Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-02-01, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. februar 2002síða 3

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 22 - 1. februar 2002 Nr. 22 - 1. februar 2002 5 - Vit vita, hvat hendir børnum, sum eru vaksin upp hjá for- eldrum, sum eru rús- drekkamisnýtarar, og hvat tey eru noydd at gera fyri at yvirliva. Børn hava vent sær til lærarar og biðið um hjálp, men uttan sam- tykki frá foreldrum kann skúlin einki gera, sigur Erna S. Hákonar- dóttir, alkohol- og familjuráðgevi RÁÐGEVING Turið Kjølbro Nógvir eru tapararnir, tosa vit um rúsdrekkamisnýtslu. Børnini eru ein stórur bólk- ur, ein ósjónligur bólkur, sum ikki er lættur at hjálpa. Foreldur, sum hava rús- drekkatrupulleikar, nokta mangan at hava ein slíkan trupulleika, og duga tískil ikki at síggja, at børnini misfarast av teirra mis- nýtslu. Børn yngri enn 18 ár skulu hava foreldranna samtykki, um tey skulu hava hjálp frá serkønum, og tað í sjálvum sær ger, at tey mangan ikki fáa hjálp, hóast tey biðja um tað. - Børn hava vent sær til lærarar og biðið um hjálp, men uttan samtykki frá foreldrum kann skúlin ella nakar annar einki gera, hóast tey heldur enn fegin vilja, sigur Erna S. Hákon- ardóttir, alkohol- og fa- miljuráðgevi. Flestu børn, Erna S. Hákonardóttir hevur tosað við sum ráðgevi, hava sagt, at tey hava biðið foreldur síni hildið uppat við at drekka. - Børnini hava tað ikki gott, og vísa løgnan atburð. Tey siga, at tey kenna seg einsamøll, og at tey eru bangin fyri at búgva í familjuni. Í skúlanum og millum vinir føla tey seg uttanfyri. Eisini føla tey, at tey skína burtur úr, tá ið tey ikki eru saman við familj- uni. Tey halda, at tað er teirra uppgáva at ansa eftir mammuni og systkjunum. Eisini føla tey, at eingin út- vegur er, at tey eru fangað í familjuni, og at ríma heim- anifrá er einasti møguleiki, men tað tora tey ikki at gera álvara av tí, tí so er eingin at taka sær av familjuni. Nøkur børn siga seg hava umhugsað sjálvmorð. - Í heimum, har harð- skapur er eisini, eru børnini ógvuliga illa fyri. Hava børnini eina ommu ella abba í nánd, sum tey kunnu fara til, eru tey betur fyri. - Sum oftast eru børnini sera búgvin eftir aldri, ring at koma í samband við og tætt at, nøkur eru harðlig meðan onnur fara inn í seg sjálv. Mátarnir at yvirliva eru nógvir og ymiskir. Mis- brúkið ger familjurnar einsamallar. Foreldur síggja ikki, hvat misbrúkið ger við børnini, tey eru ikki tilvitað um støðuna, tí sansirnir eru doyvdir. Eingin sigur, at foreldur sum halda uppat at drekka gerast góð foreldur. Foreldraførleikin er alt eftir, hvat tey sjálv hava fingið frá sínum foreldrum, sigur Erna S. Hákonar- dóttir. Oyðiløgd av samstarvi Í skúlunum í Føroyum sita børn, sum ikki klára at fylgja við, tí tey stúra fyri, hvussu tað verður at koma heim eftir skúlatíð. - Tey stúra fyri, um mamman ella pápin fara at drekka, tá ið tey koma heim úr arbeiði. Børn, sum hava verið fyri stórari vansorgan, eru komin til mín sum 15- 16 ára gomul og kært sína