Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-02-01, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. februar 2002síða 4

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 22 - 1. februar 2002 Nr. 22 - 1. februar 2002 7 Longt barnsburðar- farloyvi, hægri barsilsløn, bíðilistin nullstillast, hægri prioriteringar og so framvegis eru bert nøkur av miðunum teir ymsu flokkarnir og politikararnir hava sett á dagsskránna. Um øll lyftini, sum verða hildin, skulu borgararnir í Tórs- havnar Kommunu og í Føroyum sum heild, síggja lætt uppá framtíðina viðvíkj- andi børnum, tí allir trupulleikar skulu loysast innan ikki heilt leingi PALLBORÐSFUNDUR Ingrid Bjarnastein Pallborðsfundurin hjá For- eldrafelagnum, felagnum fyri foreldur at smábørnum í Havn, hevði eitt umboð frá hvørjum av teimum politisku flokkunum. Og var tað breið semja millum allar politikkararnar, at ansingartrupulleikarnir hava verið raðfestir alt ov lágt, og okkurt skal gerast við hetta málið skjótast gjørligt. Fundurin varð hildin í Klingruni í Norðurlanda- húsinum, men eftir upp- møtingini at døma, skuldi ein ikki trúð, at umleið 350 børn stóðu á bíðilista í Havnini, tí foreldrini vóru ógvuliga fáment. Foreldra- felagið legði upp til áðrenn fundin, at hetta var eitt mál, ið skuldi setast á dags- skránna til komandi løg- tingsval, og tað sást eisini aftur millum áhoyrararnar. Ein stórur partur av áhoyr- arunum vóru landsins politikkarar, og eisini vóru fleiri býráðspolitikkarar møttir upp at leggja oyrað til, hvat teir ymsu flokk- arnir høvdu at siga um ans- ingartrupulleikarnar. Samskipast betur Foreldur í Havnini kunnu bara gleðast, tí tey fingu lovað bæði í ein enda og annan. Samfelagið er nú háttað soleiðis, at tað er tørvur á tveimum inntøk- um, og tí skuldi samfelagið eisini skapað teir karmar, ið eru neyðugir fyri, at bæði foreldrini kunnu vera úti á arbeiðsmarknaðinum. Laila á Lofti umboðaði hóskvøldið Fólkaflokkin, og gongur Fólkaflokkurin inn fyri, at foreldur skulu fáa tann fíggjarliga møgul- eika at velja, um tey vilja verða heima hjá barninum fyrsta árið. Her verður hugsað um hægri barsils- løn, longt barnsburðarfar- loyvi og eisini skal barna- frádrátturin hækkast sam- bært Fólkaflokkinum. Tjóðveldisflokkurin hevði sent Høgna Hoydal á pallborðsfund. Og Tjóð- veldisflokkurin vil hava, at tey ymsu pedagogisku øk- ini skulu samskipast betur. Markið, sum er millum skúlar, dagstovnar og for- skúlar, skal niðurbrótast, og eigur man at samskipa arbeiðið millum hesar stovnar betur. Systkinaavsláttur Javnaðarflokkurin sigur "Fólkið fyrst!". Tíðin er stutt og hetta er ein ítøki- ligur trupulleiki. Boðið hjá Javnaðarflokkinum var, at innan trý ár, skulu borgar- arnir fáa tryggjaða eina ansingartrygd, barnsburð- arfarloyvið skal leingjast til eitt heilt ár og systkina- avsláttur til foreldur, ið eiga fleiri stovnsbørn. Og skal alt hetta fáast í rættlag inn- an trý ár. Heðin Mortensen var s a m b a n d s u m b o ð i ð hóskvøldið. Sambands- flokkurin sigur, at øll skulu hava umstøður at sleppa í vinnu, og skulu ansingar- plássini ikki bert skapa betri karmar fyri