Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-02-01, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. februar 2002síða 5

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 22 - 1. februar 2002 Nr. 22 - 1. februar 2002 9 Tað kann gera ta sama, hvørjum agiterað verður við. Teir bara lova undan vali, men halda einki kortini, tá saman um kemur. Vit eiga at sleppa frá fullveldistosinum. Tað er gott at vera sín egin, men tað ber til at gerast sjálvstøðugur innan fyri verandi stýrisskipan. Eg eri í móti at tosað verður um privatiser- ingar. Tað fer undir ong- um umstøðum at gagna útjaðaranum, at eitt nú samferðslan verður pri- vatiserað. Eg vænti ikki, at nakar fer at vilja hava nakað við smáu ruturnar at gera. Bankan hava vit øll goldið, og eg haldi, at vit øll skulu eiga hann. Eisini í framtíðini. Hvat heldur tú, løg- tingsvalstríðið til skal snúgva seg um? Tað er burturvið at tosa um at privatisera banka og fiskivinnu. Tað er líkamikið, hvør keypir í Føroyum, vænti eg. Tað fer av landinum kortini, tí tað er uttanlands, pengarnir eru. Nú hava føroyingar bløtt fyri hetta, og tí haldi eg eisini, at vit skulu eiga tað. Annars eigur fiski- vinnan at fáa nógv meira viðgerð, enn hon fær. Fiskivinnan eigur lívið í okkum, og vit mugu gera alt fyri at halda lív í tí, sum vit hava. Verið varnir við ikki at lata fremmandar koma inn i føroysku fiskivinnuna. Og so hava vit eisini fyri neyðini her hjá okk- um at fáa friða gýt- ingarleiðirnar. Útróðrar- menninir hava ikki verið nóg væl umboðaðir seinasta valskeiðið. Eitt annað stormál, sum eigur at standa ovarlaga á listanum, er pensónsmálið. Nú er tíðin komin til at fólk fara at fáa ta pensión, sum tey áttu at fingið. Royndirnar vísa, at teir lova og geva eitt sindur við aðrari hondini og taka so aftur við hinari. Tað munar einki, sum pensionistarnir fáa. Nú er tíð uppá, at fa- miljan, og pensionist- arnir sleppa upp í part. Vit mangla alvorliga ein skilagóðan sosial- politikk. Og vit skulu fyri alt í verðini sleppa frá hesum loysingartos- inum. Eg haldi heldur ikki, at vit skulu tosa so nógv um hesa oljuna, sum kanska flýtur undir okk- um, men heldur meira um menniskjuni, sum búgva her. Elsa Blicher Christiansen, Skopun: Teir halda einki kortini Jóan Jacob Winther, Skopun: Sleppið fullveldis- tosinum Sanna Hentze, Skopun: Familjupolitikkurin skal fram Salli Lognberg, Skopun: Gloymið privatiseringina Ítróttarhøll fer at koma í Sandoynni, men Skopunar Kommuna setir ikki pengar av til hana, fyrr enn onnur viðurskifti í komm- ununi eru greidd, sigur borgarstjórin í Skopun, Gerhard Lognberg KOMUNUMÁL Edvard Joensen Skopun:Ítróttarhøll fer at koma í Sandoynni. Komm- unurnar í oynni skulu eiga hana. Men Skopunar Kommuna vil hava ymisk átrokandi viðurskifti í Skopun avgreidd, áðrenn pengar verða settir av til ítróttarhøllina, sigur Ger- hard Lognberg, borgar- stjóri. – Tað hevur verið at frætt, sigur Gerhard Lognberg, at Skopunar Komuna skal vera í móti at byggja ítróttarhøll, á Sandi. Men tað passar ikki. Skopunar Kommuna er avgjørt sinn- að at fáa høll í oynna, men vit hava víst á ávís ting, sum vit vilja hava avgreidd fyrst. Hann greiðir frá, at skúlaviðurskiftini í Skopun eru ikki nøktandi, sum er, hóast fimm flokkar ganga í skúla í Skopun, og skopun- arbørn frá sætta flokki fara í Meginskúlan. Men teimum »kreativu fakunum«, sum borgar- stjórin tekur til, klárar Skopunar Skúli ikki at hýsa, og verða næmingar- nir tí noyddir at fara í ungmannafelagshúsið Samljóð, har kommunan leigar høli til hesi fakini. Tað er ikki nóg gott, heldur borgarstjórin, sum vil hava skúlan bygdan út, so øll undirvísing í bygdini verður í skúlanum. Eitt annað mál, sum ar- beitt verður við í Skopun í løtuni, er barnagarðurin, sum kommunan letur byggja í løtuni.Talan er um ein dagstovn, sum fer at hýsa 30 børnum. Bæði vøggustovu- og barna- garðsbørnum. Dagrøkt er í Skopun, og tey børnini fara so øll at ganga á stovninum, tá