Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-08-27, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. august 2010síða 4

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 27. august 2010 · Nr. 125 4 Sosialurin Áki Bertholdsen Búskapar og Løgfrøð inga­ felagið hevur nú heitt á Løg­ ting sins Umboðsmann um at kanna um alt fór rætt fram, tá ið illa umstrídda star v­ ið sum aðalstjóri í uttan­ ríkis ráð num varð sett fyrr í summ a r. Tað váttar forkvinnan, Jóan na Djurhuus, fyri Sosiali num. Hóast málið hevur verið nógv umrøtt, tykist eingin at hava fult innlit í tað og git inga rn ar og illgitingrnar hava av somu orsøk verið nógv ar. Hon sigur, at Løgtingsins Um boðs maður er tann einas­ ti, sum hevur møguleika fyri at faa atgongd til alt skjala­ til far ið í málinum, bæði bæði hvat viðvíkur sjálv ari setanini og hvat fyri reik ing­ ini til setanina viðvíkur. Millum annað sigur for­ kvinn an í felagnum, at tað er eing in loyna, at spurnartekin hev ur verið sett við ymisk viður skifti í sambandi við mál ið. Í hesum sambandi hevur eisi ni spurningurin um gegni hjá limun í setanarbólkinum ver ið nevndur. ­ Skuldi Umboðsmaðurin kom ið til ta niðurstøðu, at reglur um gegni ikki hava verið hildnar, skuldi natur­ liga fylgjan av hesum verið, at setanartilgongdin gongur um aftur. Felagið undraast eisini á, at løgmaður alment hev ur nýtt fleiri ymsar grund gev ing ar fyri avgerðini um at seta. Í Dimmalætting, í Kring varpi num og á Løgtingsins røðara palli hevur hann nevnt, at "avgerðin bygdi á eina heildarmeting". Hann hev­ ur eisini sagt, at "tað hevði verið óhoyrt at gingið móti tilmælinum frá Jørgen Nicla­ s en" og ein triðja grund gev­ ing hevur verið "at setti aðalstjórin, eftir met ing løgmans, var tann einas ti, sum var førur fyri at frem­ ja neyðugar skerjingar í sam ban di við, at játtanin til Uttan ríkis raðið fór at verða lækk að". ­ Samanumtikið hava vit tí skil heitt á Løgtingsins Um­ boðs mann um at kanna sum heild, um tey atlit, sum lógu til grund fyri avgerðini, vóru í samsvar við vanligar fyri sit­ ing ar rættarligar meginreglur og harvið 1óglig, sigur Jóanna Djur huus. aki@sosialurin.fo Løgtingsins Umboðsmaður kannar rok um aðalstjóra UTTANRÍKISRÁÐIÐ Løgtingsins Umboðsmaður er nú biðin um at kanna málið málið út í æsir, tá ið aðalstjórin í uttanríkisráðnum varð settur fyrr í summar Eru reglurnar brotnar má natúrliga fylgjan vera, at setanartilgongdin gongur umaftur Løgtingsins Umboðsmaður er nú biðin um kanna um reglurnar um gegni vórðu hildnar og um annars alt fór rætt fram, tá ið illa umstríddi aðalstjórin í uttanríkisráðnum varð settur fyrr í summar UNDIR SJÓNEYKU www.foroya.fo Almennur íleggjara- fundur Føroya Banki og Bakkafrost: Almennur íleggjarafundur hjá Føroya Banka og Bakkafrost verður á Hotel Føroyum mánadagin 30. august kl. 15.00. Janus Petersen, stjóri í Føroya Banka, og Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost, leggja fram hálvársroknskapirnar. Framløgurnar venda sær til verandi íleggjarar umframt áhugaðar framtíðaríleggjarar hjá fyritøkunum. Fundurin er almennur, og eingin tilmelding er neyðug. Tiltakið er ókeypis. Øll áhugað eru vælkomin.