leygardagur 18. mars 2000síða 11
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Dánjal Højgaard og Høgni Mohr
Myndir: Jens Kr. Vang
Tað tekur minni enn ein minutt at
ganga millum húsini hjá Jógvani
og handilin hjá Eivindi. Men
politisk eru ljósár millum
teir báðar grannarnar í Oyndar-
firði.
Fyrrverandi bóndin á Grunn-
lendi, 82 ára gamli Jógvan
Høgnesen, hevur altíð verið sann-
førdur sjálvstýrismaður. Og
Loysing móti sambandi
POLARISERING. Jógvan og Eivind í Oyndarfirði eru grannar. Men teir eru
rúkandi ósamdir um stjørnarligu framtíð landsins. Fyri aðru ferð í lívi teirra verður
ein fólkaakvøðu um Føroya framtíð. Men teir báðir politisku mótstøðumennirnir
vænta, at tað fer at bera til at tosa saman aftaná
handilsmaðurin, 72 ár gamli Eiv-
ind Petersen, hevur altíð verið
minst líka sannførdur sambands-
maður.
Um alt gongur sum ætlað skulu
teir báðir grannarnir og politisku
mótstøðumennirnir um stutta tíð á
fólkaatkvøðu, at avgera framtíðar
støðu Føroya. Tá fer annar at
standa eftir sum vinnari og hin
sum tapari.
Jógvan og Eivind er nóg gamlir
til at minnast vrakaðu fólkaat-
kvøðuna í 1946. Bóndin, sum
altíð hevur verið fólkafloksmaður,
valdi loysingina. Og handils-
maðurin, sum tá var ov ungur at
velja, gjørdist sambandsmaður.
Og har standa teir tann dag í
dag.
Dreymur móti ivasemi
Men lat okkum fyrst hoyra hví
Jógvan Høgnesen er loysingar-
maður og Eivind Petersen sam-
bandsmaður.
Jógvan Høgnesen: -Gamli
Gøtutróndur avlegði ein vitnis-
burð til komandi ættir, og hann
ljóðaði soleiðis: Á hesum oyggj-
um skal einki fremmant vald vera.
Tað fólk sum livdi á hesum oyggj-
um skuldi hava fult ræði yvir
oyggjunum.
-Vit føroyingar mugu finna eina
form fyri at liva í hesum landi-
num. Stríðið millum føroyingar er
um landshúsarhaldið í Føroyum;
um at fáa pengar úr Danmark til
mat og drekka. Tað førir til tann
reinasta undirgang. Jú meira pen-
ingur, ið kemur úr Danmark, jú
størri verður neyðin og elendig-
heitin í Føroyum.
Eivind Petersen:-Vit báðir
Jógvan hava altíð verið væl, men
hava kortini trætst um ymiskt,
ikki minst um politikk. Eg
havi verið sambandsmaður og eri
tað enn. Tað haldi eg vera best
fyri Føroyar. Eg dugi ikki at
síggja, at vit fara at klára
okkum einsamallir. Kunnu vit
prógva, at vit kunnu klára okkum,
so er í lagi. Men eg fílist á, at teir
ikki kunnu vísa á,
hvussu vit skulu klára okkum. Eg
haldi, at teir mala bara rundan
um.
„Die Dummheit“
Jógvan Høgnesen slær fast, at
hansara sjálvstýrishugsjón er við-
fødd. Grunnlendismenn hava altíð
verið sannførdir sjálvsstýrismenn.
Stoltur sigur hann frá, at hann
hevur føðingardag 25. apríl -
sjálvan flaggdagin. So tað fekk
ikki verið øðrvísi.
Hví ert tú loysingarmaður og
grannin sambandsmaður?
-Tað er sum týskararnir siga um
Hitler-stýrið. Mann tað ikki vera
„Die Dummheit“. Mann hann ikki
vera býttur, ha? Tí at liva í tí
trúgv, at tú ikki ert førur fyri at
liva í hesum landi, tað er højst
beklagiligt. Man tað ikki vera av
býttheit, ella fyri egnan vinning.
Eivind?! Tað er rímiligt. Øll
fólkapensjónin, sum kemur úr
Danmark, endar í skuffuni hjá
honum.
Men hon endar jú eisini í tíni
skuffu, Jógvan?