hann er liðugur. Dagrøktar- mammurnar, sum eru, fara at starvast á dagstovninum. Av øðrum stórarbeiðum, sum gerast skulu í Skopun í ár, er asfaltering av umleið helvtini av bygdarvegun- um. Avtala er gjørd við Landsverkfrøðingin um at gera hetta í summar, sigur Gerhard Lognberg. Alt hetta kosta pengar, og skopuningar vilja hava hesi mál avgreidd, áðrenn ítrótt- arhøllin verður verður rað- fest í oddanum. Skopunar Kommuna hevur luttikið á fleiri fund- um um ítróttarhøll saman við hinum kommununum í Sandoynni. Gerhard Lognberg sigur, at tey hava ta støðu í Skop- un, at skal ítróttarhøll byggjast, skal hon tengjast tætt at Meginskúlanum, og tað skulu vera kommun- urnar í oynni, sum eiga og reka hana. Hann sigur, at umsóknin, sum send er Undirvísingar- og Mentamálastýrinum um stuðul til ítróttarhøll, er send frá einum felag og einum privatpersóni í oynni. Tað heldur borgar- stjórin í Skopun ikki vera rætt, men heldur, at tað átti at verið kommunurnar, sum, tá tann tíð kemur, sendu eina umsókn í felag um bygging av ítróttarhøll. Skopuningar eru fyri ítróttarhøll Ungmannafelagshúsið Samljóð hýsir í dag pørtum av skúlagongdini í Skopun. Tað heldur borgarstjórin ikki vera nóg gott og vil hava skúlan bygdan út, áðrenn pengar verða settir av til ítróttarhøll Mynd: Edvard Joensen Tað er beinleiðis skeivt, tá ført hevur verið fram, at skopuningar eru í móti ítróttarhøllini, sigur Gerhard Lognberg, borgarstjóri í Skopun Mynd: Jens Kristian Vang – Hetta er ein søgulig løta, tí nú er alt fjarskifti á føroyskum hondum, segði Bjarni Djurholm, nú Thors- havn Radio verður yvirtikið av føroysk- um myndugleikum. Hátíðarløta var í sambandi við yvirtøkuna YVIRTØKA Stefan í Skorini Tað var ein errin lands- stýrismaður, sum hósdagin alment boðaði frá, at alt fjarskifti nú er á føroyskum hondum. Tað seinasta økið innan fjarskifti, sum enn varð undir donskum mynd- ugleika, var Thorshavn Radio, hvørs fremsta upp gáva er radiogrundaða neyð- og trygdartænastan á havinum. Thorshavn Radio er frá 1. februar ábyrgdarøki hjá Vinnumálastýrinum. Bjarni Djurholm og danski ráðharrin Helge Sander skrivaðu 8. januar undir sáttmála um yvirtøkuna, sum fær gildi 1. februar. Fremsta uppgávan hjá Thorshavn Radio er radio- grundaða neyð- og trygdar- tænastan á havinum. Tæn- astan verður framd soleiðis, at starvsfólk á Thorshavn Radio sita alt samdøgrið og lurta eftir ávísum frekvens- um, um skip ella bátar senda neyðarkall. Eftir at hava fingið neyð- arkall verða boðini send víðari til MRCC støðina, sum síðani tekur støðu til, hvat skal gerast við neyðar- kallið. MRCC-støðin, sum er í løtuni undir Færøernes Kommando, verður vænt- andi yvirtikin tann 1. apríl, og ætlanin er, at hon skal húsast í sama bygningi á Tinghúsvegnum, har Thors- havn Radio heldur til. Bjarni Djurholm boðaði á lítlari samkomu á Tele- grafstøðini frá, at ein ar- beiðsbólkur verður settur. Hann skal gera eitt tilmæli um, hvussu Thorshavn Radio og MRCC kunnu samskipast, so at sleppast kann undan dupultfunk- tiónum, sum landsstýris- maðurin tók til. Yvirtøkurnar hava verið framdar miðvíst og stigvíst. Fyrst var telesamskiftið yvirtikið í 1997 og uttan- landssamskiftið nakað seinni. Síðani varð radio- samskiftið yvirtikið 1. jan- uar í ár, og í dag er so radio- grundaða neyð- og trygd- artænastan yvirtikin. Aðrar tænastur Thorshavn Radio hevur eisini aðrar uppgávur, og tær eru vinnuliga, t.v.s. at tænasturnar verða framdar fyri eitt ávíst gjald. Hetta kann vera at umstilla samrøður frá skipum og til telefonfelagar á landi, at senda telegramm og annað. – Tann vinnuligi parturin av virkseminum á Thors- havn Radio er minkaður nógv seinastu árini, sigur Aksel Haraldsen, leiðari á Thorshavn Radio. Hann leggur afturat, at ongar broytingar verða framdar á Thorshavn Radio, nú tað er á føroyskum hondum. Tað er Vinnumálastýrið, sum hevur ábyrgdina fyri Thorshavn Radio, men Føroya Tele røkir upp- gávuna. Alt fjarskifti á før- oyskum