neyð, tí eingin hjálpti teim- um hóast fólk vistu, at for- eldrini drukku. Hesi børn taka ikki vinir heim og siga ikki nakra staðni frá, hvussu tey hava tað heima. Tey eru trúgv og hava sam- starvað hóast tey eru oyði- løgd av tí. Ikki so sjáldan koma systkin til ráðgeving hjá Ernu S. Hákonardóttir. - Eldri systkin taka yngri systkin við. Her sita tey og gráta, tí tey hava roynt alt fyri at fáa foreldrini at halda uppat at drekka. Tey stúra, skammast og eru ótrygg og leggja lok á sínar kenslur. Hvussu væl ráðgeving og viðgerð til hesi muna, er ringt at máta ella meta um. - Eg kann bjóða børnum úr rúsdrekkaheimum, at eg lurti eftir teimum, og sigi teimum, at tað tey føla og uppliva er rætt. Mangan ivast tey í, um tey hava loyvi til at føla sum tey føla. Tey eru vreið, vilja sleppa av við vreiðina, kenna seg avvíst, tí rús- drekka er tikið fram um tey, og vit kunnu koma inn á ymisk evni, sum kunnu styrkja tey. Eisini er umráð- andi at siga teimum, at hóast foreldrini eru vorðin sjúk av rúsdrekka, merkir tað ikki tað sama sum, at foreldrini ikki elska tey. Tað snýr seg um at hjálpa barnið yvir forðingar. - Børn yngri enn seks ár venda øllum ímóti sær sjálvum og halda, at alt er teirra skyld. Børn hjá mis- nýtarum halda fram at halda, at alt er teirra skyld upp ígjøgnum uppvøkst- urin. Yngri børn spyrja meg, um tey eisini verða alkoholikarar, tá ið tey verða stór. Tannáringar, sum hava verið hjá mær, eru so illa fyri av tí, at tey hava samstarvað við for- eldrini yvir evni, at tey sjálv fella í misbrúk. Eru børn leingi í heimum við rúsdrekkatrupulleikum, eru sannlíkindini fyri, at onkur teirra verður sálarliga sjúk- ur, og onnur fara úr í lívið, sum ikki eru nóg sterk at siga frá, ógvuliga stór, sigur Erna S. Hákonardóttir. Granskingin sigur, at sannlíkindini fyri, at børn hjá misnýtarum sjálv fella í misbrúk, eru stór. Tí eru fyribyrgingartiltøk á skúl- um aðrastaðni vanlig. - Í Íslandi verður størsta arbeiðið innan rúsdrekka- viðgerð gjørt uttan fyri við- gerðarstovnarnar, tað vil siga millum tey, sum eru rakt, tí ein næstringur er misnýtari. Fyribyrgingar- arbeiðið verður eisini nógv hægri raðfest har enn her. Flestu teirra, ið leita til Ernu S. Hákonardóttir eftir ráðgeving, eru størri børn, ung og vaksin, hvørs upp- vøkstur er merktur av mis- nýtslu. - Vit vita, hvat hendir við børnunum í dag, sum eru vaksin upp í heimum, har misbrúk er, og hvat tey eru noydd at gera fyri at yvir- liva, uttan mun til um talan er um heilivág, rúsdrekka ella rúsevni. Biðja til fánýtis foreldrini halda uppat at drekka - Børn hjá misnýtarum stúra, skammast, eru ótrygg og leggja lok á sínar kenslur. Tað er umráðandi at hjálpa barninum úr leiklutinum, sigur Erna S. Hákonardóttir, alkohol- og familjuráðgevi Mynd: Álvur Haraldsen Bygdaráðið í Gøtu er farið at fyrireika arbeiðið at gera sambýli til eldri. ELDRAPOLITIKKUR Áki Bertholdsen Nú er eisini ætlanin at gera sambýli í Gøtu. Gøtu Kommuna er farið at fyrireika arbeiðið og ætl- anin er at fara undir arbeið- ið sum skjótast, sigur Hal- dóra