Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-03-18, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 18. mars 2000síða 14

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 tíðindablaðið sosialurin Nr. 55 - 18. mars 2000 26 tíðindablaðið sosialurin Nr. 55 - 18. mars 2000 JÁKUP MØRK Bert tvær vikur eru eftir, áðrenn heiðursmerkini fyri avrikini í hondbóltskapp- ingini skulu handast, og meðan FM longu er avgreitt á kvinnusíðuni, eru fram- vegis trý lið eftir í gullstríð- num hjá monnunum. Spur- ningurin er so, um tað bert verða tvey eftir vikuskiftið, ella um trýtrins rakettin hjá strandingum enn einaferð fer upp móti stjørnunum. Ein dystur í silvurstríðnum Hjá kvinnunum eru tveir dystir hetta vikuskiftið, og í hvussu so er í øðrum teirra kann væntast, at áskoðarar- nir hava ein spennandi dyst í væntu. Hetta verður tó neyvan í Runavík, har Kyndil uttan iva er stórfavorittur at vinna á Tjaldrinum, sum enn ikki hevur vunnið sær stig hetta kappingarið. Tað man tó vera so sum so við hugburð- inum hjá kyndilsleikaru- num, tí eftir at tær bert hava fingið eitt stig í seinastu tri- mum dystunum, eru vón- irnar fyri heiðursmerkjum fjarðaðar munandi.. Suðuri í Vági skal VÍF, sum enn hevur møguleika fyri silvurmerkjunum, royn- a seg. Skal VÍF vinna sær silvurmerkini, er neyðugt at fáa í minsta lagi eitt stig burtur úr dystinum um vikuskiftið. Verður úrslitið eitt tap, kunnu Neistakvinn- urnar sjálvar avgreiða silv- urspurningin, tá tær kom- andi vikuskiftið taka móti Tjaldur. Tá VÍF í grundspælinum vitajði í Vági, býttu liðini stigini millum sín, meðan vestmannagenturnar hava fingið fulla úrtøkuk úr heimadystunum móti VB. Nógv er tó hesuferð, sum bendir á, at talan verður um ein sera torføran dyst. Mál- verjin, Marjun Poulsen, er helst ikki tøk til dystin, og harumframt hevur Ioana Rápa eisini skaða at dragast við. Hon verður tó helst at síggja á vøllinum, men fyrr í vikuni var týðuligt, at hon ikki fekk leikt eins væl, og hon vanliga ger. Tríggir ólíkir dystir Hjá monnunum verða trígg- ir dystir leiktir um viku- skiftið, ein botndystur, eitt oddabrak og ein dystur mill- um topp og botn. Botndysturin verður í Høllini á Hálsi, har hoy- víkingar skulu royna at vinna seg fram um kollfirð- ingar, sum í endaspælinum hava verið stinnasta liðið av teimum trimum niðastu. Hoyvíkingar hava verið lítið sannførandi hetta kapp- ingarárið, men kortini hava verið glottar í hóma í nøk- rum av dystum teirra. Skulu teir basa KÍF, verður helst eisini neyðugt hjá teimum, at vísa seg frá síni bestu síðu, tí seinastu dystirnar hevur KÍF fleiri ferðir víst tenn móti oddaliðunum, og leygardagin var um reppið, at teir koppaðu Neistan. Eddie Joensen hevur ver- ið ein rættuligur styrkur fyri liðið, men hinvegin mugu teir vera Petur Martin Jo- hansen fyri uttan. Hann fekk reytt kort seinasta vikuskifti. Í Runavíkini skal Tjaldur royna at taka stig frá Kynd- li, í einum dysti, har hvørki av liðunum hevur tað stóra at spæla fyri. Tjaldrið er í løtuni á aftasta plássi á stigatalvuni, men tá einki lið