Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-08-27, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. august 2010síða 2

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 122 · 20. august 2010 2 surr Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Fólksins vilji. Tað er eitt fyribrigdi, sum verður tráðnýtt í hesum døgum. Tað ljóðar eisini sterkt og kompakt. Skottrygt og sjálvsikkurt. ”Vit, fólkið í Føroyum, halda hetta og hetta, soleiðis og soleiðis…” Við stjórnaruppskotinum eru allir flokkar í tinginum samdir um, hvør fólksins vilji er. Og tað er avgjørt ein fyrimunur at hava viljan defineraðan, serliga tá man er ein pinkutjóð. Men fyri tey flestu er hetta uppskotið ikki annað enn bláur roykur. Fólkið veit ikki, hvat tingið er samt um, at fólkið vil. Fyri mær er fólksins samlaði vilji í øllum førum ikki serliga eyðsýndur. Tí tað er so vist sum amen í kirkjuni, at har tað er vilji um okkurt, er tað konsekvent altíð eisini mótvilji. Vit eru ein klandurstjóð. Tí endar tað ofta við, at avgerðir, sum við tógvið stríð verða tiknar, stutt eftir verða kontraðar. Til dømis: • Spariætlanir hjá landstýriskvinnuni. Eitt stig fram og eitt stig aftur. • Húkurin í Klaksvík. Eitt stig fram og eitt stig aftur. • Føroyar sum ferðamannaland! Eitt stig fram og eitt stig aftur. Men hóast samgongan er ein ósam(d)gonga, sum heglast og keglast um hvørt einasta mál, og hóast andstøðan keglast minst líka illa, so er EIN semja tó funnin. Vit hava fingið eina søguliga semju millum allar flokkar. Ongantíð, síðani floksbýtið í 1906, hevur hetta borið til. Men nú er hon her, semjan. Men júst hvat snýr hendan semjan seg so um? Jú, allir flokkar eru samdir um, at teir eru ósamdir um ríkisrættarliga spurningin. Men fyri einaferð skyld møtast allir flokkar á miðjuni, so allir kunnu góðtaka úrslitið. Stjórnarskipanin snýr seg við øðrum orðum um, hvat vit eru samd um at vera ósamd um. Stigið er tikið, semjan er funnin, og nú skuldi ikki verið neyðugt at tikið stigið afturaftur. Vit eru jú so rúkandi ósamd. Men jú. Sjálvt nú keglast vit. Seinastu vikurnar eru vit nevniliga vorðin ósamd um, hvørt vit hava loyvi at gera eina semju um, at vit eru samd um at vera ósamd. Orsøkin er, at danska stjórnin ikki er samd. Mist tráðin? Nei, tað er ikki so løgið… Samd um ósemjuna! Sosialurin - Postsmoga 76 -110 Tórshavn - Tlf. 341800 Hugskot og viðmerkingar kunnu sendast til: post@sosialurin.fo Redaktørur: Eydna Skaale Kunnu oyggjar brenna? Eldur í Ibiza Portal.fo Ung í dansi 2010 Fríggjakvøldið 3. og leygardagin 4. september skipar Sláið Ring fyri stevnuni “Ung í dansi 2010”. Stevnan er fyri ungfólk í aldrinum 13 - 17 ár, men onnur, ið eru farin um aldursmarkið eru vælkomin at tekna seg sum hjálparleiðarar. Í ár verður stevnan hildin í Eiriksgarði í Dali. Evnið á stevnuni hesuferð er “Dansisiðir”. Vilhelmna Larsen úr Skálavík greiðir frá um góðan dansisið, og eisini fer forðmaðurin í Sláið ring, Rasmus Joensen, at greiða frá dansisiði í sambandi við brúðardans. Umframt dans og læru um dansisið verður eisini útferð og kvøldseta