
í einum rúmi, sum áður var
kanningarrúm, og sum nú
umframt skrivstovu verður
brúkt til samtalur.
– Her eru nógvar persón
ligar samrøður, og tá ið tær
eru, fari eg sjálvandi út, sigur
Jóna Sigmundardóttir.
Persónligu samrøðurnar
eru so nógvar, tí á deildini
liggja nú nógvir sjúklingar,
sum hava álvarsligar sjúk
ur. Hetta eru sjúklingar,
sum hava krabbamein, blóð
sjúkur, lungnasjúkur, gikt,
nýrasjúkur, apopleksi, dia
betes, magatamsjúkur og
sklerosu.
B7 hevur bara fimtan
seingjarpláss. Av teimum eru
átta sett av til sjúklingar við
apopleksi.
– Tað eru fólk, sum
hava frið fyri neyðini, men
friður er ikki júst tað, sum
eyðkennir hesa deildina.
Í løtuni liggja á deildini
tvey
fólk,
sum
áttu
at
verið útskrivað, men einki
røktarpláss til teirra. Ofta
hava væl fleiri fólk í hesi
støðu ligið á medisinsku
deildunum.
– Vit hava havt upp í
tíggju av teimum, og hesi
verða ofta løgd á gongina,
sigur Jóna Sigmundardóttir.
Alt akutt
B7 er ein medisinsk deild,
og mesti parturin av sjúk
lingunum hevur havt onkr
an akuttan tilburð. Nú allar
planlagdar
viðgerðir
eru
spardar burtur, eru allir
sjúklingarnir akuttir.
– Fólk gevast ikki við at
gerast sjúk, fyri tað um spart
verður. Vit kunnu ikki verja
okkum ímóti at fáa fleiri
sjúklingrar inn, tí ikki ber
til at nokta at taka ímóti
sjúkum fólkum.
Jóna
Sigmundardóttir
hugsar seg um eina løtu,
áðrenn hon svarar upp á
spurningin, hvussu hon lýsir
støðuna á deildini.
Undantaksstøða
– Hetta er at lasarett, her
er undantaksstøða. Tað er
ógvuliga
stressandi
fyri
starvsfólkini, men sjúkling
urin er taparin. Sjúklingurin
er prísgivin, umstøðurnar
eru so óvirðiligar, og tað kann
ikki bjóðast sjúklingum.
Úti
á
gongini
skotra
starvsfólkini
seg
millum
sengur og ymsa útgerð. Ein
deild sum henda noyðist at
hava gongustativ, lyftitól og
annað tøkt, men einki skáp
ella rúm er at goyma tey í.
– Hetta kann gerast ófor
svarligt. Starvsfólkini arbeiða
undir trýsti, og umstøðurnar
eru so ringar, at skjótt er
at missa yvirblikkið. Tá
kunnu skjótt gerast mistøk,
sum í ringasta føri hava
katastrofalar
avleiðingar,
sigur Jóna Sigmundardóttir.
Hon heldur, at tað átti at
borið til at flutt onkur øki til
hini bæði sjúkrahusini, eitt
nú langtíðarviðgerðir.
– Annars haldi eg, at polit
iska valdið als ikki lurtar
eftir ella setir seg inn í, hvat
tað kostar at viðgera og røkta
fólk. Útviklingurin gongur
við fullari ferð, og tað ber
ikki til ikki at fylgja við,
sigur Jóna Sigmundardóttir,
sum sær fyri sær, at støðan
á B8 skjott verður líka ring
sum á B7, tí tann deildin
verður noydd at taka ímóti
sjúklingum, sum rúm ikki er
fyri á B7.
Deildin er sum eitt lasarett
Sjúklingurin er taparin. Undir hesum umstøðum kunnu lættliga gerast mistøk,
sum kunnu fáa álvarsligar avleiðingar, sigur Jóna Sigmundardóttir, leiðari á
B7 á Landssjúkrahúsinum. Á deildini liggja stútt fleiri fólk á gongini
Tað er ikki serliga arbeiðsligt
hjá Jónu Sigmundardóttir
og teimum á deildini, har
sengur og nógvur útbúnaður
stendur á gongini
Mynd: Álvur Haraldsen