leygardagur 18. mars 2000síða 12
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 55 – 18. mars 2000
Amundsen í læru hjá eskimoum
RANNSÓKNARFERÐIR. Annar partur um ferðina hjá Amundsen 1904-6 við skipi norður um Ameriku, har upp-
runafólkið, sum hann hevði stóra virðing fyri, lærdi hann, hvussu hann skuldi bera seg at í kuldanum. Ein lærdómur,
sum kom honum væl við seinni
Eftir Jústinus
Leivsson Eidesgaard
Í seinasta 2´ara greiddu vit frá
fyrsta parti av ferðini hjá
Amundsen við „Gjøu“, ið var
fyrsta skip í heiminum, sum
sigldi norður um Ameriku. Tá
teir vórðu komnir hálvan veg
og vóru staddir við King
Williams Land í Kanada,
drógu teir á bæði, um teir nú
skuldu leggja stilt fyri veturin,
ella um teir skuldu leggja leið-
ina vestureftir. Amundsen
hevði longu lært, at ein kann-
ingarferð hevði einki virði í
manna eygum, hevði hon ikki
eitt vísundaligt endamál. Og
vísundaliga endamálið við ferð
Amundsens var, at finna fram
til um magnetpólurin hevði
flutt seg, síðan Ross var á leið-
ini í 1831. 9. september 1904
varð skipið lagt fyri teym í
Gjøahavn, sum teir kallaðu
lítlu kyrru víkina, teir høvdu
funnið. Enn var ongin ísur at
síggja. 1. oktober byrjaði
sjógvurin at frysta og 3. okt-
ober vóru teir fastir í ísinum.
Næstu vikurnar vóru friða-
ligar, men so hendi nakað.
Hósdagin tann 29. oktober fór
Amundsen sum vanligt upp á
dekkið klokkan hálvgum níggju
um morgunin. Við tað sama sá
eg ein fylgi, sum eg í fyrstuni
helt vera eitt fylgi av reinsdjór-
um. Seinni vísti hetta seg at
verða fólk, teir fyrstu eskimo-
raranir, uppruna fólki í Norður-
kanada.
Amundsen var eitt sindur
ivasamur og visti ikki rættuliga,
hvat hann skuldi halda. Hann
hevði hoyrt, at vanliga so vóru
eskimoar fryntlig fólk, men at
teir eisini kundu gerast eitt sind-
ur keðiligir. Fyrsti fundurin
mátti ganga rætt fyri seg.
„Eg gjørdi meg tilreiðar og
bað Lund og Hansen um at
fylgja mær. Allir bóru vit byrsu.
Tá vit fóru av skipinum, eg
fremst og teir báðir eitt sindur
aftanfyri og allir við byrsu á
herðunum, vóru eskimoararnir
longu komnir oman á ísin. Vit
nærkaðust skjótt. Eskimoararnir
vóru fimm í tali og teir komu í
móti okkum, meðan teir allir
gingu við síðuna av hvørjum
øðrum. Utta at sýna nakran ótta
komu teir nærri og eini hundrað
metrar frá skipinum hittust vit.“
At norðmenninir vóru vápn-
aðir vísti seg at vera óneyðugt,
ella kanska sera fyribyrgjandi.
„Tað var, sum at vit hittu
gamlar vinir. Teir góvu heilsaðu
okkum vinarliga við at strúka
okkum eftir bringuni og søgdu:
„Minaktumi“. Vit gjørdu tað
sama og vinarlagið varð knýtt.“
Amundsen hevði vónað, at
hann fór at hitta eskimoar. Hesir
løgnu brúnu menn við skeivum
„Gjøða verður her sleipað inn í Sanfrancisco við Kyrrahavsstrondina hjá USA, har ferðin endaði
Netsilikeskimoar vitja „Gjøu“ í 1904.
Nr. 55 – 18. mars 2000
23
eygum og langum samanfløktum
hári niður á herðarnar, vóru í
skinnklæðum, tilevnaðar úr
reinsdjórahúðum, so at teir næst-
an líktust djórum. Teir vóru av
netsilikættarbólkinum, sum er
tann minst kendi og mest av-
byrgdi í Kanada. Teirra forfedrar
høvdu hitt pólfarar í seinastu
øld, men hesir høvdu ongantíð
hitt ein hvítan mann áður. Fyri
ein fólkalívsfrøðing var hetta eitt
dreymaland.
Lív í dagbøkurnar
Nú kom rættuliga lív í dagbøk-
urnar hjá manningini á „Gjøu“
og serliga í dagbókina hjá
Amundsen. Hann ger ikki so
nógv burturúr at skriva um seg
sjálvan og manningina, men tá
hann skrivar um eskimoararnar,
so skrivar hann við lív og sál og
leggur kenslur í. Tað tykist, at
Amundsen er sera dugnaligur at
knýta vinarbond við uppruna-
fólk.