hondum Thorshavn Radio. Her sita tey alt samdøgrið og lurta, um skip ella bátar senda neyðarkall. Nú er Thorshavn Radio á føroyskum hondum Mynd: Jens Kr. Vang Bjarni Djurholm var fegin um at boða frá, at alt fjarskifti nú er á føroyskum hondum. Andras Róin, stjóri í Føroya Tele, skal syrgja fyri, at uppgávan verður røkt til lítar Myns: Jens Kr. Vang – Eingin ivi er um, at smuglingin av rús- andi evnum er vorðin meira skipað seinastu árini. Ein partur av tí er, at smuglarar lúra tollvaldið av við at kanna, hvar narko- hundurin er staddur, heldur Kjartan Dam Joensen, yvirtollari. Bara ein narkohund- ur er í Føroyum, og yvirtollarin umhugs- ar at fáa ein afturat SMUGLING Stefan í Skorini Hundurin er besta amboðið hjá tollvaldinum, tá talan er um at fanga narkosmugl- arar, men tollararnir sjálvir skulu eisini vita, nær hann skal seta inn. Bara ein narkohundur er í Føroyum. Hetta halda summi vera ov lítið, tí innsmuglingin av rúsandi evnum er somikið umfat- andi, at eingin møguleiki er at fáa bilbukt við henni, tá bara ein hundur er til ar- beiðis. Tað verður sagt, at smuglarar lúra tollvaldið av. Tað verður gjørt við at halda eyguni við, hvar narkohundurin er til ar- beiðis. Um tollarin við hundinum t.d. fer til Havn- ar at taka ímóti Norrønu, verður ringt til Kastrup og sagt frá, at hundurin ikki er á flogvøllinum tann morg- unin. Tá er lag á manni at taka nøkur gramm við sær. Hetta ásannar yvirtollarin. – Eingin ivi er um, at inn- smuglingin av rúsandi evn- um er vorðin meira skipað seinastu árini. Ein partur av tí er, at smuglararnir hava eyguni við, hvar hundurin er, sigur Kjartan Dam Joensen, ið er yvirtollari á Toll og Skattstovuni. Soleiðis kunnu smuglarar taka sær løgir og senda nøkur gramm upp til Før- oyar, tá eitt skotbrá er í eftirlitinum. Jens Jensen, løgreglu- maður, heldur, at tørvur er á fleiri servandum narko- hundum, tí tað er avmark- að, hvat kann gerast við bara einum hundi. Løgreglan hevur tveir hundar, ið eru vandir til at finna hassj. Hesir eru tó ikki servandi narkohundar, sum tann hjá tollvaldinum, og tí verða teir ikki nýttir, tá talan er um at fanga smugl- arar. Kjartan Dam Joensen sigur, at hann umhugsar í løtuni gjølla at fáa ein servandan narkohund aft- urat tí eina, sum arbeiðir fyri tollararnar. Hann ásannar, at við bara einum hundi er varðhaldið sera avmarkað, tí hann fær ikki verið á flogvøllinum, á bryggjuni og á posthúsin- um í senn. Kjartan Dam Joensen leggur afturat, at ferðslan til og úr Føroyum er ómeta- liga stór. Fleiri hundrað tons av vøru verða hvørja viku uppskipað her á landi, og tá er tað torført at hava eftirlit við øllum. – Okkara uppgáva er at gera tað so torført hjá smuglarum sum gjørligt. Tað ræður um at fylgja við og seta inn har tað er neyðugt. Standa einsamøll Hann heldur, at løgreglan og tollvaldið standa alt ov einsamøll í stríðnum móti innflutningi av rúsandi evnum. Tað er alt ov sjáldan, at vanlig fólk gera vart við seg, tá tey síggja okkurt illgrunavert, og tí er tað torført hjá teimum at fáa bilbukt trupulleikanum. Hóast Kjartan Dam Joen- sen umhugsar at fáa sær fleiri narkohundar, eru eisini vansar við at hava fleiri hundar. – Tað er umráðandi at hava ein hund, sum altíð er virkin. Okkara ráðgevar í Svøríki siga, at tað er betri at hava ein hund, sum síðani ferðast kring landið, sigur yvirtollarin, sum tó umhugsar at hava tveir hundar. Ein narkohundur skal hava fjølbroytt arbeiði og vera virkin allatíðina. Um ein hundur hevur ov lítið at gera og ikki er nóg virkin, missir hann venjingina og gerst nyttuleysur. Hundarnir verða keyptir úr Svøríki, og teir kosta einar 250.000 krónur, og tá er hann servandur og klárur til brúk. Ein narkohundur kann arbeiða í eini sjey ár. Smuglarar lúra tollvaldið av Bara ein narkohundur er í Føroyum. Summi halda, at hetta er alt ov lítið. Tollvaldið umhugsar at fáa sær fleiri hundar, men tað er umráðandi, at hundurin hevur nóg mikið at gera C M Y K 9 8