Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-03-18, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 18. mars 2000síða 13

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 tíðindablaðið sosialurin Nr. 55 - 18. mars 2000 post@sosialurin.fo Telefon: 311820 Fax: 314720 E-mail: post@sosialurin.fo 24 Nr. 55 – 18. mars 2000 Subject: Teldubræv Date: Wed 15. Mar. 2000 To: post@sosialurin.fo From: birgir@mail.tele.dk Reply to: birgir@mail.tele.dk ”En ristet med det hele” sigur hann og skutrar sær í hvassa mótljósinum. Teir tosa um fótboltsdystin herfyri og geva sangbrøðrunum Olsen besta viðmæli. Út- varpslurtið stendur frá og spælir Sound of Silence. Vit eru í fólksins templi, undir opnum hválvi á miðjum rádhústorgi. To the neon God they bowed and prayed, syngja teir báðir Símun og Gorfuglurin, meðan pylsuroykurin stendur um næs- arnar. ”Den har eddermanemig et godt knæk” sigur vælnøgdi pylsukundin. Innan eg verið avgreiddur, sigur útvarps- lurtið frá um djóralæknar, sum í síðstu viku høvdu skeið í Keypmannahavn, har evnið var matur og trygd. Undir heitinum ”Fødevaresikkerhed - fra jord til bord” varð kjakast um mateitran. Ongantíð ádur hevur ræðslan fyri mat- eitran verið so stór sum nú. Alt, tú etur, tykist vandamikið. Pylsur, ostur, egg og sanniliga eisini neytakjøt. Miðlarnir hava lopið slíkan hvøkk á fólk, at tey gloyma bæði ferðslu, morð og krabba. Nú er tað bert neytaøði. Hin minst vánaliga avísin, Eina steikta við øllum! Informatión, leggur seg út í kjakið og upplýsir turrisliga, at hvørt ár doyggja hálvt sætta hundrað danir í ferðsluni, trýhundrað verða myrdir og aðrir hundrað doyggja av húðkrabba. Niðurstødan hjá blaðnum er, at so mangir sum 0,027 danir eiga av røttum at kenna seg hóttan, tá umrædur neytaøði. Men nýggi ráðharrin í mati, Ritt Bjerregård, letur samstundis øll vita, at reyðar pylsur tekur hon ikki í sín mun. ”Vit mugu vita hvat tað er, vit eta. Tað hava vit krav uppá” eru fyrstu orð hennara sum ráðharri í mati á donsk- um borði. Eisini Samvirke tekur evnið upp og skrivar um ”uønskede stoffer i maden”. Fyri tveimum árum síðani hevur matvøru- málaráðið hjá Henrik Dam Kristensen sett orð á borðið. Í áliti nummar 1367 hava tey etið og skrivað seg ígjøgnum danskan borðið og skotið upp at stovna eitt Mål- tidets Hus. Á alnótini er ein, sum vil verða vid, at besta ríkispylsan fæst í Silkeborg. Og mitt í hesum pylsutosi fyllir hin gitn- asta og danskasta av øllum býarmyndun runt. Hana, vit kenna av torgum og stræ- tum, og sum óveðursnætur, tá hýruvognur ikki fæst, hevur lívgað mangan ótolnan føroyskan góma. Tad er pylsuvognurin. Hesin rullandi danski fólkakøkur við tí tølandi anganum og fryntligu fólkunum, sum altíð vita eina góða. Meðan vindurin blæsur. In narrow streets of cobblestone, I’ve come to talk with you again. Liðin eru júst 80 ár síðani fyrsti pylsu- vognurin lat upp í Keypmannahavn. Í dag eru teir 