foreldur, pedagogar og børn, men eisini fyri vinnulívið. Fyri- munurin við at fáa børnini ansað botnar aftur í før- oyska vinnulívinum. – Um gongdin heldur áfram soleiðis, endar tað við eini skandalu, segði Roland Poulsen fyri Sjálv- stýriflokkin. Hann tók fram eitt dømi um Japan, har kvinnur valdu at lata vera við at fáa børn, tí ómøgu- ligt var at fáa ansingar- pláss. – Børnini hava stórt virði fyri okkum, tað eru tey, ið skulu halda samfelagum uppi. Tað, sum er heilt skeivt í hesum samanhang- inum er, at alt ov nógv verður hugsað um profit, tá tað kemur til barnaansing, og samstarvið millum land og kommunu er alt ov vánaligt. Landið skal ikki tarna kvinnum í at fáa børn, segði Roland Poulsen mill- um annað. Miðflokkurin hevur sum mið, at tryggja betri um- støður til børnini. Tey skulu raðfestast rætt, og ikki bara gevast upp í krónum og oyrum. Familjan skal takast frammum, sjálvandi innan fyri fíggjarlógarinnar karmar, men fólkini, ið eru undir fíggjarlógini skulu ikki gloymast. Gjørdi, gjørdi ikki Fundurin hevði til tíðir hug at gerast eitt stórt parta- politiskt stríð ímillum teir ymsu flokkarnar. Hvør gjørdi hvat nær, og hvussu nógvir pengar vórðu settir av til hvat, og hvør hevði skyldina av hvørjum. Men børnini eru bleytur pakki og mentanarmál, tað tóktiskt heilt klárt. Tey skulu raðfestast hægri, og øll skulu fáa sín bita av lagkøkuni. Ein mamma, sum var á fundi, var enntá endað á forsorg, tí barnaansingar- umstøðurnar eru so vána- ligar, og um tú hevur eitt arbeiðspláss, ið ikki sýnir vælvild hesum viðvíkjandi, tykist tað ógjørligt at skula yvirliva á føroyska arbeiðs- marknaðinum. Uppskotini vóru nógv, nógvar loysnir vórðu lagdar fram á borðið, øll høvdu sítt at siga. Hvat verður gjørt í framtíðini kunnu vit bara bíða eftir og síggja. Fólkaflokkurin vil virka fyri at økja barnsburðarfarloyvið til eitt ár. Við at økja um barnsburðar- farloyvið verður minkað um trýstið á núverandi stovnum, og kann hetta í síðsta enda føra til, at kommunan kann bjóða foreldrunum ansingartrygd POLITIKKUR Ingrid Bjarnastein – Fólkaflokkurin gongur við til at økja barnsburð- arfarloyvið til eitt ár, tí soleiðis verður eisini mink- að um ansingartørvin, sigur Leila á Lofti umboðandi Fólkaflokkin. – Hvussu býtið verður millum mammu og pápa verður samrátt um, tá málið kemur fyri ting. Men eitt av grundsjónarmiðunum hjá Fólkaflokkinum er flexi- bilitetur, og familjurnar eiga at sleppa at skipa seg sjálvar, soleiðis, at tær sjálvar sleppa at avgera, hvør verður verandi heima. Leila á Lofti heldur ikki, at hetta fer at ávirka sam- gongusamráðingarnar, tí semjan um økt barnsburð- arfarloyvi tykist at vera ógvuliga breið. – Útgangsstøðið má vera ansingartrygd, men tingini mugu hanga saman. Tað ber ikki til at bjóða foreldr- unum ansingartrygd sum er nú, men økt barnsburðar- farloyvi hjálpir uppá trýst- ið, meðan kommunan framvegis skal halda fram við at útvega ansingarpláss til børnini. Um hetta verður gjørt kunnu vit til endans bjóða foreldrunum ans- ingartrygd, men hetta er bara ein av nógvum møgu- leikum til at gera hetta møguligt, sigur Leila á Lofti. Børnini: