leygardagur 18. mars 2000síða 10
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 55 – 18. mars 2000
Eftir Hanus Andreassen
Eina hálva øld eftir at J.H.O.
Djurhuus andaðist, kann tað
vera hóskandi at spyrja, um
hansara lív, virki og sjónarmið
hava nakað at siga teimum ætt-
arliðum, sum nú liva, og kunnu
hugsast at hava týdning fyri
komandi ættarlið. Hesin stóri
spurningur kann býtast sundur í
tveir undirspurningar.
Í fyrsta lagi kann tá verða
spurt, hvørjir megintræðrirnir
vóru í skaldsins lívi og virki. Í
øðrum lagi kann ein spyrja, hvat
er eftir av tí heimi, sum Janus
livdi og virkaði í, og í hvønn
mun hann er broyttur. Er nakað
samband millum Janusar lív og
virki og heimin - fatandi eisini
Ramman ella myndin
J.H.O. Djurhuusar áskoðanir um føroyska mentunarliga og
politiska stremban og um samspælið teirra millum.
Í august 1998 helt Hanus Andreassen fyrilestur í Norrøna
Felagnum, har evnið var J.H.O. Djurhuus og hansara áskoðan
um mentan og politikk í Føroyum. Sosialurin fer í hesum og
tveimum komandi leygardagsbløðum at almannakunngera
henda áhugaverda fyrilestur.
Tann mentunarliga
strembanin
um okkara smáheim - sum hann
sær út, nú vit nærkast túsundára-
skiftinum?
Tað kann vera hóskandi, um
vit vilja geva spurninginum
relieffdám, at vísa á, at tað
meira enn so hendir, at tíðin
leggur menniskjans virki og
sjónarmið aftur um bak. Janusar
uppalari, Emil Bruun prestur,
hevði kirkjumálslig sjónarmið
Føroyum viðvíkjandi, sum tíðin
hevur vrakað. Hóast tey ofta
vóru munandi betri framborin
enn áskoðanirnar hjá mótstøðu-
monnum hansara, eru tey óvið-
komandi í dag.
Nógvar av teimum metingum
og forsagnum, sum virdir marx-
istiskir søgufrøðingar í mínum
uppvøkstri førdu fram um homo
sovjeticus ella Sovjetsamveld-
isins framtíð, eru í dag gloymdar
- og fara neyvan nakrantíð aftur
at hava týdning. Verður hetta
Janusar lagna? Ella finna vit í
hansara virki virðir og hugsjón-
arligar brandar, ið enn lýsa, og
sum vit kanska kunnu læra av?
Mentunarlig og
politisk frígering
Í eini viðgerð sum hesari er
neyðugt at velja ein ella nakrar
fáar spurningar burturúr. Orsøk-
in er tann, at skaldsins lív og
virki tykist at nema við eina
ørgrynni av ymiskum spurning-
um. Lat meg nevna nakrar: bók-
mentir og skaldskapur, Norður-
lond sum mentunarligt hugtak,
tilverurætturin og tilverulíkind-
ini hjá smáum tjóðum, tað søgu-
liga og mentunarliga sambandið
millum Danmark og Føroyar,
Europa sum mentunarligt hug-
tak, sambandið millum talumál
og bókmentaligan málnorm,
menniskjanslig heimkensla,
menniskjans møguleiki at umsita
sín - í summum førum kaotiska
ella anarkistiska - sálarbygnað,
viðurskiftini millum mann og
kvinnu.
Í hesum fyrilestri fari eg at
spyrja, hvat relevans Janusar lív
og virki kunnu hugsast at hava
fyri tann tjóðskaparliga tilveru-
rættin og tey politisku tilveru-
líkindini hjá eini fámentari tjóð
sum tí føroysku. Men nú er tað
so, at nógvir av teimum spurn-
ingum, eg beint nú nevndi,
natúrliga greinast inn í hvønn
annan.
Tað slepst tí neyvan undan,
at eg kanska komi at nema við
onnur økir, eitt nú Norðurlond,
Europa ella grikska mentan.
