Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-08-25, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. august 2010síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 25. august 2010 · Nr. 124 6 Sosialurin Leo Poulsen – Tað er tørvur á einum alternativi til Musikkskúlan í Havn. Tað staðfestir Jens Mortan Mortensen, ið nú hevur tikið stig til ein slíkan skúla. – Hetta er ein tanki, sum eg havi gingið við leingi. Eg havi jú eina fortíð sum lær­ ari í Musikkskúlanum, og tað hoyrist javnan um for­ eldur, sum kæra sína neyð um langar bíðilistar til Musik­ skúlan, sigur Jens Mortan Mortensen. Hann hevur seinastu 13 árini búð og starvast í Suðuroy, men er nú fluttur við familju til Havnar. – Eg havi eitt hálvtíðar­ starv sum urguleikari við kirkjurnar í Hvalba og á Tvøroyri, og eg havi lagt undirvísingina soleiðis til rættis, at eg havi tveir dagar mitt í viku leysar, um okkurt tekur seg upp í Suðuroy, sigur Jens Mortan Mortensen. Upprunaliga ætlaði hann at undirvísingin skuldi verða fyri næmingar í 2., 3. og 4. flokki, men av tí at óvist er, hvussu undirtøkan verður, er undirvísingin fyribils fyri øll, sum hava áhuga í at læra nótar. – Tað merkir eisini, at roknast kann við næming­ um á ymiskum støði innan tónleik, og tí verður eisini neyðugt at býta næmingarnar sundur í stigflokkar, sigur Jens Mortan Mortensen. Hann sigur, at tað finnast nógvir mátar at læra nótarnar, tað veri seg við ymsum kortspølum og øðrum fyri børnini stuttlig­ um mátum at læra uppá. – Ætlanin er at býta næmingarnar upp í bólkar á millum átta og tólv næm­ ingar. Eftir lokna frálæru er so meiningin, at næming­ arnar skulu duga at spæla tónleik saman, sigur Jens Mortan Mortensen. Á Argja skúla Men alt er sjálvandi tengt at, hvussu nógvir næmingar tekna seg til undirvísingina. – Alt tað praktiska er fingið upp á pláss, so klárt er at byrja 1. september, um tað skal verða, sigur Jens Mortan Mortensen. Hann hevur tosað við Argja skúla og hevur fingið eina avtalu í lag um at brúka eina stovu á skúlanum til tónleikaundirvísingina. – Pláss verður fyri átta bólkum á átta til tólv næmingar, men tað ber saktans til at hava færri næmingar. Hvør bólkur er so saman um eitt keyboard. Innanhýsis í bólkinum – alt eftir hvørjum støði, næming­ arnar eru á – verður so lært, hvussu nótarnir eita og hvar teir liggja á nótalinjuni, og hvar teir finnast á keyboardinum, sigur Jens Mortan Mortensen. Lært verður eisini at spæla eftir nótum og at spæla eftir »gehør«. Kostnaðurin fyri at ganga á tónaskúlanum er 200 krónur um mánaðin, og áhugað kunnu fara inn á heimasíðuna tonaforskulin. com og haðani inn á eina leinkju, sum eitur tonaforskulin@gmail.com og har tekna seg. Nýtt tónatilboð til høvuðsstaðarbørn Tað er Jens Mortan Mortensen, sum nú tekur stig til ein nýggjan tónaforskúla, sum kann avlasta trýstið á Musikkskúlan, ið hevur langar bíðirøðir Jens Mortan Mortensen er urguleikari við kirkjurnar í Hvalba og á Tvøroyri, og hevur eisini eina fortíð sum lærari í Musikkskúlanum Mynd: Álvur Haraldsen Leo Poulsen 6. árið á rað skipar studenta­ skúlin í Hoydølum fyri so­ nevndum innleiðsludøgum. Stóra talið av nýggjum 1. g’arum og ikki heilt lidnar umbyggingar hava ført til, at dagarnir verða hildnir í Norðurlandahúsinum í ár. – Ætlanin við innleiðslu­ døgunum er rættiliga fjøl­ broytt. Teir markera eina nýggja byrjar hjá næming­ unum, sum nú fara undir nakað heilt nýtt. Tey skulu læra eitt nýtt arbeiðslag, nýggjar næmingar og lærarar at kenna, og vit vilja hava tey at kenna, at tað, sum tey nú skulu undir, er bæði nakað spennandi og seriøst, sigur Birgit Remmel. Dagarnir eru eisini ætlaðir at samansjóða næmigarnar. – Og til tess hava vit gjørt fleiri uppgávur, bæði akademiskt, men eisini kreativt. Og eftir døgurða­ steðgin í dag skulu tey eitt nú sniðgeva ella customize eina nýggja flokstroyggju, sum skal verða teirra vørumerki og vísa, hvat fyri ein flokkur tey ynskja at verða, sigur Birgit Remmel. Talan er um nógv fleiri næmingar enn vanligt, sum verða upptiknir í 1. g í ár. – Tað verða tríggir flokkar fleiri og 300 næmingar tilsamans í 1. g í ár. Beint nú verður síðsta hond løgd á út­ og umbyggingar, so vit hava valt at skipa dagarnar í Norðurlandahúsinum í ár, og tað merkir, at vit verða einir 700 næmingar tilsamans í Hoydølum komandi skúlaár, sigur Birgit Remmel. Hon heldur, at roynd­ irnar hava víst, at innleiðslu­ dagarnir hava stóran týdning fyri næmingarnar. – Vit vita, hvussu týdning­ armikið tað er at verða væl móttikin, tá vit fara at vitja ella byrja í nýggjum starvi, og hetta er sum eitt nýtt starv fyri næmingarnar. Skúlin ger nógv burtur úr at tey skulu kenna seg vælkomin og millum annað bjóðar skúlin góðan og sunnan mat hesar dagarnar, sigur Birgit Remmel. Eisini eru eftirmetingar gjørdar við spurnarrundu millum bæði næmingar og lærarar og tær vísa, at nøgdsemið við dagarnar er heilt í topp. 300 nýggir næmingar til innleiðsludagar Heilir tríggir nýggir flokkar fleiri eru tiknir upp í Hoydølum í ár, og stóra næmingatalið saman við ikki heilt lidnum umbyggingum førdi til, at innleiðsludagarnir verða hildnir í Norðurlandahúsinum Næmingatalið á 1. g í Hoydølum er metstórt í ár, við trimum nýggjum flokkum fleiri enn undanfarin ár og 300 næmingum í 1. g tilsamans Mynd: Álvur Haraldsen