Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-08-25, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. august 2010síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 25. august 2010 · Nr. 124 18 Sosialurin Oyggjablaðið Orð&myndir: Snorri Brend Skáli: Hóast nýggja barnahúsið ikki er tikið alment í nýtslu enn, hevur tað longu verið í brúki í fleiri dagar. Tørvurin og spenningurin eftir at lata børnini sleppa í nýggja bygn­ ing in, var so mikið stórur, at tikið varð ímóti fyrstu børnunum longu í farnu viku. Her er í fyrstu syftu pláss fyri 32 børn um, men fyribils eru bert tvær av íalt fýra stovum tiknar í nýtslu. ­ Vit vóna, at hinar báðar verða tik nar í nýtslu skjótt. Tørvurin á tei m um er í øllum førum til staðar, vís ir Nancy Poulsen á. Tað er byggifyritøkan Búsetur sum hevur bygt hetta nýggja barna­ húsið, sum á mangar mátar minnir um barnagarðin í Søldarfirði. Hesin lat eisini upp mánadagin í farnu viku. ­ Umstøðurnar her eru í øllum før um sera góðar, staðfestir leiðarin í barnahúsinum Sellin. Eitt HÚS Tað var tó ikki av tilvild ella tikið úr leysum lofti, at barnahúsið júst fekk hetta navnið. Til tess at finna stovninum eitt hósk andi navn varð lýst við eini navna kapp ing fyrr í ár. Áhugin fyri kappingini var stórur, tí fleiri upp­ skot komu inn. ­ Vit tosaðu beinanvegin um, at hetta skuldi vera ein navnakapping til eitt barnahús og ikki ein barna­ garð, sum jú er eitt meiri danskt orð, greiðir Nancy frá. Eitt av uppskotunum var frá tingmanninum og nýggja havna­ fúta num í Runavík, Torbjørn Jacob­ sen. Mett varð, at hetta navnið á ein sera góðan hátt lýsti endamálið við barna húsinum. ­ Ein sella er eitt sjáldsamt før­ oyskt orð, sum bæði kann merkja ein sterkur og raskur drongur, ella sterk og røsk genta. ­ Og tað ynskja vit eisini, at tað næsta ættarliðið skal verða: Børn sum fara hiðani av stovninum, bæði røsk og sterk, slær Nancy Poulsen fast. Gimsteinar Í fyrstu syftu eru tvær av stovunum tik nar í nýtslu, har børnini í ymsum aldr um fáa ta tænastuna, hjálp og um sorg an, tey hava brúk fyri í tí dagliga. Á sunnaru síðu er eitt stórt øki IkkI eIn garður men eItt barnahús Børn - Tað er við vilja, at vit hava valt at kalla henda stovnin fyri eitt barnahús og ikki ein barnagarð, sigur Nancy Poulsen, leiðari á nýggja barnahúsinum Sellin (úttalast Sedlin) á Skála. - Hetta skal snøgt sagt vera eitt hús við børnum Slíkur stovnur eigur at verða rikin soleiðis, at sagt kann vera um tey sum hava fingið partvísan uppvøkstur haðani, at hann ella hon er ein hendinga selli ella sella TOrBjørn jacOBSen, uppSkOT Til navnið Vit fáa hvønn einasta dag nakrar gimsteinar ella gullklumpar lætnar upp í hendur av foreldrunum nancy pOulSen, leiðari Í løtuni eru 32 børn í barnahúsinum Sellin á Skála. Her hava tvær “sellur” tikið súkklurnar fram