92. Harafturat teljast teir handlar og bensinstøðir, sum eisini steikja og selja pylsur. So ongum nýtist at ganga svangur í Keypmannahavn, hevur tú eitt oyra og hug til pylsu. Fleiri enn hálvthundrað standa á bíðilista at sleppa at selja pylsur, sigur kommunudeildin, sum nevnist Vej og Park. Her verða øll pylsuloyvi umsitin. Serliga eru tad fólk, ið ikki kunnu røkja eitt vanligt starv, ið fáa loyvið at selja pylsur á almennum støðum, verdur sagt. Kanska er tað júst hetta frábrigdi, ið ger tað so stuttligt og fróðligt at tosa vid menn og kvinnur, ið selja pylsur undir neon- ljósunum í Keypmannahavn. Á veg inn í stórbyarbúkin. Ella útaftur. Ein millum- støð millum heim og by. In restless dreams I walked alone. Fært tú pylsuloyvi, verður byrjað í útjað- araøkjunum og so hvørt árini ganga kem- ur tú innar á glitrandi torgini at selja. Ein sjón fyri gudar er tad, tá pylsumaðurin bríkslandi fer dragandi gjøgnum gøtuna vid vogninum aftaná. Sjálvt ikki balstyrnu hýruvognsførararnir órógvast, tá pylsu- vognurin glintandi kemur á teirra leið. Tí pylsuvognurin er eitt friðhalgad tempul, antin tað rullar ella stendur í høgættar- stormi á Ráðhúsplássinum. Í áttati ár. ”Jú, alt til, uttan leyk, ráan altso” svari eg honum aftur, meðan eg tyggi norð- lýsið. ”Remo?” ”Ja, eisini remo.” Birgir Kruse Keypmannahavn FJØLMIÐLAR. Fleiri enn 4000 fólk gingu í vikuni kravgongu í ungarska høvuðsstaðnum Buda- pest, tí tey krevja størri pressu- frælsi. Kravgongan var vend móti for- sætisráðharranum, Viktor Orban, sum saman við síni høgrastjórn hevur alsamt størri eftirlit við al- mennu fjølmiðlunum. Ungarn helt mikudagin dagin fyri kollveltingini í 1848, sum gjørdi enda á Habsburg-imperi- num. Fyrsta gerðin hjá kollvelt- ingini var at beina fyri fjølmiðla- sensurinum. - Stjórnin hjá Orban ger krøvini hjá kollveltingini fyri 152 árum síðani aktuell aftur, segði Jozsef Tobias, sum var ein av fyriskip- arunum av kravgonguni. Andstøðuflokkar, borgarabólkar og Altjóða Fjølmiðlastovnurin í Ungarn hava funnist at stjórnini hjá Orban, sum hevur sett á stovn ein almennan stovn, sum skal hava eftirlit við fjølmiðlunum. Fólkini, sum arbeiða við hesum eftirlitið, eru øll kosin av stjórnini. Sambært lógini skal hetta eftirlit verða mannað við umboðum fyri bæði stjórnina og andstøðuna, og tað verður funnist at, at stjórnin ikki virðir hetta, men letur síni egnu fólk hava eftirlit við fjøl- miðlunum. TÓNLEIKUR. Tað er ikki óhugsandi, at danski barnabólkurin Creamy kemur aftur til Føroya í hesum árinum. Eftir serstakliga væl eydnaðu kon- sertirnar í Føroyum í síðsta mánaði, hava umboðs- fólkini hjá Creamy fingið fleiri fyrispurningar úr Føroyum. Creamy hevur nógvar konsertir á skránni fram til summarferiuna, og tí verður tað ikki komandi mánaðirnar, at tær báðar genturnar koma aftur Creamy aftur til Føroya hendan vegin at halda konsert. Men í sambandi við, at bólkurin helst fer at