leygardagur 18. mars 2000síða 9
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 55 – 18. mars 2000
Tíðindablaðið Sosialurin. Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn. Telefon: 311820. Telefax: 314720.
Email til 2’aran: eydun@sosialurin.fo. Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller. Blaðstjórn: Eyðun Klakstein.
Layout og uppseting: Tíðindablaðið Sosialurin.
Óla Jákup Rólantsson,
útvarpsmaður
TÓNLEIKUR. Steffen Brandt hevur meiningar um tað mesta. Hann er
komponistur, yrkjari og headmaður í einum av best umtóktu donsku popp-
bólkunum seinastu 20 árini, TV2.
Eyðun Klakstein
Hann er herviligur at
brúka ironi og sarkasmu,
hann fírir ikki fyri at siga
sína hugsan um dagsins
samfelag, sum hann eina
ferð proklameraði hevði
skuldina, og hann fær
endaleyst pláss í fjølmiðl-
unum, tá hann kemur við
nýggari plátu.
45 ára gamli Steffen
Brandt er talsmaður fyri
TV2 –=keðiligasta bólk í
Danmark, sum teir plagdu
at kalla seg –=og um eina
viku fer hann aftur á
pallin í Føroyum, tá TV2
fer at spæla til konsert í
Havn.
Og so er ikki gott at
vita, um hann fer at gera,
sum tá hann á sinni fór á
pallin frammanfyri 40.000
ovfarakátum keypmanna-
havnarum og legði fyri
við at siga: »Gott kvøld,
Odense...«
Síðani TV2 kom út við
síni fyrstu plátu í 1981,
Fantastiske Toyota varð
hon doypt, hevur bólkurin
vunnið seg fram til at
verða nakað tí best um-
tókta og best seljandi í
donskum popptónleiki.
Teir verða kallaðir besti
livebólkur í danska konga-
ríkinum, og nú vit standa á
gáttini til eina nýggja tíð í
sambandinum millum
Føroyar og Danmarkar,
skal enn ein bólkur av
tónatindinum í Danmarkar
undirhalda føroyskum
áhoyrarum.
Rættir menn...
Byrjanin hjá TV2 var
nakað trilvandi. Teir góvu
tvær plátu út í byrjanini av
80’unum, áðrenn teir fingu
rættiliga undirtøku millum
tónleikakeyparar. Plátan
Beat, sum kom í 1983,
seldi 50.000 eintøk og
konsertferðin, sum kom í
hølunum á hesi útgávu,
varð útseld allastaðni.
Næstu útgávurnar stað-
festu støðuna hjá TV2, og
plátusølan bara vaks.
Næsta plátan seldi tvífalt
so nógv sum Beat, og við
Rigtige mænd gider ikke
høre mere vrøvl fekk TV2-
konseptið rættiliga vind í
seglini.
Vendingar og orð frá
yrkingunum hjá Steffen
Brandt sníktu seg upp í
gerandismálið og í yvir-
skriftirnar í bløðunum, og
hesin raffineraði og tungu-
snildi poeturin úr Århus
fór at seta dagsordanin
fyri danskan popptónleik.
Útgávan um tað, sum
Steffen Brandt nevndi
rættar menn, seldi heili
250.000 eintøk, men orða-
skiftið í kjalarvørrrinum á
hansara yrkingum var
stundum hvast, tí øll
høvdu ikki sama ans fyri
ironi, sum Steffen Brandt
hevði.
Og sjálvur plagar Steff-
en Brandt at fortelja søg-
una um seg sjálvan, tá
hann, stutt eftir at plátan
um rættar menn var út-
komin, fór trillandi við
einum barnavogni í ill-
veðri í Århus. Meðan
hann stríddi seg ígjøgnum
regn og vind, steðgaði ein
stórur treylari við síðuna
av honum, førarin skrúv-
aði rútin niður og rópti á
hann: »Rættir menn...
ha!!!«
Fyrilesturin
Í 1988 kom útgávan
Nærmest lykkelig, sum av
mongum verður mett at
verða besta TV2-útgávan,
men so seint sum í 1994
gjørdi TV2 eina stóraselj-
andi fløgu afturat.. Hon
kallaðist Verdens lykkelig-
este mand, og sangurin
um Samfundets skyld
gjørdist eisini eitt lítið hitt
í Føroyum.
Sigrarnir hjá TV2 og
yrkingunum hjá Steffen
Brandt eru óteljandi.
Heiðurslønirnar hava verið
mangar, og í 1997 var
yrkingin til sangin Kom
lad os brokke os brúkt til
próvtøkuna í donskum í
10. flokki.
