mikudagur 25. august 2010síða 23
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mikudagur 25. august 2010 · Nr. 124
Sosialurin
Oyggjablaðið
Vilmund Jacobsen
Seinastu átta árini er næm inga
talið í Stranda skúla minkað
við
sløk um
80
næmingum,
men hóast hetta, er tørvurin á
nýggjum skúla bygn ingi stórur.
Skúlastjórin seinasta hálvt
triðja árið, Hans Petur Jacobsen,
ásann ar, at talið av næmingum
hev ur verið í fríum falli, síðan
hann byrjaði í Stranda skúla fyri
átta árum síðan.
Hetta er níggjunda árið hjá
mær í Stranda skúla. Tá eg byrj
aði, var næmingatalið 256, men
í dag eru umleið 180 næm ing ar
í skúlanum, úr 1. flokki upp í 10.
flokk.
Hans Petur Jacobsen held ur
kortini ikki, at minkaða næm
inga talið hevur sína frágreiðing
í, at fólkatalið í kommununi er
mink andi. Heldur er tað so, at
færri børn í miðal eru í hvørjari
familju.
Ótíðarhóskandi
Vit spurdu skúlastjóran, um tað
ikki kann tykjast løgið at byggja
uppí verandi skúla, nú talið av
næm ingum er minkað so nógv
seinnu árini.
Ein slíkur tanki kann sjálv
sagt streyfa. Men soleiðis er tað
bara ikki. Ein stórur partur av
ver andi skúla er niðurslitin og
ótíð ar hóskandi. Eg vil heldur siga
tað soleiðis, at um skúlin einans
hevði 100 næmingar heldur enn
180, sum hann hevur í dag, hevði
kortini verið tørvur á nýggjum
og tíðarhóskandi skúlabygningi,
sum hevur heilt aðrar møguleikar
enn hin verandi.
Fyrsti partur av verandi Stran
da skúla varð bygdur í 1969, og
síðan varð bygt upp í skúlan aftur
í 1984.
Hetta merkir, at nýggjasti
part ur in av verandi skúla hevur
meiri enn eina fjórðingsøld á
baki.
Úr øðrum bygdum
Skúlastjórin vísir á, at Stranda
skúli hýsir ikki bara næmingum
úr Sjóvar kommunu, men eisini
av Skála, Skálafirði og Funn ings
firði.
Næmingar úr Oynd a r firði
hava eisini gingið fram halds
deildina á Strondum, men hesir
fara nú út til Runavíkar, tá næm
ing ar í hesum aldursflokki aftur
verða í Oyndarfirði. Í løtuni er tó
eing in næmingur í Oynd ar firði,
sum hevur aldur til fra m halds
skúla.
Skúlastjórin fegnast um, at
skúlin við útbyggingini fær seks
skúla stovur
aftrat
umframt
eina tónleikastovu og bólkarúm.
Har aftrat verður nýggj og stór
lærara stova bygd og tikin í nýtslu
seinni í heyst. Hendan verður
bygd omaná forhøllina og millum
svimji hylin og skúlabygningin,
sum gongur eystur og vestur.
Sambært byggiætlanini verð
ur nýggi parturin av skúlanum
liðug ur við ársenda í ár, soleiðis
at hann kann takast í nýtslu
í byrjanini av 2011. Vit gleða
okk um nógv til nýggju hølini
og betraðu umstøðurnar, sum
liggja fyri framman, sigur Hans
Petur Jacob sen.
Við Stranda skúla starvast til
samans 20 lærarar.
vilmund@sosialurin.fo
Útbyggja skúlan
hóast næmingar-
nir fækkast í tali
NÝGGJUR SKÚLI Tað er ikki bara í Sjóvar kommunu, at
nýggjur skúli verður bygdur, tó at talið av næmingum er
minkandi. Skúlastjórin, Hans Petur Jacobsen, sigur, at
stórur partur av verandi skúla á Strondum er niðurslitin
og ótíðarhóskandi, og tí er neyðugt við nýbygging
Stranda skúli fær nýggjar skúlastovur og nógv betri umstøður,
og lærararnir fáa eisini nýggja og stóra lærarastovu.
Skúlastjóri í Stranda skúla er Hans Petur Jacobsen
... um skúlin einans hevði
100 næmingar, hevði kortini
verið tørvur á nýggjum
skúlabygningi...
HANS PETUR JACOBSEN
... eg havi sjálvur
verið ógvuliga heitur
fyri hesi royndini...
HANS PETUR JACOBSEN