Bleytur pakki og mentanarmál Umboð frá teimum ymsu politisku flokkunum vóru hóskvøldið á pallborðsfundi hjá Foreldrafelagnum Mynd: Jens Kr. Vang Ronald Poulsen í Sjálvstýrisflokkinum sigur, at málið um økt barnsburðarfarloyvið avgjørt eigur at verða tikið upp, og flokkurin sjálvur gongur eisini inn fyri, at faroyvið verður økt til eitt heilt ár POLITIKKUR Ingrid Bjarnastein – Eg meini so avgjørt, at barnsburðarfarloyvið skal økjast til eitt ár, sigur Ronald Poulsen í Sjálv- stýrisflokkinum. – Hetta skuldi ikki verið eitt flokspolitiskt mál, men heldur eitt samt løgting, sum tekur hetta á dags- skránna. Men hinvegin so skal eisini havast í huga, at tá eitt ár er farið eigur ein ansingarmøguleiki at vera at bjóða foreldrunum. Sjálvt um farloyvið verður longt til eitt ár, so loysir tað ikki ansingartrupulleikar- nar sum so. Ronald Poulsen heldur eisini, at páparnir skulu fáa møguleika at fara í far- loyvi, og foreldrini eiga at avgera, hvussu hetta skal býtast upp. Eisini leggur hann aftur- at, at hetta eigur ikki at koma at ávirka møguligar samgongusamráðingar. Men um ongin samtykt er áðrenn samgongusamráð- ingarnar, eigur hetta heilt avgjørt at verða tikið við. Leila á Lofti, Fólkaflokkurin: Minkar um trýstið Ronald Poulsen, Sjálvstýrisflokkurin: Eigur at verða tikið upp Fremsta málið eigur at vera at nøkta tann ansingartørv, ið er. Sambandsflokkurin tekur undir við at leingja barnsburðar- farloyvi eitt ár, men eiga vit at nøkta ansingartørvin, tí at vera ov leingi frá arbeiðsplássinum kann fáa álvarsamar fylgjur, metir Heðin Mortensen POLITIKKUR Heri á Rógvi – Sambandsflokkurin tekur undir við, at barnsburðar- farloyvið veður longt úr seks mánaðum til eitt ár, sigur Heðin Mortensen, tingmaður fyri Sambands- flokkin. Heðin Mortensen um- boðaði Sambandsflokkin á fundinum í Norðurlanda- húsinum mikukvøldið. Hann vísir, at besta fyri øll er, um ansingartørvurin verður nøktaður. – Tað er ógvuliga leingi at vera burtur frá einum ar- beiðsplássi í eitt ár. Útvikl- ingurin gongur við tí strúk- andi ferð, og tað veðrur ringt hjá fólki at fylgja við aftur, tí má ansingartørvur- in nøktast, tí hetta gevur besta úrslitið fyri øll, sigur Heðin Mortensen. Heðin Mortensen heldur tað vera upplagt, at páparn- ir eisini møguleikan at taka ein part av hesum árinum, umframt sínar 14 dagar. Heðin metir harumframt, at landið noyðist at geva ein munandi íkast fyri at fíggja øktu barnsburðarfarloyv- ini. Sjálvur er Heðin Mor- tensen eisini varaborgar- stjóri í Tórshavnar Komm- unu, og hann vísti á fundin- um á, at 25% av útreiðslun- um hjá Tórshavnar Komm- unu fóru til barnaansing. Heðin legði dent á, at Tórs- havnar Kommuna hevði stórar ætlanir um at nøkta tørvin innan barnaansing. Hann metti, at nú var 81% av tørvinum nøktaður, og eftir ætlanum hjá býráðn- um, vildu 97% verða nøkt- aði í 2003. Hetta skuldi síggjast í sambandi við, at kommunan er í holt við fleiri byggi- og ansingar- ætlanir. Hetta vil eisini geva øktar íløgur, men hetta vinnur kommunan mestur innaftur, metir Heðin. – Tað eru nøkur ting, sum eru eftir at fáa upp á pláss. Vit vilja hava