Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-08-27, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. august 2010síða 2

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 27. august 2010 · Nr. 125 vikuskiftisblaðið Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Í tíðindasendingini í útvarpinum hjá Kringvarpinum í gjárkvøldið varð kjakast um, hvørt tað er rætt, at útvarpsfólk nýta sína egnu dia­ lekt í tíðindasendingunum. Niðurstøðan var tíbetur, at sjálv­ andi skulu tey tað. Men útvarpið hitti eisini ein mann, sum hevði aðra hugsan. Hann »stóð av« (!!?) tá ið hann hoyrdi útvarpsmann av Eiði við síni fløtu eiðisdialekt greiða frá, at »Paal kom aa maal«. Hann skilti ikki, hvat útvarpsmaðurin við »fløtu a'unum« segði. Men hann kom sjálvur til ta niðurstøðu, at tað var kanska honum sjálvum, tað var galið við... Vit kundu ikki verið meira ósamd við hesum manni um hesi viðurskifti. Sjálvandi skulu allar dialektir verða eins góðar í øllum almennum høpi, bæði hjá leikum og lærdum. Og tað í fínasta lagi, at tíðindafólkini í útvarpinum og Rás2 nýta sítt egna nátúrliga mál til upplestur har eisini. Men alt skal sjálvandi gerast við máta. Tað er munur á at lenda og at grava seg niður ­ onkur útvarpsmaður hevur kanska gjørt í so nógv av, at tað argar fólk, og tá kann tað verða stravið at hoyra. Men vit eiga at fegnast um, at vit hava so nógv brigdi av okkara móðurmáli varðveidd. Hetta er ein sjáldsamur skattur, sum uttan iva kemst av, at vit gjøgnum øldir ikki hava dugað at skrivað okkara egna mál, og tí hevur tað verið bor­ ið av mannamunni. Skriftmálið er í veruleikanum ein hóttan móti dia­ lektum, tí eitt skriftmál einsrættar málið. Um vit bara lesa, so hvørva dialektirnar. Tað er kanska meiri av hepni enn av tilvitan, at vit hava varðveitt ymsu brigdini av málinum. Og tað at forfedrar okkara valdu etymo­ logiska skriftmálið hjá Hammers­ haimb, tá skriftmál okkara varð kon­ struerað má sigast at vera heppið. Um vit høvdu valt ta fonetisku leið­ ina, har málið verður skrivað eins og tað verður framborið, so vóru helst allar dialektir burtur í dag. Grannar okkara fyri vestan, ís­ lendingar, hava skrivað í øldir, og tað er helst orsøkin til, at Ísland ikki hevur dialektmunir á málinum, á sama hátt sum vit hava. At gera gjøldur úr hvørjum øðr­ um, tað duga vit væl í Føroyum. Eisini tá tað kemur til málið. Um vit útihýsa dialektum ­ og serliga teim­ um brigdum, sum fá okkara tosa, so verður mál okkara fátækari. Vit hava eitt ríkt mál, sum vit skulu vera errin av. At máið er fjølbroytt, kann bara gera tað enn ríkari. Latið tí fólk við øllum dialektum sleppa fram at allastaðni ­ og tað er í fínasta ordan, at eiðismaðurin letur »Paal koma aa maal« Latið »paaL koma aa maaL« - Kringvarpið er tað einasta staðið, hvar málið verður nýtt í professiónellum høpi. Orðini eigur Annika Mit­ tún Jacobsen, stjóri í Kring­ varpi Føroya. Hetta segði hon í einum annars áhugaverdum og við­ komandi innslagi um, hvørt tíðindafólk í Kringvarpinum skulu sleppa at nýta sína egnu dialekt í tíðindasend­ ingunum. Vit í Miðlahúsinum skulu gera kringvarps­ stjóran varugan við, at tað eisini eru onnur, ið nýta málið professió­ nelt, og at tað eru aðrar útvarpsrásir í hesum landinum, til dømis Rás2. Tá Annika Mittún Jacobsen varð sett sum stjóri í Kring­varp­­inum, visti hon ikki, hvar Miðl­ahúsið var (Samrøða í Sosial­inum 20. feb. 08) Felag Stjóraløn kr Ársúrslit kr 1 BankNordik P/f 