Umborð hevði hann tvær
eskimoiskar orðabøkur, og við
hesum royndi hann at tosa við
eskimoararnar. Teir sluppu at
gista í lastini á „Gjøu“ og dagin
eftir fóru teir aftur til hús. Teir
komu aftur og triðju ferð fór
Amundsen við teimum. Hann
vildi síggja, hvussu teir búðu
Tá teir høvdu gingið í einar
sjey tímar, so komu teir til bygd-
ina. Her lógu nakrar fáar igloir,
tað eru kavahús, í kavanum.
Bygdin lá við eitt fryst vatn í
einum dali, við lágum bakka-
lendi kring. Bygdafólkið tyrptist
saman at síggja hendan „kabl-
una“, ið merkir hvítur maður á
eskimoiskum.
„Tað var ein undrunnarverd
sjón, nú eg minni meg á, og eg
við ongantíð gloyma hesa sjón. Í
kavaoyðuni stóð eg umgyrdur av
einum flokki av villum fólkum,
sum róptu og skríggjaðu í holið
á hvørjum øðrum, hugdu meg í
andlitið, hálaðu í mín búna,
struku og kíndu mær. Ljósið
gjøgnum ísgluggarnar í smátt-
unum rann saman við tað bleik-
grøna ljósið í vestri frá tí
doyggjandi degnum.“
Amundsen var einsa-mallur á
hesi ferð og hann var ikki vápn-
aður, og sjálvt um tað seinni
vísti seg, at larmandi vertsfólk-
ini vil honum bara gott, so var
tað djarvt av Amundsen.
Amundsen hevði við vilja givið
seg í hendurnar á hesum ókenda
fólki, fyri at vinna teirra állit.
Gisti í igloo
Amundsen gisti í einari iglo
saman við tveimum familjum,
sum búðu har. Dagin eftir fór
hann aftur til skipið og tríggir
eskimoar fylgdu honum. Teir
tøssaðu gjøgnum kavan, uttan at
nýta kavaskógvar og Amund-
sen hevði ilt við at fylgja teim-
um, sjálvt um hann stóð á skíð
og hevði tveir stavar og kavin
var passaligur.
Hetta var fyrstu ferð, at
Amundsen hitti eskimoar. Hann
hevði gruna áður, men nú var
hann sann-førdur um, at ongin
dugdi betri at fóta sær kring
pólin, enn júst eskimoar. Hann
samanbar eisini teltið við igloi-
na og helt, at igloin var mun-
andi betri og hugnaligari.
Amundsen hevði fingið tað
hann leitaðir eftir, tá hann vitj-
aðu eskimoararnar. Vinarbond
vóru knýtt. Nú hendi tað seg
javnan, at eskimoar koma á
vitjan umborð á skipinum. Teir
vildu selja og keypa og Amund-
sen var íðin at tingast við teir.
Í byrjannini var endamálið
við samskiftinum hjá Amundsen
við eskimoararnar fyrst og
fremst ynskið um at læra teirra
kynstur. Bæði Nansen, Astrup
og dr. Frederik Cook høvdu lært
hann, at ein kundi læra rættuliga
nógv av upprunafólkinum í
póllondunum. Og hann var
samdur við ráðgevum sínum.
Siviliseraði heimurin hevði ikki
einkarrætt upp á vitan, tú kundi
læra nógv av upprunafólki.
Steinaldarfólk
Netsilikeskimoararnir livdu
framvegis sum steinaldarfólk, tá
Amundsen vitjaði tey í 1904.
Teirra vápn eru bogi og ørvur
og teir gera grýtur úr fitisteini.
Teir fáa eld við at gnýggja tvey
turr sprek saman. Hóast hesi
fólk vóru aftarlaga, samanmett
við menningina, sum evropearin
hevði uppliva seinastu øldirnar,
so kundi lærast nógv av teim-
um. Hesi fólk høvdu gjøgnum
túsund av árum laga seg til
umstøðurnar í køldu londunum
og á teirra øki vóru tey ser-
frøðingar. Tey høvdu enn ikki
verið í samband við sivilisa-
tiónina og teirra vitan var ikki
ávirkað av nøkrum øðrum ment-
anum. Amundsen var greiðir
yvir hetta, og hann avgjørdi at
hesi fólk skuldu læra hann at
standa seg í kuldanum. Sjálvt
um hann longu hevði nýtt tíggju
ár, at útbúgva seg sum pólfari,
so ásannaði hann, at enn var
nógv sum hann ikki hevði lært,
tað var nógv sum hann kundi
gera betri.
Í fyrstuni galt um hjá Amund-
sen at læra hvussu netsilikeski-
moararnir kláraru seg í hesum
oydna og berliga landi. Tó skjótt
fekk hann eisini áhuga fyri teirra
mentan. Hann hevði viðfødd
evnir at gera hetta arbeiði. Hann
byrjaði at skriva niður hvussu
teir livdu. Amundsen var ikki
útbúgvin fólkalívsfrøðingur, men
hann arbeiddi júst sum ein. Hann
hevði serlig evnir, tá tað snúði
seg um at seta seg inn í
hugsunnarháttin hjá hesum fólki.
Hann var tann fyrsti sum
skrásetti mentanina hjá
netsilikeskimounum og savnaði
lutir saman. Ikki fyrr enn fleiri
ættarlið seinni er ásannað,
hvussu virðismikið hetta arbeiði
hjá Amundsen er.