-Ja, men eg skal siga tær, at
fólkapensjónin er alt ov høg, og
tað havi eg eisini sagt við politik-
ararnar.
-Alt hetta tvætlið hjá javnaðar-
monnum og sambandsmonnum
um ríkisrættarligu støðuna o.s.fr.
Tað er bara fyri at fáa pengar úr
danska statskassanum. Tað er tað,
sum tað snýr seg um. Skaldið
sigur soleiðis: „Fólkið er í iva
sjúkt, einki álit á egnari megi“.
Tað hevur einki álit á egnari megi.
Tey mugu hava okkurt at stiðja
seg til.
Hevur tað nakað við uppaling
og ættarbond at gera, hetta við,
hvør ið er sambandsmaður og
hvør ið er loysingarmaður?
-Ja, tað kann tað hava. Tað eru
ymisk hús í bygdini, sum hava
verið sjálvstýri og samband. Men
pápi Eivind var sjálvstýrismaður...
Klára okkum ikki
Handilsmaðurin Eivind Petersen
kann ikki reypa av, at hann er av
reinari sambandsrót. Pápin var
sjálvsstýrismaður á yngri
árum, men hálsaði um, um tað
mundið tá ið fólkaatkvøðan var í
1946. Um hann gjørdist sam-
bandsmaður, veit Eivind ikki.
Men loysingarmaður var hann ið
hvussu so er ikki.
-Ja, grunnlendismenn hava altíð
verið sjálvstýrismenn, staðfestir
Eivind, sum kortini ikki heldur, at
tað eina og aleina er familja sum
skapar ein sambandsmann:
- Nei, tað haldi eg ikki. Eg dugi
at síggja, at vit klára okkum ikki
sjálvir um vit fáa tvey ring fiskiár.
Jørðina uppi á landi ber ikki
til at snakka um.
-Høvdu teir víst okkum ítøki-
liga, at vit kunnu klára okkum.
Men vit hoyra ikki eitt orð um
tað. Um teir kundu sett stats-
stuðulin inn á bók, so var í lagi.
Men teir brúka hvørt oyra. Og
ikki er so frægt, at teir kunnu
halda sjúkrahúsini í lagi, ha? Fyri
stuttum varð neyðugt at seta í
verk innsavning fyri ein skannara
til Landssjúkrahúsið. Og sjúkra-
húsið í Klaksvík; tað eigur ikki
eina kuvøsu. Kuvøsubørn í
Klaksvík munnu flytast til Havn-
ar, ha. So kunnu vit ikki snakka
um at klára okkum sjálvar...
Ólíkir spádómar
Spurningurin føroyingar seta sær í
hesum tíðum er hvønn týdning tað
fær fyri land og fólk, um Føroyar
gerast fullveldisríki. Eivind og
Jógvan eru rúkandi ósamdir um
avleiðingarnar av einum tílikum
stigi
Eivind Petersen: - Tað verður
ein ólukka. Tað vænti eg. Sum er,
verður tað ein ólukka. Tað verður
ein stórur
niðurskurður hjá fólki.
-Tey flestu siga, at tey ikki
høvdu klárað tað. Vit hava jú bara
fiskin at liva av. Og ring fiskiár
koma fyri. Tað taka teir ikki
hædd fyri; teimum ringu árunum!
Teir snakka bara um hesi góðu
árini.
Jógvan Høgnesen: - Tað var
sum Apostulin Paulus segði um
seg sjálvan; at hann hevði ikki
móttikið nakað frá nøkrum.
Tað, sum likam hansara hevði
notið, høvdu hendur hansara ar-
beitt fyri. Vit koma at liva betri.
Vit koma niður á eitt sovorið
stig, at vit kunnu liva sum fólk.
Sum nú gongur tað av hundan og
til. Vit koma at liva betri sum
fólk. Vit vera eydnusamir.
Tí, sum skriftin sigur, tá ið mann
hevur nokk fyri munnin hvønn
dag, skal mann takka Guði fyri
lívið.
Rættir føroyingar
Í kjakinum um fullveldið hevur
verið tosa um hvør ið er rættur
føroyingum. Spurt hevur verið um
sambandsmenn eru eins
góðir føroyingar sum loysingar-
menn, tí at teir vilja vera saman
við Danmark.