geva eina nýggja fløgu út í heyst, kann tað koma upp á tal, at føroyska Rannvá og danska Rebekka koma aftur til Føroya at halda konsertir. Tá Creamy hevði sínar konsertir í Havn og Runavík í síðsta mánaði vóru næstan 4000 fólk á konsert, og øll vóru sera væl nøgd við framførsluna. Poppbólkurin Creamy hevði tvær frálíkar framførslur í Føroyum í síðsta mánaði FORNFRØÐI. Eitt lið av pólsk- um fornfrøðingum hevur funnið slóðir eftir ein horvnan bý í Sudan. Hesin býur sigst stava frá tíðini 1580 til 1085 fyri Kristi føðing. Professarin Bogdan Zurawskis og hansara fólk komu fyri tveim- um vikum síðani fram á eitt temp- ul, sum rakk næstan 500 metrar fram við Nilánni. Fornfrøðingar- nir funnu síðani eitt annað væl varðveitt tempul nærindis. Tí halda hesi fólk, at talan er um ein stóran, gamlan bý, sum antin var heilagur ella nýttur til at jarða fólk. Fyrsta templið var funnið av óvart, tá professarin var farin til eina lítla bygd at fáa vatn. Templ- ini sigast at vera í betri standi enn tey húsini, sum fólkini á staðnum búgva í. Horvin býur TAXA. Enskir granskarar eru komnir fram til, at tann parturin av heilanum, sum verður róptur hippocampus, er forstørraður hjá hýruvognsførarum. Hetta veit BBC at siga. Granskarar hava skannað heil- arnar hjá nógvum enskum hýru- vognsførarum, og sambært hesum kanningum er hippocampus hjá hýruvognsførarum størri enn hjá vanligum fólki. Orsøkin til hetta er tann nógva koyringin, sum hev- ur við sær, at hýrvognsførararnir skulu stýra og navigera nógv. Fuglar og onnur djór brúka júst hippocampus til at navigering. Heilin veksur Krevja størri pressufrælsi í Ungarn 8. mars fingu Carol og Poul Joensen, Southamp- ton, England, ein son. Hann vigaði 3490 gr. 10. mars fingu Randi og Dánjal Jákup Hammer, Eiði, ein son. Hann var 55 cm. langur og vigaði 4250 gr. 12. mars fingu Elisabeth og Jóhan Martin Jacob- sen, Tórshavn, ein son. Hann var 51 cm. langur og vigaði 3140 gr. FØÐINGAR KIRKJUR & SAMKOMUR Føstugudstænastur Sunnudagin 19. mars Sandavágur: kl. 18, Jónsvein Bech Kvívík: kl. 17, urguleikari: Mikael Heinesen Funningsfjørður: kl. 19, Elduvík: kl. 20.15, Emil Olsen 2. sunnudag í føstu Havnar kirkja: kl. 11, altarg., skriftamál kl. 10.40, Sonja Klein Vesturkirkjan: kl. 11, Heri Joensen Hvítanes: kl. 11, Bjarni Bæk Haldarsvík: kl. 12, altarg., Marjun Bæk Kollafjørður: kl. 12, Martin R. Jacobsen Kvívík: kl. 12, Uni Næs Christianskirkjan: kl. 11, altarg., Niels P. Danielsen Norðskála: kl. 12, Bergur D. Joensen Gjógv: kl. 12, messa, Funningur: kl. 17, messa, Emil Olsen Hov: kl. 12, Elsa Funding Sandavágur: kl. 12, David Johannesen Sjóvar kirkja, kl. 12, Jógvan Fríðriksson Æðuvík: kl. 11, Jónsvein Bech Hattarvík: kl. 12, altarg., Kirkja: kl. 17, altarg., Meinhard Bjartalíð Dalur: kl. 12, Skúvoy: kl. 18, altarg., Jákup R. Hansen Haraldssund: kl. 12, Hans Eiler Hammer Sandvík: kl. 11, Hvalba: kl. 12.30, Ólavur Rasmussen Í