fríggjadagur 1. februar 2002síða 7
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 22 - 1. februar 2002
SJÓNLEIKUR
Solby A. Eliasen
Farna vikuskiftið framførdi
Klaksvíkar
Sjónleikara-
felag tær seinastu sýning-
arnar av skemtileikinum
Mostir Charley – á hesum
sinni. Tí um vit fylgja hag-
tølunum, so verður leikurin
aftur á skránni í 2045.
Leikurin hevur verið fram-
førdur tvær ferðir áður, og
vóru tað júst 44 ár ímillum
hvørja ferð.
Frá Klaksvíkar Sjónleik-
arafelag frætta vit, at
umleið 3.500 fólk hava sæð
leikin, og tað eru tey stak
væl nøgd við. Tey byrjaðu
at venja 1. septembur,
frumframførslan var 10.
novembur og nú, aftaná 30
sýningar, eru fólk við at
blíva troytt. Her er jú talan
um eitt áhugafelag, so tað
er týdningarmikið, at lim-
irnir ikki gerast ov troyttir.
Fyri framman liggja nú
fyrireikingarnar til Norð-
oyastevnuteitið, og ætlanin
er at venja tveir leikir í
2002. Venjingarnar til tann
fyrra leikin byrja í heyst, og
so verður frumframførslan
einaferð í novembur ella
desembur, meðan hin leik-
urin verður fyrireikaður
yvir eitt longri tíðarskeið.
Tað er ein bólkur undir
Klaksvíkar
Sjónleikara-
felag, sum hevur ætlanir at
venja 1-2 ferðir um vikuna
í umleið 1 ár.
Klaksvíkar Sjónleikara-
felag hevur eisini ætlanir
um at vera við í tí stóra
gøtuleikinum, sum MáF
skipar fyri á Ólavssøku.
Umleið 3.500 fólk sóu Mostir
Charley
Mostir Charley liðug
fyri hesuferð
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Ein trolari og ein línu-
bátur hava landað til
Sandoy Seafood hesa
vikuna.
Mánadagin var Eyst-
urbúgvin inni við sløkum
100.000
pundum
av
upsa, toski og hýsu. Teir
trola saman við Vestur-
búgvanum, sum hevði
nøkulunda somu nøgd,
men landaði til annað
virki. Meira enn helm-
ingurin av upsanum hjá
Eysturbúgvanum
var
upsi 4, og tað er rættiliga
smáur upsi.
Hoyvíkingur,
sum
landaði týsdagin, hevði
50.000 pund; teir høvdu
roynt á Føroya Banka.
Størra helvtin av veiðini
var hýsa, restin toskur. Í
báðum førum var slagið
gott, siga tey á Sandi.
Umleið helmingurin av
veiðini var hýsa 1 og
toskur 1. Hoyvíkingur
hevði stuttan túr; teir
høvdu roynt í seks dagar,
tá ið hann øtlaði veðrið.
Samanhangandi
Bæði á virkinum á Sandi
og í Skopun hava tey
arbeitt hvønn dag hesa
vikuna, tí umframt fiskin
hjá Eysturbúgvanum og
Hoyvíkingi, hevur Sand-
oy Seafood keypt væl av
fiski á uppboðssølu.
- Eg veit ikki rættiliga,
hvussu nógv er komið av
uppboðssøluni, men her
hava fleiri trailarar verið
við fiski. So, vit hava
fisk til alla hesa vikuna,
sigur Jóan Petur Vest.
Sjógvurin í maskin-
rúminum er gingin
útyvir ljósmotorar,
elektromotorar og el-
innstalatiónina.-
Umvælingarnar verða
gjørdar á Mekanik í
Runavík, og her er tað
soheppið, at alt, sum
skal skiftast út, er á
goymslu, sigur
maskinmeistarin á
Skrápi, Karl Jón
Breiðaskarð
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Tað er og verður ongantíð
vandaleyst at sigla, hóast
skipini gerast betri og betri.
Hvussu góð skipini enn
eru, sleppa vit ongantíð
undan, at vanlukkur fara at
henda á sjónum.
Fyrr í vikuni fór ísfiska-
trolarin, Gorpur, at leka.
Teir partrola við Skrápi og
vóru á veg út á fiskileið, tá
ið funnið varð út av, at
sjógvur var í maskin-
rúminum.
30 fjórðingar úr landi
Karl Jón Breiðaskarð, sum
er
maskinmeistari
við
Skrápi, sigur, at skipini
loystu um 1-tíðina týsnátt-
ina og vóru einar 30 fjórð-
ingar úr Eystnesi, tá ið
funnið varð út av, at sjógvur
var í maskinrúminum.
- Tá ið teir umborð á
Gorpi varnaðust lekan, stóð
sjógvurin uppum botnven-
tilarnar. Teir settu pump-
urnar at lensa, men sóu
skjótt, at tær ikki kláraðu at
halda skipinum lens; tí varð
motorurin slóktur, sigur
Karl Jón.Boð vórðu send
eftir hjálp, og tyrlan hjá
Atlantsflogi og Tjaldrið
gjørdu seg til reiðar at flyta
pumpur út á skipið.