Jógvan Høgnesen: -Jú, tað eru
teir - fyri ein part. Burtursæð frá,
at teir vilja ikki hava ræði á teirra
egna landi. Tað var tað, sum tey
fyrr í tíðini róptu uppgávufólk.
Tað vóru tey, sum góðu seg upp
til ein annan. Sambandsmenn
hava ikki =-sum skaldið sigur –
álit á egnari megi. Eg veit onga
betri forkláring.
Eivind Petersen: - Betri! Eg
sigi bara fyri meg, at eg haldi meg
vera betri við Føroyar enn nógvir
tjóðveldismenn. Eg
eri góður við Føroyar.
-Eg veit ikki um teir eru so
góðir við landið. Eg kann geva
tær eitt lítið dømi. Fyri nøkrum
árum síðan vóru tveir ídnir tjóð-
veldismenn her. Teir fóru til Dan-
markar at ferðast við familjuni.
Teir fóru við Churchill, tí tað var
100 krónur bíligari enn við
Norrønu. Eg og konan fóru við
Norrønu fyri at stiðja tað før-
oyska. Bart út. Høvdu teir verið
so góðir við Føroyar, so høvdu
teir stiðja alt í Føroyum.
Hvør er so munurin á einum
sambandsmanni og einum loys-
ingarsinnaðum?
- Ongin í gerandisdegnum.
Moralurin er hin sami. Men skal
eg vera púra erligur, so haldi eg,
at tað sum tjóðveldismenn siga, er
tann beri orðavavstur. Onki ann-
að. Eg sakni gerð fyri orð.
Eingin illstøða
Hóast teir eru rúkandi ósamdir um
framtíðastøðu Føroya, so hevur
illstøða kortini ikki verið millum
teir báðar grannarnar í Oyndar-
firði av hesum. Tað ber væl til at
vera ósamdur um politisk stórmál
sum fullveldið og kortini vera
góðir grannar, halda teir.
Jógvan Høgnesen: -Ja, ja, tað
ber væl til. Eg skal siga tær tað,
vit taka tað ikki so tungt. Tað er
so deiligt at hava fleiri
meiningar um hesi ymisku tingini.
Aðrastaðni skjóta fólk hvønn
annan av tjóðskaparligum áðum.
Kundi tað hent hjá okkum?
-Nei, sovorðið fer ongantíð at
henda í Føroyum. Vit eru nógv
meira avbalanserað. Vit eru meira
kultiverað fólk. Hevur tú við ein
sjálvstýrismann og ein sambands-
mann at gera, so er tað politiska
eingin forðing av nøkrum slagi.
Tað kemur ikki uppá tal. Tá ið
prátið er av er alt sum áðrenn.
Eivind Petersen: - Ja, tað ber
væl til at vera ósamdir og kortini
góðir grannar. Vit hava hvør sína
meining, men vit merkja ikki so
nógv til tað. Skal politikkur koma
upp í millum fólk, so hava fólk
skeiva hugsan. Og eg havi ikki
sæð fíggindaskap av politikki her
í bygdini.
- Her vóru tvey gomul hjún.
Tey fóru á val, arm í arm. Annað
valdi sambandið og hitt sjálv-
stýrið.
Einki nýtt Balkan
Eru allir føroyingar sum Jógvan
Høgnesen og Eivind Petersen í
Oyndarfirði er eingin vandi fyri,
at ósemjan í fullveldismálinum
endar í harðligum fíggindaskapi,
ið minnir um skilið á Balkan ella í
Norðurírlandi. Sambandsmaðurin
og loysingarmaðurin eru sann-
førdir um at taparar og vinnarar
fara at kunna semjast eftir eina
eina fólkaatkvøðu.
Jógvan Høgnesen: -Tað fer
ikki at bila. Føroyingar eru stórir
individualistar. Teir hugsa um seg
sjálvan fyrst og fremst.
Sambandið millum Føroyar og
Danmark snýr seg um millión-
irnar, sum vit fáa úr Danmark. At
geva avkall upp á hettar her,
tað er ógvuliga hættisligt.
Hvussu fer tað at ávirka tíni
viðuskifti við grannan, um úrslitið
av eini fólkaatkvøðu gongur ímóti
tínum ynskjum?