Men í høvuðsheitum fer fyrilest-
urin at snúgva seg øðrumegin
um royndirnar hjá eini smátjóð
at reisa seg mentunarliga og
hinumegin um hennara royndir
at frígera seg politiskt - og um
samspælið ella dialektikkin
millum hesar strembanir.
Blind upplýsing, klárskygd
romantikk
Eg fari at leggja fyri við at
royna at skoða Janusar virki í
einum søguligum perspektivi.
Janus varð føddur meira enn
eina øld, eftir at romantikkin
hevði tikið seg upp í Týsklandi.
Men hann var hugmyndasøgu-
liga partur av hesi rørslu. Tann
enski, upprunaliga lettiski,
humanisturin Isaiah Berlin hevur
í sínum bókum víst á, at upp-
lýsingartíðin, við síni stremban
eftir at leggja øll viðurskiftir,
eisini tey samfelags- og menni-
skjansligu, inn undir rationellar
lógir, hevði rætt, har evnið var
eksakt ella neyv vísindi, men
púra órætt, har umráðið var
menniskjan og hennara virki.
Tann franska kollveltingin
bar, nettup við sínum skyn-
semisvonda endabresti, prógv
um hetta. Tjúgundu aldar koll-
veltingarmenn, sum førdu upp-
lýsingarstevnuna inn í okkara
tíð, rendu seg í somu blindgøtu.
Avleiðingarnar hevur okkara
øld heystað í ólukkumát. Berlin
dró fram upplýsingarstevnunnar
týsku mótmenn J.G. Hamann og
J.G. Herder og vísti á, at teir,
lutvís takkað veri síni skaldsligu
innliving, fataðu kreftir sum
tann skilbundni rationalisturin
ikki hómaði: at mannalyndi, mál
og skaldskapur eru óútgrundi-
ligar støddir, at ein av tí sama
noyðist at geva eini ávísari
indeterminismu innivist í
einihvørjari heimsáskoðan, at
har fyrrnevndu støddir verða
undirmettar, vanrøktar ella
niðurbundnar, eru avleiðingarnar
ofta harðskapur ella fremm-
andgering, og at har tær fáa ein
Minnisvarðin yvir Hammershaimb umboðaði á dygdargóðan hátt eitt nútíðar føroyskt mentunarhugtak. Hendan
myndin er frá løtuni, tá minnisvarðin varð avdúkaður. Á myndini síggjast fimm av efturkomarum Sjóvarbóndans
Nr. 55 – 18. mars 2000
19
útveg, kann úrslitið vera ein ávís
trygd ella eitt ávíst samljóð, í
besta føri blóman og lukka.
Tjóðskaparrørslan
Tað kann tykjast eitt undur, at
henda romantiska rørsla, sum
valdaði í Týsklandi frá 1770 til
1830, skuldi bera við í einum
evarska lítlum, fjarskotnum
oyggjalandi norðuri í Atlants-
havinum o.u. 1880, við tí avleið-
ing, at ein andaborin, tjóðskap-
arlig kveiking fór sum eldur um
eitt lítið fólk, sum annars fekst
við nakað so gerandisligt sum at
byggja upp eina modernaða
fiskivinnu, og sum hevði vant
seg við at fáa sína upplýsing og
sín lærdóm ígjøgnum eitt
fremmant mál.
Tað hevur sínar grundir, sum
tað verður ov drúgført at rekja
upp her. Eg fari at avmarka meg
til at føra fram, at øll ella at
kalla øll, sum hava skapt ment-
unarlig virðir í okkara samfelag
í 20. øld - teirra millum okkara
floygdastu og gløggastu andar,
William Heinesen og Regin í
Líð, Jóannes Patursson og
Jørgen-Frantz Jacobsen, fyri
bara at nevna nakrar - hava fing-
ið ljós frá hesi rørslu.
Málið – miðil og formur
Hjá Janusi kom frá ungum av
tann miðil, vit brúka til sam-
skifti - málið - at vera arbeiðs-
økið. Fyribrigdið mál hevur
mangar síður, teirra millum
tvær, sum hava týdning í okkara
sambandi. Málið er formur: tað
skilir seg frá øðrum málum við
ávísum eyðkennum - orðum,
ljóði, bygnaði, grafiskari mynd.
