fríggjadagur 1. februar 2002síða 2
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 22 - 1. februar 2002
Nr. 22 - 1. februar 2002
3
Tøkk
Hjartaliga takk fyri sýnda samkenslu, tá ið kæra
mamma, vermamma, omma og langomma okkara
Sanna Mortensen, f. Jacobsen
andaðist og fór til gravar.
Takk til prestarnar Jónsvein Bech og Hera Joensen.
Takk til kirkjutænarar, sangarar, berarar, gravarar
og førara av líkvogninum.
Takk til tykkum øll, sum hjálptu til.
Takk fyri blómur og kransar.
Takk til tykkum, sum fylgdu henni
til hennara seinasta hvíldarstað.
Ein serlig takk til Suðuroyar Ellis- og Røktarheim
fyri umsorgan tykkara tey mongu árini,
hon var hjá tykkum.
Familjunnar vegna
Carl og Jákup
Í dag tekur Kartni Jacobsen
við sum nýggjur sløkkiliðs-
stjóri í Havn. Hann tekur
við eftir Peter Seloy, sum
hevur røkt starvið seinastu
fimm árini. Peter Seloy er
farin í starv sum tilbúgv-
ingarstjóri í Albertslund í
Keypmannahavn.
Hóast Peter Seloy er
dani, var mamman føroysk,
úr Sørvági, og pápin hálvur
føroyingur – abbasonur
gamla Knút, skógmakaran í
Havn.
Kartni Jacobsen er 39 ára
gamal. Hann er útbúgvin
bilmekanikari, og gjørdist í
1990 leysur sløkkiliðsmað-
ur í Havn. Tá tú ert »leysur
sløkkiliðsmaður«, verður tú
tilkallaður, tá okkurt serligt
er áfatt – tú ert ikki í føst-
um starvi sum sløkkiliðs-
maður.
Í 1993 kom hann í fast
starv sum sløkkiliðsmaður,
og í 1998 gjørdist hann
varðasløkkiliðsstjóri.
Kartni Jacobsen hevur
alla neyðuga útbúgving og
skeið til at vera sløkkiliðs-
stjóri, og hann er í løtuni
eisini undir útbúgving til at
gerast brunaumsjónarmað-
ur.
Kartni Jacobsen er havn-
armaður. Hann er sonur
Poulu og Juleif Jacobsen.
Hon frá Gjógv, dóttir Carl
Anton og Onnu Malenu
Joensen. Juleif er úr Havn,
sonur Kristian úr Svínoy og
Súnnvá á Morkrnesi.
Tann 7. januar varð Ottar
Jacobsen,
fyrrverandi
skúlastjóri í Kommunu-
skúlanum í Havn, 70 ár.
Hann tók læraraprógv á
Føroya Læraraskúla í 1956
og var lærari í Vági fyrsta
læraraárið, 1956/57. Síðani
varð hann settur í starv sum
lærari í Kommunuskúlan-
um í Havn. Árini 1970-72
var hann varaskúlastjóri.
Tey seinastu 25 árini av
lærarayrki sínum var hann
skúlastjóri, til hann legði
frá sær 1. apríl í 1997.
Ottar er sonur Hans
Jacob Jacobsen úr Skálavík
– Heðin Brú, rithøvund –
og Katu, f. Dalsgaard, av
Velbastað. Ottar er giftur
Hildigunn Hákunardóttir, f.
Dam.
Áramálsdagur 70 er farin
afturum, men vit frættu nú í
vikuni, at tey í Kommunu-
skúlanum í Tróndargøtu
høvdu fingið kringlu, tí
Ottar var 70. Neyvan hevur
kringlan verið nakað eftir-
sløð, tvørturímóti. Eisini
vit vilja fegin vera teirra
millum, sum bera skúla-
stjóranum gamla hjartalig
lukkuynski við megnar-
árunum 70.
Eyðkent fyri persónin Ottar
var tign. Vinsælur hevur
hann altíð verið, vælgjørd-
ur, álítandi og stundisligur,
tað eyðmerkti mannin. Og
á ongan hátt var hann mað-
urin, sum troðkar seg fram,
heldur tað øvugta, siga vin-
ir um hann.