Vestmanna gongur talvan fyri Kirkjuligu Heima- missiónina Frá Ebenezer Ungdómssamfelagsmøtini halda á fram í dag og sunnu- dagin við hesum evnum. Hvat merkir tað, at Gud er stórur. Hvat merkir tað, at Gud er heilagur. Hvat merkir tað, at fara undir ójavnt ok. Leygardagin kl. 16 bíbliutími, kl. 20 møti, kl. 22 opið hús. Sunnudagin kl. 12 sunnudagsskúli, kl. 17 evangeliskt møti, kl. 21 útimøti. Mánadagin kl. 20 bønarmøti. Tórshavnar Hvítusunnusamkoma Sunnudag kl. 11 morgunmøti, kl. 12.15 Sunnudagsskúli, kl. 18 Evangeliskt møti. Samkoman Immanuel Sunnudagin kl. 13: Sunnudagsskúli, kl. 19: Møti. Rhema á Hálsi Sunnudagin kl. 17: Møti og sunnudagsskúli. Mánadag til fríggjadag kl. 6 morgunbøn. Øll eru vælkomin. 1000-ára haldið Vesturkirkjan Martin R. Jacobsen, prestur heldur fyrilestur um Apost- ólsku fedrarnar í konfirmantstovuni í Vesturkirkjuni sunnu- dagin 19. mars kl. 16.00. Filadelfia, Landavegur 22 Í dag kl. 06 morgunbøn, kl. 17 landsbøn, í morgin kl. 06 morgunbøn, kl. 11 morgungudstænasta, kl. 16 samkomu- fundur við kaffi og køkum, kl. 22 útimøti (um viðrar). Mánadagin kl. 06 morgunbøn, kl. 20 bønarskúlin. Meinigheitin í Hoyvík Sunnudagin kl. 14 í Hoyvíkar skúla sunnudagsskúli, kl. 17.30 bøn og kl. 18 møti, har Jóhannes Fonsdal við fam. luttaka. Mánakvøldið kl. 20 bønarmøti hjá Harald og Svenhild, Lýðarsvegur 11. Verið øll hjartaliga vælkomin. Meinigheitshúsið í Havn Sunnudagin kl. 14 sunnudagsskúli, kl. 18 møti við teimum ungu. Meinigheitslegan í Nesvík verður 28.-30. apríl. Tekning hjá Birgit Olsen, tlf. 314538, fax 318916. Aglow, Tórshavn Fundur verður í hølunum hjá Frelsunarherinum leygar- kvøldið kl. 20, allar kvinnur eru vælkomnar. KFUK Mánadagin kl. 15 Eldrasamkoma, Emil Olsen prestur, evni: Kirkjan á nesi og tanga, í samband við 1000 ára haldið fyri kristniboðanini. Týsdagin kl. 16 í KFUK: Várgleði fyri børn. Saron, Vestmanna Sunnudagin kl. 18 møti. Mánakvøldið kl. 20 bønarmøti. Samkoman Ørkin Evangeliskt møti verður í Arbeiðsmannafelagshúsinum Hæddini í Saltangará sunnudagin kl. 17 v/Martin Olsen. Húsmøti verður týsdagin kl. 20 hjá Jonnu og Palla Høj- gaard, Saltangará. Bønarmøti verður hósdagin kl. 20 í »Hæddini«. Meinigheitshúsið á Skála Ungdómsmøti verður í kvøld kl. 20. Hjartaliga vælkomin. Sunnudagin kl. 13.30 sunnudagsskúli, kl. 19 møti, har menn úr Kollafirði vitna og syngja. Sjómanskvinnuringurin kemur saman mánakvøldið kl. 20, allar kvinnur vælkomnar. Keldan, Skálafirði Fríggjakvøldið kl. 20.30 Vón fyri framman, við hugna, sangi og vitnisburði, Sigrid Ludvig luttekur. Leygarkvøldið kl. 21 opið hús við Paula Høj. Sunnudagin kl. 17 møti við Henning Hansen o.fl., barnamøti kl. 17. http://kort.olivant.fo/˜keldan/ Karmel, Eiði Møti í kvøld kl. 20, Regin Høgnesen trúboðari talar, Gullak, Jónhilda og Harald syngja. Bønarløta er kl. 19,30. Sunnu- dagin kl. 20 gudstænasta, kl. 14,30 sunnudagsskúli, kl. 19 møti, Jógvan Lamhauge