Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-02-01, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. februar 2002síða 6

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 22 - 1. februar 2002 Nr. 22 - 1. februar 2002 11 Ivan Johannesen Leygardagin 26. januar 2002 hevur Jørgen Nicla- sen grein í Dimmalætting við stóru yvirskriftini “Takk til Sambands- flokkin”. Her fyrikemur mær at ein desperatur maður hevur skrivað, ella sum man plagar at taka til: Her er ein í trongum skóm. Eg fari at loyva mær at gera viðmerkingar til tvær tær fyrstu takkarkvøðurnar til Sambandsflokkin. Tann fyrra er: Sambands- løgmaðurin í 80-unum forpurraði Gásadalsberg- holið, takk fyri tað. Eftir løgtingsvalið í 1980 var tað Sambandsflokkurin, Fólkaflokkurin og Sjálv- stýrisflokkurin, ið skipaðu landsstýri, við Paula Ellef- sen sum løgmanni. Tá ið fíggjarlógin fyri 1981 var til viðgerðar var trupult at fáa endarnar at røkka saman, og tí var eingin peningur avsettur til bergholsgerð tað árið. Tá ið fíggjarlógin fyri 1982 var til viðgerðar, var semja um at seta pening av til bergholsgerð, men tað var ikki semja um, hvat berghol skuldi gerast. Upp- skot var frammi um at gera berghol til Gásadals og eitt annað at gera berghol til Trøllanesar. Fyri at fáa eina avgerð, varð málið lagt fyri floksformenninar at taka støðu til. Fólkaflokkurin mælti til Trøllanes, Sam- bandsflokkurin til Gásadal, tí nú mettu vit í Sambands- flokkinum, at Vágarnar áttu tørn. Men Sjálvstýrisflokk- urin tók undir við Fólka- flokkinum, at gera berghol til Trøllanesar. Soleiðis var tað Fólka- flokkurin, sum í 80-unum foraði fyri, at Gásadalur fekk berghol. Nú kann eg minnast sum ungur drongur, at eg plagdi at vera til politiskar fundir. Har plagdi at vera rættiliga lívligt og stuttligt. Men tað er eitt, sum eg serliga minnist til: Fólkaflokkurin gjaraði út við bergholi til Gásadals longu tá. Til hvørt løgtingsval síðani er sama gularótin tikin fram aftur og víst Gásadalsfólkum. Nú er tíbetur tað gleði- liga hent, at bergholsgerðin til Gásadals er byrjað. Tað frøðast vit øll um her í Vágum. Næsta takkarkvøðan til Sambandsflokkin ljóðar soleiðis: Sambandslands- stýrismaður úr Vágum reypar um, at hann í 1989 kláraði at steðga undir- sjóvartunlinum undir Vest- mannasundi. Í 1988 var byrjað at fyri- reika gerð av undirsjóvar- tunli undir Vestmanna- sundi, har millum annað innslagið varð gjørt. Í 1988 var løgtingsval, og sam- gonga skipað, har Fólka- flokkurin átti løgmann. Hesi samgongu var ikki langt lív lagað, tí longu í mai 1989 slitnaði henda samgongan. Eg veit ikki veruligu orsøkina, men eg rokni við at onkur í sam- gonguni hevur sæð niður í landskassan, har alt var væl feiað, og at nervarnir síðani eru gingnir fyri. Men tað var eitt, henda samgongan megnaði. Tað var at steðga arbeiðinum uppá undir- sjóvartunnilin undir Vest- mannasundi. Eg skilji væl teir, ið steðgaðu hesum arbeiði, tí Føroyar vóru longu tá farnar fallit. 26. juni 1989 var nýtt landsstýri valt, har Fólka- flokkurin, Sambandsflokk- urin og Tjóðveldisflokkurin skipaðu samgongu. Eg fari at heita á Jørgen Niclasen – fyri hansara egnu skyld – at kanna tað, hann skrivar um, og serliga tá ið tað er álop á aðrar. Tað minsta, fólk væntar av einum aktivum politikara er, at tað er sannleikin og veruleikin, sum eru í hásæti. Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Tíðindaleiðari: Jústinus Eidesgaard justinus@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Anja Weihe anja@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Turið Kjølbro turid@sosialurin.fo Stefan í Skorini stefan@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 311820, Fax 314720 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Manglandi sjálvkritikkur og fortreingjan av gerðum kann eyðkenna tey víðgongdu. Um onkur tekur munnin sera fullan og til dømis sigur: “Vit hava raðfest hetta og hatta hægri enn nøkur onnur samgonga undan okkum”, so má man kunna loyva sær at ivast í hesum. Serliga tá hugsað verður um raðfestingarnar hjá teimum merkismonnum/kvinnum, ið undan fóru. Raðfestingar, ið gera, at vit yvirhøvur hava eitt vælferðarsamfelag at raðfesta í dag. Tað er ikki virðing fyri teimum, ið undan fóru, tá politikarar sigur seg hava gjørt okkurt ella alt betri enn nakar hevur gjørt nakrantíð fyrr. Onkur kundi enntá freistast at sagt, at hetta var reyp. Meira týdningarmikið bendir tað ikki á hóvsemi. Hvat er man, tá man ikki er hóvligur í gerð og talu? At ósemja hevur verið í Tjóðveldisflokkinum er heldur eingin loyna. Viðferðin, Signar á Brúnni fekk frá sínum egnu, er ikki nøkrum til nakran sóma. Konsensuspolitikkurin, ið Tjóðveldis- flokkurin hevur staðið fyri, er nú broyttur til tað øvugta. Tað kann verða, at vit á hesum stað hava gjørt ov nógv av, tá vit hava tosað um unga og gamla ættarliðið í Tjóðveldisflokkinum, men tá man roynir at gera tað til, at als eingin munur er, so má tað kunna kallast fortreingjan. Leiðslubygnaðurin í Tjóðveldisflokkinum varð broyttur í hesum valskeiði. Alment kjak tók seg upp, tá Signar á Brúnni segði Høgna Hoydal at hava brotið eina avtalu um, at hann skuldi aftur í landstýrisessin. Samstarvsviljin við aðrar flokkar tykist at vera broyttur til tað verra, nú konsensuspolitikkur sær út til at verða skiftur út við patentloysn. Dialogur er eftir øllum at døma skiftur út við spurning aftaná spurning í punktform. Tað er eftir øllum at døma vorðið móti í Tjóðveldis- flokkinum at seta alt upp í punktform. Hetta fremur so ikki veruliga endamálið við dialog- inum. Rætt skal vera rætt. Tað nýtist ikki at verða, at ættarliðskifti hevur verið í Tjóðveldisflokk- inum. Ein annar møguleiki er til staðar. Kanska er tað allir aðrir flokkar á tingi, ið hava broytt seg, og at eingin munur er á unga ættarliðnum í Tjóðveldisflokkinum og tí gamla. DAGSINS MEINING Sosialurin Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Tey víðgongdu? VIÐMERKINGAR Takk til Sambandsflokkin (svar til Jørgen Niclasen) Kári P. Højgaard løgtingsmaður Helena Dam á Neystabø løgtingskvinna hevur í skrivi dagfest 28. januar boðað løgmanni frá, at hon ikki stuðlar samgonguna. Hetta sigur hon, er fyrst og fremst tí, at hon síðani seinasta heyst hevur roynt at fáa hækkað pensiónirnar við umleið 30 milliónum, men fekk tíverri onga undirtøku frá samgonguni. Sjálvstýrisflokkurin um- situr málsøkið og hevur síðan í fjør vár roynt at fingið eitt pensiónsupp- skot, sum samgongan kundi taka undir við. Tá fíggjarlógin var til fyrstu viðgerð, boðaði fíggjarnevndarlimur flok- sins frá, at pensiónsmálið mátti loysast, um flokkurin skuldi taka undir við fíggjarlógini. Samgongan hevði sam- gongufund um málið, og varð Helena Dam á Neysta- bø, løgtingskvinna, boðin við á fundin, hóast hon var uttanflokka. Helena rýmdi av fundinum eftir stuttari løtu. Ein samd samgonga sam- tykti at seta eina trímanna- nevnd við løgmanni, fíggj- armálaráðharranum og almanna- heilsumálaráð- harranum at gera eitt pensiónslógaruppskot. Hetta arbeiðið er liðugt, og uppskotið lagt niðan á løgtingsskrivstovuna. Helena hevði møguleik- an at gera sína ávirkan á uppskotið galdandi, at betra um umstøðurnar hjá pen- sionistunum, men valdi at fara í sjálvdrátt við egnum uppskoti, fyri at stilla seg í besta ljósið. En samd samgonga stendur aftan fyri