Flytir inn
Jóladag fekk „Gjøa“ vitjan av
einum netsilik, hann var um
fimti ára gamal. Hann kallaðist
Teraiu. Hann var í ringum hýri
og greiddi frá, at ættarbólkurin
var rýmdur frá honum, konuni
og einum barni. Tey høvdu ong-
an mat og nú um veturin var ikki
møguligt at fáa nakran mat.
Reinsdjórini rýmdu longu í okt-
ober og kópurin kom ikki aftur
fyrr enn í februar ella mars. Utt-
an teirra hjálp vildu tey doyggja
í hungri.
Amundsen sá beinan-vegin, at
her var høvi í frið og náðum at
læra seg málið og hvussu eski-
moararnir livdu. Teraiu fekk boð
um, at hann kundi búgva nær-
hendis skipinum. Teir góvu
honum mat og brennievni. Bæði
hann og konan Kaiogoloo fóru at
ganga teimum til handa umborð
á „Gjøu“.
Men Teraiu var ikki bara
húskallur og mállærari. Hann var
eisini sera dugnaligur at byggja
igloir, sum ikki eru annað enn
rund kavahús. Tey eru tó ikki
løtt at byggja. Hann lærdi
Amundsen hvussu ein byggir
við tí tilfari, sum er á staðnum,
nakað sum er grundleggjandi,
skal tú koma undan í oyðuni.
Í reinsdjórabúna
Amundsen hevði ikki ligið á
løtu síðuni. Umframt at hava
savnað nógvar lutir saman, sum
søgdu frá mentanini hjá
eskimounum, hevði hann keypt
eina rúgvu av skinn-búnum, sum
hann skuldi nýta til seinni
kanningar-ferðir.
Tá hann fyrstu ferð hevði
verið í einum slíkum búna
skrivaði hann í dag-bókina;
„Bæði tann ytra og tann
innara anorakkin hongur leyst
uttan á brókunum og sostatt
sleppir luft altíð at kroppinum.
Undirbuksirnar og buksurnar
verða hildnar uppi við einum
bandi um miðjuna. Tær hanga
víðar niður um knøini og uttaná
kamikkinum, tað eru styvlarnir.
Búnin er frálíkur og hetta er
einasti máti at vera í skinnklæð-
um og ikki sveitta. Eg kann røra
meg sum eg vil, eri heitur og
ongantíð sveittur.“
Tað er ikki vanligt at hugsa
sum Amundsen. Tað finnast fá
framkomin fólk, sjálvt á okkara
døgum, sum duga at innliva seg
í mentannina hjá einum øðrum
fólki, uttan sjálvi at vilja gera
hesa betri. Amundsen hevði
rætta lyndið og var nóg eyð-
mjúkur at taka við læru frá
øllum, sum høvdu nakað hann
ikki dugdi. Tað kann gott vera,
at eskimoar eru skittligir, pilka
nøs og hava løgnar siðir, men tá
tað snýr seg um at koma undan í
póllondunum, so vóru teir nógv
dugnaligari enn framkomin fólk.
Amundsen skilti, at kynst-urin
hjá eskimounum bygdi á
herðunum á fleiri túsund ára
mentan.
Amundsen fataði eisini skjótt
hvat var týdningar-mikið, tá tú
skuldi klæða teg í kuldanum.
Tað er lættari at laga seg til
kulda enn hita, tí fólk nýtast bert
eitt passaligt bjálvandi lag fyri at
halda hitan, meðan niðurkøling
er munandi torførari. Bjálvingin
fæst við at luft er millum kropp
og klæði, tí luft er vána-ligur
hitaleiðari. Tá búnin hongur
leysur á kropp-inum, so er eisini
pláss fyri luft. Men luftin má
ikki standa still, tí so tornar
sveittin ikki. Slepp-ir tú ikki av
við sveittan, so gerast klæðini
vát og har kuldin er nógvur
merkir hetta, at klæðini fyrsta og
so bjálva tey ikki meira. Júst
hetta við sveittanum er ein av
or-søkunum til, at eskimoar
vanliga ikki skunda sær og av
vesturlendingum verður hetta
ofta misskilt, at teir eru dovnir.
Eskimoararnir skiltu hesar
grundreglur. Týd-ningarmesta
plaggið hjá teimum var ein
anorakk ella ein parka, ein
stórur jakki úr skinni við hettu,
sum vardi høvur og anlit móti
vindi og kulda.
Tað vísti seg, at júst
netsilikeskimoararnir kundu
læra Amundsen, at finna rætta
búnan til sínar kanningarferðir.
Teir nýttu reinsdjóraskinn, sum
er lætt og bleytt. Teirra klæðir
vóru vælegnað til at flyta seg
skjótt yvir langar leiðir, og vóru
tí júst tey, sum ein á skíðum
hevði tørv á.
Amundsen
avmyndaður
saman við
Teraiu,
Kaiogolo og
barni teirra
Amundsen á hundasletu í fyrstu royndini at finna magnetiska pálin. Amundsen var tann fyrsti sum prógvaði, at magnetpólarnir fluttu seg.