Málið er miðil: tað flytir tankar,
kenslur, fagurfrøðilig virðir.
Ikki allir av Janusar sam-
tíðarmonnum løgdu líka stóran
dent á hesar báðar síður. Fyri
Emil Bruun og tí unga Kristini í
Geil hevði innihaldið avgerandi
týdning, formurin harafturímóti
lítlan og ongan týdning. Før-
oyskir sjálvstýrispolitikarar,
serliga seinni í tíðini, løgdu
størri dent á form enn á inni-
hald.
Janus gjørdi tíðliga av at tæna
málinum í rúmligari merking.
Málið var ein høll, har bæði
formur og miðil sótu til háborðs.
Sipandi til formin - tað føroyska
málið - segði hann um ta mest
týðandi hendingina í sínum
ungdómi, at hann hevði fingið
sín máldóp. Málburðurin hjá
hesum í summar mátar skil-
bundna manni er her romantisk-
ur, sum hann var hjá Hammers-
haimb, tá hann kallaði móður-
málið eitt „dyrebart og helligt
Klenodie“.
Men samstundis var Janus
kosmopolittur og ímóti allari
avbyrging. Umframt at eiga ein
form, sum skuldi røkjast, var
málið fyri honum ein
samskiftismiðil, eitt spegl, sum
bar Norðurlond inn í brúkarans
huga, sum speglaði Europa, sum
varpaði inn í nútíðina tankar og
fyrimyndir úr Hellas. Meira enn
tað, formur og miðil ríkaðu
hvønn annan, úr dialektikkinum
teirra millum gróði mýking og
víðkan, fremmandar
spegilsmyndir lyftu formin upp
og edlaðu hann. At gera sítt til
at fullføra hesa edlan, tað var
lívsverkið, Janus setti sær fyri at
fremja.
Tað sigur ikki so lítið um
Janusar rúmligu, eklektisku
stevnu, at hann í royndunum at
fullføra sín setning dugdi at fáa
gagn bæði av formhegni
Jóannesar bónda - hansara orða-
snild - og tí miðilsbundna virki-
num hjá Emil Bruun - hansara
kveikjandi frálæru um
hellenskan anda.
Eitt medvitið
mentunarhugtak
Skyld við Janusar málhugmynd
er hansara mentunarliga hug-
birting ella visjón. Vit møta hesi
hugmynd longu tíðliga í hansara
virki, borna fram í kámari
strikumynd í summum av
hansara yrkingum, meira neyvt
lýsta eitt nú í onkrari røðu.
Í fáum orðum lýst er henda
hugmyndin ein samanrenning
av tí besta og upprunaligasta í
føroyskari mentan - fyrst og
fremst málinum og tí bæði
strangliga stýrda og dionýsiskt
skapandi føroyska dansinum -
og einum modernaðum
mentunarhugtaki, fatandi um
skaldskap, bókmentir, list,
vanliga upplýsing, gransking,
heimspeki.
Henda hugmyndin er greid-
liga humanistisk og mótmateria-
listisk og týðliga kveikt av tí
hellensku mentan, har dentur
varð lagdur á „hitt góða, hitt
vakra og hitt sanna“, og á lýdni
móti gudunum ella við øðrum
orðum tí sansi fyri lutfalli, sum
kundi hjálpa einum menniskja
ella einum samfelag at skáka
sær uttan um nemesis.
Janusar mentunarhugmynd
kemur tíðliga til sjóndar og er frá
byrjan av medvitnari enn hjá
flestu føringum, sum hugsaðu
um slík viðurskiftir. Tað er t.d.
merkisvert, at hann, sum fyrst og
fremst var yrkjari og týðari,
longu í 1913 sóknast eftir, at
føringar fara at íðka tónlist,
málningalist og høggmyndalist.
Tá ið hann ber fram hesa breiðu
listarligu visjón, tykist hann at
vera langt undan síni tíð.