tað soleiðis, at tey eldru og børnini ger- ast leys av íløguloftinum, ið kommunar verða ásettar at virka undir, sigur Morten- sen. – Eldra- og barnaøki eru mál, ið verða raðfest ovar- liga til komandi val, og vit vilja hava hesi fremst í hug- anum, tá ið vit fara til sam- ráðingar um eina møguliga samgongu, sigur Morten- sen. Tjóðveldisflokkurin tekur undir við at leingja um barns- burðarfarloyvi til eitt ár. Fíggingin skal fáast til vega um arbeiðsmarknaðin, sigur Høgni Hoydal POLITIKKUR Heri á Rógvi –Tjóðveldisflokkurin tekur undir við at leingja um barnsburðarfarloyvi til eitt ár. Tað verður upp til for- eldrini sjálvi at avgera, hvussu tey skipa hesa tíðina millum sín, sigur Høgni Hoydal. Hann vísir á, at tryg fígg- ingin er ein fortreyt fyri, at hetta skal gerast veruleiki. Høgni metir, at økta barns- burðarfarloyvi skal fíggjast av arbeiðsmarknaðinum, og skal vera ein skipan, ið hvílur í sær sjálvum. Á fundinum í Norður- landahúsinum mikukvøldið vísti formaðurin í Tjóð- veldisflokkinum, Høgni Hoydal, á, barnaansing skal gerast til rættindi og ikki sum nú vera eitt sosialmál. Hann metir, at ein loysn á hesum viðurskiftinum er ein beinleiðis fortreyt fyri, at Føroya kunnu gerast sjálvstøðugt land. –Vit vilja við okkara pol- itikki geva eina ansingar- trygd, og geva foreldrunum betri tíð og betri møguleik- ar við barni teirra. Vit mugu skapa livimøguleikar fyri nútímans familjuni, sigur Høgni Hoydal. Atfinningar hava verið móti samgonguni fyri ikki at hava gjørt nóg mikið fyri at betra um korini hjá teim- um eldru. Hetta heldur Høgni Hoydal verður loyst, tá ið greitt ábyrgdarbýti verður millum land og kommunu. Hann vísir á, at meðan núverandi sam- gonga hevur sitið er nógv hent fyri tað betra á sosiala økinum. Jan Christiansen, borgar- stjóri í Havn, segði á fund- inum, at landsmyndugleik- ararnir skulu halda seg burtur frá barnaansingar- økinum, men hesum er Høgni Hoydal ikki heilt samdur við sínum borgar- stjóra í. – Landsmyndugleikar- arnir hava eisini eina upp- gáva á hesum økinum. Tað eru vit, ið skulu skapa teir yvirordnaðu karmarnar, m.a. við at áseta ansing- artrygd, sigur Høgni Hoy- dal. Tá vit spurdu landsstýris- mannin í m.a. sjálvstýris- málum, hvønn flokk sjón- armiðini hjá Tjóðveldis- flokkinum lógu tættast upp at, heldur hann, at Javnað- arflokkuin liggur tættast upp at, men eisini Mið- flokkurin líktist tjóðveld- inum, hóast ikki heil javn- støða var millum flokkarn- ar. Jónfinn Olsen, um- boð fyri Miðflokkin, heldur, at økt farloyvi so avgjørt er ein møguleiki, og flokk- urin vil taka hetta upp, um eingin annar ger POLITIKKUR Heri á Rógvi Jónfinn Olsen var umboð fyri Miðflokkin á fundinum um barnaansing, ið Felagið hjá foreldrum at smábørn- um í Havn skipaði fyri. Jónfinn stillar vætnandi upp til løgtingsvalið fyri Miðflokkin. Á fundinum vísti hann á, at loysnin við einum barna- garði á Landssjúkrahúsin- um var ein sera góð loysn, ið vildi, saman við ætlan- unum hjá býráðnum í Havn, taka so at siga allan tørvin á barnaansing í kommununi. – Miðflokkurin hevur tað hugsan, at mamman eigur at kunna vera heima hjá