Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-08-25, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. august 2010síða 33

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

33 Mikudagur 25. august 2010 · Nr. 124 Sosialurin Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Tann 24. august fylti Graham Stewart 50 ár. Graham er hálvur føroyingur og hálvur skoti. Seinnu árini hevur hann búð í Aber­ deen, har hann er stjóri í tí teirri fyritøku, sum hann sjálvur setti á stovn, Faroe Petroleum. Tilknýtið til Føroyar er, og hevur altíð verið stórt. Graham er giftur við Vivian, sum er úr Havn, og tey eiga tríggjar døtur. Tey eru tíbetur ofta í Føroyum, og har Graham er, er altíð ein lættur og lívligur dámur. Menniskju broytast við aldrinum, verður sagt. Summi broytast tó meira enn onnur, og tá tað snýr seg um nærveru og uppmerksemi í sambandi við vinarlag, er Graham einki broyttur síðani hann sum unglingi arbeiddi á lagrinum hjá Wilhelm Nielsen og í frítíðini spældi gittar. Og tað var gjøgnum tónleikin, at vit komu at kenna hendan fryntliga og smílandi sølfirðingin. Fyrst sum gittarspælara í Festley, síðani í Hjarnum. Graham er eitt orkuverk. Hann megnar á ein serstakan hátt at fáa fólk til at kenna seg væl, og tá tú hevur verið í felag saman við honum í nakrar tímar, sær tað heila eitt sindur ljósari út. Hann megnar at løða battaríini upp hjá øðrum, so at siga. Hvat Graham fæst við í Skotlandi, London, Norra, Afrika og aðrastaðni, har felag hansara útvinnur og leitar eftir olju, tosa vit ikki ikki so nógv um, tá vit hittast. Tá snýr tað seg meira um kenslur og tónleik. Vit fáa eit gott prát um, hvussu vit hava tað, hvat vit hava upplivað, og eitt sindur um hvat vit ætla okkum næstu tíðina. Sita vit nóg leingi, kemur guitarurin fram, og tá Graham hevur hitað fingrarnar upp við eitt sindur av blues­riffum, kemur ein av teimum góðu gomlu frá fyrst í 80­árunum, og øll syngja varisliga við. Tað ljóðar bara heilt væl, tá kórrøddirnar stuðla forsangarunum, og tíðin verður sett 25 ár aftur. Graham, takk fyri at tú altíð er tann, sum tú ert. Ein glaður maður við báðum beinum á jørðini, og einari nærveru, sum er sjáldsom at síggja í einum samfelag, har alt skal ganga so skjótt fyri seg. Tó, at tú kanska er tann okkara, sum hevur mest at gera, so hevur tú altíð tíð eina løtu, og gott tað. Hjartaliga tillukku við fimti ára degnum, og alt tað besta til tín Vivian og døturnar. Your still rock'n roll to us. Heilsan vinfólkini í Føroy­ um við Hjarnum og øllum hinum á odda. Graham Stewart 50 ár Silvurbrúdleyp Týsdagin 31. august hava Sólbjørt og Páll Wiberg Joensen, Miðvág, verið gift í 25 ár. Tey vera burtur stødd. Silvurbrúdleyp Mikudagin 8. september hava Alith og Hilmar Djurhus Strendur silvurbrúdleyp. Dagurin verður hildin fríggjadagin 10. september kl. 18 í bygdarhúsinum á Strondum. Tey ið ynskja at gleðast saman við okkum verða vinarliga biðin um, at siga frá innan 24. august á tlf. 448534/224635. 90 ára føðingardagur 26. august verður Ludvig Jacobsen (Luddi), Miðvági, 90 ár. Tey, ið vilja heilsa uppá Ludda eru vælkomin í heimið leygardagin 28. august frá kl. 13 til 17. 80 ára føðingardagur Sunnudagin 5. september fyllir Róald Norðberg í Vági 80 ár. Dagurin verður hildin í Bethel kl. 18. Øll eru vælkomin. 70 ára føðingardagur Leygardagin 4. september fyllir Thurid Magnussen í Húsavík 70 ár. Dagurin verður hildin í Sólarris frá kl. 18.30. Øll eru vælkomin. 60 og 70 ára føðingardagur 13. august fylti Sólbjørg Thomasen, Tórshavn, 60 ár og fríggjadagin 27. august fyllur Hilda Debes, Oyri, 70 ár, Systrarnar halda føðingardagin í Eydnuni á Oyrabakka leygardagin 28. august kl. 17 og úteftir. Tey, ið ynskja at heilsa uppá okkum verða vinarliga biðin um at siga frá innan 23. august á tlf. 313448/503448 (Sólbjørg) ella 422234/266334 (Hilda) Merkisdagar Graham Stewart Frá Hjarnar-konsert í Sjónleikarhúsinum í Havn í 1982. Frá vinstru: Jørgen Dahl, Karl Martin Samuelsen (á knæ) og Graham Stewart Andlát Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum at Hanna Wilson fødd Apol, andaðist í Hull, 87 ára gomul Jarðarferðin verður úr donsku sjómanskirkjuni í Hull, týsdagin 31. august kl. 14.00 Fyri tey avvarðandi Eiko Apol Adr. Skt. Nikolaj Danske Sømandskirke 104 Osborne Street HU1 2PN, Hull England e-mail: hull@dsuk.dk