fráboð- aða uppskotið, sum vón- andi verður einmælt sam- tykt. Hetta uppskotið javn- stillar viðurskiftini hjá okkara pensionistum við viðurskiftini, ið eru gald- andi fyri pensionistarnar í grannalondum okkara Helena vildi stilla seg í besta ljósið VIÐMERKINGAR Dorthe Gyldenkærne Velbastað dorthe.gyldenkaerne@skulin.fo Fyri 170 árum síðani, í 1832, kom N.F.S. Grundt- vig við aðru útgávu av hansara Nordisk Mytologi (NM). NM var eitt ment- anarkamprit, har Grundtvig ynskti, at Norðurlond skuldu standa saman móti mentanini sunnaneftir (rómversku mentanini). Nógv av tí, hann hevði uppá hjarta, hava vit tikið til okkum, men ikki alt. Tí Grundtvig var nógv djarv- ari og meiri radikalur enn mong skoyta um, og til allar tíðar og í øllum sam- feløgum vilja vera menn- iskju og ikki minst polit- iskar skipanir, sum ikki er búgvin at taka radikalar avgerðir. Háskúlin var hjartabarn- ið hjá Grundtvig. Seinni kom frískúlatankin, sum eldhugaði skúlamaðurin Christen Kold í fleiri ár hevði praktiserað og verið fortalari fyri. Her í Føroyum er há- skúlin komin fyri at vera, eftirskúlin er góðkendur á pappírinum, men ítøkiliga er hann mær vitandi ikki komin longur. Og næst – hvar er frískúlin í hesum høpi? Evnið kemur til hoyringar í tinginum í nærmastu framtíð, men verður so gott sum ikki tikið uppá tungu í fjøl- miðlunum. Hví, kann ein spyrja. Er føroyska sam- felagið ikki búgvið til hetta frælsið fyri tann einstaka? Ein ógvuliga radikalur tanki í okkara lítla oyggja- samfelag er at ynskja ”Frihed for Loke såvel som for Thor”. Ein vending, sum Grundvig brúkti í NM. Hvat merkir hendan vendingin í hesum sam- anhangi? At foreldur, sum hava somu støðu til námsfrøði- liga uppalingina, skulu hava møguleika at senda børn síni í skúla, har for- eldrini vita, at børnini vilja fáa ta undirvísning, sum er hóskandi til tey. Nógvir ymiskir námsfrøðiligir møguleikar eru; skúlafólk flest kenna til nøvn sum Montesorri, Freinet, Freire, Rudolf Steiner o.o. Hetta eru fólk, sum hava verið slóðbrótarar fyri akkurát teirra slag av skúlum. Frískúlar við religiøsum áskoðanum er eisini ein møguleiki. Í álitinum um frískúlar, sum landsstýrismaðurin í skúlamálum setti ein arbeiðsbólk at gera í 1999 sæst m.a. í § 5 kap. 2 um “Góðkenning og eftirlit”, at føroyski uppskotið kann samanberast við donsku lógina ”loven om friskol- er”. T.d. skal barnatalið vera minst 12 næmingar, tá ið skúlin verður stovnaður. Víðari stendur í kap.6 § 18, at tað almenna skal lata 85% til lønir og rakstur. Eitt hugskot hevði kanska verið, at minka talið av næmingum til t.d. 8-10, tí í Føroyum liva ikki 5 mill. íbúgvari . Alt er rela- tivt, um vit heilt realistiskt ynskja ein frískúlamøgu- leika. Viðvíkjandi fíggjar- ligum stuðli er 85/15 býtið til lønir og rakstur ikki heilt av leið, men tað verður kortini fíggjarliga tungt fyri einstaka frískúlan. Um ikki verður lagt upp fyri hesum er tað órealistiskt, at ein einasti frískúli fer at koma.. Í fjølmiðlum verður skrivað um, at ov trongt er í skúlunum í Klaksvík og í Havn. Hevði ein frískúlalóg verið í nøkur ár, hevði tað kanska ikki verið so átrokandi at víðka um hølisviðurskiftini. Men ein frískúlalóg er ikki í Før- oyum. Harafturat er ein frískúlalóg ikki nóg mikið til at starta ein frískúla; pengar og høli mugu eisini til. Mest umráðandi er tó, at uttan eldhugað foreldur og lærarar gongur tað als ikki. Giti at tað kann taka 3-5 ár at stovna ein frískula, og so í minsta lagi 5-8 ár afturat til at skúlin er komin í fasta legu – also í minsta lagi 8 -13 ár, áðrenn ein hevur ein vælvirkandi frí- skúla. Vit hava ár 2002 og liva í einum demokratiskum samfelag, men orðingin í §27 í lóg um skúlafyrisiting frá 1978 – um góðkenning av nýggjum frískúlum - hoyrir ikki til í einum ný- tímans samfelag: ”Tílíkir skúlar mugu bert góð- kennast, um so er, at tað er ein rímiligur tørvur á hes- um.” Við hesari grundgev- ing var ein lítil forskúli úti á Reyni steðgaður í 1988, hóast foreldrini kærdu til landsstýrið. Um tað ikki er tørvur nú, hvat vita vit so um tørvin um eini 10-15 ár? Í tíðindunum í dag frætta vit, at børn kunnu ikki verða skrivað inn til forskúla, tí at tann reglu- gerð, sum skuldi hava verið liðug fyri fýra árum síðani, er ikki skrivað enn. Tørvur er á forskúlum, men vit bíða á 4. ári eftir reglu- gerðini. Á sama hátt tekur ein fyrireiking til frískúlar tíð, so um vit vilja nøkta ein tørv um 8–13 ár, eigur at vera farið í gongd alt fyri eitt. Hinvegin kann tað vera, at ”vit” als ikki ynskja frískúlar, og at málið tí ikki fær tað ferð, sum er neyð- ug, um vit veruliga skulu síggja ein (ella fleiri) væl- virkandi frískúlar um 10-15 ár. So…. ætla vit, at kom- andi ættarlið skulu hava møguleikan at velja undir- vísingar- og skúlahátt, má støða takast nú. ”Frihed for alt, hvad der kommer af Aand, som ikke ændres men arges ved Baand.” Grundtvig 1832 Heri Hohr Fyrst í mánaðinum fingu akfarseigarar konvolutt frá Postbox 500, 2750 Balle- rup, við returadressu: Tryggingarfelagid Føroyar, Kongabrugvin, Torshavn 0110. Í konvoluttinum var eitt »indbetalingskort« frá Be- talingsService, 2640 Hede- husene, viðvíkjandi akfars- trygging »fra 01.02 til 30.04.2002«. Hetta er ikki sørt ørkymlandi, tí í mong Harrans ár hava vit goldið akfarstrygging við inn- gjaldingarkorti frá Giro- stovuni í Havn (Argir), men nú fáa viðskiftafólk trygg- ingarfelagsins konvolutt úr Ballerup við inngjaldingar- korti úr Hedehusene við »kreditornummer og be- løbsmodtager«: Trygging- arfelagið Føroyar, Konga- brúgvin, Torshavn. Mær vitandi hava viðskiftafólk tryggingarfelagsins iki fingið boð um, at innkrevj- ing av akfarstrygging er flutt frá okkara Girostovu av landinum til PBS Dan- mark A/S, og tessvegna má tað verða (mær) loyvt at spyrja, um tryggingarupp- hæddin ikki kann verða goldin sum higartil á konto í Girostovuni, soleingi onn- ur kravboð ikki eru komin? Tað hevði eisini verið áhugavert at fingið at vita frá kompetentari síðu, hvussu stóra inntøku Postverk Føroya/Girostov- an fer at missa, og hvørjar avleiðingar tað kann fáa (uppsagnir?), nú innkrevj- ingin av hálvalmennum gjøldum eru tikin frá post- verkinum og givin donsk- um felag at umsita, og tað í eini tíð hvar gandaorðið – fyri ikki at siga loysing- arorðið – »sjálvberandi bú- skapur« er lykilin – okkara sesam, sesam –, sum opnar tippið, og gevur okkum frælsið, sum hevur verið kúgað og niðurbundið í 500 ár! Í einum av teimum mongu essays, sum Mon- taigne skrivaði, »Um vanar – og um ikki at broyta«, sigur hann, at tá ið broyt- ing, kollvelting hevur fing- ið samfelagslagið í upp- loysing og at detta sundur, fara aðrir skaðar eins og væta at seyra í rivum og sprungum, sum broytingar- nar hava voldað á sam- felagsbygnaðin. Men frukt- in av rumblinum lutast sjálvdan provokatørinum, sum rørur í og gruggar vatnið til onnur at fiska í, og at hesir epigonar eru uppaftur vandamiklari, tí teir virka á sama broyting- arstøði, sum syndraði sam- felagið. Montaigne sigur, at ein skal vera sera sjálvglaður og innbilskur, um neyðugt er at oyðileggja støðið und- ir verandi skipan til tess at fremja og seta í verk egnu samfelagsáskoðan. Klæmint Olsen umboðsnevndarlimur Við regluligum millumbil- um verður funnist at SEV fyri at vera ov afturlatið og vanabundið. Undirritaði gevur atfinnararunum púra rætt. Hetta