mikudagur 25. august 2010síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 25. august 2010 · Nr. 124
26
Sosialurin
Oyggjablaðið
svara: Dánjal, Angela, Filip, Martin
Óli og Elisabeth. Fyrra var eisini illa,
með an Maria, Nomi og Marianna
ikki beinleiðis kunnu tosa við í hes
um máli.
Tá spurningurin verður settur,
um børnini vita onnur nøvn, har
L er í, eru tey skjót at svara: Skúli,
Súla, Keldan.
Ja, tit eru ófør, sigur Birna, og
trýstir enn einaferð á talvuna.
Svangur laksur
Áðrenn børnini rættiliga hava san
sað tí, standa brádliga fýra tekning
ar frammanfyri børnunum: Ein
laksur. Ein colafløska. Ein ísur og
eitt fat við sild.
Hetta skilja børnini fult út, og
tey eru beinanvegin við uppá sang
in: “Ein lítil laksur eri eg”. Lærarin
trýst ir á ein hátalara á talvuni, og
løtu seinni hoyrast tónarnir frá
ken da sanginum. Hon trýstir á ein
ann an hátalara, og nú er meiri tón
leik ur á.
Men áðrenn børnini stemma
enn einaferð í sangin, vil Birna hava
svar uppá ein viðkomandi spurn
ing: Er nakað L í laksi?
Ja, sjálvandi, svarar ein genta,
sum kvikliga hevur peikifingurin
uppi. Mamma arbeiðir á Bakka
frost, so tí veit eg tað. Laksur byrjar
við L!
Fleiri av hinum eru íðin eftir at
svara, men ein teirra er vorðin so
troytt av at bíða, at viðkomandi
suff ar tungliga og sigur hart:
Nei, nú havi eg bíðað so leingi,
og tí taki eg bara hondina niður.
Sjálvt í einum lítlum flokki, er
tað ikki altíð at ein fær orðið, tá ein
ynsk ir tað. Tað er helst ein partur
av tí at ganga í skúla eisini einum
frí skúla: At ein Lærir eisini við at
Lurta.
snorri@sosialurin.fo
Hví skulu tit hava kristnan frískúla?
•
Geva foreldrum eitt annað val at velja skúla fyri
síni børn. Í grein 26 í heimsyvirlýsingini hjá ST um
mannarættindi stendur m.a. at “Foreldur hava rætt
til at velja tann skúlan, børn teirra skulu ganga
í.” Við øðrum orðum, foreldur hava fyrsta rætt
at velja, hvat slag av undirvísing skal verða givin
børnum teirra.
•
Útbúgving hevur altíð, upp ígjøgnum søguna, verið
ein týðandi partur av kirkjunnar arbeiði.
•
Frískúlar aðrastaðni vísa góð úrslit (t.d. í Svøríki)
•
Heimið og skúlin - sama virðisgrundarlag
•
Áhugaði og luttakandi foreldur
•
Lærarar og foreldur eru samd
•
Kristiligt skúlaumhvørvi – vernd fyri menningini hjá
næminginum
•
Eitt kristiligt skúlaumhvørvi – er ikki hóttandi –
men stuðlandi og fyrigevandi
Hvat verður munurin á tykkara skúla
og einum vanligum fólkaskúla?
•
Ein minni skúli við minni flokkum, sum ger eitt
heimligari umhvørvi
•
Menningarætlanir fyri einstaka næmingin
•
Menning av tí heila menniskjanum: Í kunnleika,
sosialt, likamliga og andaliga
•
Forskúli, skúli og frítíðarstova – alt á einum staði
•
Størri áherðsla á tey kristnu virðini í
skúlaumhvørvinum
Hvussu verða foreldrini tryggjað, at
næmingarnir fáa eina breiða undirvísing?
•
Tað eru ávísar mannagongdir, sum ein frískúli
skal fylgja. T.d. stendur í lógini um frískúlar, at
undirvísingarætlan skúlans skal góðkennast av
landsstýrismanninum í mentamálum
•
Frískúlin kemur at fylgja støðinum í lesiætlanini
fyri fólkaskúlan
•
Opinleiki og gjøgnumskygni skal eyðkenna skúlan
•
Næmingarnir skulu verða eggjaðir til at seta
spurningar til alt millum himmal og jørð og at
hugsa sjálvstøðugt
•
Starvsfólkið verður eggjað til at taka skeið og vitja
aðrar skúlar hvørt ár, fyri at fáa nýggjan íblástur
Hvørji krøv verða sett til lærararnar?
•
Fyrst og fremst er umráðandi, at teir hava
námsfrøðiliga útbúgving, sum gevur neyðugu
førleikarnar til undirvísing.
•
Lærararnir mugu kenna visjónina fyri skúlan
og taka undir við henni fyri at kunna arbeiða á
skúlanum. Tað er umráðandi fyri, at skúlin kann
fremja tey mál, sum eru sett
•
At teir hava hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan
og tryggan gerandisdag við virðing og umsorgan
fyri tí einstaka barninum
•
At teir duga at samstarva og eru til reiðar at
menna tað námsfrøðiliga arbeiðið á skúlanum.
Viðkomandi spurningar
Nógvir spurningar hava verið og verða framvegis settir
fólkunum aftanfyri frískúlan í Kelduni.Nakrir teirra eru
viðkomandi, og tí verða teir settir her á røttum staði:
Hóast skúlagongdin fyrst byrjar kl. 9, kunnu næmingarnir koma
í skúlan longu kl. 7:30. Í Kelduni er væl útgjørd frítíðarstova
við einum hópi av leikum, sum hesar báðar gera brúk av
Frítíðarstova
Mamma arbeiðir á Bakka
frost, so tí veit eg tað. Laksur
byrjar við L!
NæmiNgur