5.105.000 110.663.000 kr 2 Eik Banki P/f 4.446.000 -297.321.000 kr 3 Atlantic Petroleum P/f 3.347.000 -42.072.000 kr 4 Smyril-Line P/f 3.011.000 15.827.000 kr 5 Nema P/f 2.532.000 -11.527.000 kr 6 Havsbrún P/f 2.502.000 52.282.000 kr 7 Atlantic Airways,P/f 2.257.000 -6.611.000 kr 8 Magn P/f 2.121.000 8,769.000 kr 9 Norðoya Sparikassi 2.097.000 -37.986.000 kr 10 Bygma Balslevs 1.733.000 2.953.000 kr 11 Effo P/f 1.718.000 14.548.000 kr 12 S.M.S. P/f 1.679.000 10.000 kr 13 Mest P/f 1.608.000 -3.982.000 kr 14 Postverk Føroya P/f 1.511.000 -8.017.000 kr 15 Trygd Tryggingarfelag P/f 1.500.000 24.008.000 kr 16 Dimmalætting P/f 1.488.000 -1.888.000 kr 17 Formula.fo P/f 1.473.000 -2.534.000 kr 18 Føroya Lívstrygging P/f 1.348.000 15.286.000 kr 19 Tryggingarfelagið Føroyar P/f 1.297.000 93.950.000 kr 20 KJ Hydraulik P/f 1.274.000 -2.014.000 kr 21 Telefonverkið P/f 1.249.000 -35.064.000 kr 22 Fiskaheilsutænastan Sp/f 1.190.000 203.000 kr 23 Petur Larsen P/f í samanl. 1.133.000 1.523.000 kr 24 Vónin P/f 1.051.000 3.902.000 kr 25 Skipafelagið Føroyar P/f 1.020.000 -43.163.000 kr Trivaligar stjóralønir »Øll menniskju eru líka, men summi eru meira líka, enn onn­ ur.« Soleiðis segði George Or­ well gamli í gitnu bókini The Animal Farm. Og rætt hevur hann. Um vit hyggja á topplistan yvir lønir á www.vinnuvitan.biz, so síggja vit, at als eingin samanhangur er millum ársúrslit hjá parta­ feløgunum ­ og lønina, sum stjórarnir fáa. Listin høgrumegin er tikin úr skipanini hjá vinnuvitan. biz, og tølini eru fyri 2009. Allir roknskapirnir eru ikki komn­ ir í skipanina, so listin kann broytast. Vert er eisini at hava í huga, at í summum partafel­ øgum eru tveir stjórar. Cirkus Baldoni byrjar sýn­ ingar sínar í Føroyum mána­ kvøldið kl. 19 í ítróttarhøllini í Vestmanna. Síðan verður vitjað á teimum flestu ítrótt­ arhallum kring landið við klovnum og gyklarum Frá mánadegnum 30. august til mikudagin 8. september 2010 verður møguleiki at uppliva tveir tíma longu sýningina hjá Cirkus Baldoni, sum er fyri alla familjuna. Sýningarnar verða í høllum ymsastaðni í Føroyum. Í tíðindaskrivi siga Cirk­ us Baldoni, at har er alt frá gyklarum við keylum til flúgvandi tallerkar á pinn­ um og rulluskoytuframsýn­ ing í heimsklassa. Eisini eru klovnarnir Danilo og Danila ordiliga í hopla, eins og Mr. Hokus og Miss Fokus framføra síni gandakynstur, umframt at cowboy og indianarar hava sín leiklut á framsýningu­ num. Talan er um eitt sirkus við góðum stemningi og tónleiki. Meðan framførsl­ urnar eru, kunnu áskoðar­ arnir hugna sær við slikk­ ipinnum, candyfloss og øðrum góðum. Framsýningarnar verða í Vestmanna, á Giljanesi, í Klaksvík, Runavík, Fugla­ firði, Trongisvági, Tórshavn, Skopun, Eiði og í Hvanna­ sundi. Billettir kunnu keypast ella bíleggjast á: www.cirkus­ baldoni.com ella í forhøllini ein tíma áðrenn hvørja sýning. Til 5. september kunnu billett­ ir keypast á Kunningar­ stovuni í Havn. Frá 1. til 8. septem­ b e r kunnu billettir eisini keypast á Kunningarstovuni í Klaksvík. Rás2 á odda QuickPol­l­ kannig­in á Portal­inum hevur seinastu tíðina sp­­urt fól­k, hvørji útvarp­­sstøð tey hava l­urtað eftir í summar. Í morg­un høvdu 5.074 svarað. Úrsl­itið sæst vinstrumeg­in. Sirkus fyri alla familjuna Vit eiga at fegnast um ymsu bridgini í málinum Bara Kringvarpið er til Impo­ tent sam­ gonga Heri MoHr kjak á síðu 31 Á­gang­ ur móti veikum jens av rana kjak á síðu 31 El­is er eyðkendur við sínum sandoyarmál­i