sigi eg uttan at himprast, nú eg í gott 12 ár hava verið limur í umboðs- nevndini. Nevndin er máttleys, hóast hon sam- bært viðtøkunum er hægsta vald felagsins. Ongin orkupolitikkur Í fyrstu atløgu ber til at staðfesta, at SEV eingi mál og eingi mið hevur á orku- politiska økinum. Ongastaðni finnur tú eina heildarætlan ella tílíkt, sum stjórn, stýri ella um- boðsnevnd hava samtykt. Tað nærmasta vit koma onkrum, ið líkist, er ársfrá- greiðing stýrisins á árliga umboðsnevndarfundinum. Hon kann innihalda onkra lítla orðing um uppfatan stýrisins av framtíðar vatnorkuútbygging o.t. Men hetta er ikki nakað, sum umboðsnevndin fær høvi at taka støðu til. Onkur kundi av røttum spurt, um tað yvirhøvur ber til hjá leiðslu SEV´s at virka uttan góðkenning umboðsnevndarinnar. Svarið er nei, tað ber ikki til. Men SEV virkar kortini, og tað ger felagið, tí umboðsnevndin á hvørj- um ári samtykkir eina játt- an, sum stórt sæð heimilar leiðsluni sjálvari at gera av, hvussu játtanin verður nýtt. Og rætt skal vera, onkra einstaka ferð hevur umboðsnevndin seinnu árini tikið støðu til ítøkilig uppskot um t.d. vatnorku- útbyggingar. Tó er tað ofta gjørt á ivasomum grund- arlagi, tí tilfarið ikki var tøkt fyrr enn í síðstu løtu. SEV hevur so statt ong- an orðaðan politikk, hvørki tá ið tað snýr seg um vatnorku, vindorku ella nakra aðra orku. Einki skipað tjak um orkuspurn- ingar fer fram í sjálvum felagnum, í bý- og bygdar- ráðum, á løgtingi ella úti millum vanlig fólk. Tað letur seg heilt einfalt ikki gera, tí grundarlagið, ið tjakast skal út frá, er ikki til. Føroyskur orkupolitikk- ur og SEV er sjálvsagt ikki heilt tað sama. Men tað skerst ikki burtur, at tær mest týðandi avgerðirnar á orkupolitiska økinum verða tiknar á Landaveg- num í Havn. Ikki í nøkrum skýmaskoti, men í tí væl- upplýstu skrivstovuni hjá stjóranum. Hetta er ikki nøktandi, sama hvussu rættar og skilagóðar av- gerðirnar annars eru. Neyðarslig umboðsnevnd Leiðsla SEV´s hevur sjálv- sagt ongan trupulleika av hesum. Hon er glað við, tí so hevur hon fríar teymar. Hon kann stórt sæð gera tað, sum henni lystir, óbundin sum hon er av øðrum samtyktum enn játtanini. Hinvegin er støðan hjá umboðsnevndin neyðars- lig. Og tíverri mugu vit ásanna, at umboðsnevndin í stóran mun hevur valt hendan leiklutin sjálv. Um- boðsnevndin letur sær lynda, einki at skula hava sagt. At vera ein av- greiðsluliður fyri duldu dagsskrá leiðslunnar. Vit eru nøkur, sum farnu árini hava roynt at givið umboðsnevndini ein annan og sterkari leiklut, men til fánýtis. Leiðslan hevur íðin mótarbeitt hesum, og tíverri hevur undirtøkan í umboðsnevndini verið ov lítil til at staðið ímóti. Fyribils í hvussu er. Vón er tó kanska fyri framman. Ein nýggj umboðsnevnd tók við síðsta ár, og kanska núverandi limir eru meira at sær komnir. Sjálvsagt opnar fundir Eg taki fult undir við upp- skotinum hjá Suna í Hjøll- um um opnar fundir – eins og eg havi gjørt tað áður. Einasta gongda leið er, at almenningurin fær fult innlit í, hvussu avgerðirnar í SEV verða tiknar og á hvørjum grundarlagi. Sum støðan er í dag, er tað ikki bara umboðsnevndin, ið verður hildin uttan fyri ávirkan, men alt Føroya fólk, tí einki alment orða- skifti er. So tá ið Hans Tausen Olsen, formaður í umboðs- nevndini, kallar SEV “mest demokratiska fe- lagsskap í landinum”, kanst tú ikki annað enn smílkast. Pínligi sannleik- in er jú tann, at so leingi sum fundirnir eru aftur- latnir, verða limirnir í um- boðsnevndini ikki avdúk- aðir sum tað, teir í veru- leikanum eru, nevniliga atkvøðuneyt rætt og slætt. SEV í andgletti Sjálvberandi búskapur Føroyskur frískúli til hoyringar C M Y K 11 10