NØVN Í VIKUNI
HANDIL
Tíðindaskriv frá SMS
Mikudagin lat handilin hjá
Demmus í SMS aftur – tó
ikki med alla. Handilin
verður næstu dagarnar um-
bygdur. Veggurin millum
Demmus og 3’arin Elec-
tronic verður brotin niður,
og Demmus skal í framtíð-
ini vera ein handil í einari
hædd. Tað vil siga, at harra-
skógvarnir nú eisini verða
at finna lið um lið við
damu- og barnaskógvarnar.
Hetta skuldi verið við at
lætta um hjá viðskiftafólk-
unum hjá Demmus.
3’arin electronik verður
fluttur upp á loftið í 3’aran-
um, har fløgudeildin er nú,
og fløgudeildin verður so
flutt yvirum á loftið hjá
Demmus. Hetta kann tykj-
ast eitt sindur fløkjasligt,
men tá umbyggingin verður
liðug síðst í februar, er tað
munandi lættari hjá við-
skiftafólkunum at fáa yvir-
lit yvir bæði handlar og
vørur, sigur SMS í tíðínda-
skrivi.
Í samband við umbygg-
ingina
í
Demmus
og
3’aranum Electronic, verð-
ur Demmus á Torginum frá
mikudegnum 30. januar til
leygardagin 23. februar
Hós-, fríggja- og leygar-
dagin verður eisini indiskur
stemningur á Torginum í
SMS. Tí tá fer Mango at
bjóða mangt spennandi, so
sum gávuhugskot og lutir
til heimið. Hesar tríggjar
dagarnar hevur Mango eis-
ini fleiri góð tilboð at
bjóða. – Vitja Mango á
Torginum í SMS, og tú fær
óivað okkurt gott hugskotið
og ein litríkan íblástur hesa
myrku og køldu vertartíð,
sigur SMS.
Ottar Jacobsen 70
Umbyggingar í SMS
Kartni nýggjur sløkkiliðsstjóri
Ein síðsta
heilsan
Mánadagin 27. januar
andaðist
Hansina
Hentze, Tórshavn. For-
eldur hennara vóru
Bette, ættað úr Vest-
manna, og Hans á Lag
í Havn. Hansina var
fødd 1. juni 1934 og
var 67 ár, nú hon and-
aðist.
Lagnan er so ymisk,
og hjá Hansinu vóru
døkku træðrirnir rættu-
liga sjónskir í lívs-
vevnaðinum, og hóast
so var, átti hon til
síðsta andadrátt tílíka
lívsvón og treysti, sum
mangan undraði.
Rættuliga
skjótt
aftan á at Hansina var
liðug við realskúlan,
var hon knýtt at handl-
inum hjá Essaba niðast
á Áarvegnum í Havn,
har farbróðurin, Elies-
er Jacobsen, og pápi
hennara, Hans á Lag,
høvdu
vælumtókta
klædnahandilin megin-
partin av farnu øld. Í
hesum vælahandli var
Hansina mergurin tey
mongu árini.
Við sorgblídni minn-
ast vit hetta skeið við
Hansinu sum samskift-
ara. Ongantíð bleiv tað
ein stuttur avgreiðslu-
spurningur, um tað so
bara var onkur knapp-
ur, sum skuldi keypast.
Nú hon hevur fingið
ta hvíld og tann frið,
vit halda henni londist
eftir, so verður tóm-
leikin og saknurin stór-
ur, serliga hjá tykkum
Maluni og Beintu og
tykkara. Mangan hava
vit undrast, at hon,
blind og tarnað við
svárum
nýrabreki,
hevði evnini og megina
til at síggja tað, sum
rørdi seg í samfelagn-
um.
Hansina misti unn-
usta sín, Hilbert, tá
»Stella Argus« á heysti
1957 gekk burtur, og
fyri 20 árum síðani
doyði maður hennara,
Jón, á sjúkhúsi í Frak-
landi, hann sigldi úti
sum maskinmeistari.
Hansina sat tá eftir við
døtrunum
báðum
Maluni og Beintu.
Góð var Hansina við
síni og umsorgan hevði
hon fyri teimum. Frið
lýsa vit yvir minni um
eina
medmenniskju,
sum gav so nógv frá
sær, har mangur hevði
hokna.
Jákup Lindenskov
C
M
Y
K
3
2