Ranghamar, borgar- stjóri. Fyrsta stigið í ætlanini er at broyta býarætlanina, so at stykkið, sum ætlanin er at byggja sambýli á, kann brúkast til almenna bygg- ing. Talan er um eitt stykki burturav einum festi, tað liggur suður úr teirri nýggju útstykkingini. Haldóra Ranghamar sig- ur, at tað tekur sína tíð at broyta eina býarætlan, men hon vónar, at tað fer at eydnast at fáa sambýlið projekterað og at tað somu- leiðis eydnast at fáa stykkið til sambýli grivið út og planerað í ár. Hon sigur, at tað er ikki tikið støðu til, hvussu nógvum fólki, pláss skal vera fyri í sambýlinum, men hon væntar at tað verða eini 10 fólk. Men verður tað bygt, har ætlanin er, verða møguleikar at byggja út, so hvørt. Borgarstjórin sigur, at ætlanin er at byggja eitt hús við kjallara undir. Partvís er lendið soleiðis háttað, at tað hóskar best at hava kjallara undir, men tað eru tey ikki so hørm um, tú tey halda, at tað fer at geva teimum størri nyttu burtur- úr húsinum. – Kjallarin kann brúkast til onkur endamál til frama fyri tey gomlu, so at tey fáa enn størri gleði av húsin- um. Eitt nú hava vit eitt til- hald, sum heldur til í leig- aðum hølum við Gøtugjógv og tað er ikki óhugsandi, at tað flytir í nýggja sambýli. Haldóra Ranghamar ivast ikki í, at stórur tørvur er á einum sambýli í Gøtu, men nakra beinleiðis kanning hava tey ikki gjørd. Runavíkar Kommuna tekur undir við at gera eina Lokal Agenda 21 skrivstovu í Føroyum, men treytirnar hjá Tvøroyrar kommunu, halda teir lítið um UMHVØRVISVERND Áki Bertholdsen Runavíkar Kommuna er ein av teimum kommununum, sum taka undir við at seta eina Lokal Agenda 21 skrivstovu á Stovn í Føroy- um. Á Býráðsfundi í gjár- kvøldið varð málið til við- gerðar, men Rodmundur Nielsen, borgarstjóri, sigur, at tað er onki at ivast í, at kommunan tekur undir við ætlanini. – Men fortreytin er, at føroysku kommunurnar sum heild eisini taka undir við ætlanini, tí annars verð- ur tað ov dýrt hjá hvørjari einstakari kommunu. Ætlanin er, at hvør kommuna skal betala 8,50 krónur fyri hvørt fólk í kommununi til eina slíka Lokal Agenda 21 skriv- stovu og so skal landið betala tað sama. Men verða tað ov nógvar kommunur, sum ikki vilja betala sín part, verður tað ov dýrt hjá teimum, sum eru eftir. Lokal Agenda 21 skriv- stovan verður ein umsiting, sum skal hjálpa og vegleiða kommununum í umhvørv- ismálum og ætlanin verður sett í verk sambært altjóða umhvørvisavtaluni, sum varð undirskrivað í Rio de Janeiro í 1992, men tað er ikki fyrrrenn nú, at føroy- ingar hava tikið stig til at gera eftir avtaluni. Ongar treytir Tá ið Tvøroyrar Býráð samtykti at taka undir við ætlanini, var tað við teirri treyt, at hendan Lokal Agenda 21 skrivstovan ikki verður í Havn. Tvøroyrar Býráð vil í fyrra lagi hava hana at vera á Tvøroyri, har høli er tøk til endamálið. Í øðrum lagi kundi hon vera onkra aðrastaðni úti um landið. Slík krøv hava tey ikki í Runavík. – Vit taka ikki undir við, at kommunur seta treytir sum hasar. Gjørdu allar kommunur tað sama sum Tvøroyri, verður tað ómøg- uligt at