flytur niður úr fyrstu deild, kann tað gera teimum tað sama. Kyndil kann heldur ikki røkka nøktum sum helst í Nú nærkast avgerandi løtan Hondbóltur: Fimm hondbóltsdystir eru á skránni hetta vikuskiftið, og meðan onkur av hesum tykist avgerandi fyri, hvussu endaliga støðan verður í niðara endanum, hava aðrir avgerandi týdning fyri, hvønn veg FM heitið skal fara. vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál málmunur stig 1 Stjørnan9 8 - 0 - 1 545 426 119 25 2 Neistin 8 6 - 0 - 2 384 378 6 17 3 VÍF 8 4 - 1 - 3 441 410 31 16 4 Kyndil 8 3 - 1 - 4 419 380 39 14 5 VB 8 2 - 0 - 6 458 467 -9 8 6 Tjaldur 7 0 - 0 - 7 300 486 -186 0 vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál málmunur stig 1 VÍF 10 8 - 0 - 2 638 498 140 27 2 Neistin 9 9 - 0 - 0 621 520 101 27 3 StÍF 9 7 - 0 - 2 618 518 100 25 4 Kyndil 9 5 - 0 - 4 588 517 71 17 5 KÍF 10 3 - 0 - 7 492 629 -137 7 6 H71 10 1 - 0 - 9 512 633 -121 4 7 Tjaldur 9 0 - 0 - 9 504 658 -154 3 ár. Teir hava vunnið steypa- kappingina, og tykjast eisini nøgdir við hetta. Lítið er tó at ivast í, at teir á útivølli móti Tjaldrinum eiga at rok- nast sum favorittar, og at teir eisini megna at liva upp til hetta heitið. Stóri dysturin hetta viku- skiftið verður á Skála, har Føroyameistararnir taka í- móti FM-biðlunum úr Neistanum. Vit hava fyrr skrivað, at dystirnir, sum StÍF hevur eftir, eru álíkir eini steypa- kapping. Tapa teir ein dyst eru teir úti úr FM-stríðnum, so einfalt er tað. Hetta er kanska heldur ikki ringasta støðan at vera í, og flest minnast vit eisini, hvussu teir undanfarna ár sníktu sær framvið mótstøðulið- unum, soleiðis at teir á sein- asta leikdegi vóru ovasta liðið. Hetta kann eisini ger- ast søgan í ár, men fyrsti partur av søguni skal so skrivast sunndagin. At Neistin tó eisini ætlar sær at hava nakað at siga, er tó einki at ivast í. Gaman í eru teir einasta oddaliðið, sum kann loyva sær at tapa ein dyst, tað sum eftir er av kappingini, men hinvegin hava teir helst einki ímóti at halda fast um sigursrøð- ina, sum teir hava havt hetta árið. Higartil hava níggju dystir kasta átjan stig av sær, og megna teir fram- haldandi at tvífalda úrtøk- una, er líkt til, at FM spur- ningurin verður eitt mál, sum Neistin og VÍF skulu avgreiða sínamillum. Støðan undan vikuskiftinum 1. deild kvinnur 1. deild menn vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál málmunur stig 1 Herfølge19 11- 4 - 4 32 24 8 37 2 Lyngby19 10- 2 - 7 31 27 4 32 3 Brøndby19 9 - 4 - 6 33 22 11 31 4 Silkeb. 19 8 - 6 - 5 35 18 17 30 5 AaB 19 7 - 8 - 4 30 22 8 29 6 Viborg 19 8 - 5 - 6 26 26 0 29 7 AB 19 7 - 6 - 6 29 25 4 27 8 FCK 19 7 - 4 - 8 19 17 2 25 9 OB 19 4 - 8 - 7 16 25 -9 20 10Esbjerg18 5 - 2 - 11 20 35 -15 17 11 AGF 18 3 - 6 - 9 16 29 -13 15 12Vejle 17 2 - 7 - 8 20 37 -17 13 Herfølge móti Brøndby í morgin Fótbóltur, Superliga: Sunnudagin skal oddaliðið, Herfølge, royna seg á heimavølli móti Brøndby, sm mong meta sum besta boð upp á ein komandi meistara JÁKUP MØRK Hóast byrjanin upp á seinnu hálvu í superliguni ikki var eins góð, og teir í