Ein myndarleys ramma
Tað kann sýnast ikki lítið djarvt -
at bera fram tankan um, at ein
tjóð, sum í Janusar ungdómi
taldi lítið meira enn 20.000
menniskju, skuldi kunna fullføra
eitt mál- og mentunarhugtak av
hesum kravmikla slag. Og spurn-
ingurin, ein setir sær, er: Í hvønn
mun var hetta sjón, dreymur ella
upplop, og í hvønn mun hevði
skaldið treysti til, at hugbirtingin
kundi blíva veruleiki?
Spurningurin er fløktur á tann
hátt, at hann bæði hevur
samband við skaldsins viðfødda
lyndi og við royndir at meta um
uttanveltað ella objektiv viður-
skiftir. Í fáum orðum síggja vit
gjøgnum Janusar lív eitt fram-
haldandi pendulsveiggj millum
treysti og mistreysti, kveikjan og
eirindaleysa burturkveistran. So
seint sum í 1945, nakað eftir
kríggið, sigur skaldið í samrøðu
við ein danskan blaðmann:
Færingerne er et Folk, ingen
Nation. Fordi en Nation maa
være en Helhed af kulturel
Selvforsyning, hvad et Folk paa
26.000 Sjæle aldrig kan blive.
Jeg husker Michelsens Ord til
Nordmændene, da Norges For-
fatning blev vedtaget: Se, her
har vi lavet Rammen, nu staar
det til jer at lave Billedet ...
Billedet, ja vi har det maaske,
men vi faar det aldrig passet ind
i en Ramme. Det er for lille, lidt
naivt i Stilen, ikke sandt, men
yndigt ...
Tað er kanska neyðugt at
skoyta uppí her, at ramman í hesi
samanbering merkir tann
suverena politiska stýrisskipanin,
og at málningurin ímyndar
mentunarlívið. Tað, sum Janus
førir fram, er at Føroyar ikki eru
mentunarliga búnar til at blíva
ein statur, tær eru eitt fólk, t.e.
ein samanhópan av menniskjum,
men ikki ein tjóð, t.e. eitt ment-
unarliga búgvið og sjálvbjargið
samfelag.
Frá iva til treysti
Men í Janusar seinastu røðu,
sum hann helt á vári 1948, tá
minnisvarðin fyri Hammers-
haimb varð avdúkaður, er tónin
ein annar. Fyri at gera sær greitt,
hvat týdning henda hending
hevði fyri skaldið, eigur ein at
hava í huga, at her verður tað
andsmenni, sum skapti skrift-
málið, og sum skrivaði nakrar
av teimum fyrstu modernaðu
føroysku prosatekstunum, heiðr-
að við føroyskari høggmynda-
list.
Sostatt umboðaði hendingin
bæði mál- og mentunarhugtakið,
ta málreising, sum Janus hevði
vígt sítt lív til, og ta list í nútíðar
fakliga kravsamari merking,
sum hann 35 ár frammanundan
hevði saknað og eftirlýst. Hetta
er grundin til, at hann í síni talu
leggur dent á, at relieffmyndin
er gjørd úr føroyskum gróti, av
føroyskum listamanni, at hon er
goldin av føroyskum keyp-
manni, og í hana eru meitlað
orð, yrkt av føroyskum yrkjara.
Vit vita, hvussu forhánisligur
Janus kundi vera, tá ið hansara
landsmenn royndu seg í list,
skaldskapi ella politikki. Her
síggja vit hann fegnast um eina
hending, sum umboðar bæði
mál- og mentunarhugtakið.
Orsøkin er tann, at her var talan
um listarliga íðkan, ið hvørki
var „lidt naiv“ ella „yndig“, men
ekta, strong og dygdargóð.
Meira enn tað. Tí henda listin
var hvørki dømi um avbyrging
ella sjálvsnøgd, hon var kosmo-
politisk - bæði Janusar egna
epigrammatiska yrking frá 1909
og navnans stranga reliefflist
sipaðu aftur til klassiska
hellenska list. Hendingin var
føroysk, men speglandi ikki bara
Europa, men sjálva ta euro-
peisku mentunarvøgguna.
