mikudagur 25. august 2010síða 25
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mikudagur 25. august 2010 · Nr. 124
Sosialurin
Oyggjablaðið
men fyri teir átta næmingarnar er
týði ligt at merkja, at tey halda hetta
vera eina góða byrjan uppá dagin.
Brotin sigarett
Sangurin er ikki meiri enn liðugur,
fyrr enn ein hond fer upp í loft.
- Kunnu vit ikki syngja sangin
“Dukka mín er blá”?, kemur tað frá
ein um næmingi.
- Jú, sigur Birna. - Tað er so
gaman í. Men tónleikurin í sam virk-
nu talvuni til tann sangin riggar
ikki í dag. Tað riggaði í gjár, men eg
havi skilt, at tað verður í lagi seinni
í dag. So er tað ikki í lagi, at vit taka
hann í morg in ístaðin?
Tey stemma í ein annan barna-
sang, og nú tey eru komin so gott í
gongd við sanginum, fer Birna yvir
til ta prentaðu talvuna við føroyska
stav raðnum. Og so ljóðar sangurin
um føroysku bókstavirnar út í Bláu
stovu.
- Syngið tit nú einaferð, uttan at
eg syngi við, sigur Birna, sum løtu
sein ni kann klappa fyri teimum
átta næmingunum sum megnaðu
hetta uttan hjálp.
- Ja, tað má eg siga. Tit eru ótrú-
liga røsk at syngja. Nå, men nú
fara vit yvir til dagsins bókstav. Nú
verð ur spennandi at vita, um tit
ken n a hann.
Hon trýstir á samvirknu talvu-
na, og eitt sekund seinni dagar dag-
sins bókstavur fram á talvuni - L,
formað sum ein brotin sigarett.
J ella L
Børnini bresta út úr at flenna, eftir
stutt ligu tekningini.
- Hatta líkist einum J, sigur ein
av næmingunum.
Hesin verður skjótt rættaður
av læraranum, sum vísir á at hetta
líkist J, men tað líkasum bog ar
hinvegin. Nei, hetta er ein bók-
stav ur sum ikki færri enn fimm av
næm ing unum hava í teirra navni.
- Hatta er L, kemur tá frá einum
øðr um næmingi.
Tekningin vísir eina brotna siga-
rett, formað sum bókstavurin L,
men sum er brotin av um beinini,
og tí hevur eina tubu av lími, stavað
við stóra l, í hondini.
Tey tosa eina løtu um tekningina.
Øll eru væl við í prátinum, og tey
verða enn ídnari, tá nú Birna spyr,
um nakar teirra hevur L í sínum
navni.
Tey fyrstu fimm eru skjót at
Eg havi lært nógv. Vit hava
lært um bókstavin Á, og eitt
sindur um bókstavin L
Martin Óli arge, næMingur
Tey eru øll savnaði uttanfyri Kelduna til eitt vælfortjent fríkorter. Nakað
av útgerð er komin til børnini, men meiri er í væntu
Fríkorter
ur byrjar við L
Framhald
Ein fíggjarlig avbjóðing
Hugskotið um fyrsta kristna frískúlan er ikki tikið úr leysum lofti:
Skúl in er snøgt sagt ein partur av visjónini hjá samkomuni Kelduni,
og er tí í mangar mátar at meta sum eitt barn teirra.
Hetta hevur aftur havt við sær, at samkoman stendur 100 prosent
aftan fyri frískúlan, og veitir stuðul til raksturin.
Frískúlin hevur søkt um stuðul frá teimum kommununum, hað-
ani næmingarnir eru: Tórshavnar, Runavíkar og Sjóvar kommunur
og úr Eysturkommunu, og hevur higartil fingið játtandi svar úr
Runa víkar kommunu.
Játtan er somuleiðis komin úr Mentamálaráðnum til 12 næmingar
í 1. flokk og 27 læraratímar. Tað er tó ongin loyna, at enn vantar nak-
að í, til raksturin av frískúlanum ber seg. Nú fyrstu lønirnar skulu
gjald ast, fer leiðslan í frískúlanum at hava fund um málið hesa viku-
na.
Tað er serliga fíggingin av frítíðarstovuni, sum er ein avbjóðing
fyri frískúlan, men uttan hetta tilboðið, høvdu nógv foreldur aftrað
seg við at sent børnini í forskúla og 1. flokk. Tí avgjørdi leiðslan fyri
sam kom una og skúlan at geva hetta samlaða tilboðið.
Leiðslan hevur tó staðfest, at nógv sjálvboðin fegin vilja taka eina
hond í arbeiðið rundan um skúlan, og er ætlanin haraftrat at seta á
stovn ein foreldrabanka, har foreldur kunnu hjálpa til við ymiskum
prakt isk um, so sum baking, matgerð, kappingum, venjing av drama/
dansi og øðrum.
Vónin er, at skúlin skal fíggjarliga bera seg, sum tíðin líður og
het ta vilja vit arbeiða fram ímóti. Men stórur dentur verður lagdur
á, at ætlanin hvørki er ella hevur verið at spara uppá tað, sum kann
geva næmingunum tað sum krevst fyri at geva teimum eina holla
og dygdargóða undirvísing.