talar, sangbólkurin Gittit syngur. Bønarløta kl. 18.30, Innsavnan til Karmel. Øll eru hjartaliga vælkomin. Missiónshúsið í Leirvík Ungdómsmøti verður í kvøld kl. 20 við Frits Thomsen, av Skála. Øll eru hjartaliga vælkomin. Missiónshúsið í Skálavík Møti verður leygarkvøldið kl. 20 og sunnukvøldið kl. 19. Talarar Niklas Mikkelsen og Petur Magnusson. Øll eru hjartaliga vælkomin. Missiónshúsið á Tvøroyri Sunnudagin verður sunnudagsskúli kl. 14, kl. 18 møti við Kaj og Johan. Øll eru hjartaliga vælkomin. Missiónsvikan byrjar týskvøldið kl. 20 við John og Tove Hammer. Mikukvøldið kl. 20 møti við Árna Kjærbeck og Jacob Poulsen, Ulf syngur. Hóskvøldið kl. 20 møti við Jens Vestergård og Robert Thomsen, ung luttaka við sangi. Bønarløta verður hvørt kvøld kl. 19.30. Øll eru hjartaliga vælkomin. Aglow, Suðuroy Fundur verður leygarkvøldið kl. 20 í hølunum hjá Tvør- oyrar Handverkarafelag. Allar kvinnur eru hjartaliga vælkomnar. Betel Vágur Sunnudagin kl. 11 breyðbróting, kl. 13.30 sunnudagsskúli, kl. 18 evangel. fundur. Mánadagin kl. 20 bønarfundur. Týsdagin kl. 20 ungdómsfundur. Ónsdagin kl. 20 uppbyggjandi fundur. Samkoman, Sion Vági Sunnudag: Morgunmøti kl. 11.00, kl. 11.30: Sunnudags- skúli. Evangeliskt møti kl. 18.00. Telefonandaktin svarar á 373777. Århus Føroyskt møti í »Carmel« missiónshúsið (Klosterport nr. 6 – út móti Nørre Alle) leygarkvøldið 18. mars kl. 19.30 v/ Heri Elttør trúboðara. Kaffi verður eftir møti. Øll vælkomin. Evangeliska Røddin Odense. Føroyska sendingin frá Odense Radio hoyrist hvønn mikudag kl. 16.40, danska tíð, á FM 107,1 MHz. Tórshavn: Læknavaktin tlf. 310033. Eysturoy: Leygardagin 18. mars: Magnus á Stongunum, tlf. 423006 Sunnudagin 19. mars: Kári Rasmussen, tlf. 447010 Norðoyggjar: Magnus Magnussen, tlf. 455045 Vágar: tlf. 332413 Suðuroy (norður): Tlf. 371560 Suðuroy (suður): Tlf. 373030 Tannlæknavakt, Tórshavn Bráðfeingishjálp fæst leygardag, sunnudag og halgi- dagar kl. 13–14. Tlf. 314544. Læknavaktir ANDLÁT 9. mars: Súsanna Jacoba Johanna Hansen, Tvøroyri, 19 ár 10. mars: Hjørdis Hansen, Toftir, 70 ár 12. mars: Luis Lysholm Christensen, ættaður úr Keyp- mannahavn, búsitandi á Argjum, 80 ár 13. mars: Alisa Hjelm, Klaksvík, 72 ár 15. mars: Mina Heinesen, ættað úr Múla, 90 ár 16. mars: Johanna Sofía Bertholdsen, Vágur, 92 ár Sunnudagin 19. mars fyllir Heri Mohr, fyrrver- andi stjóri á Gjaldstovuni, 75 ár. Dagurin verður hildin heima, fyri teimum nærmastu. 75 ár 13. mars fingu Elsa Jo- hanna og Hilmar Høg- enni, Tórshavn, ein son. Hann var 38 cm. langur og vigaði 1370 gr. 13. mars fingu Annette Spange og Brestir David- sen, Hósvík, ein son. Hann var 56 cm. langur og vigaði 4470 gr. 14. mars fingu Tórgerð og Piddi Petersen, Vágur, ein son. Hann var 56 cm. langur og vigaði 4500 gr. Ester Pia Holmsund Jepsen, ættað úr Froðba, hevur lokið prógv sum ergoterapeut, frá Ergoterapeut- og Fysioterapeutskúlanum í Ålborg. Prógv