mikudagur 25. august 2010síða 5
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mikudagur 25. august 2010 · Nr. 124
Sosialurin
Til komandi vøksturin er neyðugt, at Sansir fáa eina
nýggja dygga fíggjarstýring. Hesa fíggjarstýring skalt
tú vera við til at byggja upp saman við leiðslu og kt-
leiðara.
Tú fært ábyrgdina av dagliga bókhaldinum (skuldarum
og ognarum), at leggja fíggjarætlanir, at gera mánaðar-
og ársroknskapir, at greiða lønarviðurskiftini hjá starvs-
fólkunum.
Vit kundu hugsað okkum, at tú hevur hóskandi
útbúgving, eitt nú HD í roknskapi ella cand. merc.
Tú hevur hollan kunnleika til bókhald og roknskap, og
tú hevur evni at arbeiða sjálvstøðugt og saman við
øðrum.
Sansir eru ein samskiftisfyritøka við 20 starvsfólkum.
P/F Sansir hava eitt dóttirfelag í Danmark, sum eitur
Sansir Danmark A/S. Vit vænta vøkstur á føroyska og
serliga danska marknaðinum komandi árini.
Førleika- og útbúgvingarstøðið hjá fólkunum á Sansum
er høgt og spennir víða. Grundarlag okkara fyri støðugari
menning og framburði er persónligt rásarúm, virðing
fyri fjølbroyttum hugsunarhátti og stuðul til persónliga
menning hjá okkara starvsfólkum.
Heldur tú, at hetta ljóðar spennandi, so eigur tú at
søkja starvið. Vónandi verður tað tú, sum verður við til
at skapa framtíðina saman við okkum. Sjálvandi fært
tú eina góða løn.
Umsóknir til starvið skulu vera okkum í hendi í seinasta
lagi mikudagin 15. september klokkan 10.00. Umsóknir
skulu sendast við eposti til Lenu L. Mohr á lena@
sansir.fo ella Høgna Rasmussen á hognir@sansir.fo.
Vinarliga upplýs títt fartelefonnummar.
Sama dag ella næsta arbeiðsdag, sum tú sendir
umsóknina, fært tú svar við váttan um, at vit hava
móttikið hana.
Starvið verður sett skjótast gjørligt.
Vilt tú vita meira um starvið, kanst tú ringja til Lenu L.
Mohr 555 353 ella Høgna Rasmussen á tel 555 351. Tú
kanst eisini senda fyrispurningar við telduposti til Lenu
ella Høgna.
Vilt tú vera við til at menna eina fyritøku, sum nú aftur
stendur í vøkstri bæði í Føroyum og í Danmark?
SanSir Søkja
roknSkaparleiðara
www.sansir.fo
travel
Hoydalsvegur 17 · 100 Tórshavn
Tel: 34 00 00 · booking@62n.fo
www.62n.fo
– so er ferðin byrjað!
Flúgv & sigl
Prísur fyri hvønn, t/r...................................úrkr. 2.200,-
Keyp Flúgv & Sigl frá 62°N Travel! Flúgv einvegis, og sigl
hinvegin! Vit hjálpa tær við báðum pørtunum!
Tíðarskeið:
21/8 - 10/9 2010
Prísur úr kr. 2.485,-
11/9 - 31/12 2010
Prísur úr kr. 2.200,-
Íroknað prísinum er einvegis sigling við Norrönu, Føroyar-Esbjerg/
Hanstholm, og einvegis flogferð Keypmannahavn – Føroyar við
Atlantic Airways.
Gist verður í deildum fýrapersónakamari umborð á Norrönu. Um
tú/tit ynskja annað kamar, ella vilja hava bil við, so rokna vit fegin
ein nýggjan prís til tykkum. Eisini ber til at flúgva frá Reykjavík,
Aalborg og Billund. Vit hjálpa eisini fegin, um tit ynskja at leiga bil.