Herfølge høvdu droymt um, so kundi tað verið verri. Brøndby, sum av mong- um serfrøðingum verða mettir sum favorittar til DM, taptu nevnliga eisini seinasta vikuskifti. Ístaðin er tað nú Lyngby, sum er á øðrum plássi, fimm stig aft- an fyri Herfølge. Júst Brøndby kemur á vit- jan sunnudagin hjá Jákupi og teimum, og í hvussu so er fyri útiliðið má sigast, at hesin dysturin fer at hava avgerandi týdning fyri gull- vónirnar hjá Bjerregaard og teimum. Vinnur Herfølge, eru teir nevnliga níggju stig fram- man fyri Brøndby, og hóast tað tá eru 13 dystir eftir at leika, so kann tað gerast ser- a strævið at vinna inn aftur. Fyri Herfølge er dysturin sjálvandi eisini av sera týd- ningi. Ein sigur móti Brønd- by vil sjálvandi styrkja um oddastøðuna, men harum- framt man tað eisini vera av alstórum týdningi, at leik- ararnir merkja, at teir fram- haldandi hava viðrák. Lokaluppgerð Todi Jónsson og liðfelagar- nir úr FC Keypmannahavn, fáa hetta vikuskiftið vitjan av grannunum úr AB. Bert tvey stig eru á muni millum hesi bæði liðini, sum bæði hava ætlanir um at standa seg í toppinum, hóast útlitini fyri hesum ikki eru so góð hetta kapping- arárið. Munurin á stigatalvuni er tó lítil, og ein sigur til annað liðið vil viðføra, at toppurin tódnar enn meira. Botnuppgerð AGF, sum er felagið har Óli Johannesen roynir at vinna sær pláss, datt undanfarna vikuskifti niður um niður- flytingarmarkið. Sunnudagin fáa teir møg- uleika til at bøta um hetta, tá teir fara á vitjan hjá Es- bjerg, sum hevur tvey stig fleiri enn AGF. Hetta verður tó helst ein alt annað enn lættur dystur. Esbjerg hevur styrkt sær hópin í vetrarsteðginum, og vunnu á útivølli móti Brøndby fyri viku síðani. Lítið er tó at ivast í, at AGF fer at leggja nógva orku í júst hendan dystin. Í dystinum millum liðini bæði í Århus, skoraði AGF sigursmálið á ein heldur merkisverdan hátt. Esbjerg kærdi avgerðina hjá dómaranum hesum við- víkjandi, og hava teir nú fingið viðhald í kæruni. Stór diskussión er í Dan- mark, hvørt tað er rætt at broyta avgerðina hjá dóm- aranum, men í løtuni røkist fyri, at AGF og Esbjerg skulu leika dystin umaftur. AGF hevur tó kært dóm- in, sum kann fáa avgerandi avleiðingar fyri framhald- andi lagnuna hjá teimum báðum liðunum í superlig- uni. Aðrir dystir hetta viku- skiftið eru dystirnir, Lyng- by-Vejle, OB-Viborg og Silkeborg-Aab. Á Stórskýggja Hjá føroyingum hevur tað ikki ligið so væl fyri at síggja donsku dystirnar í sjónvarpinum, eftir at TV3 keypti rættindini til at senda frá superliguni. Ítróttarrásin hjá TV3, sum eitur 3+, sæst ikki serliga væl, men nú hevur Club 20 í Havn tikið stig til at broyta hetta. Sostatt verður møguleiki at síggja Herfølge-Brøndby beinleiðis á stórskýggja sunnudagin kl. 16.00 ÍtróttaSosialurin kann sjálvandi eisini lesast á alnetinum: www.sosialurin.fo Stóri steypadagur í flogbólti Nr. Navn Leikpláss Hædd Landsd. Aldur 1 Heri Henriksen Kant/Libero 170 0 23 2 Bogi H. Isaksen Hevari/Kant 180 0 24 3 Arnfinnur Guðjónsson Libero/Kant 175 0 20 4 Bárður Andreasen Kantur 190 0 23 5 Jón Kári Frederiksen Kantur 180 0 35 6 Hjalti Josephsen Miðblokkur 192 0 21 7 Jóannes Poulsen Miðbl./Kant 185 24 34 8 Borko Ilic Kantur 192 18* 25 9 John Syderbø Kant/Hevari 180 0 24 10 Trygvi H. Poulsen Kant/Miðbl. 