Steffen Brandt syngur
ikki eins sannførandi, sum
hann yrkir og smíðar løg,
men hann er sangarin í
TV2, og tey, sum ikki
kenna TV2 undan konsert-
ini næsta fríggjadag,
kunnu kanska illgita kon-
sertina fyri at verða ein
fyrilestur hjá Steffen
Brandt, men tá hann hálv-
tosar og hálvsyngur saman
við tónleikinum hjá restini
av manningini í TV2, finst
ikki betur popptónleikur á
donskum.
Rættir menn leggja ikki
í at hoyra meira møsn...
Til fyrilestur hjá
Steffen Brandt
Tign merkir sómi, tignarlæti, virðileiki og manslæti.
“Værdighed” á donskum. Á donskum tosa tey um at
“holde værdigheden” – tað verður sambært orðabókini
týtt til “at taka seg væl út”, at “vilja hava, at fólk hava
virðing fyri sær”! Tign kann eisini merkja “høgt starv”,
“høg støða”, ella “mæti, tad at vera millum tey fremstu
í samfelagnum”, ella “at hava hægstu støðu í samfelag-
num!”
Fara vit nakrar mánaðir aftur í tíðina, so varð nógv
tosað um Løgtingsins tign! Vit skuldu hava nytt løg-
tingshús, tí pláss ikki var fyri allari tignini í tí gamla!
Og sambært tingformanninum var so avgjørt ikki pláss
fyri fullveldinum í gamla og vakra – haldi eg - ting-
húsinum. Vit skuldu hava nýtt glashús, har góð rúmd
var fyri at útstilla tignina fyri altjóða samfelagnum,
vit nú skuldu teljast sum sjálvstøðug eind av. Men
glashúsið var ein treyt fyri tignini.
Hvussu hevur so gingist vid tignini síðan? Hyggja
vit at atburðinum hjá teimum fólkavaldu, so rýma teir
úr tinginum – av arbeiðsplássinum – tá teir eru ósamd-
ir, hóast settir í starv til júst at samskifta! Og nú ganga
teir so fullir eisini! Í arbeidstíð eisini, skilst.
Tjódveldisflokkurin tók hetta til eftirtektar beinan-
vegin – og tók sær kanska av góðum grundum eisini
ábreiðslurnar nær. Og tað skulu vit hava alla virðing
fyri, at flokkurin alment viðurkennir, at trupulleikin
er millum politikkarar – at spurningurin er tikin upp í
flokkinum, og avgjørt er, hvussu trupuleikarnir skulu
handfarast – og at neyðug stig eru longu tikin av
persónum, sum sjálvir meta seg hava trupulleikarnar.
Tað er eitt stórt stig at taka – ein stórur kamelur at
svølgja, sum politikararnir plaga at taka til – og tað er
eisini at hava stórstu virðing fyri, at flokkurin alment
kunngerð ein internan rúsdrekkapolitikk, har bæði
viðgerðin og avleiðingin annars verður staðfest. Við-
gerðin er, at flokkurin stuðlar teimum, sum hava
trupulleikarnar til at leita sær professionella hjálp og
ráðgeving, og avleiðingin er – um trupulleikin ikki
verður loystur – at tað fær avleiðingar fyri politiska
ábyrgdarstarvið! Hetta seinasta er sjálvsagt serliga
avgerandi fyri tignina í framtíðini.
Hesum eiga allir flokkar á tingi eiga at taka undir
vid, hóast Javnaðarflokkurin kendist nakað lunkaður
í síni vidmerking, meðan hinir søgdu seg ikki kenna
trupulleikan innanflokka. Men so er eftir hjá okkum
at síggja, at hesi, ið vilja vera so tignarlig, læra nakað
av hesum.
Í hesum føri má tað fyrsta verða, at tað verður
viðurkent, at tad ikki ber til at skjóta seg undir – sum
tað stendur í kunningini frá Tjóðveldisflokkinum
ovast, at “hesin spurningur er ikki nýggjur, men hevur
altíð verið kendur í føroyskum politikki – í helst øllum
flokkum!” Ein flokkur verður jú ikki betur av at hinir
eru líka ringir. Og at fleiri tingmenn og landsstyris-
menn gjøgnum tíðina hava drukkið seg í hel, er jú
eingin umbering fyri at menn í dag gera tad sama!
Skal ein hava makt, so skal ein eisini hava akt. Ein
má gera seg verdugan til tign! Tað tydningarmesta
fyri okkum, sum skulu gjalda fyri hetta sirkusið, er tí,
at hesir somu gevast við at tosa um kostnaðarmiklar
tignarligar karmar um teirra virksemi. Tí sum er hevur
hetta virksemið ikki uppiborið nakrar tignarligar karm-
ar yvirhøvur.
Ikki pláss
fyri tignini!