Sum skilst, gingu heilir
tveir tímar, til tyrlan var á
leiðini, og tá var Tjaldrið
næstan komið út til Gorp
og Skráp.
Ikki í lívsvanda
- Eg haldi, at tyrlan fekk
pumpur frá Tjaldrinum,
sum teir settu niður á Gorp,
men áðrenn pumpurnar
vóru komnar í gongd, var
Tjaldrið komið á leiðina.
Og ikki fyrr enn Tjaldrið
eisini fór at pumpa, kundu
teir halda skipinum lens.
Spurdur, um teir hildu, at
tað tók ov langa tíð hjá tyrl-
uni at koma út á leiðina,
sigur Karl Jón:
- Tað dugi eg ikki at meta
um, men eg haldi ikki, vit
kunnu siga, at tyrlan var
skjót á staðnum. Tíðin tyk-
ist altíð long, tá ið bíðað
verður undir slíkum um-
støðum.
Karl Jón leggur tó dent á,
at eingin panikkur var um-
borð á Gorpi, og menninir
vóru ongantíð í lívsvanda.
- Veðrið var gott, men tað
var stór alda, sigur hann.Tá
ið partrolað verður, fylgjast
skipini, og sigast kann, at
hetta í sjálvum sær er ein
tryggleiki – ikki minst, tá ið
annað skipið hevur brúk
fyri hjálp.
Tjaldrið fylgdi Gorpi til
lands.
Rør skrædnað
Karl Jón Breiðaskarð sigur,
at tað seinni vísti seg, at
lekin stavaði frá einum røri,
sum gongur frá botnven-
tilunum upp í høvuðs-
motorin.
- Hetta rørið var skrædn-
að, sigur hann.
Hví rørið er skrædnað, er
ikki greitt, men maskin-
meistarin heldur ikki, at
hetta hevur nakað samband
við tær umvælingar, sum
gjørdar eru umborð á
Gorpi, nú hann hevur verið
til klassingar.
Hetta var fyrsti túrurin
hjá Gorpi og Skrápi síðan
hálvan desember. S j ó g v -
urin í maskinrúminum er
gingin útyvir ljósmotorar,
elektromotorar og el-in-
stalatiónina í maskinrúm-
inum.
- Umvælingarnar verða
gjørdar á Mekanik í Runa-
vík, og her er tað so heppið,
at alt, sum skal skiftast út,
er á goymslu.
Karl Jón Breiðaskarð
væntar, at skipið verður
klárt at fara aftur til fiski-
skap um eina viku.
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Krúnborg var á Fugla-
firði mikudagin við 1800
tonsum av lodnu, sum
teir hava fiskað á før-
oysku leiðini. Teir fóru
útaftur mikukvøldið og
fóru aftur í føroyskan
sjógv at royna.
Síðsta vikuskiftið var
Christian í Grótinum á
Fuglafirði við stívliga
1500 tonsum av lodnu,
eisini
úr
føroyskum
sjógvi.
Triðja
skipið,
sum
hevur verið á føroysku
lodnuleiðini, er Tróndur í
Gøtu, men teir hava ikki
verið so hepnir.
Tvær ferðir í Íslandi
Áðrenn Tróndur í Gøtu
fór í føroyskan sjógv at
royna, fóru teir til Íslands
eftir trolreiðskapi. Men
tá ið teir komu á fiski-
leið, vísti tað seg, at
reiðskapurin riggaði ikki
so væl, og lítið kom
burtur úr. Teir hava tí fyri
aðru ferð á hesum sinni
verið í Íslandi eftir reið-
skapi og tað, teir høvdu
inni, løgdu teir upp har
yviri, eini 300 tons ella
so.
Á Havsbrún vita tey at
siga, at lodnufiskiskap-
urin í føroyskum sjógvi
hevur verið smáligur, nú
tað hevur viðrað so illa.
- Ein skái var mið-
skeiðis í vikuni, men nú
sigur hann longu nógvan
vind aftur, siga tey á
Havsbrún.
Eysturbúgvin og
Hoyvíkingur á Sandi
Lodnufiskiskapurin
tarnaður av veðri
Gorpur fór at leka,
tí eitt rør skrædnaði
Manningarnar á Gorpi og Skrápi halda ikki, at tyrlan hjá Atlantsflogi var skjót á staðnum, tá
ið Gorpur fór at leka og hevði brúk fyri hjálp. Tað gingu tveir tímar, áðrenn tyrlan var frammi
hjá skipunum.
- Tíðin tykist altíð long, tá ið bíðað verður undir slíkum umstøðum. Menmanningin var
ongantíð í vanda, sigur Karl Jón Breiðaskarð, sum er maskinmeistari við Skrápi
C
M
Y
K
13
12