barninum. Tað hevur stóran týdning, at valmøguleikin er til staðar. Pápin skal varðveita tey rættindi, hann hevur, og hann eigur eisini at kunna fáa ein part av tíð- ini hjá mammuni, um tey ynskja tað, sigur Jónfinn Olsen. Miðflokkurin heldur har- umframt, at myndugleikar- arnir eiga at hava atlit fyri at tryggja børnum rættind- ini so sum barnalækna. Spyrja vit, um Miðflokkur- in tekur undir at økja barns- burðarfarloyvi, er støðan eisini greið. – Vit taka undir við at gera fortreytirnar hjá børn- um og foreldrum betri, og her er tankin um at økja barnsburðarfarloyvi so av- gjørt ein møguleiki, og flokkurin vil taka hetta upp, um eingin annar ger, sigur Jónfinn Olsen. Sjálvur er Jónfinn Olsen og flokkur hansara av teirri fatan, at vit ikki kunnu tosa um økt barnsburðarfarloyvi og rættindi hjá børnum utt- an at taka øll rættindi hjá børnunum við, og her verð- ur serliga hugsað um fost- urtøkur. – Tað verða tiknar einar 150-200 fosturtøkur, har flestu teirra eru óneyðugar. Her skulu rættindini hjá børnum eisini tryggjast. sigur Jónfinn Olsen. – Okkara sjónarmið kunnu eisini síggjast sum svarandi við bíbilsk sjónar- mið, har álagt verður okk- um at taka okkum av teim- um veiku og sjúku. Tað ver- ður í síðsta enda ein spurn- ingur um raðfesting, sigur Jónfinn Olsen. Javnaðarflokkurin lovar, at leingja um barnsburðarfarloyvi og geva ansingar- trygd innan trý ár, sigur Kristian Magnussen POLITIKKUR Heri á Rógvi – Vit vilja geva systkinaav- sláttur upp á ansing skjótast gjørligt. Innan trý ár vilja vit hava ansingartrygd og longt barnsburðarfarloyvið til eitt ár. So avgjørdur var Kristian Magnussen í Norðurlanda- húsinum mikukvøldið. Tað var eingin slingur í valsin- um, tá Kristian Magnussen boðaði frá, hvørja ætlanir hansara flokkur hevur. – Hetta er í tráð við tann politikk, ið flokkurin hevur sett út í korti. Her eru kor- ini hjá fólkinum, sum verða tikin fyrst. Vit miðja eftir at geva fólkinum tað persón- liga fullveldi, sigur Kristian Magnussen. Hann metir tað, at børn- ini verða ansaði heima í eitt ár, fara at lætta mun- andi um á ansingarstovn- um, tí lættir um trýstið. Broytingarnar skulu fíggjast um verandi barns- burðargrunn, og tað kann væl hugsast, at landið eisini skal skjóta eitt sindur av pengum í. – Tað er okkara uppgáva sum politikarar at tryggja fólki góð kor. Hetta gera vit við hesum, og tað kann ikki gerast ov nógv upp í peng- um, sigur Kristian Magn- ussen. Javnaðarflokkurin vil, umframt longt barnsburð- arfarloyvi og ansingar- trygd, geva systkinaavslátt- ur. Hetta merkir, at tað fyrsta barnið betalur fullan prís og hini børnini gjalda hálvan prís. Sambært Kristiani Magnussen fær hetta málið stóran týdning í komandi samráðingum um sam- gongur og samansetingar. Heðin Mortensen, Sambandsflokkurin: Tørvurin verður nøktaður Heðin Mortensen úr Sambandsflokkinum Høgni Hoydal: Tryggja rættindini Høgni Hoydal, landsstýris- maður og formaður fyri Tjóð- veldisflokkin Kristian Magnussen: Alt innan trý ár Kristian Magnussen, Javnaðarflokkurin. Jónfinn Olsen, Miðflokkurin: Ein upplagdur møguleiki Jónfinn Olsen úr Miðflokk- inum C M Y K 7 6