Ymiskleikin í hesum báðum
útsagnum er sigandi. Hann er
Janusi so líkur, er sprottin úr
skaldsins tvílyndi. Men hann
hevur samstundis samband við
objektiv viðurskiftir, við eitt
mentunarlív í modernaðari
merking, sum enn trilvar seg
fram á byrjunarstigi. Føringar,
sum í 1945 sambært Janusi vóru
„et Folk, ingen Nation“, eru
hálvtriðja ár seinni sambært
sama manni ein „tjóð, ið nú
krevur at vera rópt hin sætta
norðlandatjóðin“.
Eitt nútíðar mentunarhugtak
Ber tað til, kann ein spyrja, at
gera eina niðurstøðu burtur úr
hesum mótsettu sjónarmiðum?
Eg haldi, tað er gjørligt. Í míni
meting leggi eg ikki bara dent á,
hvat skaldið hevur sagt, yrkt og
skrivað í sínum lívi, men á,
hvussu hansara tilvera hevur
artað seg, og hvat hann hevur
avrikað. Hóast sera vánaligar
peningaligar fyritreytir, hóast
eitt viðføtt, vánaligt bindindi,
hóast alskyns fløkjur og bak-
sláttir av borgarligum slag ber
tað til at siga, at tann mest mið-
vísa strembanin hjá hesum
manni var at gera sítt til at geva
tí føroyska málinum eitt
modernað, kosmopolitiskt flog.
Hvat list í breiðari merking
viðvíkir, haldi eg, ein kann siga,
at Janus kanska var fyrsti før-
ingur, sum - óbeinleiðis - orðaði
eitt føroyskt mentunarligt ella
kanska enntá mentunarpolitiskt
stavnhald: vit saknaðu í Føroy-
um tónlist, málningalist, høgg-
myndalist. Tá ið so ungir føring-
ar 15 ár seinni fóru at skapa eina
list, ið var meira enn bara
„yndig“ ella „lidt naiv“, var
hann har, eggjandi, áhugaður.
At kalla allastaðni, har talent
ella gávur koma til sjóndar,
síggja vit hansara skundmikla,
flakkandi anda. William Heine-
sen, Jørgen-Frantz Jacobsen,
Mikines, Janus Kamban, Chr.
Matras, Karsten Hoydal - hann
kendi teir allar, og fyri teimum
flestu av teimum og mongum
øðrum við stóð hann sum ein - í
sínum persónliga lívi bohem-
kendur - men í síni hugsan savn-
andi miðdepil.
Brúgv millum varsjón
og veruleika
Mín niðurstøða er tann, at Janus
veruliga helt, at hóast føringar
vóru millum heimsins fáment-
astu tjóðir, so bar tað til at
byggja brúgv millum varsjónina
og veruleikan. Hansara mis-
treysti, hansara noktan, hansara
burturkveistrandi hánarorð stóðu
ikki í sannari andsøgn til hesa
áskoðan ella trúgv. Tey kunnu
heldur metast sum eitt slag av
strategi, eitt lið í strembanini
fram ímóti nøkrum, ið um ikki
annað kundi vera ein nærkan at
tí fullkomna og ektaða.
At Janus ikki altíð skapti list,
ið var fullkomin ella ekta, og at
list var til, sum hann ikki hevði
fatan fyri, broytir ikki hesa met-
ing. Hesin maður hugsaði, meira
medvitað og við størri kravsemi
enn kanska nakar annar í
hansara ættarliði, um Føroyar
sum eitt mentunarliga virkið øki,
og hann hevði treysti til, at
henda hugmynd kundi blíva
veruleiki.
Hann var sostatt í samsvar
við tey yngru ættarlið, ið stovn-
aðu eitt nú Studentaskúlan,
Fróðskaparsetrið, Listaskálan og
Musikkskúlan, og hann peikar
fram ímóti tí fjølbroytta
listarliga virksemi, sum er at
síggja í Føroyum í dag.
Johann
Gottfried
Herder
(1744-1803).
Var við til at
kveikja
romantikkina,
sum aftur
var ein av
fyritreyt-
unum fyri
tjóðskapar-
rørsluni.
Jóannes
Patursson
(1866-1948).
Janus var
sum ungur
hugtikin av
hesum
manni, men
hevði eina
tvígilda støðu
til hansara
politisku
stevnu.