Steffen Brandt og TV2 hava konsert í Føroyum um eina viku
Nr. 55 – 18. mars 2000
17
Seks í eini pyjamas
Eyðun Klakstein
Myndir: Símun á Høvdanum
Hvussu tað sær út, tá seks klaks-
víkingar eru í einum pyjamasi er
ilt at ímynda sær, men stuttligt
verður tað í øllum førðum, tá
Klaksvíkar Sjónleikarfelag fer at
spæla franska skemtileikin Seks
í eini pyjamas.
Seks leikarar hava saman við
leikstjóranum vant leikin í næst-
an tveir mánaðir, og tá frumsýn-
ingin verður næsta leygardag,
lovar leikstjórin ein sera skemti-
ligan leik, har tað er ferð á og
fløkjurnar nógvar, áðrenn alt
endar, sum tað skal enda.
Egi Dam hevur sett leikin upp,
og honum dámar væl leikin.
– Hetta er ein góð farsa, sum
hevur allar tær fløkjurnar, sum
ein slík skal hava. Og so hevur
hon eisini ein góðan enda. Leik-
urin er væl skrúvaður saman,
hann er vælskrivaður, og umset-
ingin er eisini sera væleyndað.
Málið er gott og lætt, og tað
SJÓNLEIKUR. Ein
øðilig fløkja skal
greiðast, misskiljing-
arnar eru nógvar og
ferðin høg, tá seks
klaksvíkingar fara í
eina pyjamas. Um
eina viku verður
nýggjur leikur hjá
sjónleikarfelagnum í
Klaksvík frumsýndur
arbeiði um dagin og venja sjón-
leik um kvøldi, og tá skal ein
góður hugur til, sigur Egi Dam.
Lítið av tøkni
Leikurin krevur lítið at tøkni.
Tað eru nakrar fáar ljóðeffektir,
og ljósið skal mest sum bara
tendrast.
–=Tað gevur mær betri stundir
at arbeiða við leikinum og leik-
arunum. Eg eri jú einsamallur
um teir, og teir skulu ikki hugsa
um annað enn at spæla leikin,
sigur Egi Dam.
Seks í eini pyjamas snýr seg
um Jaqueline og Bernhard, sum
eru væl fyri fíggjarliga og hava
alt tað, tey kunnu ynskja sær=–
eisini elskarar.
vikan skal brúkast til at fáa ferð-
ina á leikinum upp og fáa tað at
svinga, sigur Egi Dam.
– Tað hendir nógv í leikinum,
og tí hava vit arbeitt nógv við at
fáa timingina upp á pláss. Men
eg havi havt góðar leikarar at
arbeiða við , og flestu teirra
hava nógvar royndir á palli, og
tað hevur gjørt uppgávuna mun-
andi lættari.
Leikararnar eru Adelborg
Linklett, Jan Gardar, Hans Hjalti
Skaale, Súsanna Jacobsen, Jógv-
an Jacobsen og Jórun Ljósstein.
– Tað er ein stórur fyrimunur
fyri meg sum leikstjóra, at eg
havi leikarar, sum leggja so
nógv í tað, sum hesir hava gjørt
tað. Hetta eru jú fólk, sum hava
hevur gjørt tað gjørligt hjá okk-
um at fáa ein livandi leik burtur
úr, sigur Egi Dam.
Hann hevur áður sett leikir
upp í Klaksvík, og hann sigur
seg hava havt stóra fragd av hesi
uppgávuni.
Hendaríkur leikur
Tað hevur tikið drúgva tíð at fáa
leikin at sita, men nú ein vika er
til frumsýningina, heldur leik-
stjórin støðuna verða undir
kontroll.
– Leikararnir skulu duga
tekstin uttanat, og eg havi roynt
at leggja til rættis, hvussu leikar-
arnir skulu flyta seg á pallinum
og so víðari. Tað er alt komið
uppá pláss nú, og tann seinasta
Tá Jaqueline ætlar sær at vitja
mammu sína, fegnast Bernhard
um, at hann fær eitt vikuskifti
fyri seg sjálvan. Hann sendir
boð eftir frillu síni og vinmanni-
num Robert.
Men Robert er ikki bara vin-
maður hjá Bernhard, hann er
eisini væl við Jaqueline, og tá
hon frættiar, at Robert kemur at
vitja, avlýsir hon ferðina hjá sær.
– Sum gongdin í arbeiðnum
við leikinum hevur verið higar-
til, kann eg lova ein góðan
skemtileik á høgum støði, sigur
leikstjórin.
Sjey í eini pyjamas verður
frumsýndur í Atlantis næsta
leygardag.
Jógvan Jacobsen og Hans Hjalti Skaale
Leikarar og leik-
stjóri. Frá vinstru:
Súsanna Jacobsen,
Hans Hjalti Skaale,
Adelborg Linklett,
Egi Dam, Jógvan
Jacobsen, Jan
Gardar og Jórun
Ljósstein
Nýggi leikurin hjá klaksvíkingum hevur nógva ferð og er hendingaríkur