mikudagur 25. august 2010síða 32
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 25. august 2010 · Nr. 124
32
Sosialurin
Nøvn
Tað var við tungum hjarta
tá eg í 1990, sat og skrivaði
minningarorð um mín elsk
aða abba, men tað følist ikki
minni tungt nú, at skula
skrivað minningarorð um teg
elskaða omma.
Tað merktist eitt stórt
tómrúm í tykkara heimið, tá
abbi doyði, men tómrúmið
følist størri nú, av tí at húsið
stendur tómt, at eg ikki bara
líka kann koma forbí og
fáa eitt gott prát, og tann
drekkamunnin, sum tú altíð
vart klár at servera. Tað er
ein løgin kensla, at tú ikki ert
ímillum okkum longur.
Hvørja ferð vit komu
til Havnar og parkeraðu í
túninum hjá mammu og
babba, var tað fyrsta gentur
nar søgdu: mamma, kom líka
ein túr niðan til langommu,
tær vistu sum var, at tú altíð
tókst væl ímóti okkum, og
so skjótt tær komu inn, bleiv
sett keks, bomm og saft a
borðið til børnini, og so í
skápið at finna leikutoy fram
aftaná, tað er eisini eitt stórt
tómrúm hjá teimum, og ringt
at skilja at tær ikki skulu
síggja teg aftur her, tí tú ert
farin heim til Jesus pápa at
búgva nú.
Eg sakni so nógv at kunna
ringja til tín og at vitja teg, tí
tú vart altíð klár at geva ráð
um ástóð. Tað var mangan
at eg ringdi og spurdi teg
hvussu veðrið fór at vera í
morgin, tí eg hevði gloymt
at lurta eftir útvarpinum,
tá flenti tú altíð, og segði so
skemtliga: nú góða, hevur tú
nú aftur gloymt at lurta, men
so kom ein góð veðurfrásøgn,
og altíð eitt gott prát.
Tað er nógv gott eg kundi
skriva um teg, elskaða omma,
tí tú vart eitt so vælsignað
gott menniskja, saknurin er
ómetaliga stórur, men mín
uggi er at vit ein dag skulu
møtast aftur heima í Himli,
hjá tí frelsara, sum vit hava
sett okkara álit á.
Má Harrin signa okkum
øll ið eftir sita, hugsi nógv
um tykkum góða mamma,
babba, gumma, Hans, Majkin
(mostur) og Jónleivur v/fam.
Hvíl í friði mín elskaða
omma, takk fyri alt sum tú
hevur verið fyri meg, Karl og
genturnar.
Heidi
Minningarorð um mína høgt elskaðu ommu
Jóhannu Eysturtún
TØKK
Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu, tá kæri
maður mín, góði pápi, abbi og verfaðir okkara,
Oddni Róland Ólason Biskopstø
Klaksvík
doyði og varð jarðaður
Tøkk til Hanus Á Gørðum, prest, fyri góð og
troystarrík orð, tøkk til kirkjutænarar og sangarar,
tøkk til øll, sum ringdu og komu inn á gólvið, tøkk
fyri heilsanir, blómur og kransar. Tøkk til øll tykkum,
sum hjálptu til á ymiskan hátt. Tøkk øll tit, sum
fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Hannebeth, Birta, Rannvá, Erik,
Óli, Høgni og Rógvi
Tankar um Jórun!
Ein kvinna fer gangandi eftir Ring
vegnum við títtum, røskum fetum
– myrk og sera vøkur á at líta.
Kvinnan er Jórun Askham, okkara
mentor og fyrimynd, og helst ein av
mest vitandi persónum í Føroyum inn
an cardiologi, kanska serliga kvinnum
og hjartasjúkum. Sjálvsagt var tað hon,
ið tók stig til at seta FÁ 8 á stovn í 2006.
FÁ 8 er ein »undirbólkur« innan Felagið
Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, ið er
fyri sjúkrarøktarfrøðingar, ið starvast
innan cardiologiska økið.
Jórun gav fegin av sínu stóru vitan,
og hennara undirvísing, ið var merkt
av nærlagni, gløgni, nýhugsan og ikki
minst humor, var altíð sera áhugaverd
og kveikjandi …..
Soleiðis minnast vit Jórun Askham,
so livandi, frísk og glað.
Fyri fáum árum síðani skrivaði
Jórun masterritgerð um kvinnur og
hjartasjúkur. Hendan ritgerð kom fyri
kortum í altjóða tíðarritið Journal
of Clinical Nursing. Heitið er »The
information and support needs of
Faroese woman hospitalised an acute
coronary syndrome«.
30. mai 2010 skrivar Hanne Valhøj
Poulsen úr Randers, sum er Master of
Health Nursing, teldupost til okkara
sjúkrarøktarstjóra Nainu Túgvustein,
at hetta er ein sera flott plasering
fyri føroyska sjúkrarøktargransking
í altjóða høpi, og hevur sera stóran
týdning fyri sjúkrarøktarfakliga økið
í Føroyum. So vit eru sera stolt av
avrikinum, sum Jórun hevur gjørt, og
ynskja hennara familju til lukku við
tí. Jórun visti av, at tað fór at verða
góðkent til publikatión, men tíverri
náddi hon ikki at síggja tað útgivið.
Og tað harmar okkum almikið.
Vit hava mist so ótrúliga nógv við
Jórun, men tó hevur eingin mist eins
nógv og hennara nærmastu, Niels,
Rannvá og Durita, sum vóru henni so
kær. Má Harrin troysta tykkum í hesi
sváru tíð.
Vit minnast Jórun við
stórari virðing.
Nevndin í FÁ 8
Marita Mørk Johannesen
Elin Winther Arge
Katrin á Lakjuni
Amy Ljósheim
Hanna Johannesen
Anna Maria Mortensen
Annika á Steig Egholm
Mynd: Tórfinn Smith
TØKK
Hjartaliga takk fyri sýnda samkenslu og hjálpsemi tá
okkara góði pápi, verpápi, abbi og langabbi
Jóhan Chr. J. Foldbo
doyði og varð jarðaður
Takk til prest, kirkjutænarar, sangarar og gravarar.
Takk til Bárð á Lakjuni fyri vakran sang og til Niclas
fyri troystarrík orð í kirkjuni. Takk fyri blómur,
kransar, heilsanir og peningargávur til Krabbameins-
felagið. Takk til tykkum sum bakaðu og hjálptu til
við ervið. Takk til tykkum øll sum fylgdu honum til
hansara seinasta hvíldarstað.
Kathrina, Jørmund, Sólgerð
og Vagn við familjum