-Ja, tað blívur ógvuliga keði-
ligt.Vit standa við eitt vegamót,
og at taka málið upp aftur verður
trupult.
Fert tú at bera agg til sam-
ríkismenninar, um so er, at teir
vinna?
-Nei, tað hevði eg ikki gjørt. Tí
tað er so nógv, sum hendir úti í
verðini. Vit hava havt tveir verð-
aldarbardagar, men kortini hava
fólkasløgini duga at kjakast
saman aftaná. Og soleiðis hevði
tað ivaleyst eisini verið her hjá
okkum. Jú, tað verður lætt at
sættast. Tú noyðist at góðtaka tað,
sum meiriluti er fyri. Men hví
skal tað fara at ganga ímóti sjálvs-
stýrisrákinum, vit hava jú meirluta
á tingi fyri fullveldinum.
Var nakað agg ella fígginda-
skapur millum fólk eftir fólka-
atkvøðuna í ´46?
-Nei. Ikki tað mista. Fólk
góðtóku støðuna sum hon var. Tað
var ikki heilt kolldømt kortini. Vit
fingu heimastýrislógina, og tað
var so frægari enn Færø Amt.
Dimmalætting gavst við at vera
amtsblað, og Færø Amts Spare-
kasse bleiv til Føroya Sparikassa.
-Vit livdu víðari. Fólk eru ikki
so ovurhonds áhugaði í politikki.
So hevur dagligdagurin størri
áhuga. Tað vil siga, hvussu tað
gongur í gerandisdegnum. Hevur
ein bátur verið á útróðri? Hvussu
nógv hevur hann fiskað og aðrar
smáligheitir, sum hoyra til hetta
lívið.
Eivind Petersen:- Tað vænti eg
verður lætt. Sum í 1946, fara
menn at stinga hvønn annan eitt
sindur, men fíggindaskapur verður
ongin.
Hvussu fer tað at ávirka teg, um
ólkaatkvøðan gongur ímóti tíni
sambandshugsjón,?
-So má mann royna at liva við
tí. Meirilutin ræður. Tú mást
boyggja teg fyri meirilutanum. Og
hóast kanska tepur, so er ein
meiriluti ein meiriluti. Antin má
mann liva við tí, ella má mann
rýma. Og eg rými so ikki.
Navn: Jógvan Høgnesen
Bústaður: Oyndarfjørður
Føddur: 1918
Gamal drongur
Fyrrverandi bóndi á Grunn-
lendi í Oyndarfirði
Hevur altíð valt Fólkaflokk-
in
Loysingarmaðurin
Navn: Eivind Petersen
Bústaður: Oyndarfjørður
Føddur: 1928
Giftur og eigur fimm børn
Eigur handilin, E.J. Petersen,
í Oyndarfirði.
Hevur verið handilsmaður í 58
ár, tey 40 sjálvstøðugur.
Hevur altíð valt Sambands-
flokkin
Sambandsmaðurin
’’
»Somu politikarar sum vilja loysa,
tosa um at leggja kommunur saman,
tí eindirnar eru ov smáar. Tað er
løgið. So máttu teir hildið tað sama
um lond, ha?«
Eivind Petersen,
sambandsmaður
Tú ert góður við títt land?
-Ja, tað eri eg. Tað er vist. Og
eg verið líka góður við tað tá.
Verður ikki neyðugt at
samstarva betur í framtíðini?
-Eg veit ikki. Somu politikarar,
sum vilja loysa, tosa um at leggja
kommunurnar saman, tí tað ikki
ber til at liva i so smáum eindum.
Tað er løgið. So máttu teir hildið
tað sama um lond, ikki so?
Ber til at fáa føroyingar at
arbeiða betur saman?
-Tað dugi eg ikki at skoða. Men
eitt veit eg, at øvundsjúkan er
stór. Gongur einum væl, so verður
tað honum øvundað. Men aftur til
spurningin. Eg haldi, at tað er gott
at vit kunnu hava ymiskar mein-
ingar...Tað er eitt pluss fyri landið,
at vit kunnu velja, sum vit vilja.
’’
»Onkur so frægur heili mátti tó verið
í Danmark, sum dugdi at síggja tað
tápuliga í hesum.«
Jógvan Høgnesen, loysingarmaður