mikudagur 25. august 2010síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 25. august 2010 · Nr. 124
22
Sosialurin
Oyggjablaðið
Vilmund Jacobsen
At ein byrjanardeild nú er í Stranda
skúla í staðin fyri 1., 2. og 3. flokkur,
er bara byrjanin til eina heilt nýggja
og spennandi undirvísingarskipan
á skúlanum.
Hans Petur Jacobsen, skúlastjóri,
sigur, at arbeitt hevur verið við hesi
ætlan í umleið eitt ár og til hetta
skúla árið, sum júst er byrjað, eru
um støður gjørdar í verandi skúla,
so skjøtil kundi setast á.
- Hetta er fyrsta royndin hjá
okk um við hesum hátti, men longu
nú eftir teir fyrstu dagarnar í
skúlanum kunnu vit siga, at skipan-
in vísir seg at rigga sera væl. Bæði
lær ar ar og næmingar tykjast væl
nøgd ir við hesar fyrstu dagarnar í
nýgg ja skúlaárinum.
Tríggjar deildir
Skúlastjórin vísir á, at næsta ár
verð ur undirvísingin í Stranda
skúla skipað á tann hátt, at deild ir-
nar verða tríggjar í tali, heilt úr tí
gamla 1. flokki og upp í 10. flokk.
- Vit fara at hava eina byrjan ar-
deild, sum fevnir um 1., 2. og 3. flokk,
so lei ð is sum skipanin er nú, eina
mið deild – og so eina fram halds-
deild.
Hans Petur Jacobsen sigur, at
nýggi
skúlabygningurin
verður
bygd ur á ein heilt øðrvísi hátt, sum
tæn ir endamálinum við hesi nýggju
upp být ing av næmingunum.
- Eg havi sjálvur verið ógvuliga
heit ur fyri hesi royndini, og allir
lær ar arnir á skúlanum eru eisini
sera spentir eftir at síggja, hvussu
hetta nú fer at eydnast – og hildn-
ast.
Spurdur, um henda uppbýting
er eitt orginalt ella kopierað kon-
sept, sigur skúlastjórin, at hetta er
ei n blandingur av skipanum, tey
hava sæð her heima í Føroyum – og
uttan lands.
- Hetta er ikki ein skipan, sum
er serliga kend í Føroyum, men vit
hava skilt, at okkurt í skipanini í
skúlanum á eitt nú Velbastað líkist
hesum, sum vit nú eru farin undir.
Sita í klivum
Hann vísir á, at næmingarnir í
hvørji deild sær koma at sita í stór-
um skúlastovum, har alt er púrasta
op ið. Her verða eingir veggir, sum
býta næmingarnar upp eftir aldri,
men bert onkur smá skott.
- Næmingarnir koma at hava
hvør sín opna kliva, har teir sita og
arbeiða undir liðini á hvørjum øðr-
um. Teir kunnu ganga ímillum kliv-
ar nar, bæði til næmingar í egnum
aldur s bólki – og til tey, sum eru
yngri ella eldri at leita sær hjálp,
um tey hava hug til tess.
Hans Petur Jacobsen sigur, at
trígg ir lærarar og ein stuðul verða
knýtt ir at eini slíkari byrjanardeild
og eru inni í skúlastovuni, með an
frálæran fer fram. Alt verð ur øðr-
vísi og soleiðis eisini við frí kort er-
um, tímatalvu og heima arbeiði, har
næmingarnir fáa mappu við upp-
gávum til eina heila viku í senn.
- Næmingarnir í byrjanardeildini
í Stranda skúla eru í hesum skúla-
árinum 35 í tali, sigur skúlastjórin.
Hann vísir á, at høvuðs enda-
málið við hesum undirvísingarhátti
er, at allir næmingarnir skulu hava
møgu leikan at gerast betri.
- Ein næmingur, sum hevur ald-
ur til 2. flokk, kann saktans fáa
undir vísing í tilfari hjá næmingi,
sum hevur aldur til 3. flokk – og
øvut, um tað er neyðugt. Hugskotið
er, at ongum skal nýtast at bíða eft-
ir flokkinum, um viðkomandi er
framman fyri sínar aldursfelagar, og
hugskot ið er líka so væl, at eingin
skal nýtast at detta niður ímillum,
tí undirvísingin ikki er nøktandi.
Stórar vónir
Hans Petur Jacobsen sigur, at
undir vísingartilfarið til byrjan ar-
deild ina eisini er gjørt og skipað
soleiðis, at tað kann brúkast eftir
hes um nýggja undirvísingarhátti,
sum tey í Stranda skúla nú hava
sett skjøtil á.
- Aftrat hesi stóru skúlastovuni,
sum hýsir byrjanardeildini, verða
eisini rúm, har lærarar kunnu taka
nakr ar næmingar við sær, ið kanska
hava brúk fyri eyka stuðli til at lesa
ella rokna.
Skúlastjórin væntar, at tey koma
at síggja nógvar positivar síður
við hesi skipan, sum tíðin gongur,
eisini hvat viðvíkur samanhaldi og
fyri byrgjandi virknað móti eitt nú
happ ing.
- Bæði lokalu-og lands skúla-
mynd ug leikarnir
eru
kunnaðir
um hesa royndina, so hetta er ikki
ókent fyri teimum, nú fyrsta deildin
– byrjanardeildin – er farin av
bakka stokki í hesi nýggju skipan,
sum verður útbygd í komandi ári,
sig ur Hans Petur Jacobsen.
vilmund@sosialurin.fo
Nýggj og spennandi
undirvísingarskipan
UNDIRVÍSING Tá skúlarnir byrjaðu aftur herfyri, fór Stranda skúli undir eina roynd við
nýggjari undirvísingarskipan, sum ikki er roynd á skúlanum áður. Nú eitur einki 1., 2. og 3.
flokkur longur. Hesi skúlaárini vera nú undir einum rópt byrjanardeild, har allir næmingarnir
húsast í einari stórari skúlastovu – við trimum lærarum og einum stuðuli
Í byrjanardeildini sita næmingarnir í opnum klivum og arbeiða,
og teir kunnu leita sær hjálp hjá øðrum næmingum
Í nýggja partinum av skúlanum
verður hædd tikin fyri eini
nýggjari skúlaskipan, sum nú
er byrjað í Stranda skúla