mikudagur 25. august 2010síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Mikudagur 25. august 2010 · Nr. 124
Sosialurin
Ítróttur
Tróndur Arge
– Vit halda at vit hava ein so
mikið gott lið, at vit burdu ligið
longur uppi á stigatalvuni. Tað
er slett ikki fyri at taka nakað frá
Sigríði Clementsen, hann er ein
óalmindiliga góður venjari, men
úrslitini mangla, sigur formaðurin
í B36, Sámal Ímundarsson
B36 liggur í dag á einum á sætta
plássi í Vodafonedeildini við 24
stigum. Tað eru sjey stig upp til
triðjaplássi.
– Tað er væl møguligt, at liðið
kundi fingið nøkur betri úrslit, men
tú mást samstundis hyggja eftir
hinum liðnum í landskappingini í
ár. Tá vit samanbera liðini, so haldi
eg ikki at B36 hevur eitt betri lið enn
hini, sigur Sigfríður Clementsen.
Í tíðindaskrivinum, sum B36
sendi út, stóð at tað vóru vant
andi úrslitini, ið eru orsøkin til
venjaraskiftið. Er tað ongin djúpari
orsøk til at venjaraskiftið er
framt?
– Nei, tað kanst tú ikki siga. Tá
tað ikki gongur eftir vild, so er tað
altíð onkur, ið rópar upp. Soleiðis vil
tað altíð verða. Tað er ongin djýpri
orsøk til venjaraskiftið, vit hava
havt eitt gott samstarv, men nú
eru vit samdir um, at hetta gongur
ikki longur. Vit vilja meira og síggja
ikki nakra betring, sigur Sámal
Ímundarsson.
B36 endaði í fjør á einum 8. plássi
við 28 stigum. Teir vóru í hørðum
tvídysti við KÍ um ikki at flyta
niður. Hvat væntaði B36 leiðslan
av árinum í ár?
– Vit høvdu vætnað av Sigfríði og
leikarunum, at vit vóru væl nærri
trimum teimum fremstu liðnum.
Vit eru 67 stig frá tí málinum og tað
eru bara 9 dystir eftir. Vit hava mist
nøkur sera óheppin stig í einastuni
og tí hava vit valt at gera sum vit
gera, sigur Sámal Ímundarsson.
Søgurnar sannar
ella ósannar?
Tað hava fyrr í ár verið søgur
frammi um, at Sigfríður skuldi frá
sum B36 venjari. Sigfríður segði tá í
samrøðu við Rás2, at tað nokk ikki
var einki um tað, tá øll tosaðu um
tað.
– Vit venjarar eru somikið loyalir,
at vit tosa saman tá nakað hendir.
Eg eri blivin informeraður um, at
aðrir venjarar hava verið til samtalu
til at yvirtaka starvið hjá mær. Tað
er beikst, serliga tí at tað tá vóru
bara spældir einir 14 dystir spældir
og vit høvdu bara trý tap. Leiðslan
hevur tó hildi, at tað var brúk fyri
eini broyting og tað er løgið, tí eg
var júst settur sum venjari og tú
má ganga út frá, at tá ein venjari
akkurát er settur, so er semja um
at venjarin skal halda fram. Tað
hevur vist nokk verið ein ósemja í
leiðsluni hjá B36, at eg ikki skuldi
verða venjari hjá B36. Hetta er so
avleiðingin av tí. Tá avgjørdu vit,
at tað leiðslan skuldi koma við eini
avkláring uppá um eg skuldi halda
fram ella ikki. Tann avkláringin
kom ongantíð, men kanska skuldi
eg bara verið steðgaður tá, sigur
Sigfríður Clementsen.
Leiðslan í B36 vil ikki avsanna
at teir hava havt samrøður við
aðrar venjara, men teir avsanna, at
Sigfríður skuldi frá. Spurdur um
tað er nakað hald í søguni, um at
Sigfríður skuldi frá, svarar Sámal
Ímundasson so:
– Nei, tað er tað faktist ikki.
Tað bleiv brunnið nógv tað eina
tíðarskeiðið og tað kann sikkurt
misskiljast Søgurnar hava í øllum
førum
verið
yvirdrivnar,
men
meiningin var ongantíð at koyra
Sigfríð.
Eitt ár nóg mikið
Sigfríður Clementsen kom aftur til
B36, sum hann vandi í 2005 og 2006,
seint í kappingini í fjør. Tað vil siga,
at Sigfríður hevur verið venjari hjá
B36 í eitt gott ár, men er eitt ár nokk
til at venda gongdini hjá B36?
– Eitt ár er slett ikki nokk, men
vit høvdu væntað meira. Nú ljóðar
tað sum um at vit geva Sigfríði
allan skyldina, tað er ikki tað. Vit
høvdu bara væntað nakað annað
og okkara ynskir blivu ikki uppfylt,
sigur Sámal Ímundarsson.
Sigfríður heldur ikki at tað er
rættvíst, at hann er settur frá longu
nú.
– Tað er einki sum eitur rættvísi
í fótbólti, men eg haldi at eg havi
fingið ov stutta tíð og hetta er ikki
heilt “fair”, men B36 er trýst frá
ymiskum síðum. Tað tykist mær
sum at B36 vildi hava meg at gera
gand, men eg eri eingin gandakallur,
eg eri ein fótbóltsvenjari, sigur
Sigfríður Clementsen.
– Tað er harmiligt at samstarvið
er steðgað, tí mær hevur dámt
væl í felagnum og vil gjarna takka
leikarum, hjálparfólkum og ikki
minst áskoðarunum fyri tíðina í
B36, sigur Sigfríður at enda.
Sigfríður Clementsen:
Eg eri venjari, ikki gandakallur
Fótbóltur B36 kunngjørdi í gjár, at samstarvið millum B36 og venjaran, Sigfríð Clementsen,
er stegðað. Sigfríður náddi sostatt bara at verða í felagnum í eitt gott ár, síðani hann koma
aftur í fjør. Nýggjur venjari hjá B36 verður fyrrverandi venjarin hjá AB, Allan Mørkøre