182 36 29 Venjari: Borko Ilic (*18 landsdystir fyri Bosnia) Liðformaður: Trygvi Poulsen Nr. Navn Leikpláss Hædd Landsd. Aldur 2 Jákup William Sivertsen Hevari 187 8 27 4 Pauli Hansen Kantur 180 0 27 5 Andrias Hansen Kantur 182 0 17 6 Johannes Ejdesgaard Miðblokkur 188 49 36 7 Rasmus Madsen Diagonal 195 0 30 8 Tummas Óli Mortensen Hevari 172 30 38 9 Jan Hentze Kantur 180 59 34 10 Steinar Eirikstoft Miðblokkur 192 0 18 11 Klæmint Isaksen Kantur 187 85 33 12 Pascu Romica Miðblokkur 198 45* 32 Venjari: Pascu Romica (*45 landsdystir fyri Rumenia) Liðformaður: Jan Hentze Nr. Navn Leikpláss Hædd Landsd. Aldur 1 Gunnvá Fredriksen Kantur 162 0 32 2 Helga Nordendal Miðblokkur 180 20 24 3 Herborg á Mýruni Hevari 175 0 20 4 Miriam Weihe Kant/Diagonal 174 14 26 6 Elisabeth Rasmussen Miðblokkur 168 3 36 8 Mai Prior Kant/Diagonal 174 0 24 9 Gerda Nattestad Kantur 169 7 20 10 Sólgerð Henriksen Kant/Diagonal 176 0 18 11 Torgun Jónsdóttir Hevari 164 0 30 12 Miriam Nattestad Diagonal 171 0 24 Liðformaður: Helga Nordendal Liðleiðarar: Suni Hansen/Miriam Weihe Nr. Navn Leikpláss Hædd Landsd. Aldur 1 Tove Riksfjord Kantur 168 0 23 2 Margit Joensen Kantur 163 25 26 4 Anna Jacobsen Kantur/Hevari 169 0 23 5 Katrin Petersen Hevari 160 0 17 6 Sonja Ravnsfjall Miðblokkur 174 3 23 7 Tina Jacobsen Miðblokkur 180 7 19 8 Marjun Kalsø Hevari/Kantur 163 75 37 9 Berir Norðoy Miðblokk/Kant 175 0 22 10 Elken Matras Kantur 174 0 22 11 Elsa Olsen Kantur 170 0 17 Venjari: Boro Ilic Liðformaður: Marjun Kalsø Fyri fyrstu ferð í mong ár skulu steypafinalur aftur leikast í flogbólti. Finaludystirnir verða leiktir í Ítróttarhøllini á Hálsi, og verða tær eisini varpaðar beinleiðis út til sjónvarpshyggjarar kring landið. Frá heimasíðuni hjá Flogbólts- sambandinum hava vit fingið upplýst leikarahópirnar hjá liðunum báðum Double kappingin liðug Tvímansleikur, kvinnur: Nr. 1 Ingun Hansen, Strálan, og Kristianna Thorkildshøj, HBF, 1975 stig Nr. 2 Guri Poulsen og Elsa Thorkildshøj, báðar úr HBF 1915 stig Nr. 3 Elin Jacobsen, HBF, og Borglis Fagradal, Strálan, 1815 stig Blandaður tvímansleikur: Nr. 1 Kristianna Thorkildshøj og Heðin Joensen, bæði úr HBF 1940 stig Nr. 2 Elin Jacobsen og Erland Poulsen, bæði úr HBF, 1920 stig Nr. 3 Guri Piulsen og Regin Hammer, bæði úr HBF, 1825 stig Tvímansleikur, menn: Nr. 1 Regin Hammer og Erland Poulsen, báðir úr HBF, 1945 stig Nr. 2 Gunnar M. Gregoriussen og Heðin Joensen, báðir úr HBF, 1940 stig Nr. 3 Bjartur Lamhauge og Aksel Poulsen, báðir úr HBF, 1245 stig Seinasta vikuskiftið varð seinasta umfar í Grand-Prix kappingini í tvímansleiki leikt í Havn. Samlaðu vinnarar- nir av Grand-Prix kappingini gjørdust hesir Blandaður tvímansleikur, Heðin Joensen og Kristianna Thorkildshøj Tvímansleikur, menn, Erland Poulsen og Regin Hammer Tvímansleikur, kvinnur, Kristianna Thorkildshøj og Ingun Hansen