gera nakra Lokal Agenda 21 skrivstovu yvir- høvur. Rodmund Nielsen sigur, at fyri Runavíkar Komm- unu er tað ikki so avgerandi fyri, hvar skrivstovan er. – Hon kann verða í Havn, sum Kommunusamskipan Føroya hevur skotið upp. Hon kann eisini vera í Runavík, sum Kommunu- felagið hevur skotið upp og har felagið hevur høli tøk til endamálið. Ella hon kann eisini verða onkra heilt aðrastaðni. Tó heldur borgarstjórin í Runavík, at tað er neyðugt at hendan Lokal Agenda 21 skrivstovan liggur nøkun- lunda væl fyri í onkrum fjølbygdum øki, tvs. onku- staðni í miðstaðarøkinum í landinum. – Einasta treyt, sum vit seta, er, at tær allarflestu kommunurnar í landinum taka undir við ætlanini fyri at hon ikki skal verða ov dýr hjá hvørjari einstakari kommunu. Men tað verða kommunurnar í Kommunu- samskipan Føroya, sum koma at betala nógv mest til eina slíka skrivstovu og tí hevði tað onki forgjørt verið í at fylgt tilmælinum frá felagnum um at leggja hana í Havn, sigur Rodm- undur Nielsen. Fara at gera sambýli í Gøtu Nú er eisini Bygdaráðið í Gøtu farið at fyrireika eitt sambýli, sum skal byggjast sunnanfyri tað nýgggju útstykkingina. Runavíkingar taka undir við umhvørvis-skrivstovu – Fyri okkum er tað ikki avgerandi, hvar í landinum tann føroyska Lokal Agenda 21 skrivstovan verður, men hon skal helst verða onkustaðni í miðstaðar- økinum, heldur Rodmund Nielsen, borgarstjóri í Runavík Nú verður farið undir at gera ábøtur á bátahylin undir Gøtueiði. Tað er máað inn undir bátahyl- in og jaðarin er skrædn- aður niðurfrá. Tá ið fór at skrædna gekk tað skjótt og tí er neyðugt at gera ábøtur á hann ongantíð ov skjótt og tí hevur bygdaráðið sam- tykt at fara undir tað ar- beiði nú. Mett verður at tað fer at kosta einar 150.000 krónur. –Áki– Umvæla bátahylin í Gøtu Í Gøtu fara tey nú eisini undir at veita fólki betri vatnveiting. Bygdaráðið hevur samtykt at gera ábøtur á vatnbrunnin, men ætlanin er eisini at gera ein nýggjan brunn. Haldóra Ranghamar sigur, at húsini uppi í tí nýggja býlinginum hava havt trupulleikar av vatnveitingini, tí trýstið hevur verið ov lítið, men tað skuldi tann nýggi brunnurin bøtt um. –Áki- Eisini í Gøtu er trot á grundstykkjum, men nú ætlar Kommunan sær undir at stykkja út. Eini sjey fólk standa á bíði- lista eftir grundstykkj- um í Norðragøtu, um- framt tvey í Syðrugøtu og tvey við Gøtugjógv. Kommunan fer nú í holt við eina útstykking- arætlan, men tað verður neyvan nøkur útstykk- ing í ár, sigur Haldóra Ranghamar, borgar- stjóri. Hon veit heldur ikki, hvussu nógv stykki verða í tí nýggju út- stykkingarætlanini og tað er heldur ikki tikið støða til, hvar tey fyrstu stykkini verða. – Nú var tann seinasta útstykkingin í Norðra- gøtu so møguliga verða tey fyrstu stykkini í teirri nýggju ætlanini í Syðrugøtu, sigur hon. Borgarstjórin sigur, at í hesi útstykkingarætlan- ini verður eisini lagt upp fyri, at tað skal bera til at byggja íbúðir, so verður áhugi fyri tí, skal eisini tann møguleikin vera til staðar. –Áki– Útbyggja vatnið Trot á grundstykkjum í Gøtu C M Y K 5 4