við roykstovumentanini á skránni. Stevnan er ókeypis, og luttakararnir fáa ferðaseðilin endurgoldnan, fyri at ung úr øllum landinum skulu hava møguleika at luttaka uttan kostnað. Skráin fyri tiltakið og onnur kunning liggur á heimasíðuni hjá Sláið Ring. www. sr.fo DansIstEvna fyrI ung í DalI 3. og 4. sEptEmbEr. www.sr.fo Ullafestivalur í Vágum Í døgunum 27/8-29/8 verður ein ullafestivalur í Vágum. Millum annað verða workshops í tøving, arbeiði við hornum, liting av tógvi og ull og dansiundirvísing. Fleiri av worshoppunum eru egnaðir til familjur. Eisini verða ymsar konsertir á skránni, eins og stórt sjálvtøkuborð á Hotel 62n við ymsum mati, sum er virkaður úr seyði. Prísurin fyri at luttaka á workshops er 200 kr fyri hvønn, og tekning fer fram á Vága Kunningarstovu tlf 333455. ullarfEstIvalur í vágoynnI 27.08 – 29.08 www.vagar.fo Renning niðan á Sornfelli 28. august verður árliga renningin úr Kollfjarðadali og niðan á Sornfelli. Tað er Mjørkadals Ítróttarfelag, sum fyri áttandu ferð skipar fyri MIF Top Run, sum teir nevna tað. Renningin er motionsrenning, og øll, sum motionera javnan kunnu vera við. Túrurin er tungur, tí tað er ein long mótbrekka, men seinastu fimm árini hava allir luttakarar gjøgnumført, so tað er ikki ógjørligt. ,Byrjað verður við statoilstøðina í Kollfjarðardali kl 15 og síðani verður runnið niðan á Sornfelli. Teinurin er 9,8 km til longdar, og rennararnir verða býttir í fýra bólkar: menn yvir 40 og menn undir 40, umframt kvinnur yvir 40 og kvinnur undir 40. Renningin er ókeypis. rEnnIng úr KollfjarðarDalI nIðan á sornfEllI lEygarDagIn 28.august Kl 15 www.mIf.fo Gongutúrur norð á Dal, Ambadal Farið verður frá kunningarstovuni í Havn sunnudagin 29. august kl 19.00, og luttakarar skulu hava heit og góð gonguklæðir við og ein heitan munn. Tilmelding á Kunningarstovuni. gongutúrur tIl ambaDal 29. august Kl 19.00 Toystory 3 Í hesum døgum ber til at síggja Toy Story 3 í Havnar Bio. Toy Story var fyrsti teldugjørdi, animeraði filmurin, og tað má av sonnum sigast, at Disney við honum raktu seymin á høvdið. Triði filmurin í røðini um rúmdarmannin, kowboydukkuna og allar hinar leikurnar er sjálvandi í 3D. toystory í bIografInum www.bIo.fo Cirkus Baldoni Frá mánadegnum 30. august til mikudagin 8. september fer Cirkus Baldoni at ferðast kring landið við sirkussýningini, sum er fyri alla familjuna. Hóast sirkussið fer at húsast í ymsum hallum kring landið, so hava tey tó manesju, palltjøld, benkir og gott ljós við sær, fyri at skapa rætta huglagið. Sýningarnar verða í Vestmanna, Miðvági, Klaksvík, Runavík, Fuglafirði, Tvøroyri, Havn, Skopun, Eiði og Hvannasundi. Atgongumerki og meiri kunning fáast á heimasíðuni www.cirkusbaldoni.com ella í viðkomandi støðum 1 tíma undan sýning. Kostnaður er 150 kr fyri vaksin og 120 kr fyri børn og gjaldast má kontant. Framførslan varir tveir tímar uttan steðg. sIrKus balDonI KrIng lanDIð frá 30. august tIl 8. sEptEmbEr www.cIrKusbalDonI.com NEI! Hetta er Bjørn Kallsoy So er tað staðfest: Kári p. Højgaard skilur einki Portal.fo Av! slógu høvdið á seymin Portal.fo